mánadagur 16. mars 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. mars 2015 · Nr. 31
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
hondbóltur
Neli Heldarskarð
Á fyrsta sinni royndi Føroyar
seg við einum U17-landsliði í
kvinnuhondbólti.
Undan
kappingini var ilt at spáa um
útlitini hjá føroyska liðnum,
tí at mótstøðuliðni høvdu
nógv fleiri royndir enn før
oyska liðið. Eitt nú verður
russiska
U17-landsliðið
roknað sum eitt av heimsins
sterkastu landsliðnum, og
tað sást eisini aftur í undan
kappingini hetta vikuskiftið.
Hóast uppgávurnar vóru
stórar, so smæddust før
oysku genturnar ikki burtur.
Um marginalvælvildin eis
ini hevði verið betri ímóti
føroyska liðnum, so høvdu
genturnar kunnað leikt seg
í endaspælið, sum verður í
Makedonia seinni í ár.
Framúr byrjan
Fyrsti dysturin hjá føroyska
liðnum varð leiktur fríggja
kvøldið klokkan 19 ímóti
Íslandi. Væntað varð, at tað
var í hesum dystinum, at
møguleikin at fáa stig var
størstur. Og sigast má, at
U17-landsliðið tók av møgu
leikanum. Tær vunnu nevn
iliga 25-24 í einum sera spenn
andi og intensum dysti. Nú
vistu føroysku genturnar,
at tær kundu spæla seg
víðari til EM-endaspælið í
Makedonia, um tær vunnu
dystin leygarkvøldið ímóti
Kekkia, ið tapti sín fyrsta
dyst greitt ímóti Russlandi.
Orkan fór at bila
Nógv fólk var møtt upp í
høllina á Hálsi at stuðla
føroyska
liðnum
leygar
kvøldið. Og dysturin gjørdist
enn einaferð ein sera spenn
andi
hondbóltsuppliving,
men tíverri fall sigurin ikki
í føroyskar hendur í hesum
dystinum. Kekkar vunnu
sær eina leiðslu beint áðrenn
hálvleikssteðgin, og hana
megnaðu tær at varðveita
restina av dystinum, hóast
munurin ikki var stórur.
Endaliga úrslitið gjørdist
25-21 til Kekkia. Tískil sá tað
næstan ómøguligt út hjá
føroysku gentunum at spæla
seg víðari til endaspælið, tí
at í síðsta dystinum sunnu
kvøldið
bíðaði
stórtjóðin
Russland, ið eisini sorlaði
Ísland á sama hátt sum tær
sorlaðu Kekkia.
Eitt gott avrik
Sum væntað tapti føroyska
liðið ímóti Russlandi, men
innsatsurin hjá Føroyum
lá avgjørt ikki eftir. Russ
land hevði vunnið báðar
teir undanfarnu dystirnar
við 17 málum, men Føroyar
megnaðu at halda málmun
inum niðri á átta málum.
Endaliga úrslitið gjørdist 15-
23. Serliga var tað føroyska
verjuspælið, ið riggaði væl í
hesum dystinum.
Samanumtikið
kunnu
allir hondbóltsáhugaðir før
oyingar vera ernir av teimum
føroysku gentunum. Tær
stríddust minniliga og vóru
nær við at blíva tað fyrsta
føroyska landsliðið í søguni,
sum leikti seg í eitt altjóða
endaspæl. Tað rakk ikki
hesaferð, men hetta gevur
vón um, at tað avgjørt ber
til, hóast fólkagrundarlagið
er lítið.
Tá ið so eisini verður
hugsað um, at hetta er
Føroyska U17-hondbóltslandsliðið hjá kvinnum stóð seg sera væl í
EM- undankappingini, sum varð leikt í høllini á Hálsi hetta vikuskiftið.
Mótstøðuliðini hjá Føroyum vóru Íslandl, Kekkia og Russland
kunnu vera
við á altjóða
hondbólts
pallinum