mánadagur 16. mars 2015síða 45
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 12 • 16. mars 2015
5
Miðlahúsið
Ókeypis lýsingarblað
ikki sørt, at man helt tað vera eitt
sindur cool, at lítlibeiggi fekk eitt so
vorðið hitt, sigur hann.
Lúrdi eftir Náttaravns
spurningunum
Tað, sum veruliga gjørdi, at Rúni
Jákupsson, bleiv, ikki eitt kent andlit,
men ein kend rødd, var at hann gjørd
ist vertur í útvarpssendingini Náttar
ravnar, sum man vera ein tann besta
umtókta sending í føroyskari útvarps
søgu.
– Eg var við til at seta TUTL-
handilin á stovn, og á tann hátt
kom eg í samband við Heðin Arge
Jensen og Birgir Kruse, ið vóru teir,
sum byrjaðu Náttaravnarnar. Eg
gjørdi eisini sendingina »Nýtt og gott
gamalt« um hetta mundi. Birgir Kruse
gavst í Náttaravnunum, og so avloysti
Heri Jakobsen, men tað var ikki so
leingi, so kom eg inn ístaðin fyri Hera.
Tá var útvarpið ordiliga stórt, og ikki
minst Náttaravns-sendingin, minnist
Rúni aftur á.
Hann leggur afturat, at tá merkti
man veruliga, hvussu nógv fólk lurt
aðu eftir sendingini.
– Vit hoyrdu til dømis um brúdleyp,
har alt steðgaði upp, tí at onkur
í brúdleypinum hevði ringt inn til
spurnarkappingina, so tað var ótrúliga
stuttligt, sigur Rúni Jákupsson.
Yngri beiggin minnist eisini væl
hesa tíð, og hann avdúkar nú eitt
loyndarmál, sum hann ongantíð hevur
fortalt fyri eldra beiggjanum.
– Tað stóð ein telda inni á skriv
stovuni heima hjá okkum, og har sat
Rúni ofta og gjørdi spurningarnar. Eg
plagdi onkuntíð at sníkja meg inn á
skrivstovuna at lesa spurningarnar, og
so var eg faktisk klárur at imponera
við mínari vitan, um eg fór í okkurt
ball. Men tað var tíverri ongantíð nak
ar, sum spurdi meg til ráðs, tá ið tey
vóru í spurnarkappingina, so eg fekk
ongantíð brúkt hesa vitan, sum eg til
tuskaði mær í loyndum, greiðir Rókur
Jákupsson frá.
Rúni, sum hevur verið útvarpsvertur
í eini 20 ár, flennir eftir hesari fyri
hann nýggju vitan, og hann er eisini
skjótur at svara, tá ið vit spyrja hann,
um hann ofta hevur spælt tónleik hjá
beiggja sínum í útvarpinum.
– Nei, tað havi eg ongantíð gjørt.
Tað tori eg at siga, men tíbetur kann
man so siga, at tað hava nógvir aðrir
útvarpsvertir gjørt. Eg havi heldur
ongantíð spælt nakað við teimum av
Kamarinum, hóast mær dámar stak
væl tónleikin hjá teimum. Eg havi
eisini ofta fingið skotið í skógvarnar,
serliga frá papa okkara, at eg ikki
havi spælt tónleik hjá teimum ella hjá
Róki, greiðir hann frá.
Báðir eiga tvíburðar
Eitt sjáldsamt, ið teir báðir tónleika
elskandi beiggjarnir hava til felags, er,
at teir báðir tveir eiga tvíburðar.
– Ja, tað er rættiliga sjáldsamt.
Vit fingu báðir teir fyrst eitt barn, og
síðani fingu vit tvíburðar. Rúni eigur
eina gentu, sum er 11 ár, og so hevur
hann tvær tvíburðagentur, ið eru sjey
ár. Eg eigi eina gentu, sum er seks ár,
og so eigi eg tveir tvíburðadreingir, ið
eru trý ár, greiðir Rókur Jákupsson frá.
Júst børnini eru eisini tað, sum í
stóran mun gera, at teir báðir beiggj
arnir í dag framvegis hava eitt tætt
samband.
– Tað er nú einaferð so, at børnini
fylla ótrúliga nógv í gerandisdegnum.
Børnini hjá okkum spæla rættiliga væl
saman, og tey eru faktisk tey, sum
gera, at man framvegis sæst nógv,
sigur Rúni, sum til dagligt býr í Hósvík,
meðan Rókur býr í høvuðsstaðnum.
Her er Rókur tó skjótur at leggja
afturat, at foreldrini hjá teimum
báðum eisini gera sítt til at bjóða
teimum til eitthvørt, so at familjan er
savnað.
– Tey bjóða okkum ofta til eitt nú
sunnudagsdøgurða, og babba er nokk
so raskur eisini at fara við børnunum
í sunnudagsskúla. Nakað, sum vit
kanska ikki eru so raskir til, sigur
Rókur við einum brosi.
»tað er
rættiliga
sjáldsamt.
Vit fingu báðir
tveir fyrst
eitt barn, og
síðani fingu vit
tvíburðar«
Navn: Rókur Jákupsson
Aldur: 35
Børn: Isabella 6 ár,
Ragnar og Eiri 3 ár
Starv: Marknaðarleiðari á Posta
Navn: Rúni Jákupsson
Aldur: 40 ár
Børn: Ronja 11 ár,
Flykra og Bylgja 7 ár
Starv: Programfólk
í Kringvarpi Føroya