mánadagur 16. mars 2015síða 67
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 12 • 16. MARS 2015
27
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Sólarmyrking
Tel. +298 333455 · vagar@vagar.fo · www.visitvagar.fo
VÁGA kunningarstova
RMYRKING
2015
VÁGA LISTASTOVA hevur framsýning hósdagin tann 19.03.
fram til sunnudagin tann 22.03. frá 14.00-17.00
5 listafólk úr oynni sýna fram og Listastovan sigur frá, at
hetta verður ein sera f ølbroytt framsýning við abstraktari
list. Kaffi og køka verður at fáa.
VERKHÚSIÐ Í SØRVÁGI hevur sølubúðina opna
Handgjørdir lutir verða til sølu í sølubúðini hjá Verkhúsinum
í Sørvági. Úrvalið er f ølbroytt og er hetta eisini eitt gott
høvið at ogna sær okkurt serligt handgjørt prýði úr Vágum;
pútur, borðlappar, smykkur, træfi gurar, gentuklæðir, hattar,
ennisbond og mangt mangt annað verður til sølu. Opið er
mánadag til hósdag frá kl. 09.00 til kl. 15.00
Eclipse Worship í Missiónshúsinum í Sørvági týskvøldið
17.03, kl. 19.30
Olvheðin Jacobsen við lovsangsbólkið úr Solo Deo Gloria
hava lovsang.
Kirstin og Esmar Fagraberg fara eisini at syngja.
VÁGA DANSIFELAG 21.03, kl. 16.00: Dansiframsýning,
dansispøl og søgur um føroyska dansin.
Í smb. við sólarmyrkingina ger Vága Dansifelag
undantaksloyvið og fer at dansa í føstu og verður her eitt
upplagt høvi at læra um føroyska dansin, síggja hugnaligu
húsini í Beitinum, ið var barndómsheimið hjá Mikkjali á
Ryggi.
Vága dansifelag tekur væl ímóti og øll eru hjartaliga
vælkomin.
Tiltakið verður í Beitinum, Miðvági.
Í KÁLVALÍÐ verður livandi savn og tilber at uppliva hvussu
fólk búleikaðust í Kálvalíð í miðøldini. Fólk í gomlum
fólkabúnum verða í savninum og eisini verður víst fram
ymiskt ullararbeiði. Savnið verður opið 20.03 frá kl. 15:00 til
kl. 17.00 og annars eftir avtalu við Vága Kunningarstovu.
Kostnaður: 50kr. pr. pers.
ALMENNUR FYRILESTUR um sólarmyrking v/ Fritleif
Henriksen í Marghøllini í Sørvági,
týskvøldið 17.03 kl. 19.00.
SØRVÁGS SKÚLI OG BARNAGARÐURIN ÁLVALON
Hósdagin fyrireika vit næmingarnar til sólamyrkingina. Vit
greiða frá um hendingina og søguna aftanfyri hendingina.
Fríggjamorgunin verða børnini gjørd klár til sólarmyrkingina
og fáa útvegað verndarbrillur.
Kl. 09.00 verður farið oman á fótbóltsvøllin, har hugni
verður við leiki og spølum, meðan bíðað verður eftir
sólarmyrkingini.
Aftaná Sólarmyrkingina fara øll niðan á skúlan aftur, har vit
hugna okkum og eftirmeta løtuna afturvið einum góðum
drekkamunni.
Øll eru vælkomin við
Í samband við sólarmyrkingina hevur Sørvágs kommuna
keypt verndarbrillur til allar borgarar í Sørvágs kommunu.
Eisini verða aðrar lokalar listaframsýningar og onnur tiltøk
verða lýst seinni. Matstøðini í Vágum hava opið sum vant
og okkurt serligt verður á dagsskrá hjá Gamla hotellinum í
Miðvági. Sí www.kunning.fo ella visitvagar.fo fyri kunning
um tiltøkini og onnur tiltøk. Eru aðrir gongutúrar ella
útferðir, ið tit ynskja, ber eisini til at fáa tað í lag.
Endiliga setið tykkum í samband við okkum á
Kunningarstovuni í Vágum, um tit hava ivamál ella
spurningar á vagar@vagar.fo ella tlf.: +298 33 34 55