mánadagur 16. mars 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. mars 2015 · Nr. 31
36
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Pætur Albinus
Lagt var upp til spennandi
dyst í Gundadali í gjár, har
verandi
meistararnir
úr
B36 fingu vitjan av verandi
oddaliðnum,
NSÍ.
Hava
veðurgudarnir
ikki
talað
fyri at kappingin skal byrja
tíðliga, so gjørdu teir tað so
sanniliga í gjár. Tað var bæði
stilt og sól, og umstøðurnar
kundu valla verið betri.
Heimaliðið mátti fram
vegis hyggja burt frá leik
bannaða Lukasz Cieslewicz,
meðan Jónas Tór Næs ikki
er komin seg eftir at økslin
fór úr lið seinasta viku
skifti. Hinvegin var Alex
Mellemgaard komin fyri seg
eftir skaða í lærkrikinum.
Hann byrjaði á beinkinum.
Teir úr NSÍ vóru full
mannaðir til dystin. Magnus
H. Olsen hevur mist byrjan
ina upp á kappingarárið
vegna knæskaða, men er nú
komin fyri seg aftur og byrj
aði inni.
Linlig byrjan
NSÍ hevði valt sær eitt
meiri verjukent upplegg til
hendan dystin í mun teir
báðar fyrstu. Magnus Olsen,
Jens Joensen og Haraldur R.
Højgaard eru allir meir og
minni verjukendir miðvall
arar, og teir spældu allir lið
um lið á sentrala miðvøll
inum. Tað fylti nógv og tipti
holini, sum B36 leitaði eftir
fyrstu løtuna, og royndi B36
seg mest við at senda bóltin
heilt aftur um verjuna.
B36 hevur víst seg at vera
ógvuliga sárbært í mótálops
støðum bæði í dystinum
ímóti EB/Streymi og Víkingi,
og tað var líkt til, at NSÍ lúrdi
eftir at fáa B36 í hesa somu
felluna.
Tað vóru upptaktir til
tað sama, eitt nú tá ið Árni
Frederiksberg tvísporaði inn
um verjuna hjá B36 tíðliga í
dystinum, men tann bólturin
varð uppruddaður og takast
kundi bara saman um eina
dystarbyrjan, sum í undir
haldsvirði var ógvuliga linlig
fyrsta korterið og bar brá av
taktiskum spæli.
B36 omaná
Eftir linligu byrjanina lat
dysturin seg spakuliga upp.
Tað var B36, sum tók diri
gentstavin.
Meistararnir
vístu stundum sera gott
spæl, og tað var eisini avger
andi fyri leikgongdina, at teir
dugdu betur at halda upp á
bóltin enn NSÍ. Tá ið fyrri
hálvleikur hevði Ibrahima
Camara eina næska skot
roynd eftir gott uppspæl, og
løtu seinni royndi Hans Pauli
Samuelsen seg við frísparks
roynd
úr
metrum.
Hesi
royndini bjargaði Andras
Gango lættliga.
Hjá
NSÍ
var
Árni
Frederiksberg sera væl upp
lagdur og royndi nógv frá
egnum fótum. Hann átti
eina skotroynd við síðuna
av málið, meðan Klæmint A.
Olsen stútaði við síðuna av
eftir hornasparksinnlegg.
fótbóltur
H E S A V I K U N A
3
Tórður Thomsen
Ein friðarligur dagur, har
skotroyndirnar flugu í allar ættir
og eingin kannaði um sær evnini
hjá meistaramálverjanum.
3
Høgni Eysturoy
Uppreisn í mun til trý tey
fyrstu umførini. Álopskendur og
viðvirkandi í samanspæli. Ein
brølara í 93. minutti, sum tó ikki
førdi til mál.
3
Hørður Askham
Varð settur av tíðliga í
dystinum, men røkti annars
uppgávuna væl. Tryggur fram
um nakað.
4
Odmar Færø
Tann meiri eyðsýndi av
B36-verjuleikarunum við
uppruddingum í vandastøðum
og hissini frambrotum.
4
Gestur B. Dam
Vanliga triðja val á vinstra
bakki, men spældi sum hann
kundi verið fyrsta val. Avgjørdur,
vann nógvar bóltar og kom á
máltalvuna.
3
Jákup á Borg
Útskiftur tíðliga í seinna
hálvleiki, men neyvan fyri sjálva
avrikið, har hann luttók nógv í
uppspølunum.
3
Róaldur Jakobsen
Enn ein miðal dystur.
Spælbýtari við longum sum
stuttum bóltum, men einki
dystaravgerandi.
4
Eli F. Nielsen
B36 hevur leitað innanhýsis
eftir avloysara fyri Klæmint
Matras, og í spælistíli og avriki á
degnum varð hann funnin henda
dystin.
3
Hanus Thorleifsson
Gjørdi tað einfalt og gott.
Stríddist væl og átti eisini ofta
fót í teimum mongu B36-
uppspølunum.
5
Hans Pauli Samuelsen
Hetta var gjøgnumbrotið
í B36. Trý upplegg tala fyri
seg, og yvirskot var til vakrar
tekniskar snildir.
4
Ibrahima Camara
Sama søga. Stendur seg ikki
serliga væl hvat samanspæli
viðvíkur, men er kropssterkur og
vandamikil. Aftur eitt mál í dag.
spælarameting Klassa-
munur í
Gundadali
Eftir linliga byrjan upp á kappingarárið eru meistararnir úr B36 nú komnir í
gongd. Tað var kenslan eftir dystin í góðveðrinum í Gundadali í gjár, har NSÍ
ongantíð líktist einum einsamøllum oddaliði, sum teir tó framvegis eru
Kenslan er góð Róaldur Jakobsen, sum skeyt annað málið hjá B36, var sum vera
man fegin eftir at tey trý stigini komu í hús. – Kenslan er øgiliga góð. NSÍ spælir altíð
væl ímóti okkum, men í dag haldi eg, at vit spældu betur. Og so fingu vit eisini trý mál,
sigur Róaldur og letur rósur til trífalda uppleggjaran, Hans Paula Samuelsen. – Tað tekur
tíð at fáa hann inn á liðið, sjálvt um hann er so góður sum hann er, segði Róaldur.
1 til 6
(1-0) 3-0
1-0: Ibrahima Camara, 38.
2-0: Róaldur Jakobsen, 58.
3-0: Gestur B. Dam, 64.
Dómari: Eiler Rasmussen