Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. mars 2015 · Nr. 31 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Høgni Hoydal rennur aftur undan ábyrgd Helgi Abrahamsen Enn einaferð hevur Høgni Hoydal verið í fjøl miðl un- um við eini av sín um aft ur- vendandi grein um, har hann viðgerð sam bandspolitikk mót vegis fullveldispolitikki, og aftur hesaferð er greinin full av faktuellum feilum. Hóast vit eru mong, sum ferð eftir ferð hava víst hon um á skeivleikarnar í hansara pástandum, so tykist hetta ikki at rína við. Tvørturímóti sær út til, at hann vil sleppa at endurtaka hesar skeivu pástandirnar. Avlopið var danskt Høgni skrivar í nýggj astu greinini, at full veldis sam- gong an frá 1998 – 2003 hevði yvirskot hvørt einasta ár og rindaði uttanlandsskuldina niður. Her átti hann, fyri rætt- leikan skuld, at lagt afturat, at samlaða avlopið hesi árini var bara 2,6 milliardir krónur, hóast heildarveitingin úr Dan mark í sama tíðarskeiði var meira enn 5 milliardir krónur (umframt aðrar ríkis- veitingar, sum ikki eru partur av heildarveitingini). Tað vil siga, at hvør einasta króna, sum fullveldislandsstýrið spardi upp og hvør einasta króna sum bleiv brúkt til at gjalda skuld við, kom í lands- kassan sum heildar veit ing úr Danmark. Og harumframt rind aði heildarveitingin 2,5 milli ardir krónur fyri rakstrar útreiðslur hjá full- veldis landsstýrinum hesi árini, umframt at aðrar ríkis veitingar rindaðu ann- an almennan rakstur í sam- felag num. Men hetta sigur Høgni ikki. Tvørturímóti skrivar hann, at Føroyar í hesum tíðar skeiðinum vóru á veg til at byggja eitt sjálv bjargi og sjálvstøðugt væl ferðar sam- felag, sum vit sjálvi rindaðu fyri. Feilur í rokni- stykkinum Tann næsti pástandurin í greinini hjá Høgna ljóðar so leiðis: ”Síðani vit tóku ábyrgd ina í 2001 og gjørdu okkum leys av meiri enn helvtini av danska blokkinum, er okkara samlaði búskapur – t.e. øll tey virði, ið vit skapa sjálv – meira enn tvífaldaður.” Nú má eg spyrja: Hvussu roknar Høgni? Blokkurin var 995 mió. krónur í 2001 og lækkaði við 366 mió. krónum. Nær er 366 blivið meira enn helvtin av 995? Og hvat hendi við úrslitinum hjá landskassanum tá blokkurin minkaði? Avlopið í 2001 var 697 mió. krónur og í 2002 var tað 191 mió. krónur (áðrenn avdráttir vóru goldnir av lánum). Í 2003 var avlopið bara 22 mió. krónur – tað vil siga, at tað var ikki nóg stórt til at rinda fyri avdráttir. Er tað soleiðis vit skapa eitt ”sjálvbjargi og sjálvstøðugt vælferðarsamfelag, sum vit sjálvi rinda fyri?” Eftir bert tveimum árum minkaði talið á botnlinjuni við ikki minni enn 675 mió. krónum, og nú situr høvuðs- kokkurin aftanfyri hetta átakið í andstøðu og fýlist at samgonguni, tí at eftir hansara tykki gongur tað ov seint við at fáa undirskotið burtur. - Hansara undirskot! Hvat hevur Tjóðveldi gjørt? Síðani fer Høgni tann vanliga túrin aftur í søguna, fyri at útleggja fyri føroyingum, hvør ið gjørdi hvat fyri rætti- liga nógvum árum síðani. Ein slíkur túrur endar sjálvsagt altíð við eini niðurstøðu, sum passar inn í dagsskránna hjá ferðaleiðaranum. Soleiðis er eisini hesaferð. Men tað sum undrar meg er, at hesir túrarnir vísa altíð til tað sum ”tjóð skapar og full veldis- rørsl an” hava gjørt. Hví vísir Høgni ikki heldur til Tjóð- veldi? Er tað kanska tí at tey stóru gomlu tingini hendu áðrenn Tjóðveldisflokkurin varð stovnaður, meðan tey nýggjastu eru umleið 40 ára gomul? Hvørji stór frambrot hevur Høgni at vísa á frá hansara egnu stjórnartíð, og hví eru tey ikki á listanum? Tordi ikki at loysa Høgni vísir á, at tað hevur kostað okkum nógv, at vit ikki eru fullveldi, og hetta sigur hann, at Kaj Leo Jo- hanne sen, løgmaður, hevur ábyrgdina av. Men var tað ikki Høgni Hoydal, sum í 1998 varð valdur inn á ting og seinni í landsstýrið, við einum lyfti um, at hann skuldi skipa Føroyar sum fullveldi? Øll vita, at hann megnaði ikki uppgávuna, og er tað so sum hann nú sigur, at hetta hevur kostað Føroya landi milliardir, ja so má hann eisini taka ábyrgdina av, at hann ikki kláraði at skaffa okkum atgongd til hes ar milliardirnar. Hví gjøgnumførdi Høgni Hoy dal ikki full veldis ætl- anina, um hon var ein so stórur fíggjar ligur