Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 16. mars 2015 · Nr. 31 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 mál í 6.-7. flokki. Við at hava styttri tíð millum hvørt nýggja mál høvdu tey eisini betur kunnað gagnnýtt teir førleikar, tey hava ognað sær í at læra fremmand mál. Við góðari málsligari barlast úr fólkaskúlanum verður lættari at fara undir eitt ella fleiri fremmand mál afturat í miðnámsskúla. Roynd­ ir­nar av at hava lært mál gera tað lættari at læra enn fleiri mál. Har­ afturat er tann stóri fyrimunur, at hevur tú lært týskt minst 2 ár í fólkaskúlanum, so kanst tú velja tað sum framhaldsmál á miðnámi – einasta mál umframt danskt og enskt, har tað ber til. Hinvegin eru 2 ár við einum fremmandum máli í minna lagi til at koma á lagi, men kundi talan verið um 3-5 ár, so er tað nóg gott grundarlag til at læra málið til lítar, er áhugi fyri tí. Týskt er lætt at læra Í fyrsta umfari eru neyvan øll samd í hesum. Vit eru ikki líka von at hoyra og síggja týskt sum danskt og enskt, og tað kann í fyrstu syftu tykjast torført. Týskt hevur tó nógvar fyrimunir, tá tað snýr seg um at læra málið. Orðini verða framborin soleiðis, sum tey verða stavað. Hevur tú einaferð lært, hvussu bókstavirnir ljóða, so dugir tú eisini at frambera orðini, tá tú lesur. Einaferð hevði eg sum týskt­ lærari ein næming í 8. flokki, sum ikki var so stinnur at lesa. Men tá ið gentan hevði havt týskt eina tíð, var lesingin munandi batnað. Hvussu tá? Jú, hon hevði sitið heima við lesibók og fløgu og fylgt við í tekst­inum, meðan hon lurtaði eftir upplestri. Av tí, at týsku orðini eru ljóðrøtt (og tað er hvørki føroyskt, danskt ella enskt), hevði hon á heilt nýggjan hátt fatað sambandið millum ljóð og bókstav og so statt lært at lesa – eisini hini málini. Eitt tað torførasta at læra í mál­ læru, er alt tað, sum er óregluligt og øll undantøkini. Har hevur týskt tann stóra fyrimun, at so at siga eingi undantøk eru í mállæruni. Hevur tú lært eina reglu í mállæru, so kanst tú líta á, at hon er galdandi allan vegin. Føroyskt og týskt hava sama uppruna, og nógv orð eru tey somu. Onnur orð eru bara broytt eitt lítið sindur, og fært tú fatur á, hvussu tey eru broytt, so er als ikki torført at gita seg fram til, hvat tað týska orðið merkir. Eisini eru nógv orð á føroyskum komin úr týskum umvegis danskt, so tey kenna vit frammanundan. Og so hevur týskt tann eginleika, at tað ber til at seta næstan øll orð saman og gera nýggj orð burturúr. Tað merkir, at har, sum t.d. enskt hevur eitt nýtt orð fyri hvørt hugtak ella fyribrigdi, eru nógv orð á týskum sett saman úr orðum, sum tú kennir frammanundan. Hetta ger tað nógv lættari at læra orðfeingið, tí tú skalt ikki læra líka stórt tal á orðum. Hesin fyrimunurin er serliga galdandi, tá tú hevur lært tað grund­leggjandi í málinum og fert undir at lesa tekstir á hægri stigi, t.d. fakligar tekstir ella skaldsøgur. Skilir tú tey vanligu orðini og dugir grundleggjandi mállæru, so er lopið til at skilja nærum alt á týskum ikki nærtil so stórt sum í flestøllum øðrum fremmandum málum. Ikki so fá, ið lesa á lærdum háskúlum, velja at lesa vísindaligar bøkur á týskum heldur enn enskum, tí tað er lættari at skilja. Hvar kanst tú brúka týskt Sum nevnt eru nógvar vísindaligar bøkur skrivaðar á týskum. Líka fram til seinna heimsbardaga var týskt fremsta vísindamál (eftir at latín ikki longur var tað), og ser­liga á økjum sum t.d. heimspeki, gud­ frøði og sálarfrøði er tað ein stórur fyrimunur at lesa bøkurnar á upp­ runamálinum heldur enn týddar. Men eisini á heilt øðrum økjum er tað ein fyrimunur at duga týskt. Einaferð hevði eg ein næming, sum valdi týskt, hóast hann væl visti, at hann ikki fór tann bókliga vegin. Hansara stóra áhugamál var maskinur, og hann ætlaði at finna eitt lærupláss. Og so hevði pápi hans­ara sagt, at tað var ein stórur fyri­munur at duga eitt sindur av týskum, tí at manualarnir til maskinur vóru nógv lættari at lesa á týskum enn enskum, um tú bara dugdi eitt sindur av málinum. Skalt tú ferðast, útbúgva teg ella arbeiða í Miðevropa og Eystur­ evropa, so er tað ein stórur fyri­ munur at duga týskt. Undantikið russiskt, so er týskt móðurmál