Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. mars 2015 · Nr. 31 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Elin Henriksen Við alheimsgerðini fylgir ein al- samt vaksandi tørvur á at duga fremmand mál. Í Føroyum - eins og aðrastaðni – er støðan hjá enskum styrkt. Men samstundis er støðan hjá hinum málunum viknað. Áhugin fyri týskum er nógv minkaður, og eftir at danskt er vorðið valgrein á miðnámsskúlunum, er vandi fyri, at tað ikki longur verður lært líka væl í fólkaskúlanum. Tað ber í sær, at kunnleikin til norskt og svenskt minkar samsvarandi. Spurningurin er, um tann góði málførleiki, sum føroyingar hava havt, í framtíðini verður av- mark aður til enskt og eitt sindur av donskum. Ella um vit velja at styrkja hann, m.a. við at leggja størri dent á týskt. Eisini stuðla danskt og týskt hvør øðrum, við tað at nógv av orðfeinginum er felags. Týskt – eitt heimsmál Einaferð var orðaskifti í einum bólki á Facebook um, hvussu vit benda orð eftir kyni og falli. Tá var ein ungur maður, sum helt fyri, at tað var so steinbýtt, at tað bara var føroyskt, sum bendi eftir kyni og falli. Vit skuldu nógv heldur gjørt sum øll hini og givist at benda á henda hátt. Tað, sum hesin ungi maðurin avdúkaði, var, at í hansara huga- heimi vóru “øll hini” málini fyrst og fremst enskt og í øðrum lagi danskt. Júst tey málini, sum nú døgum eru einastu fremmandu mál, sum ein stórur partur av yngru ættar lið un um fær høvi at læra. Tá ið eg gekk í skúla, høvdu øll høvi at læra eitt sindur av týskum í 7. flokki, og tey, sum fóru í realskúla, hildu fram 2-3 ár afturat. Seinni fór týskt burtur av tímatalvuni í 7. flokki og gjørdist valgrein í 8.-10. flokki. Til fyri kortum var 2 ár við týskum upptøkutreyt á málsligu deild í studentaskúla, og tá vóru hampiliga nógv, sum valdu týskt. Men eftir at hendan treytin ikki er longur, er talið á teimum, sum velja týskt, minkað í stórum. Samstundis hevur lærugreinin nógvastaðni fing ið trong kor. Íðan, ger tað nakað, eru tað helst mong, sum spyrja. Hví ikki halda okkum til enskt og læra tað væl og virðiliga, so klára vit okkum í allari verðini. Jú, enskt verður brúkt víða hvar, men nógvastaðni í heiminum er neyðugt at duga eitt annað heims mál fyri at samskifta við fólk á stað num. Harumframt er eisini aðrar orsakir til at læra fremmand mál enn júst tann at nýta málið sum sam skiftismiðil. Tú fert at duga betur føroyskt Ein orsøk er, at tað ber til at læra sítt egna móðurmál nógv betur av at læra fremmand mál. Móðurmálið læra vit fyrst og fremst gjøgnum oyruni. Vanliga er torførari at læra stavseting og mállæru í móður mál- inum, og tað er ikki bara galdandi fyri føroyskt. Fremmand mál verða hinvegin lærd bæði gjøgnum oyru og eygu og mállæru. Her eru vit í teirri hepnu støðu, at týsk og føroysk mállæra er næst an tann sama. Onkrir mun- ir eru, men bygnaðurin er tann sami. Í báðum málum verða navn- orðini bólkað í trý kyn, og bent verð ur í somu fýra føllum, í eintali og fleir tali, eins og kenniorð og lýsingar orð laga seg eftir kyni, falli og tali á navnorðinum. Sjálvt reglurnar fyri, nær hvørji føll verða nýtt, líkjast heilt nógv. Eisini sagnorðabendingin líkist, bæði við umljóði og avljóði og í persónum og tali. Hevði ungi maðurin, sum helt føroyskt vera einasta mál í verðini, sum bendi í kyni og føllum, havt høvi at lært bara eitt lítið sindur av týskum, hevði hann vitað, at so er ikki. Tað at kenna okkurt aftur úr sínum egna máli í tí fremmanda málinum (og øvut), ger, at tú fært eina djypri fatan av móðurmálinum. Tú kennir skyldskap við onnur mál og skilur nógv betur, hví títt egna mál er júst soleiðis, sum tað er. Tá verður samstundis lættari at læra mállæru og harvið stavseting í móðurmálinum. Tú fært høvi at fata, at mál broytast eftir ávísum reglum og ikki púra tilvildarliga, og tað er eitt gott støði undir at læra bæði fremmand mál og bygnaðin í sínum egna máli. Í hesum sambandi er vert at nevna, at vit sjálvandi áttu at havt frálærutilfar til týskt, sum tók støði í føroyskum, so at tað ikki var neyð- ugt at fara umvegis danskt. Tess fleiri mál, tú lærir á ungum árum, tess lættari er at læra enn fleiri mál Hjá okkum er vanligt, at børn úr 3. flokki læra danskt sum fyrsta fremm andamál, og síðan kemur enskt í 4. flokki. Nógv læra eingi onn ur fremmand mál, og hjá teim- um, sum gera tað, er tað ikki fyrr enn aftan á 9.-10. flokk, um so er, at tey ikki velja týskt í fólka skúl- an um. At bíða so nógv ár, til tað næsta fremmanda málið verður lært, er í grundini at lata nakrar góðar møguleikar fara fyri skeyti. Evnini at læra nýggj mál eru best júst í hesum aldri, og tí høvdu næm ingarnir kunnað fingið nógv meiri burturúr, um tey fingu høvi at fara undir eitt nýtt fremmant TIÐARGREIN Hví læra týskt í fólkaskúlanum Týskt mál í Evropa Á kortinum sæst, hvar týskt er fremsta mál, og hvussu stórur partur av fólkinum í øðrum londum hevur kunnleika til týskt Kelda: da.wikipedia.org http://da.wikipedia.org/wiki/Tysk_%28sprog%29