vinn- ingur? Hví lækkaði hann blokk stuðulin við ”bara” 366 mió. krónum? Hví tók hann ikki alt burtur, tá tað nú er so lætt og gott og leskiligt? Og til seinast: Hví skeyt Tjóðveldi upp í teirra alternativa fíggjar lógar- uppskoti fyri 2015, at blokk- stuðulin í ár skal vera 615 mió. krónur – eg meini so við... - hann skrivar um at fara til Dan markar við húgv- uni í hondini. Jú løgmaður hevur rætt tá hann sigur, at Tjóðveldi hevur kostað okkum seks milliardir - sum man svara til millum 300.000 og 400.000 krónur fyri hvørt einasta húsarhald í Føroyum. KJAK Hastverk er lastverk Vegna Veiðu Felag Føroya: Michael Dalbø, formaður Góðu tit fólka valdu á Ting- hús v egnum. Ímillum hóp in av lógar- upp skotum, ið tit hava fing ið á borð tykkara til av- greiðslu, áðrenn tingið fer í summ arsteðg, er uppskot um broytingar í vápnalógini. Hettar er sanniliga eitt álvars mál, bæði tí, at skot- vápn jú er vandamikil am- boð, ið skulu handfarast skila gott, men eisini tí, at tykk ara viðgerð av hesum máli, hevur alstóran týðning fyri okkum, ið eru, og framhaldandi koma at verða, umfataði av hesi lóg. Tit sita við eina lóg í hond- um tykkara, ið gjøgnum tíð- irnar er blivin pjøssa uppá, við tí úrslitið, at hon í dag er at meta, sum eitt klútateppi av inntrivum, ið als ikki eru nútíðarhóskandi. Tað kennist, sum um, at bara vit hava nokk av av- mark ingum og forboðum, so er alt gott. Men einki kundi verið meira misvísandi. Føroyingar, ið mugu met- ast, at verða eitt av heimsins mest friðsomu og lagaligu fólka sløg um, við einum sera lág um títtleika av ógvus- lig um harðskapi, verða lóg- givnir í tráð lógarverk í lond- um, ið vit als ikki kunnu ella skulu samanberast við, tá ið tað snyr seg um ognarskap og brúk av skotvápnum. Vit í varða av veiðumentani og skjótiítrottini standa spyrj - andi um, hví t.d. ein ikki kann eiga eina rifltu til ítróttar skjóting ella veiðu í út heimi, og samstundis verða bú sitandi í Føroyum ? Hví ikki ungfólk kunnu sleppa at royna seg innan leir dúgvu- og pistólskjóting niður í t.d. 12 ára aldur, tá ein veit, at tað er í teimum heilt ungu árun um, at talent spírarnir innan skjóti- ítróttina, og flest allar aðrar ítróttagreinar, verða funnir og mentir ? Tað eru nóg onnur dømi, ið ein kundi tikið fram í hes- um sambandi. Vit í Veiðu Felag Føroya hava í hoyringsskrivið okkara, í samband við, at vápnalógin skuldi endurskoðast, víst á, at ynskiligt er, at tað verður settur ein arbeiðsbólkur, mann aður av teimum við- kom andi pørt un um, ið varða av máliðnum, so at vit kunnu fáa gjørt eitt lógar- upp skot, ið skal verða ein felags hornasteinur fyri all ari lóggávu, ið hevur, og kemur at hava týðning fyri ognar rætt, brúksrætt, frá- læru og trygdarumstøður inn an veiðu, skjótiítrott og vápnabrúk annars í Før oy- um. Vit standa spyrjandi, hví tað skal hava so alstóran skund, at kroysta hettar, fyri okkum, álvarsmál ígjøgnum tingskipanina her og nú í 11. tíma. Vælvitandi, at tað í 2014 vóru trýggjar óhepnar hend- ingar, har ið menn, und ir ávirkan av rúsdrekka/rús- evnum, sýndu skilaleysan at burð við høglbyrsum, so halda vit ikki, at tílíkar hend- ingar skulu føra til, at man í óðum verkum, fer at gera lógar uppskot, ið kollektivt skulu skerja frælsið og áhuga málini hjá teimum, ið ikki hava gjørt seg sekan í nøkr um lógarbroti, hesum viðvíkjandi. Veit væl, at løgtingsval stundar til, og tað í sær sjálvur kann fáa atkvøðu- feburin upp hjá onkrum polittikara, men so skuldi verið so nær liggj andi at hugsa sær, at tað eru onnur álvarsmál, ið eru nógv meira átreingjandi og samfelagsgagnlig at fáa avgreidd, so sum pen sjóns- nýskipan og fiskivinnu ný- skipan, bara fyri, at nevna nøkur ! So okkara áheitan til tykk um fólkavaldu er: Sláið kalt vatn í blóðið, og lati uppskotið um endurskoðan av vápnalógini fáa tað tíð og viðgerð uttan tinggátt, ið eitt slíkt mál krevur. Tá er nógv størri møguleiki fyri, at tit fáa eitt skilagott uppskot á tingborð aftur; eitt uppskot, ið kemur at tæna brúk arum og samfelagði í síni heilt, heldur enn, at sam tykkja eitt býtisbarn, sum í verandi líki, hvørki er egg ella ungi. Góðan arbeiðshug. Áheitan til øll tingfólk, nú broytingar í vápnalógini eru á tingborðið