Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-16, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2015síða 37

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 16. mars 2015 · Nr. 31 ítróttur fótbóltur Eftir fyrstu dystirnar hava B36-avrikini sett spurnartekin, men avrikið í dag var eitt útrópstekin. Hetta eru menninir, sum skulu umboða Føroyar í Champions League í ár, og spælið hjá teimum var sera gott til tíðir. Gaman í vóru B36-ararnir við yvirlutan bróðurpartin av dystinum, men tað var lítið hugaligt at síggja hvussu illa NSÍ megnaði at umskipa seg. Var hetta byrjanini til kompleksið frá í fjør, at NSÍ ikki dugir ímóti liðum úr ovaru helvt? Tá ið sjey minuttir vóru eftir til hálvleiks, bragdaði hjá heimaliðnum. Spælið gekk upp ígjøgnum høgru síðu, haðani Høgni Eysturoy sendi innlegg inn í aftara økið í málteiginum. Hans Pauli Samuelsen slapp at royna seg sum hægsti maður í eitt sekund – stútaði bóltin yvir um til Ibrahima Camara, sum somueliðis stútaði bóltin í málið til 1-0. Ivasamt verju­spæl og 1-0 til B36. Stutt áðrenn hálv­leiks­ steðgin hevði Magnus H. Olsen góðan møguleika eftir fram­úr inn-um-spæling frá Johan Jacobsen, men tá ið hann rak framvið Tórði Thomsen gjørdist tað ov spískt og hann rakti á stong­ ina. 1-0 til B36 í hálv­leiks­steðg­ inum. NSÍ tók ikki av Seinni hálvleikur var bara fáar minuttir gamal, tá ið B36 spældi seg væl upp ígjøgnum høgru síðu og fram ímóti baklinjuni, haðani bólturin varð lagdur útfrá til Jákup á Borg. Hann fekk gott skot á bóltin, men tað endaði beint á Andras Gango, sum bjarg­ aði. Síðani átti NSÍ tørn. Framúr sending varð send inn um verjuna hjá B36, har Klæmint A. Olsen kom at standa so at siga púra leysur, men stútarin hjá honum fór við síðuna av málinum. Her var um reppið, at NSÍ javn­aði, og teir vórðu alt fyri eitt revsaðir fyri ikki at taka av. Minuttin seinni fór B36 í mótálop. Bólturin endaði hjá Hans Paula Samuelsen, sum við brotsteigarmarkið spældi yvirlapp til Róald Jakobsen, sum sendi bóltin í nettakið til 2-0 til B36. Avgjørt Nú gekk skjótt fyri seg. Hans Pauli Samuelsen vísti seg at vera sera væl upplagdur, og fimm minuttir eftir 2-1-málið legði hann aftur eitt yvirlapp – hesaferð við halinum, og hesaferð til avloysaran á vinstra bakki, Gest B. Dam. Gestur rak frá síðulinjuni inn ímóti brotsteiginum, og tá ið hann varnaðist, at eing­ in hevði hug at koma eftir sær, streyk hann allan vegin sjálvur og sendi bóltin inn við handaru stong. 3-0 til B36 og dysturin nær um longu av­gjørdur. Tá ið góðir 20 minuttir vóru eftir, fekk Jens Joensen hjá NSÍ seinna gula kortið og varð rikin av vølli. Tað fyrra fyrra var fyri harðliga takkling átta min­uttir frammanundan, og hetta seinna fyri at sparka Hanus Thorleifsson í búkin. Til­ vildar­ligt og helst ikki til­ ætlað, men gjørd gerð fær onga vend. Dysturin dovnaði full­ kom­iliga, og NSÍ viðgekk, at teir fóru at tapa henda dyst­in. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, mundi NSÍ tó fingið eitt mál fyri at pynta um úrslitið. Høgni Eysturoy hevði bóltin í vandaleysari støðu á høgra bakki, tá ið hann var óuppmerksamur og spældi bóltin fyri føturnir á Klæmint A. Olsen. Hetta var tó ikki dagurin hjá topp­ skjútt­anum, sum sendi bóltin upp um málið. 