mánadagur 16. mars 2015síða 32
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. mars 2015 · Nr. 31
32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Neli Heldarskarð
Oliver er dani. Oliver var sum
heild sera væl nøgdur við
samlaða avrikið hjá teimum
føroysku gentunum, men
dómararnar var hann ikki
nøgdur við.!
– Dómararnir skilja ikki at
telja skritt eftir mínum tykki.
Russararnir gera skritt nógv
ov ofta uttan, at tað verður
dømt, og tað nívir meg nógv.
Tað var tað sama í dystinum
ímóti Kekkia, har somu dóm
arar dømdu. Støðan var 20-
20, tá ið dómararnir trýggjar
ferðir á rað lata vera við at
døma fyri skritt, tá ið teir
áttu at gjørt tað. Eg tori væl
at siga, at um dómararnir
dømdu rætt, so vóru tað vit,
ið vunnu dystin ímóti Kekkia
og spældu okkum víðari til
endaspælið í Makedonia.
Dómararnir dugdu alt ov illa
at telja skritt, haldi eg, sigur
Oliver Jensen við Sosialin.
Oliver var tó væl betur
nøgdur við avrikið hjá før
oysku gentunum enn hjá
belgisku dómarunum.!
– Genturnar hava framt
eitt framúr gott kropsligt
avrik ígjøgnum allar dystir
nar. M.a. kláraðu vit okkum
nógv betur ímóti Russlandi
enn bæði Ísland og Kekkia
gjørdu. Vit løgdu veruligt
trýst á russiska liðið, verjan
stóð
væl,
og
málverjin,
Annika Fríðheim Petersen,
stóð eisini ein sera góðan
dyst ímóti Russlandi, sum
var nógv tað besta liðið í
kappingini. Vit enda numm
ar 3 frammanfyri Ísland og
vóru sera nær við at enda
nummar 2 og spæla okkum
víðari. Hendan kappingin
hevur
verið
ein
framúr
góð lýsing fyri føroyskan
kvinnuhondbólt, sigur Oliver
Jensen.
Oliver hevur eisini góð
ar vónir til framtíðar kapp
ingar hjá føroysku ungdóms
landsliðunum.
– Vit hava arbeitt nógv
við kropsligari venjing við
hesum gentunum, og tað
hevur givið úrslit. Hóast tær
ikki eru so stórar av vøkstri,
so hava vit kortini verið á
sama støði sum hini londini
í kropsliga spælinum. Tað er
avgjørt neyðugt, at vit krops
liga eru á einum so høgum
støði sum gjørtligt, um vit
skulu gera okkum galdandi
ímóti teimum stóru tjóð
unum.
Eg vænti, at hetta U17-
landsliðið hevur givið stóran
íblástur til aðrar ungar hond
bóltsleikarar í Føroyum, og
eg vóni, at støðuga menn
ingin í føroyskum hondbólti
heldur áfram tey komandi
árini, sigur Oliver Jensen at
enda.
sosialurin@sosialurin.fo
Hondbóltur
Aftaná síðsta dystinum hjá U17-landsliðnum fekk Sosialurin
orðið á Oliver Jensen, annar av venjarunum hjá landsliðnum
Oliver ikki nøgdur
við dómararnar
Myndir: Álvur Haraldsen
Ein av profilunum á før
oyska
U17-landsliðnum
er 17 ára gamla Marianna
Geirsdóttir
Eystberg.
Til dagliga spælir hon
við besta kvinnuliðnum
hjá Kyndli. Hon gjørdist
nummar tvey á føroyska
toppskjúttalistanum við
13 málum í teimum trim
um dystunum. Sosialurin
fekk orðið á Marionnu
aftaná seinasta dystin
ímóti
teimum
stóru,
russisku gentunum.
– Sum heild eri eg væl
nøgd
við
kappingina.
Vit løgdu út við at vinna
ímóti Íslandi, sum var
ótrúliga
stuttligt
fyri
okkum, síðani taptu vit
tepurt ímóti Kekkia í
einum dysti, har okkara
orka gekk undan síðst í
dystinum. Í hesum síðsta
dystinum ímóti Russlandi
tapa vit við 8 málum, sum
avgjørt er góðtikið, tá ið
hugsað verður um, at hini
bæði londini taptu við 17
málum ímóti russunum.
So samanumtikið eri eg
væl nøgd, sigur Marianna.
Undan næsta dyst
inum ímóti Kekkia hevði
føroyska liðið møguleika
at spæla seg víðari til EM-
endaspælið í Makedonia,
um tær vunnu. Marianna
var eitt sindur vónbrotin
um, at hetta ikki eydn
aðist.
– Jú, tað eru vit sjálv
andi eitt sindur vónbrotn
ar um. Vit høvdu avgjørt
møguleikan, men orkan
gekk fyri í endanum av
dystinum. Tað hevði verið
stuttligt, um vit høvdu
spælt okkum víðari til
endaspælið í Makedonia,
men tað má so vera eina
aðru ferð.
At
enda
fegnast
Marianna um stóra ar
beiðið, sum HSF hevur
lagt í ungdómslandsliðini
seinastu árini.
– Tað er avgjørt eyka
motiverandi, at HSF ger
eitt so stórt arbeiði fyri
okkum. Tað mennir før
oyskan hondbólt og teir
ungu, føroysku leikar
arnar. Ein fær blóð upp
á tonna og vil vera við í
framtíðar
kappingum,
sigur
Marianna
Geirs
dóttir Eystberg at enda.
Marianna
var væl
nøgd við
føroyska
avrikið