Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-16, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2015síða 34

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. mars 2015 · Nr. 31 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Jóannes Hansen Líkindini at spæla fótbólt vóru hesaferð væl betri, enn tey vóru í tveimum teimum fyrstu umførunum. Tað var ikki hált á vøllunum, og hóast lotið var nóg so frískt í Vági, á Argjum og eisini í Klaks­vík, so órógvaði tað ikki á sama hátt, sum hálkan hevur gjørt undanfarnu ferð­ir­nar. Hóast teir í Runavík løgdu rygg til trivaligt 3-0 tap í Gundadali ímóti B36, so er NSÍ framvegis topplið. B36 sigurin, og HB sigurin í Klaksvík bera við sær, at tað er tætt í toppinum. Merkis­ vert er tað, at TB ikki hevur tapt í trimum teimum fyrstu umførunum, og at TB við fyrsta sigrinum – á Vágseiði ímóti FC Suðuroy sum fram­ vegis bíðar eftir fyrsta stig­ inum – telist millum tey fremstu: – Serfrøðingarnir hava spátt okkum at enda á tíggj­ unda plássi og harvið sum tryggan niðurflytara. Tað moti­verar okkum. Lagið er gott, og vit gleða okkum at venja og bíða við spenningi eftir næstu avbjóðingini, sum er HB í Gundadali, sigur Patrik Johannesen, sum leygar­dagin skoraði tvær ferðir fyri TB. HB haltaði og vann í Klaksvík Sum so mangan nógvu tey sein­astu árini so eydnaðist tað HB at fara úr Klaksvík við øllum stigunum. 2-0 sig­ urin var sera kærkomin, tí fyri­treytirnar vóru ikki tær bestu. Arnbjørn Hansen var skaddur og ikki á dóm­ ara­seðlinum, og undir upp­ hit­ingini varð tað greitt, at heldur ikki Christian R. Mouritsen var førur fyri at spæla. Fótbóltsspælið í upp­ gerðum millum KÍ og HB hevur mangan verið betri, enn tað var hesaferð. Serliga var spælið lítið sannførandi hjá heimaliðnum í 1. hálv­ leiki. Uppskriftin var við long­um sendingum at leggja bóltin fram til Páll A. Klettskarð og Kenan Hajdarevic, sum høvdu tað tor­ført ímóti HB verjuni, har Gunnar Haraldsen og Rógvi Holm vóru stinnir í luft­spæl­ inum. Eftir lítið sannførandi KÍ verjuspæl setti HB hol á í 9. minutti. Eftir innlegg úr høgru frá Jógvani Róa Davidsen, sum fekk møgu­ leikan á miðvøllinum í staðin fyri Christian R. Mouritsen, heilfluktaði Pál Mohr Joensen til 1-0, og so gekk tað fyri seg eftir fyritreytunum hjá HB, sum hevði fleiri góðar møguleikar at økja um leiðsl­una. Í 2. hálvleiki legði KÍ øgiligt trýst á, og tað stóðust nógvir málmøguleikar burtur­úr spentu støðunum í HB brots­teiginum. Men heima­menn­inir vóru ikki neyvir. Bólturin var á tvør­ trænum, tað var óheppið fyri KÍ, at linjuverjin misvísandi kolldømdi mál hjá Jonas Flindt Rasmussen, og í fleiri førum varð bólturin settur við síðuna av málinum. Símun Samuelsen hevur ikki verið á HB liðnum síðani 0-0 heimadystin ímóti Víkingi 27. juni í fjør. Nú er hann hjálparvenjari. Nítjan minuttir undan dystar­loki setti Heðin Askham hjálpar­ venjaran á vøllin, og tveir minuttir seinni staðfesti hann 2-0 sigurin eftir risa mis­tak, tá ið KÍ verjan royndi at spæla fram eftir vøllinum. – Eg eri ógvuliga fegin um málið, og at tað eydnað­ ist at vinna. Bólturin tók í ein mótstøðumann og snýtti málverjan. KÍ var sera vanda­ mikið í deyð­bólts­støð­um eftir steðgin, men hetta var uppi­borið. Hjá okkum var tað ikki so torført, hóast KÍ legði nógv fyri í nærdystunum. Vit stóðu okkum eisini væl í nær­dystunum, tí í báðum før­um, tá ið vit skoraðu, var tað eftir at vit hava vunnið bóltin av teimum í teirra