Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. juli 2004síða 23

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 125 - 3. juli 2004 Nr. 125 - 3. juli 2004 45 TILTØK Gudstænastur Leygardagur 3. juli Fuglafjarðar kirkja: kl. 11-12: Klarinettorkestrið spælir kirkjutónleik (Matiné) kl. 16: Tritonus hevur kirkjukonsert 4. sunnudag eftir trinitatis Havnar kirkja: kl. 11, Jóannis Fonsdal Vesturkirkjan: kl. 11, Heri Joensen Kaldbak: kl. 12, Bjarni Bæk Kollafjørður: kl. 11, Inga Poulsen Dam Vestmanna: kl. 11, Marjun Bæk Skála: kl. 11, altarg., Jógvan Fríðriksson Christianskirkjan: kl. 11, Lisbeth Michaelsen. Musikkoret, Keypmannahavn, syngur við gudstænastuna kl. 11 og hevur konsert kl. 20 Kunoy: kl. 12, altarg., Niels Pauli Danielsen Árnafjørður: kl. 11, altarg., Hans Eiler Hammer Tjørnuvík: kl. 11 Martin R. Jacobsen Oyndarfjørður: kl. 12 Jens Hvas Tvøroyri: kl. 11 Jónsvein Bech (Talvan gongur fyri Sjómansmissiónina) Fuglafjørður: kl. 11, Uni Næs Rituvík: kl. 11, altarg., Meinhard Bjartalíð Sandvík: kl. 11 Ólavur Rasmussen Hvalba: kl. 12.30 Ólavur Rasmussen Doulos Í Klaksvík 1.-4. juli Leygardagin kl. 21 Altjóða kvøld Upplivið tær mongu framvís- ingarnar og tey mongu ljóðini frá ymiskum mentanum kring heimin, sum verður framført við tónleiki, leiki, sangi og dansi, meðan vit saman luta Guds kall til okkara um at vera eitt ljós fyri øllum heimsins tjóðum. Hetta er eitt kvøld fyri alla familjuna og tiltakið verður í KÍ-høllini í Klaksvík. Høvi verður at geva eina gávu til tiltakið. Dúgvan siglur eykatúr av Klaksvík kl. 24.00. Sunnudagin kl. 14-17 Familjudagur Gleðist yvir at síggja klovnar, fólk úr øllum heiminum í serstøkum tjóðbúnum, síggið mentanarligar framsýningar og fáið meiri at vita um arbeiðið umborð á Doulos. Ein seinnapartur fyri alla familjuna. kl. 19.30 Altjóða kaffistova: Tað rætta staðið at fara saman við vinum og njóta ein góðan drekkamunn, lurta eftir góðum tónleiki og njóta eina væl samansetta undirhaldandi skrá, sum altjóða manningin umborð á Doulos framførir. Ókeypis atgongd til øll tiltøk. Opið er umborð fyri almenn- inginum mán.-leyg. kl. 10-22 og sunnudag kl. 14-22. Hebron, Argir Sunnudagin kl. 10.30 Mor- gunmøti og samstundis verður barnaansing. Á møtinum talar Súni S. Jaocbsen. www.hebron.fo Kirkju- og missiónshúsið á Argjum Sunnudagin kl. 19 Møti v/ Albin Johannesen, Klaksvík. Samkoman Rhema Sunnudagin kl. 11 Møti. www.rhema.fo Katólska Kirkjan Hvønn gerandisdag kl. 17.30 Orðsins tænasta v/ kommuni- ón í Kerit. Leygardag kl. 11.30 Messa í Kerit. Sunnudag kl. 11 Hámessa v/ Benny Blumensaat prest, í Mariukirkjuni. Aftaná verður kirkjukaffi. Mánakvøldið 5. juli kl. 19.30 verður Marie Keevern frá Missiónsskipinum »Anasta- sis« í Mariukirkjuni. Hon fer at siga frá, um arbeiðið og uppgávurnar umborð á hospitalskipinum, »Anastasis« ið verður á Havnini tann 7.- 15. juli 2004. Øll eru vælkomin. Meinigheitshúsið Sunnudagin kl. 18 Møti v/ Øssur Kjærbo, Niels Juul og Birgit syngja. Tórshavnar Hvítusunnusamkoma Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11.00: Morg- unmøti og kl. 18.00: Evangel- iskt møti. Øll eru vælkomin. Meinigheitin í Hoyvík uppi á Brekku 3 Í kvøld kl. 22 Bøn fyri býnum. Sunnudagin kl. 11 Gudstæn- asta v/ Jóhan P. Johannesen. Evnið: Fráhald, sunnudags- skúlin er farin í summarfrí. Útimøti á Vaglinum kl. 22 – um viðrar. Mánakvøldið kl. 20 Bønar- møti. Mikumorgun kl. 7 Bønarmøti. Ebenezer Sunnudagin kl. 10 Minnis- máltíð Harrans, kl. 12 Sunnu- dagsskúlin farin í summarfrí, kl. 18 Evangel. møti. Missiónshúsið við Landavegin á Háskúlanum í dag kl. 10.30 Bíbiltími og missiónsmøti kl. 16 og møti kl. 19.30 v/ Bent Larsen, Karen og Knud syngja og Ungdómsmøti kl. 22. Í morgin kl. 14 Familjumøti v/ Petru Gregersen og Sólvu Syderbø og møti kl. 17 v/ Jústines Poulsen og Bent Lar- sen, Karen og Knud syngje. Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 17 Landsbøn. Í morgin kl. 11 Morgunmøti við Ólavi Jacobsen – evnið: Nýtt lív í Jesusi, kl. 11.50 ABC »Grøðing við Jesu sárum« 1. partur við Sonna Djurhus. Kl. 13 Samkomu- fundur. Kl. 18 Møti við Ólavi Jacobsen – evnið: Nýtt lív í Jesusi (framhald). Um tær tørvar forbøn ring 214067. www.filadelfia.fo Lívdin Í Fimleikarahøllini í Hoyvíkar skúla Sunnumorgunin kl. 10.30 Familjuløta, kl. 11.10 ein steðgur við drekka. Kl. 11.30 Tilbiðjanarmøti við talu, lovsongi og breyð- bróting. Barnatiltak verður í Hoyvíkshøllini frá kl. 11.30- 12.15. www.livdin.fo Vestmanna missiónshús Tórshavn: Læknavaktin tlf. 310033 Eysturoy: Leygardagin 3. juli, Runavík tlf. 44 80 16 Sunnudagin, 4. juli, Eiði tlf. 42 30 06 Norðoyggjar: Læknavaktin tlf. 458888 Vágar: tlf. 332413 Suðuroy (norður): tlf. 371560 Suðuroy (suður): tlf. 373030 Tannlæknavakt, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgidagar kl. 10-11. Tlf. 314544. LÆKNAVAKTIR 10. juli kl. 15.00 giftast í Vesturkirkjuni Berghild Bjarka- dóttir Skúvadal og Klæmint Mittún. Kl. 19.00 verður veitsla fyri innbodnum í HB-húsinum. Leygardagin 10. juli giftast í Egedal kirkju Kristina Kris- tensen og Thomas Olofson. Br.adr. Søkvæsthuset, Søoffi- cersforeningens lokaler, Overgaden Oven Vandet 62B, 1415 København K. 17. juli kl. 14.00 giftast í Miðvágs kirkju Nicoleta Radu, Buzau Romenia og Øssur Hansen, Miðvágur. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Miðvági kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma í brúdleyp, kunnu tekna seg á tlf. 556491 ella 226190. Seinasta freist at tekna seg er 5. juli. Leygardagin 17. juli kl. 14.00 giftast í Funnings kirkju Jenny Petersen úr funningi og Magnus Samuelsen úr Tórs- havn. Veitslan verður fyri innbodnum í Róðrarneystinum á Argjum kl. 19.00. 24. juli kl. 16.00 giftast Gitte Johannesen og Finnur Klein í Dómkirkjuni. Veitslan verður fyri innbodnum í bygdar- húsinum í Hósvík kl. 19.00. Leygardagin 24. juli giftast í Prestagarðinum á Sandi Tania Ørvarodd av Sandi og Gunleif Bjartalíð úr Klaksvík. Døg- urði verður fyri innbodnum í Slavandsdali. Tey, ið vilja gleða brúðarparið eru hjartaliga vælkomin í heimið eftir kl. 18.00. Leygardagin 31. juli kl. 13.30 giftast í Berøa í Saltangará Jona Thune úr Runavík og Ólavur Justinussen úr Streym- nesi. Veitslan verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18.30. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma í brúdleyp kunnu tekna seg á tlf. 226434 og 226432. Seinasta freist at tekna seg er leygardagin 3. juli. Leygardagin 31. juli kl. 15.00 giftast í Christianskirkjuni í Klaksvík Julianna M. Askham, Hvannasund og Silas K. K. Olofson, Klaksvík. Døgurði verður fyri innbodnum í Skálanum og vælkomst verður kl. 21.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma í brúdleyp, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 452002 ella 261283 áðrenn 18. juli. Leygardagin 7. august kl. 15.00 giftast í Sjóvar kirkju Judith Fríða Ellingsgaard, Strendur og Jørgin Thomsen, Skáli. