Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-16, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2015síða 39

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 16. mars 2015 · Nr. 31 ítróttur Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Pætur E. Jensen Um vikuskiftið hevur føroyska U17-landsliðið hjá kvinnum í EM- undankapping í Havn veruliga gjørt sítt til, at øll hava lagt hondbóltin til merkis Við fyrst at vinna á Ísland, síðani at spæla fult upp við Tjekkia og at enda við at geva Russlandi størri mótstøðu, enn nakað av hinum liðunum, hava kvinnurnar veruliga víst, at tær bæði duga og orka. Samlaða úrslitið bleiv eitt triðjapláss, men við fantastiskum verjuspæli eydnaðist at hava næstbestu málúrtøkuna av teimum fýra liðunum. Okkum dámar altíð væl at vinna á okkara næstu grannum, og tá Ísland má metast sum størsta og best nýtiliga fyrimynd, føroyskur hondbóltur kann hava, var sigurin fríggjakvøldið tann fullkomna byrjanin og ein ótrúliga deilig løta. Ikki minni flott var at síggja U17-kvinnurnar taka Tjekkia á bóli og vera á odda allan fyrra hálvleik og varðveita sambandið allan seinna, til tað síðstu løtuna gekk ímóti og feilir eisini kostaðu. Toppurin á kransakøkuni var so í gjárkvøldið, tá okkara ungu og óræddu landsliðskvinnur til fulnar tóku dystin upp við russisku bjarnirnar, ið vóru høvdið hægri og venja hondbólt fleiri tímar hvønn einasta dag, tí okkara megnaðu at fylgja við allan fyrra hálvleik. Ikki fyrr enn mitt í seinna hálvleiki vóru Føroyar dragnaðar so mikið frá Russlandi, sum bæði Tjekkia og Ísland vóru tað í hálvleikinum, tá tey møttu russum, ið hava næststerkasta U17- landslið í heiminum! Við hesum trimum framúrskarandi avrikunum settu okkara ungu kvinnur eina tjúkka striku undir, at Hondbóltssambandið hevur valt rætt og satsar skilagott við sínum ungdómsarbeiði á landsliðsstigi, tí øll síggja, at her er stór framtíð fyri framman. Stuttligt at uppliva, at áskoðaraplássinum í høllini á Hálsi í Havn vóru fullsett øll kvøldini, og ikki minni stuttligt, at so hvørt sum mótstøðan øktist í kappingini, øktist eisini mælski stuðulin frá áskoðarunum – í seinasta dystinum enntá við góðari hjálp frá bæði íslendingum og tjekkum, ið dugdu at síggja dirvið og stoltleikan í føroysku spælarunum. Flott! Næsta stigið eru kappingar hjá U19-kvinnunum í apríl og U19-monnunum í summar, umframt at A-landsliðini eisini fara at koma í gongd aftur. Hetta eru alt lið, ið geva Føroyum allarbestu umrøðu, tá tey takast við aðrar tjóðir, og tí er at vóna, at U17- kappingin um vikuskiftið eisini fær latið eyguni upp á føroyskum vinnulívi, sum við nøkrum góðum stuðulskrónum kann gera allan munin á, um tað skal eydnast ella ikki hjá føroyskum hondbólti at gera vørr oman á vørr. Her er eitt gylt høvi hjá okkara peningastovnum og stóru fyritøkum at vísa samfelagssinni og rætta okkara raska og unga fólki eina hjálpandi hond, so bæði spælararnir og vit øll kunnu liva føroyska dreymin út á altjóða pallinum. So er at lyfta hond­ bóltin! Ítróttar klumman Hilmar Jan Hansen Sum í gomlum døgum hjá Piotr og B71 Jóannes Hansen Tað eru nýggjar tíðir í fót­ bólt­inum í Sandoy. Tað kann eisini vendast tann vegin, at nú minnir B71 um soleiðis, sum tað var hjá teimum gulu og bláu fyri næstan tredivu árum síðani. Eftir tvey um­ før í 1. deild er B71 ovast á støðu­talvuni, og nøvn­ini á dóm­ara­seðlinum benda á, at tað