Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-16, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. mars 2015 · Nr. 31 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Lagt til rættis: Tróndur Arge Ben Lyttleton: Twelve Yards Úr bókarúgvuni Hetta sigur ítróttarheimurin 5 skjótir Twelve Yards er ein bók helst mest nervapirrandi støðuna í fótbólti – brotssparkið. Twelve yard – ella ellivu metrar – er longdin frá brots­ sparks­blettinum til mál­ linjuna. Tað ljóðar so einfalt at skjóta bóltin í málið úr ellivu metrum, men sann­ leikin er, at nógvir stórir fót­ bólts­spælarar hava brent í av­ger­andi støðum. Spurning­ urin er so hví. Hvat er tað, sum ger, at eitt nú Roberto Baggio í HM finaluni í 1994 ikki megnar at raka málið úr ellivu metrum? Í bókini tosar Ben Lyttleton við nakrar av mest sentralu persónunum í brots­sparkssøguni. Bókin gevur eisini eitt innlit í hvør tað er, sum skorar og hvør brennur. Hvar verður oftast skotið og hvat hugsa mál­ verjar. Bókin kemur afturum brots­sparkið og tað vísur seg, at tað eru afturgangandi mynstur, ið gera seg gald­ andi. Størri trýstið er, størri er møguleikin fyri at mis­ nýta. So trýstið á Onglandi má verða stórt – hvørja ferð... Les hana um... Tú hevur brent eitt brots­ spark og tað nívur teg. Tað skal ein stórur áhugi til fyri fót­bólti, áðrenn tú fær fulla nyttu burturúr at lesa hana. Ikki lesa hana um... Um tú heldur at tað er nakað tvætl, at ein spælari, ið livur av at spæla fótbólt, ikki skal klára at skora úr ellivu metrum. Hvussu er hon at lesa... Fyrst er hon spennandi og øll fakta eru áhugaverd, men tá tú ert komin um helmingin, so missur hon takið og blívur bara til eina frásøgn um samrøður við spælarar, har tað er ilt at meta um siga sannleikan – ella bara reypa. Hvat sigur tú? Um tú hevur ein serligan áhuga fyri brotsspørkum ella er brots­sparksskjútti hjá tínum liðið, so er hon góður lesn­aður, men annars er hon nakað langdrigin. trondur@sosialurin.fo Royn tína vitan um ítróttin her og nú! 1 Hvør legði upp til øll málini hjá B36 móti NSÍ? 2 U17 landsliðið vann ein dyst í U17 Em undankappingini. Móti hvørjum? 3 Hvussu eitur føroyski U17 landsliðsvenjarin? 4 Hvør spælari fekk debut fyri AB sunnudagin? 5 Hvussu eitur fyrrverandi bretski venjari hjá LÍF og SÍF, sum andaðist í farnu viku 76 ára gamal? 6 Hvussu eitur nýggi U15 landsliðsvenjari hjá kvinnum? 7 Hvussu eitur nýggja felagið hjá Halli Hansson? 8 Hvør er spælarin á myndini? Quizzin, svar: 1: Hans Pauli Samuelsen 2: Íslandi 3: Flemming Oliver Jensen 4: Kristin R. Mouritsen 5: Ron Corbett 6: Svenn Olsen 7: Vendsyssel FF 8: Atli Gregersen Svarini standa niðast á síðuni, men royn teg nú fyrst Í hesum táttinum umrøða vit ítróttarbøkur. Hetta eru bøkur, sum vit hava lisið og meiningarnar eru allar okkara egnu... Sitat úr ítróttarheiminum... 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... FAKTA Brotsspark verður dømt, tá ein dómarin metir, at ein støða, sum hevði givið fríspark uttanfyri brotssteigin, hendir inni í brotsteiginum. Síðani verður bólturin lagdur á brots­sparks­blettin. Málverjin skal standa á mállinjuni, meðan útispælarin skjýtur. ★★★★★★ Hvat hevur tað at siga fyri teg, at tú sleppur at spæla U17 lands­liðshondbólt fyri Føroyar? – Fyri meg hevur tað nógv at siga, at eg havi fingið møgu­ leikan, at sleppa at umboða heim­landið. Tað er ein æra fyri øll ítróttarfólk at vera á landsliðnum. Hvat hevur tú lært av hesum trimum dystunum? – Eg havi fyri tað fyrsta upp­ liva hvussu tað er at spæla altjóða landsdystir. Eg havi sæð hvussu vit eru fyri í Føroyum, og hvussu mót­ støð­an er í útheiminum. Havi eisini lært hvat skal til fyri at vera við á hægsta stigi. Gevur hetta tær hug at gera meiri við hondbólt? – Ja, heilt sikk­urt. Ar­ beiði, ið HSF ger við ung­ dóms­lands­ lið­unum er nak­að, ið ger hugin, at leika hondbolt størri. Tað fær eisini børnini at tíma at halda á fram við hond­boltinum. Eftir hesa væl­eydn­aðu kappingina fær man sjálv­andi blóð uppá tonn­ina og tímur at halda á fram. Hvussu er tað at spæla tríggjar so harðar dystir upp á tríggjar dagar? – At spæla tríggjar dystir uppá 3 dagar uttan ta stóru hvíldina, er øgiliga møð­andi. Tað merkist eisini á kropp­ inum aftaná dystirnar. Hond­bólts­pælið, ið vit møttu, var væl skjótari enn vanliga spælið í gentur17 deildini í Føroyum. Eisini kropsliga mót­støðan var størri. Hvat er málið hjá tær í hondbólti, bæði nú og í framtíðini? Í løtuni spæli eg um at fáa eitt fast pláss á besta kvinnuliðnum hjá Kyndli. Hyggi eg longur frameftir, er málið sjálvandi at sleppa út í heim at spæla hondbólt á hægri stigi. Navn: Marianna Geirsdóttir Eystberg Fødd: 27. feburar 1998 Ítróttur: Hondbóltur – Tað ringasta var, at tá eg fekk reyða kortið, so var tað sum um tað vóru ellivu grátandi børn rundanum meg. Zlatan Ibrahimovic um Chelsea spælararnar, eftir at hann fekk beinleiðis reytt kort í 1/8 deilsfinaluni í Champions League. – Í 15 ár havi eg aldrin upplivað ein lorta dómara sum hendan í hesum lorta landinum. Tit hava ikki uppi­borið PSG. Zlatan Ibrahimovic í øðini, eftir at PSG tapti 3-2 fyri Bordeaux í fronsku landskappingin. Hann hevur síðani víst á, at hann einki ringt hevur at siga franska fólkið og at viðmerkingarnir ikki skulu skijlast soleiðis. – Eg tosaði um fótbólt og einki annað. Viðmerkingarnar vóru ikki meintar til Frakland ella franska fólki. Hatta segði eg, meðan eg var mest óður. Tá vita øll, at tú kanst siga ting, sum tú ikki meinar. Zlatan Ibrahimovic ásannar, at hann hevur sagt ov nógv! ?