egna brotsteigi, sigur Símun Samuelsen. Í KÍ leguni er lagið sjálv­ andi ikki so hugaligt: – Tað er altíð vónbrot at tapa og serliga á heimavølli ímóti HB. Spælið var ikki gott, men í 2. hálvleiki var avrikið betri. Tá trýstu vit teir, og vit tiltuskaðu okkum møgu­leikar, sum vit kundu fingið mál burturúr, men vit vóru ikki nóg neyvir, stað­festir KÍ veteranurin Hjalgrím Elttør, sum nú saman við liðfeløgunum fyri­reikar seg til tríggjar stórar avbjóðingar á útivølli – Víkingur, B36 og ÍF. TB er flúgvandi 3-1 sigurin á útivølli ímóti grann­unum í FC Suðuroy ber við sær, at TB framvegis er ósigrað. Tveir javnleikir og ein sigur lyfta TB fram millum tey fremstu, og fót­ bólts­lagið er fínt á Tvøroyri og millum TB viðhaldsfólk norðan­fjørðs, har tey gleða seg til at síggja teirra lið í Gundadali ímóti HB sunnu­ dagin. Stóri maðurin á Vágs­eiði leygardagin var álops­spæl­ arin Patrik Johannesen, sum skoraði bæði til 2-1 og 3-1. Hann var á beinkinum frá dystarbyrjan, meðan Rógvi Joensen, sum annars plagar at vera á miðvøllinum, var fremstur í álopinum. Tá ið eitt korter var farið av 2. hálvleiki, javnaði FC Suðuroy til 1-1. Tíðliga í 1. hálvleiki legði Franck Odje Able, sum hesa ferð var ytstur á miðvøllinum í høgru, TB framum. TB hevði fríska lotið undan í 1. hálv­leiki, og trýstið var fyri tað mesta á heimamálið. Eftir steðgin trýsti FC Suðuroy meiri, og tá ið Jón Krosslá Poulsen umvegis onkran mót­støðu­ mann setti bóltin í málið aftanfyri Ivan Stojkovic í TB málinum, trúðu heima­ menn­inir uppá, at tað skuldi eydnast at vinna fulla úrtøku. So var tað, at Patrik Johannesen kom á vøllin: – Boðini hjá Páll Guðlaugs­son vóru, at nú var tað mín møguleiki at fara inn og venda gongdini. At tað eydnaðist at skora tvey mál eru vit sjálvandi ógvuliga fegnir um. Tað fyrra var eftir innkast í vinstru og eitt sindur av samanspæli við Arthur D. Poulsen og Rógva Joensen, og tað seinna var í yvir­tíðini, tá ið FC Suðuroy satsaði alt fyri at javna. Ein long sending varð løgd úr okkara brotsteigi, og tað eydn­aðist mær at renna framman­fyri verjuna hjá teim­um og at skora, greiðir væl nøgdi Patrik Johannesen frá. Í Vági er barometrið sum vera man væl lægri, enn tað er á Tvøroyri: – Vit høvdu vónað, at tað eftir soltnu fyrstu tvey um­ førini á útivølli skuldi eydn­ ast at vinna á heima­vølli ímóti TB. Tað var ikki so polerað spæl, og í 1. hálv­leiki vóru vit kroystir. Hug­burð­ urin var góður eftir steðgin, B36 og HB fótaðu sær, og tvøramenn leggja lítið í forsøgnirnar um, at TB er ein av uppløgdu niðurflytarunum TB og favo­ rittarnir seta dám á Allan Enghamar hb Fóru norð eftir 3 stigum og tey fingu vit í einum annars illa spældum dysti, við nógvum vindi. HB var betra liðið, uttan at verða yvirbevísandi. fjepparin Páll Lervig fc Suðuroy Hattar avrikið hjá okkum í FC Suðuroy, sum liðið vísti í dag, kann ikki góðtakast á heimavølli móti grannunum úr TB. FC Suðuroy, tit mugu vísa størri stríðs­vilja næsta dyst. Koyr á FC Suðuroy. fjepparin Allan Smedemark tb FC Suduroy møttu á Eidinum fyri at berjast, TB fyri at spæla fótbólt. Fult uppiborin sigur á grannunum, og okur koyra ahead. Væntandi verdur mótstødan størri í Gundadali komandi sunnudag. Nær byrjar kappingin hjá FC Suduroy? fjepparin Kristian Joensen kí Hatta var ordiliga ræst. Vit hava møguleikarnar, men taka ikki av. Ein javnleikur hevði verið rættvíst, vit koma sterkt aftur. Vit kunnu enn avgerða FM sjálvir. Koyr á KÍ fjepparin