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma í brúdleyp, verða vinarliga biðin um at siga frá innan leygardagin 24. juli á tlf. 258324, 227355, 448325 ella 441349. Tann 7. august giftast í Klaksvík Mette Gade frá Glyngøre og Leif Berg Jacobsen úr Klaksvík. Vígslan verður í Betesda kl. 15.00. Vælkomst verður á Hotel Norð kl. 19.00 og tey, ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða vinar- liga biðin at siga frá áðrenn 23. juli á tlf. 226925 ella 224383. Leygardagin 7. august giftast Jóna Petra Thomsen, Skopun og Jóhan Mikkelsen, Sørvágur. Vígslan verður í Skopunar kirkju kl. 11.00. Vælkomst verður í Bygdarhúsinum Sam- ljóð í Skopun kl. 20.00. Teistin siglur úr Skopun á Gomlu- rætt sunnumorgunin kl. 4.00. Tey, ið ynskja at gleða brúðarparið við at koma í veitslu verða vinarliga biðin at siga frá áðrenn 23. juli á tlf. 332312, 361575 ella 253001. BRÚDLEYP EITT LJÓS Á GØTU MÍNI »Hvør yndisligur eru bústaðir tínir, herskaranna Harri: Sál mín stundaði, ja so sára henni longdist eftir forgørðum Harrans. Nú hjarta mítt og likam mítt seg frøa at hinum livandi Guði« (Sálmur 84, v. 2-3). Hesin sálmur tykist verða yrktur í sambandi við eina pílagrímsferð til halgidómin í Jerusalem, og sálma- skaldinum hevur við væl valdum orðum og vendingum eydnast at givið okkum gott innlit í, hvørjar kenslur gera seg galdandi í hansara sál og sinni eins og vit fáa sum fáa aðrastaðni eina livandi mynd av, hvønn týdn- ing halgidómurin og guðstænastan har hava havt fyri tátíðar menniskju. Ja, bara tað at fáa halgidómin í eygsjón setir hjá sálmaskaldinum kenslurnar í røring, tí saman við halgidóminum hoyrir eisini takksemi yvir at hava fing- ið longsulin gjørdan til veruleika, nú hann enn einaferð kann møta hinum livandi Guði í halgidómi sínum.Og eydnuna aftur at taka lut í guðstænastuni sær sálma- skaldið sum eina gávu, Guð hevur givið honum, og hóast hann bert kann uppliva hesa guðstænastu við at standa uttanfyri í forgarði halgidómsins, so er tað kort- ini sum tikið verður til, at »betri er ein dagur í forgørð- um tínum enn túsund har úti, og betri at sita á gáttuni í Guðs míns húsi enn í guðloysis tjøldum at búgva«. Ja, longsulin eftir Guði býr so djúpt í honum, at gleðin so at siga tekur hann av ræði, so skjótt sum hann er farin at skilja, at halgidómurin veruliga er í eygsjón – ein gleði, ið ikki verður minni, tá farið verður inn í sjálvan halgidómin, ið kennist honum sum eitt annað heim, har hann kennir seg tryggan og í góðum hondum undir Guðs varðveitslu. Tað kennist sum at hugtikni yrkjarin í gleði og ovfarni ynskir at leggja allar sínar kenslur og tankar fram fyri Guð – sum at einki longur kann skilja hann frá Guði, nú hann aftur kann møta Guði í halgi- dóminum. Og tað hóast yrkjarin veit alt um at siga, hvør munur er á hinum æviga Guði og so okkum deyðiligu menniskju, men júst hetta er tað, ið myndar honum trúnna á Guð. Og tað er ein trúgv, ið eisini hevur borið sálmaskald- inum uppi á longu leiðini at halgidóminum í Jerusal- em, har tað hevur kenst honum, sum at oydna oyði- mørkin gjørdist eitt kelduvað – sum at gleðin yvir aftur at nærkast Guði í halgidóminum gjørdi allar lutir nýggjar longu á leiðini hagar. Jú, av sonnum ein sálmur, sum eisini kann minna okkum á, hvønn dýrgrip vit eiga við okkara guðstæn- astum og halgidómum, har hin livandi Guð nú sum fyrr savnar okkum um síni gleðiboð til okkara: Komið, tí at nú er alt tilgjørt! Martin Restorff Jacobsen Mikudagin 12. juli hava Jóngerð og Sjúrður Mikkelsen, Sør- vágur, verið gift í 25 ár. Dagurin verður hildin heima við hús sunnudagin 11. juli frá kl. 10.00 á morgni. Øll eru hjartaliga vælkomin. Mikudagin 21. juli hava Conny og Jógvan Háskor, Tórshavn, verið gift í 25 ár. Veitslan verður á Hotel Føroyum sama dag kl. 19.00. Tey, ið ynskja at halda dagin saman við okkum, verða vinarliga biðin um at siga frá í seinasta lagi 7. juli á tlf. 313446/217633. SILVURBRÚDLEYP Týsdagin 6. juli fyllir Sofía Jacobsen, Grønlandsvegur 19, Tórshavn, 80 ár. Sofía er stødd uttanlands, men dagurin verður hildin í sali Frelsunarhersins leygardagin 31. juli kl. 18.00. 80 ÁR C M Y K 45 44