hjá flestum fólkum í Evropa, umframt at tað er fyrsta fremmandamál í nógvum londum. Men eisini so fjart sum sunnast í Afrika og summa­ staðni í Suðuramerika eru nógv fólk, sum duga týskt. Eisini í hinum heimspørtunum eru týskttalandi minnilutar. At læra mál er at læra mentan At læra eitt fremmant mál gevur ikki einans atgongd til samskifti. Tað gevur eisini atgongd til ta mentan, sum verður borin av hesum málinum. Eitt, sum er áhugavert við týskari mentan, er tann stóri áhugin fyri útheiminum. Søguliga sæð gjørd­ist Týskland ongantíð tað heilt stóra hjálandaveldið, men týskir rann­sóknarfarar og granskarar ferðaðust víða og høvdu bæði lutir og vitan heim við. Hesin áhugin fyri tí fremmanda er framvegis sera livandi í Týsklandi – her er ikki talan um eina mentan, ið hevur nóg mikið í sær sjálvari. Eitt nú verða nógvar bøkur úr at kalla øllum heim­sins málum týddar til týskt, og tær hevur tú eisini atgongd til, dugir tú málið. Samanborið við samlaðu bókaútgávuna í einum máløki er týskt tað av heimsmálunum, har lut­falsliga flestar týddar bøkur verða givnar út. Tíggjunda hvør bók, sum verður givin út í verðini, er á týskum, og týskt er næstmest brúkta mál á heimasíðum (eftir enskt). Vaksandi alheimsgerðin setur alsamt størri krøv til málkunnleika, eisini til onnur mál enn enskt. Týsk­ land og onnur lond, har týskt er móðurmál ella fyrsta fremm­anda­ mál, eru frammarlaga á nógvum økjum, búskaparliga, vinnuliga, politiskt og í gransking; og eisini úr Før­oy­um er vaksandi samstarv við hesi lond. Eitt annað, sum kanska ikki er so væl kent, er, at týskarar leggja al­stó­ran dent á umhvørvismál. Endur­nýtsla, varandi orka, fyri­ byrg­ing av dálking, vist­frøð­ilig mat­framleiðsla og náttúru­heili­vág­ ur eru alt samalt øki, har vit kunnu læra nógv av týskarum. Týskarar hava áhuga fyri Føroyum Áhugin hjá týskarum fyri øðrum londum og mentanum røkkur eis­ ini norðureftir. Ein tann størsti bólk­urin av útlendskum ferðafólki í Før­oyum eru týskarar, og í ferða­ vinnu­ni er tað sjálvandi ein fyri­ mun­ur at duga týskt. Men áhugin fyri Føroyum er eisini at finna í Týsklandi. Neyvan hev­ur nakað annað land so virkið vina­felag við Føroyar. Týskt-før­ oyskt vinafelag hevur nú 27 ár á baki. Tað spratt úr einum bólki av frí­merkjasavnarum, sum savnaðu føroysk frímerki, men er nú eitt stórt felag, har limirnir hava fjøl­ broytt áhugamál. Fleiri teirra hava lært seg føroyskt og gera eitt stórt arbeiði fyri at kunna um Føroyar og før­oyska mentan í Týsklandi. Tíðarritið hjá týskt-føroyskum vina­felag, “Tjaldur”, kemur út 1-2 ferð­ir um árið. Har eru m.a. týddar yrk­ing­ar og stuttsøgur, bóka- og tón­leika­ummæli, ferðafrásagnir úr Før­oyum og tíðindi. Føroyingar eru eisini vælkomnir at vera limir í felag­num; eitt samstarv, sum er til gagns fyri báðar partar. Samanumtikið So eru nógvar grundir til at læra týskt í fólkaskúlanum, bæði prakt­ isk­ar og tí tað er viðkomandi. Tað er mín vón, at fólkaskúlin ikki kemur í somu vanlukkuligu støðu sum mið­náms­útbúgvingarnar nú eru komn­ar í, har fremmand mál (enskt undan­tikið) eru nógv niðurraðfest, sam­an­borið við, hvussu tað var, áðr­enn nýggja skipanin við breyt­ um varð sett í verk. Tað er mín vón, at tey, sum nú fara undir at end­ur­ skoða fólkaskúlalógina, veruliga skil­ja, hvussu stóran týdning tað hev­ur at læra og at duga fremmand mál, og at hetta fær innivist í fólka­ skúla­num. Nakrar viðkomandi slóðir Bóklingur á donskum Deutsch(land) (kennen)lernen http://www.goethe.de/ins/dk/kop/pro/ Sprachabteilung/Werbung-f-Deutsch/ GI_Brosch_print_DK.pdf Týskt sum fremmandamál http://www.goethe.de/daenemark Týskt-føroyskt vinafelag http://www.faeroeer.eu Týskt í fólkaskúlanum http://snar.fo/folkaskuli/tyskt Tann, sum dugir týskt, kann samskifta við milliónir av fólkum 125 milliónir fólk kring allan heim tosa týskt, av teimum: • 101 millón sum fyrsta mál • 7 milliónir sum annað mál • 17 milliónir sum fremmandamál TIÐARGREIN Fimtihvør íbúgvi í ES hevur týskt sum móðurmál, og næst eftir enskt er týskt vanligasta fyrsta fremmandamál Vanligastu fremmandamál í ES - % Móðurmál Fremmandamál Til samans Enskt Týskt Franskt Italskt Spanskt Pólskt Russiskt