nú fyri tað mesta eru sand­oy­ingar, sum manna fót­bólts­liðið hjá sandoy­ing­ um. Tá ið B71 var í toppinum og vann FM í 1989 var Piotr Krakowski ein av høvuðs­ leik­arunum. Tá var hann stýri­maður á miðvøllinum. Nú er Piotr aftur ein av høvuðs­leik­arunum. Av upp­ løgdum orsøkum er hann ikki á vøllinum longur. Piotr situr á beinkinum, og tað gongur væl. Í gjár fylti Piotr 58 ár, og í fyrradagin góvu sandoyingar honum føðingardagsgávuna, tá ið teir vunnu 4-2 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Aftasti skansi er 27 ára gamli Símun Rógvi Hansen, sum eigur nógvar royndir úr bestu deildini. Saman við honum eru tað onkrir aðrir, sum hava royndir úr bestu deildini. Teir flestu eru sand­ oyingar, sum eru fyrst í tjúg­ unum, og sum ikki hava verið nakað serligt í bestu deildini. Hjá B71 hevur tað verið nógv upp og niður. Í 2011 royndi liðið seg seinast í bestu deildini. Úrtøkan var 11 stig og tíggjunda plássið og niður­flyting. Eftir tvey ár í næst­bestu deildini varð niður­flyting í 2. deild veru­ leiki í 2013. Í fjør endaði tað við uppflyting úr 2. deild, og eftir tvey umfør er B71 nú ovast á støðutalvuni í 1. deild. Í fyrradagin vóru sandoy­ ingar í Runavík, har tað eydn­ aðist at vinna tætta upp­gerð 4-2. Tað var tætt og spenn­ andi, inntil Rúni Høgnesen í næstsíðsta minutti staðfesti 4-2 sigurin. Skála hevði vitjan av 07 Vestur. Á Skála varð tað mest sum beinanvegin avgjørt, at heimaliðið skuldi vinna fulla úrtøku. Tá ið stórur hálvur tími var farin, var støðan 4-0. Hóast 07Vestur beinanvegin minkaði um munin til 4-1, so varð tað ongantíð spennandi. B68 verður roknað sum eitt av liðunum, ið hava møgu­leika at flyta upp. Hesa­ferð vóru toftamenn í Gundadali, har tað endaði mál­leyst ímóti teimum næst­ bestu hjá B36. Uppflytararnir í MB tykjast hava ilt við at fóta sær. Eftir 4-1 tap á Sandi í fyrsta umfari var heima­dyst­ ur ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi á skránni leygar­ dagin. Víkingaliðið er fyri tað mesta mannað við ungum spælarum, sum fóru til hús við 3-0 sigri. Teir næstbestu hjá KÍ og AB hittust í Klaksvík. Tá ið tað restaði eitt korter, økti KÍ til 4-0. Tíggju minuttir und­ an dystarenda skoraði AB, og hóast tað seks minuttir seinni varð 4-2, so var heima­ sigurin tryggur. joannes@sosialurin.fo Saman við skálamonnum eru sandoyingar teir einastu, sum hava fulla úrtøku eftir tvey umfør KÍ - AB 4-2 (1-0) 1-0: Jóannes Danielsen 25. 2-0: Eivindur Sørensen 60. 3-0: Jákup Pauli Ziskason 70. 4-0: Jóannes Danielsen 75. 4-1: Karstin Højgaard 80. 4-2: Martin Midjord 86. B36 - B68 0-0 NSÍ - B71 2-4 (1-2) 1-0: Jákup Andrias Gaardbo 2. 1-1: Gunnar Lydersen 11. 1-2: sjálvmál 26. 1-3: Ari M. Olsen 51. 2-3: Meinhard E. Olsen 56. 2-4: Rúni Høgnesen 89. Reytt kort: Petur Knudsen 79. (2 gul) MB - Víkingur 0-3 (0-2) 0-1: Hans Jákup Lervig 2. 0-2: Hans Jákup Lervig 17. 0-3: Magnus Jarnskor 86. Skála - 07Vestur 4-2 (4-1) 1-0: Brian Jacobsen 15. 2-0: Jákup Johansen 19. 3-0: Edvin Jacobsen 22. 4-0: Jákup Johansen 33. 4-1: Torstein Mýlingstind 34. 4-2: Torstein Mýlingstind 54. 1. Deild menn nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 B71 2 2 0 0 8 3 +5 6 2 Skála 2 2 0 0 7 3 +4 6 3 B68 2 1 1 0 4 1 +3 4 4 07 Vestur 2 1 0 1 8 5 +3 3 5 Víkingur II 2 1 0 1 4 3 +1 3 6 KÍ II 2 1 0 1 5 6 -1 3 7 AB II 2 1 0 1 4 5 -1 3 8 B36 II 2 0 1 1 1 6 -5 1 9 NSÍ II 2 0 0 2 3 6 -3 0 10 MB 2 0 0 2 1 7 -6 0