Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-16, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2015síða 44

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 12 • 16. mars 2015 4 Miðlahúsið Ókeypis lýsingarblað Terji Nielsen T eir eru báðir væl kendir í al­ menna rúminum, men meðan ann­ar altíð verður kendur aftur á gøtuni, so er hin væl meiri ano­nym­ ur. Tað eru brøðurnir Rúni og Rókur Jákups­son, ið vit her tosa um. Rúni er við sínum 40 árum tann eldri av teim­ um báðum, og fimm ár eru niður til lítla­beiggjan Rók. – Vit hava so eisini eina lítlasystir, Bára, ið eru 27 ár, greiða teir báðir frá. Spældu ikki saman Teir báðir eru uppvaksnir á Láar­veg­ num í Havn, har foreldrini bygdu hús í sjeyti­árunum. – Eg meini, at eg var trý ára gamal, tá ið vit fluttu inn, so hini bæði syskt­ ini eru bæði bara uppvaksin við hús­ inum har, greiðir Rúni Jákupsson. Av tí at so stórur aldursmunur er teirra millum, hava teir báðir ikki spælt stór­vegis saman sum smádreingir. – Nei, tað haldi eg ikki, at man kann siga. Aldursmunurin var ov stór­ ur, og vit høvdu ikki akkurát somu áhuga­mál tá, sigur Rókur Jákupsson. Rúni er tó skjótur at skoyta uppí, at tað var onkuntíð, at Rókur slapp upp í part. – Eg hevði faktisk gloymt tað, men ein av mínum gomlu vinmonnum minti meg á tað fyri kortum. Vit plagdu ofta at sparka í kjallaranum hjá okkum. Tað vóru serliga eg og Eyðun Samuelsen, og onkuntíð var Hans á Lag eisini við. Har var ein hurð, sum vit plagdu at brúka sum mál, og onkuntíð lokkaðu vit Rók at koma niðurundir at standa í mál, og so bumbaðu vit bara til, greið­ ir Rúni flennandi frá. Fótbólturin fylti heilt fitt hjá Rúna, tá ið hann var smádrongur, men hann hevur ongantíð gjørt nakað við tað sum vaksin. – Nei, eg spældi nógv fótbólt við HB og í frítíðini, men eg haldi, at eg mundi vera eini 12-13 ár, tá ið eg gavst at spæla fótbólt, sigur hann. Rókur hinvegin valdi næstan bevíst ikki at fáast við fótbólt. – Eg haldi, at vit vóru eitt sindur rebelskir summir av okkum, mínum javnaldrum við Láarvegin. Allir dreingir spældu fótbólt, men vit valdu næstan í protest ikki at spæla, og ístaðin brúktu vit nógva orku at standa á skate­board, greiðir Rókur frá. Tónleikurin altíð fylt nógv Teir báðir eru úr eini ógvuliga musikalsk­ari familju. Pápin, Jákup, er ætt­aður av Kamarinum í Havn og hevur spælt við teimum av Kamarinum í nógv ár, so tónleikurin hevur altíð fylt nógv í barndómsheiminum á Láarveg­num. – Familjan er øgiliga musikalsk. Babba og beiggjarnir hava altíð spælt nógv, og tað hevur verið nógvur tón­ leikur í heiminum hjá okkum. Men eg eri so tann einasti, sum veruliga havi tikið tráðin upp av okkum. Systir okk­ ara spælir tó uppá ein gittar viðhvørt, men hon hevur ongantíð framført al­ ment. Rúni átti einaferð eitt klaver, men hann gjørdi ongantíð nakað við tón­leikin sum so, greiðir Rókur Jákups­son frá, og eldri beiggin er skjót­ur at leggja afturat: – Nei, hjá mær var tað mest undir brúsuni, at tað lá væl fyri at syngja, sigur hann. Men Rúni hevði tó sera stóran áhuga fyri tónleiki, og hann lurtaði ómeta­liga nógv eftir tónleiki. – Rúni hevði altíð nógvar plátur, og hann sat altíð á kamarinum og lurtaði eftir tónleiki, og hann hevði tað altíð so óluksáliga hart frá. Hann hevði altíð sovorðnar risastórar hátalarar, og eg minnist, at tá ið hann var úti, so plagdi eg at sníkja meg inn í kamarið hjá honum at lurta eftir tónleiki. Eg plagdi altíð at velja ta plátuna, sum sá svak­ast út, greiðir Rókur frá. Rúni minnist væl hesa tíð, og hann minnist eisini, hvussu hann brúkti hvørt oyra, ið hann átti, uppá plátur og tílíkt. – Eg minnist eisini, at eg brúkti allar mínar konfirmatiónspengar uppá eitt stórt stereoanlegg, sum eg keypti í SH Jakobsens Radiohandli, sigur hann. Charlie var gjøgnumbrotið Rókur Jákupsson gjørdist eitt kent andlit longu á heilt ungum árum, og tað var serliga takkað verið ein­um sangi, ið veruliga gjørdist ein landa­ plága, longu tá ið Rókur bert var eini 15 ára gamal. – Ja, tað var ein sangur um ein apu, sum kallaðist Charlie, ið gjørdi, at onkur fekk frænir av, at man dugdi eitt sindur til tónleik. Tá høvdu vit ein bólk, sum kallaðist Lokum, og vit livdu fyri tónleikin. Vit gjørdu einki annað, og vit vóru so fullir av orku og hugskotum, at vit næstan sveittaðu sangir tá. Eg haldi, at vit einaferð taldu upp, at vit høvdu eini 60 hugskot liggjandi í bólkinum, greiðir Rókur frá. Rúni leggur afturat, at hann minnist væl hesa tíð, og at hann var ikki sort errin av beiggjanum. – Jú, eg minnist tað væl. Eg haldi, at eg gekk í Hoydølum tá, og tað var Tónleikin hava vit altíð havt til felags Brøðurnir Rúni og Rókur Jákupsson eru báðir kendir í almenna rúminum. Rúni sum ein av okkara fremstu útvarpsvertum í mong ár, og Rókur sum ein tann fremsti sangarin í Føroyum. Fimm ár er millum teir báðar, og teir høvdu tí ikki so øgiliga nógv til felags sum born. Eitt høvdu teir tó, og tað var áhugin fyri tónleiki »Vit hoyrdu um brúdleyp, har alt steðgaði upp, tí at onkur í brúdleypinum hevði ringt inn til spurnar­ kappingina« Rúni og Rókur Jákupsson Tónleikurin hevur á ymsan hátt altíð fylt nógv í lívinum hjá teimum báðum beiggj­unum av Láarvegnum, Rúna og Róki Jákupsson Mynd: Áki Bertholdsen