Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-16, síða 68
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2015síða 68

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 12 • 16. MARS 2015 28 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Sólarmyrking N AX ella North Atlantic Experi­ ence er ein av fyritøkunum, sum bjóðar mongu ferðafólkunum, ið leita sær til Føroya hesa vikuna, eina serliga uppliving. Hendan fyritøkan er kend fyri at geva ferðafólki og føroyingum serligar upplivingar úti í føroysku náttúruni, og ofta verður skipað fyri aktivitetum, har tú sleppur at royna okkurt meiri enn tað vanliga. Bjóða sigli- og gongutúr Skráin hjá NAX byrjar hósdagin, tá ið fyritøkan bjóðar fólk annaðhvørt at koma ein siglitúr út í Hest ella ein longri gongutúr úr Saksun til Tjørnu­ víkar. Siglitúrurin út til vestursíðuna av Hestoynni er serstakur, har gestirnir sleppa at síggja vøkru fuglabjørgini og mongu holurnar. Hildið verður fram til Álvustakk, har fuglabergið sæst av­ bera væl. Túrurin er við skjóttgangandi marg­lætisbáti, og ferðaleiðari er við á túrinum. Hósdagin verður eisini farið gongu­ túr úr Saksun til Tjørnuvíkar. Gingið verður eftir gomlu bygdagøtuni mill­ um bygdirnar báðar, sum bæði lækni, prestur og onnur nýttu í gomlum døg­ um. Tá ið man nærkast Tjørnuvík er út­ sýnið frálíkt oman yvir bygdina, og eisini er gott útsýni til Risan og Kell­ingina. Sólarmyrkingardagur Fríggjadagin er so sjálvur sólar­myrk­ ingardagurin, og tá hevur NAX ikki hiss­ini skrá at bjóða ferðafólki. Skipað verður fyri tveimum ymisk­ um gongutúrum, og harumframt verð­ ur skipað fyri rapelling, kajak­sigling og siglitúri kring Nólsoynna. Heilt stóra tiltakið verður tó, tá ið sjálv sólarmyrkingin er, og tað er ein sonevndur Eclipse festivalur, ið verður á Húsareyni. Har er útsýnið framúr gott, og høvið verður at síggja, hvussu djórini hátta sær í sólarmyrkingini. Eisini verður borðreitt við onkrum góð­um úr føroyska spískamarinum, og spæli­mannatónleikur verður eisini á skránni. Gjørt serliga øl til sólarmyrkingina Føroya elsta bryggjarí, Føroya Bjór, hevur gjørt eina heilt serliga øl í sambandi við fullu sólarmyrkingina fríggjamorgunin Nýggja ølin, sum Føroya Bjór hevur bryggjað til høvi, kallast Sólarbjór, og hon er bryggjað í rættiliga av­mark­að­ ari nøgd. Sambært Føroya Bjór er tað serliga við hesi ølini, at hon bara er bryggjað í myrkri og fullmána. Somuleiðis eru rávørurnar, ið Føroya Bjór hevur brúkt til bjórina, rættiliga serligar, tí tað er føroyskt vatn og so trý ymisk sløg av bygg- og hveitimalt, ið verður nýtt. Ein heilt serlig humla, ið Føroya Bjór hevur innflutt úr Ný Sælandi, er brúkt til kryddrað Sólarbjórina við. Henda humla kallast Nelson Sauvig­ non, og hon er uppkallað eftir eina drúvu av sama slag. Nýggja Sólarbjórin er gylt sum sólin og hevur ein turran eftirsmakk, og tað ger, at hon minnir eitt sindur um hvítvín. Nógv á skránni hjá NAX