Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-16, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2015síða 33

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 16. mars 2015 · Nr. 31 ítróttur Jákup Mørk Tað var kanska ein for­ smakkur upp á FM-final­una, sum áskoðararnir í Vest­ manna fingu sunudagin. Sein­astu nógvu vikurnar hevur VÍF tikið eitt langt og drúgt tak í royndunum at fáa lut í FM-finalunum. Eitt sera avgerandi fet kundi takast, nú Neistin var á vitjan, men her varð skjótt stað­fest, at eitt Neista-lið í góðum lag er meira enn van­ liga trupult at stríðast við. Gestirnir skjótt av, og gjøgnum fyrra hálvleik styrktu tær alt meira um leiðsl­una, sum í steðginum var ikki minni enn 10 mál. Eftir steðgin var setn­ing­ urin hjá gestunum at halda fast um leiðsluna, og hetta eydnaðist eisini uttan stór­ vegis hóvasták. Á Giljanesi var VB og vitjaði, og her fóru gestirnir av stað við trygga sigrinum, sum eisini var væntandi. Stórur styrkismunur Fyrst og fremst, so vísti dyst­urin í Vestmanna, at tað í løtuni er stórur munur á Neistanum og teimum, sum bjóða oddaliðnum av. Ein sigur av hesum slag fær eis­ ini illa verið annað enn eitt hart slag á nevið hjá VÍF. Gaman í hava tær enn hevur fult so góðar møguleikar fyri finaluplássinum, sum tær høvdu undan dystinum, men munurin á máltalvuni prógvar, at tað skal nógv ar­ beiði til, um VÍF ætlar sær at bjóða Neistanum av. Nú var talan sjálvandi bara um ein einstakan dyst, og tí skal kanska ikki alt ov nógv leggjast í einstaka úrslitið. Í steypakappingini var talan eisini um tvær óhugna­liga spennandi hálv­ finalur millum somu lið, men onkursvegna tykist tað, sum hevur Neistin veruliga fingið gongd á sítt spæl, nú kapp­ingarendin nærkast. Tað prógvaðu tær eisini fyri viku síðani, tá tær vunnu greitt í Vági. Stóra avbjóðingin hjá teim­um bláu verður nú helst at halda dampinum á sama støði til og við FM- final­urnar. Meira enn tí einu ferðina hava vit sæð, at ferðin og intensiteturin hjá liðum fer niður, um tey í drúgva tíð hava verið vís í finalusessinum. Sjálvandi kann Neistin siga, at tær ikki eru vísar, tí enn kann tað kiksa. Men við allari virðing fyri hinum liðunum í deildin, so er ilt at síggja, hvussu Neistin skal missa somikið nógv stig seinastu fýra dystirnar. Komandi umfarið er tað Kyndil, sum er mótstøðan hjá Neistanum, og her verður setningurin hjá Neistanum at seta seg rimmarfast á odda­sessin. Grønu grann­ arnir hava tó sanniliga eisini sítt at spæla fyri, tí tær kapp­ast við VÍF um pláss í finaluni. jakup@sosialurin.fo Hondbóltur Úrslit Hvonn-deildin 15.03 VÍF - Neistin 23-32 (10-20) 15.03 Søljan - VB 14-28 (7-15) Atlantic Airways-deildin 14.03 KÍF - Team Klaksvík 35-22 (14-13) 15.03 VÍF - Neistin 41-31 (20-16) Komandi dystir Hvonn-deildin 18.03 StÍF - Søljan 18.03 VB - VÍF 19.03 Neistin - Kyndil Atlantic Airways-deildin 18.03 StÍF - KÍF 18.03 H71 - VÍF 19.03 Neistin - Kyndil Matematikkin er enn ikki heilt í lagi, men Neistin vísti mest sum óhugnaliga styrki, tá tær vundu burtur úr VÍF í Vestmanna Vestmenningar vunnu trygt móti Neistanum, sum nú bara er eitt stig framman fyri KÍF Neistin í finaluni Eingin nertir VÍF Hvonn-deildin d v - j - t + mál -mál málmunur stig 1 Neistin 20 16 - 1 - 3 576 383 193 33 2 Kyndil 20 14 - 2 - 4 497 362 135 30 3 VÍF 19 13 - 0 - 6 552 411 141 26 4 VB 19 11 - 1 - 7 481 396 85 23 5 StÍF 20 8 - 0 - 12 455 437 18 16 6 Stjørnan 19 4 - 0 - 15 359 508 -149 8 7 Søljan 19 0 - 0 - 19 191 614 -423 0 Atlantic Airways-deildin d v - j - t + mál -mál málmunur stig 1 VÍF 20 16 - 0 - 4 578 472 106 32 2 Kyndil 20 14 - 1 - 5 466 407 59 29 3 H71 19 13 - 1 - 5 490 412 78 27 4 Neistin 20 8 - 2 - 10 504 542 -38 18 5 KÍF 19 8 - 1 - 10 494 505 -11 17 6 StÍF 20 4 - 1 - 15 488 537 -49 9 7 Team Klaksvík 20 3 - 0 - 17 440 585 -145 6 Jákup Mørk Talan var um tvey ikki ser­ liga óvæntað úrslit í bestu mansdeildini í hondbólti um vikuskiftið. Leygardagin vitjaði Team Klaksvík í Kollafirði, og her megnaðu gestirnir bara at fylgja við fyrsta hálva tíman ella so. Í steðginum fekk venj­arin hjá kollfirðingum skil á sítt lið, og so var talan um ein­vegis ferðslu eftir steðgin. Í gjár vitjaði Neistin so í Vestmanna. Vestmenningar hava í vetur víst, at teir eiga helst sterkasta liðið í land­ inum í løtuni, og sunnu­ dagurin vísti eisini, at Neistin ikki hevði tað stóra at siga móti oddaliðnum. Talan var um dyst, har VÍF eisini lat fleiri ungar mans fáa nóg mikið av spælitíð, men hetta nervaði á ongan hátt spælið, og við tveim­um – kanska trimum – tøttum og hørðum finalum fyri framman, er helst huga­ gott hjá venjaranum at vita, at breiddin í hópinum er so­ mikið stór. jakup@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen