mánadagur 16. mars 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 16. mars 2015 · Nr. 31
ítróttur
Landsliðsvenjarin hevur boðsent mest sum øllum teimum, sum
fyri fýra mánaðum síðani vóru við til at vinna á Grikkalandi
Fara til Rumenia við
styrktum sjálvsáliti
fótbóltur
Jóannes Hansen
29. mars skulu Føroyar spæla
ársins
fyrsta
landsdyst.
Hann er merkisverdur á tann
hátt, at hetta verður fyrsta
royndin eftir, at Føroyar 14.
november í fjør vunnu 1-0 á
Grikkalandi suðuri í Piræus.
Ta ferðina var Jóan Símun
Edmundsson
einsamallur
málskjútti. Saman við Jóan
Símuni sendi Lars Olsen í
gjárkvøldið boð mest sum
eftir øllum teimum somu,
sum vóru við í Grikkalandi
fyri fýra mánaðum síðani.
Undantakini eru Hallur
Hansson, sum í Grikkalandi
var millum teir fyrstu ellivu
og nú er leikbannaður, og
Hanus Jacobsen, sum var
á beinkinum allar 90 min
uttirnar.
Sammett
við
ímóti
Grikkalandi eru tveir spæl
arar komnir aftrat. Teir eru
Bárður Hansen úr Víkingi og
Jóhan Troest Davidsen úr
HB, sum var úttikin til ferð
ina suður til Grikkalands,
men sum var noyddur at
geva avboð.
Klæmint A. Olsen er topp
skjútti í landskappingini við
fimm málum. Hann hevur
vunnið
afturval.
Saman
við honum í álopinum eru
Arnbjørn Hansen og Jóan
Símun Edmundsson.
– Eg var stak væl nøgdur
við avrikið í Grikkalandi.
Tølini undirstrika, at sigurin
var uppiborin. Vit høvdu tólv
málmøguleikar, og grikkar
høvdu seks, og tí er tað
nátúrligt, at teir flestu eru
boðsendir at koma við niður
til Rumenia, sigur Lars Olsen,
og hann heldur fram:
– Vit verða ongantíð
favorittar, men vit kunnu
brúka avrikið í Grikkalandi
á útivølli ímóti Rumenia 29.
mars. Spælið hjá rumenum
og
grikkum
líkist,
men
rumenarar spæla við størri
sjálvsáliti. Eg havi álit á
spælarunum, at teir fara
at
brúka
royndirnar
úr
Grikkalandi.
Rumenia
er
besta liðið í bólkinum. Tað
plagar ikki at ganga so væl
hjá Føroyum í mars, men
spælararnir eru væl fyri, nú
teir hava spælt fleiri um
før í landskappingini, so
vit vóna, at tað fer at bera
til at gera upp við søguna,
segði landsliðsvenjarin, tá ið
hann fyrr í kvøld kunngjørdi
hvørjir spælarar skulu við til
Rumenia:
Málverjar
Gunnar Nielsen
Teitur M. Gestsson
Tórður Thomsen
Verja
Jónas þór Næs
Viljormur Davidsen
Atli Gregersen
Sørin Ragnar Nattestad
Odmar Færø
Johan Troest Davidsen
Bárður Hansen
Miðvøllur
Fróði Benjaminsen
Gilli Sørensen
Pól Jóhannus Justinussen
Róalur Jakobsen
Kaj Leo í Bartalsstovu
Christian Lamhauge Holst
Brandur H. Olsen
Sølvi Vatnhamar
Álop
Klæmint A. Olsen
Arnbjørn Hansen
Jóan Símun Edmundsson