Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-16, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2015síða 46

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 12 • 16. MARS 2015 6 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Sunrid í Gong SJÓRIN HESA VIKUA Terji Nielsen Á Heiðavegi í Runavík hevur havnar­kvinnan Sunrid í Gong atelier. Hagar leita fólk úr øllum land­inum sær til myndatøku, og Sun­rid dylur ikki fyri, at hon hevur kundar úr øllum landinum. Eisini í Havn – Eg havi verið her í Runavík í nógv ár, men fyri eini tveimum árum síðani fekk eg mær eisini atelier í Havn, har Før­oyaprent áður var. Tað fekk eg mær, tí tað vísti seg, at meðan fólk úr øllum landinum fegin komu til Runa­ víkar at fáa myndir tiknar, so gekk tað eitt sindur meiri trekt við at fáa havnarfólk at koma hendanvegin. Tí fekk eg mær atelier í Havn eisini, og tað hevur víst seg at rigga væl, sigur Sunrid í Gong. Tað eru fyrst og fremst portrett myndir, sum Sunrid í Gong tekur fyri fólk. – Tað er nógv tann størsti part­urin. Mest vanligt er, at eg taki mynd­ir av børnum og av familjum. Men eg taki sjálvandi eisini av brúd­leyp­um, kon­ firmatiónum og øðrum upp­gávum, sum eru nokk so merktar av tíðini á árinum. Til dømis standa kon­ firmatiónirnar fyri framman, og so kemur tíðin, har eg fari út í barna­ garðar at taka myndir. Tá ið summarið nærkast, eru tað so brúdleypini, ið standa fyri tørn, greiðir hon frá. Lærdi hjá Judith Sum áðurnevnt er Sunrid í Gong út­ lærdur fotografur, og hon stóð í læru inni á Skálafjørðinum hjá Judith Johannesen, fotografi. – Tað er eisini henni, ið eg leigi hølir frá í dag. Eg lærdi hjá henni her inni, og so gekk í skúla í Danmark. Foto­ graf-útbúgvingin er ein handverkara- útbúgving, og eg gekk á skúla í Viborg, greiðir Sunrid í Gong frá. Arbeiðið at verða fotografur er ikki eitt arbeiði, har tú bara stendur aftan fyri eitt myndatól og tekur myndir. – Nei, tað er so nógv meiri enn tað. Í dag er tað so, at tú situr meiri framm­an fyri telduskíggjanum og við­ ger myndirnar, ið tú hevur tikið, enn tú stendur aftan fyri myndatólið, sigur Sunrid í Gong. Hóast Sunrid í Gong bæði hevur lært í Eysturoynni, og hon eisini hevur havt atelier í Runavík í fleiri ár, so er hon framvegis havnardama, og hon býr enn í Havn. – Ja, eg eri havnardama, og eg búgvi í Havn. Tað er alt ov gott í Havn til at flyta á bygd, sigur hon. Tekur myndir burturav Havnarkvinnan Sunrid í Gong hevur fingist við myndatøku í eini 20 ár. Hon er útbúgvin fotografur, og hon hevur í fleiri ár arbeitt sum fotografur burturav Navn: Sunrid í Gong Aldur: 35 ár Starv: Fotografur STJÓRIN