Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-16, síða 80
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2015síða 80

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 12 • 16. mars 2015 40 Miðlahúsið Ókeypis lýsingarblað myndasavnið úr savninum hesa vikua Terji Nielsen H já nógvum føroyingum hevur kappróður altíð havt stóran áhuga. Ein av hesum er Bárður á Steig Nielsen úr Vestmanna, sum í dag er løgtingsmaður, men sum ann­ ars fyrr var kendur sum málverji hjá VÍF og eisini sum íðin rógvari um­borð á Vest­menningi. Vit hava í mynda­ savn­inum hjá Sosialinum funnið eina mynd av manningini umborð á Vest­ menningi í 1994, har Bárður sjálvur situr á lærbekki, og vit hava hitt Bárð fyri at tosa eitt sindur um hesa tíðina. Teir somu róðu í nógv ár – Handan myndin er frá 1994, og teir flestu, sum eru á myndini, róðu við Vestmenningi í nógv ár. Vit vóru ein stamma, sum vóru við leingi. Í veru­leik­anum byrjaði hendan mann­ ingin umborð í 1990, og tá høvdu vit ein miðal­aldur, sum var niðanfyri 18 ár. Tað gekk bara heilt væl. Gamaní vunnu vit ongar stevnur, men vit gjørd­ust nummar tvey nakrar ferðir, greiðir Bárður á Steig Nielsen frá. Hann sigur, at árið eftir, í 1991, vunnu teir bæði á Norðoyastevnu og á Sundalagsstevnu, sum var í Kollafirði. – Tað gekk altíð væl hjá okkum í Kollafirði, tí vit vunnu har bæði í 1991, 1994 og í 1997, minnist meg rætt. 1997 var eisini seinasta árið, ið eg róði við Vestmenningi. Eg gavst faktisk at rógva tá, men í 1998 vóru vit tó nakrir, sum mannaðu Guldbrand til tær seinastu stevnurnar, og vit vunnu faktisk á ólavsøku, og tað var ótrúliga stuttligt, greiðir Bárður á Steig Nielsen frá. Hann hevur tó ikki bert róð við stóru bátunum, tí fyrstu ferð Bárður var við kappróðrarbáti var í 1985. – Tá var eg róðursmaður á Fortuni, og í 1988 og 1989 róði eg við Hav­ frúnni, áðrenn eg í 1990 fór um­borð á Vestmenning, greiðir Bárður á Steig Nielsen frá. Áhugin var ómetaliga stórur Sjálvur heldur Bárður eisini, at tað er stórur munur á áhuganum fyri kapp­ róðri í dag í mun til tað, sum hann var í níti­árunum, tá ið hann sjálvur róði. – Tað var ein heilt øðrvísi áhugi fyri kappróðri tá. Tað var nógv fleiri fólk úti til allar stevnurnar, og tá ið vit róðu, livdi øll bygdin við. Tað var ein ótrúliga stuttligt og gevandi tíð, sum eg minnist aftur á við stórari gleði, sigur hann. Bárður á Steig Nielsen sigur, at tað var eisini onkur gularót í kappróðrinum tá, sum ivaleyst var við til at økja um áhugan. – Oljufelagið Amerada Hess bjóð­ aði FM-vinnaranum til kapping á Silly-oyggjunum, og onkur av smærru bát­unum sluppu við til Ishøj-regatta, sigur hann. Framvegis stóran áhuga Hóast tað eru næstan 20 ár síðani, at Bárður gavst at rógva, so hevur hann fram­vegis sera stóran áhuga fyri kapp­róðri. – Tað havi eg altíð havt. Tá ið eg gavst at rógva, setti eg mær fyri at gera okkurt við umstøðurnar hjá kapp­róðrar­fólkinum í Vestmanna. Eg setti mær fyri saman við øðrum, at vit skuldu hava eitt ordiligt neyst, og tað hava vit fingið í dag, sigur hann og legg­ur afturat. – Eg ferðist framvegis til nógvar stevn­ur at hyggja eftir kappróðri, ser­ liga tá ið tað gongur væl hjá bátum úr Vestmanna, ella sjálvsagt tá ið okkurt av børnunum hevur verið við. Báðar tær eldru døtrarnar hava róð, men tær hava so valt hondbóltin framum. Son­urin fer so at rógva barnaróður við Hav­frúnni í ár, so eg fari sjálvandi aftur at fylgja væl við í ár, sigur Bárður á Steig Nielsen. Stuttligar søgur Tá ið man hevur verið við í kappróðri í so nógv ár, hevur man sjálvandi eisini onkra stuttliga hending at minnast aftur á, og Bárður minnist til dømis eina hending, sum hann heldur var á Norð­oya­stevnu í 1997. – Vit høvdu tvær ferðir árini framm­an­undan havt okkurt óhapp við bátinum á veg til róður á Norðoya­ stevnu, men høvdu vunnið hesar róðr­ar hóast óhappini. Tá vit hita upp á Bums­hamri í 1997, koykir Jan Johannesen fótin. Tá rópti onkur av hinum: Yes, so vinna vit aftur í ár. Jan bleiv borin í bátin, og beinið bundið í fóta­lunnin, og vit vunnu róðurin, greið­ir Bárður frá. Ongin Vestmenningur í ár Í fleiri ár hevur undirtøkan hjá 10-manna­førunum verið vánalig, men í ár sær út til, at fleiri bátar enn van­ligt seinnu árini fara at kapp­ast. Hetta gleðist Bárður á Steig Nielsen um, men hann harmast tó, at Vest­ menn­ingur ikki er millum hesar. – Tað er hann tíverri ikki. Vit fáa ikki mannað hann. Fleiri ungir vest­ menn­ingar rógva við Kvívíkingi, men kanska fara teir umborð á Vest­ menn­ing skjótt. Men annars sær tað hampiliga gott út við bátum úr Vest­ manna í ár, so tað verður enn eitt spenn­andi kappróðrarár, sigur Bárður á Steig Nielsen at enda. Vit vunnu altíð á Norðoyastevnu Hjá kenda løgtingsmanninum og vestmenninginum Bárði á Steig Nielsen hevur kappróður fylt nógv í nógv ár. Hann róði í nógv ár við 10-mannafarinum Vestmenningi í nítiárunum, og nú vit vísa honum eina mynd av Vestmenningi frá 1994 úr savninum hjá Sosialinum, minnist Bárður aftur á eina sera stuttliga og gevandi tíð Bárður Nielsen Myndasavnið Framyvir fara vit her í Vikublaðnum regluliga at finna gamlar myndir fram úr myndagoymsluni hjá Sosialinum. Vit fara at hitta fólk, sum eru á myndunum og tosa um gomlu myndina. Bárður á Steig Nielsen við myndini av manningini á Vestmenningi í 1994 Mynd: Áki Bertholdsen Manningin á Vestmenningi í 1994: Róðursmaðurin er Jóan Pauli Vilhelmsen. Í stýrborð sita frá lærbekki og frameftir hesir: Bárður á Steig Nielsen, Háldan Haldansen, Eli Muller, Johnny Joensen og Jákup F. Mikkelsen. Í bakborð sita frá lærbekki og fram hesir: Jan Johannesen, Rógvi Durhuus, Magni Johannesen, Jógvan Egholm og Kári Holgarsson Savnsmynd: Sosialurin