3-0 til B36 gjørdist enda­ liga úrslitið, sum eisini var fult uppiborið. NSÍ formáddi sær ikki nógv hendan dyst­ in, og hevði ikki eitt skot innan­fyri málrammuna. B36 sá hinvegin út til at av álvara hava fingið spælið á glið – málini vóru aftur har hesa­ferð, og týdningarmest av øllum hjá teimum, so var greiða nú fingin á verju­ partin. albinus@sosialurin.fo 2 Andras Gango Eigur ikki at taka nakað av málunum á sín kappa, men tað vantaðu tær dystaravgerandi stórbjargingarnar. 2 Johan Jacobsen Hevði lutfalsliga gott tamarhald á støðuni í høgru verjusíðu, men var seldur frammi á vøllinum við 3-0-málið. 1 Per Langgaard Lítið avgjørdur og hugdi at fótbólti við 1-0- og 3-0-málini. Tað kostaði nógv. 2 Monrad Holm Jacobsen Tann frægari av miðverju­leik­ arunum, men tapti avgerandi luftdystin við Camara í 1-0-málinum. 2 Pól Jóhannus Justinussen Fekk nógv gjøgnumbrot ímóti sær. Loyvdi nógvum innleggum og sum spælið útartaði kom hann ikki ofta fram sjálvur. 2 Jónhard Frederiksberg Hevur staðið seg væl á vonginum fyrr í ár, men hesaferð fekk hann ov nógv mótspæl. 2 Magnus H. Olsen Júst afturkomin frá drúgvum skaða, og tað sást. Ótrygg byrjan, men spældi seg rímiliga væl uppaftur. 2 Jens Joensen Er nú miðvallari, og royndist rímiligt. Var mest í verjustøðu. Fekk tvey gul kort og varð útvístur. 2 Haraldur R. Højgaard Ikki serliga sjónligur og lorkað bóltin burt, sum førdi til 1-0-málið. Útskiftur tíðliga í 2. hálvleiki. 4 Árni Frederiksberg Tók ábyrgd, vandamikil í mótálopum, bjóðaði av og royndi kanónina. Greitt besti maður hjá NSÍ. 2 Klæmint A. Olsen Fekk tveir stórar málmøguleikar, men misnýtti teir báðar. Hetta var ikki dagurin hjá NSÍ, eiheldur hjá toppskjúttanum. spælarameting Vit verða avhølvaðir Liðskiparin hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen, var ikki nøgdur við liðavrikið í 3-0-tapinum. – Hetta var ikki okkara dagur í dag. Vit tapa 3-0 og verða faktiskt avhølvaðir, so tað er ikki gott, segði hann og helt fram: – Vit mugu bara taka tað við stívum armi, læra av tí og hyggja fram ímóti næsta dysti. Tað er einki annað at gera, segði Klæmint. Myndir: Álvur Haraldsen 1 til 6 B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Odmar Færø, Gestur B. Dam – Jákup á Borg (56. Árni G. Nielsen) Róaldur Jakobsen ■, Eli F. Nielsen (73. Andrias H. Eriksen) Hanus Thorleifsson, Hans Pauli Samuelsen (84. Alex Mellemgaard) – Ibrahima Camara NSÍ: Andras Gango – Johan Jacobsen, Per Langgaard, Monrad Holm Jacobsen ■, Pól Jóhannus Justinussen ■ – Jónhard Frederiksberg (76. Meinhard E. Olsen) Haraldur R. Højgaard (50. Hákun Edmundsson) Jens Joensen ■■■, Magnus H. Olsen (50. Jann Martin Mortensen) Árni Frederiksberg – Klæmint A. Olsen Lissi Mouritsen B36 Tað snýr seg ikki bara um gele í hárinum tá brígsla verður! Sum vespir fastar í honningi. Avsmurdir! AWESOME B36! Einaferð og altíð! fjepparin Jan B. Antonioussen nsí Aja. Vit høvdu ikki uppiborið betri í dag. 3-0 var ikki for nógv. Ikki gott nokk. Vit mugu bara gloyma hendan dystin og koma sterkt aftur til næsta dyst. Til tíðir lætt, til tíðir hart. Hjartað altíð gult og svart! fjepparin