Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-16, síða 81
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. mars 2015síða 81

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 12 • 16. MARS 2015 41 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Ein av kendu blómuhandlunum í høvuðsstaðnum er nú til sølu. Talan er um blómuhandilin Árstíðirnar, sum heldur til í leigaðum hølum í J. C. Svabosgøtu »Blomstrandi forrætning« til sølu T að er Brynhild G. Joensen, ið eig­ ur handilin, sum varð stovn­aður fyri 33 árum síðan. Blómuhandilin Árstíðirnar hevur øll árini húsast í J. C. Svaboesgøtu og er elsti blómuhandil í høvuðsstaðnum í dag. – Eg havi altíð havt áhuga fyri blóm­um, tó at hetta einki hevur við tað at gera, at eg í mínum uppvøkstri hevði nakað við blómur at gera, men áhugin hevur bara altíð verið har. Tað, sum sermerkir útboðið hjá Árstíðunum, eru inniblómur. Brynhild sigur, at tey serliga hava blómur og ymiskt í sambandi við jarðarferðir og gravstøð. Hon leggur aftrat, at Árs­ tíðirnar eisini hava blómur og pynt til brúdleyp, føðingardagar, veitslur og móttøkur av ymiskum slagi. Brynhild sigur, at tey hava úr at gera, og hon fegnast um, at Árstíðirnar hava nógv afturvendandi viðskiftafólk. - Fólk eru vanabundin, og ivaleyst eru tey nøgd við okkara útboð og tænastu, tá tey eru okkum so trúføst, sigur Brynhild. Blómuhandilin Árstíðirnar hevur eisini eina væl virkandi heimasíðu við nethandli: www.blomur.fo Nú hevur Brynhild tikið avgerð um at selja handilin, sum er ein »blomstrandi forrætning« bæði so og so. Fyri rætta keyparan eru góðir framtíðarmøguleikar, sigur Brynhild sum nú ætlar at hugna sær saman við ommu- og langommubørnum. Tað er ráðgevingarfyritøkan Sp/f NIRA, sum stendur fyri søluni av handli­num. Áhugað kunnu seta seg í sam­band við Birgir Nielsen á adressuni: birgir@nira.fo ella á tel. 514499. Colorama í Saltangará er ein forvitnisligur og spennandi handil, sum er so nógv meiri enn ein málinga-, tapet-og gólvhandil Handilin við tí fjøl­ broytta útboðnum Vilmund Jacobsen Handilin Colorama í Saltangará, sum Petur Gaardlykke eigur, er kendur sum málingahandil við í fyrsta lagi svensku Beckersmálingini og norsku Jotunmálingini í sínum útboði. Bæði merkini fáast í mongum útgávum, bæði til innan-og uttandurabrúk. Colorama umboðar eisini Jotun- marinvørur, ið eru ætlaðar til máling av skipum og bátum. Petur Gaardlykke sigur, at Colo­ rama hevur selt Beckers-máling í tvey ár, og hann ásannar, at Beckers- við­skiftafólkini eru sera trúføst, sum hann tekur til. – Vit selja eisini laminat-og parket­ gólv, vinyl og sveisivinyl, og vit útvega linoleum eftir bílegging. Í samstarvi við aðrar veitarar kunnu vit leggja øll gólv og vinyl. Vit eru limir í gólvketuni Garant, www.garant.nu. Sum málingahandil selur Colorama eisini alt, sum hevur við tapet at gera, og her eru nógv forvitnislig tapetsløg. Stór gardindeild Colorama er nógv meiri enn máling, tapet og gólv. Uppi á í stóra bygninginum, har handilin húsast, er stór gardindeild við umleið 400 sløgum av gardintoyi á goymslu, umframt fleiri enn 500 toy­prøvar, sum viðskiftafólk kunnu bíleggja eftir. – Vit fáa toy heim hvørja viku, og vit bjóða okkum at seyma gardinurnar fyri fólk, sigur Petur Gaardlykke. Colorama umboðar eisini rullu­ gardin­ur, persiennur og lamell­gar­ dinur, sum er lodrættir strimlar frá Faber og Velux. Í deildini á ovaru hædd­ini eru eisini dýnur, seingjar­ klæði, handklæði, viskistykkir og ymiskt annað. Umframt alt hetta hava vit ein hóp av tí, sum rópt verður ”brugskunst” - ella gávulutir av ymiskum slagi, sigur handilseigarin. Tey, sum vilja hava fatur í Colo­ rama í Saltangará, kunnu ringja á tlf. 449149. Colorama í Saltangará er ein for­vitnisligur handil við stórum vøru­útboði. Eitt nú selur Petur Gaardlykke alskyns sløg av máling Brynhild G. Joensen stovnaði blómuhandilin Árstíðirnar fyri 33 árum síðan