Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. juli 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 125 - 4. juli 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Sosialurin Oddagrein Landsstýrið og framtíðin Viðmerking: SEINASTA veljarakanningin gevur lands- stýrinum ein frammaná. Tað missir meiri- lutan. Tveir av andstøðuflokkunum megna einsamallir at manna landsstýrið út frá veljarakanningini.Tvs. at teir hava ikki brúk fyri at hava ein annað lítlan flokk sum stuðul, og tað er í sær sjálvum rættiliga áhugavert. Eingin ivi er um, at løgmaður hevur fingið nakað at hugsa um, nú velj- arakanningarnar ikki bert taka grundar- lagið undan samgongumeirilutanum, men eisini raka hansara egna flokk sera meint. Úttalilsini hjá Birgir Danielsen í Sosialinum herfyri tala eisini sína greiðu talu, og er veljarakanningin eisini ein staðfestin av teimum. Antin løgmaður vil tað ella ikki, so verður hann noyddur til at fyritaka sær nakað meira enn bara at breiða um seg við orðum um breiðar semjur og at fáa andstøðuna við osfr. Løgmaður, sum verð- ur høgt virdur av mongum fyri sín høviska, fólkaliga og oftani eisini skilagóða atburð í hesum landsins hægsta embæti, má til at verða meira ítøkiligur. Hann veit eisini, at klichékendu úttalilsini eru føroyingar deyða troyttir av. Og eftir øllum at døma eisini hansara egnu floksfelagar, sum rýma í stórum tali frá flokkinum. Løgmaður skyldar tí bæði sínum egnu - tað verður so hansara søk - og øllum føroyingum - at spæla meira reint út. Hvat er tað hann meinar við, tá hann nú aftur hevur funnið sær gomlu frasuna úr skuffuni um breiða semju osfr. Breiðu semjuna, har andstøð- an varð tikin uppí, megnaði hann at fyri- gykla fólki í langa tíð, fyri síðani at sleppa henni aftur, tí hon var ikki møgulig. Nú hann hevur rent seg fastan er hann aftur farin at tosa um breiða semjuna!!! LØGMAÐUR má koma út úr „buskinum“. Nú má hann siga Føroya fólki, hvat hann ítøkiliga ætlar. Nú Javnaðarflokkurin so oftani hevur víst á ónøgdina við at verða hildin uttan fyri Tinganes, átti løgmaður kanska at spælt nýtt kort út, og tað er við adressu til Javnaðarflokkin. Hví ikki taka hann á orðið og bjóða honum uppí sam- gonguna, møguliga við at sleppa sær av við Sjálvstýrisflokkin, sum í veruleikanum er tann, ið forðar fyri eini breiðari loysn í sjálvstýrismálinum. Tí vóru Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin í samgongu, tá hevði hetta kastað heilt nýtt ljós á allan spurningin. Tá má so Sjálvstýrisflokkurin ofrast. Ein kann eisini ímynda sær, at tað vildi verið eitt „smart trekk“ hjá løgmanni at „tvinga“ Javnaðar- flokkin til at taka við ábyrgd Og tá er spurningurin, hvat Javnaðarflokkurin hevði gjørt! Ein nýggj men eisini spennandi politisk støða kundi hetta verið fyri at sleppa úr naggatódnini. Vakrasta ellisakfar á Sundalagsstevnuni Fólk, ið vitjaðu í Kollafirði á stevnuni sunnudagin høvdu høvi at kjósa vakr- asta ellisakfarið. Hetta er aðru ferð, at KÍF skipar fyri framsýning av ellisakførum við skúlan í Kollafirði. Hesaferð vóru 12 ellisakfør á framsýningini. Áskoðararnir høvdu høvi at kjósa tann bilin, tey hildu vera vakrastan, og fekk MGB bilurin hjá Zachariasi Leitisstein í Runavík frá 1959 flestar atkvøður. Hendan bilin keypti Zacharis Leitisstein úr USA fyri nøkrum árum síðani, har hann hevði tænt eini djóralæknakonu. Tað vóru ikki tey elstu ellisakførini í Føroyum, sum vóru á framsýningini, tí vinnandi bilurin var tann elsti. Umframt hendan sportbilin vóru tveir aðrir líknandi bilar. Hinir vóru vanligir persónbilar í Føroyum frá seksti og sjeytiárunum. Elsti bilur í Føroyum er ein Ford T frá 1915. Hesin MGB bilurin frá 1959 varð kosin vakrasta ellisakfarið á framsýningini, sum KÍF skipaði fyri á Sundalagsstevnuni sunnudagin Mynd: John Johannessen Listaframsýning á torginum í SMS Elisabeth Pike, fødd Joensen, sum býr í Kanada, vitjar heimlandið við sínari list Elisabeth Pike hevur í mong ár, við millumbilum, verið heima og havt framsýning- ar. Tey fyrstu árini vóru tað serstakliga vevmyndirnar hon hevði at sýna fram. Hesi seinastu árini hevur málningalistin vunnið ein stóran part av hennara áhuga. Litir og drama eyðkenna nógvar av myndunum. Mo- tivini tykjast at vera tikin frá løtum í lívi hennara, ið hava givið sterkar og djúpar kenslur. Elisabeth Pike er í løtuni við at enda sína útbúgving sum Bachelor of Fine Arts á Ontario College of Art and Design í Toronto. Framsýningin er opin alla vikuna 3.-8. juli frá kl. 10- 18. Ítrótta- og Mentunarstevna í Føroyum 3. Ítrótta- og Mentunar- stevna verður hildin í Før- oyum hesaferð, har 6 ung- dómar og 2 leiðarar koma úr hinum Norðurlondunum til Føroya at luttaka á einari Ítrótta- og Mentunarstevnu, sum verður í Suðuroy 1.–6. juli og í Havn 6.–8. juli. Undanfarin ár hevur hetta tiltak verið í Íslandi í 1998 og í Grønlandi í 1999. Ungdómarnir, sum eru í aldrinum 16–18 ár, skulu greiða hinum luttakarunum frá um landið og mentanina úr tí landi tey koma frá, umframt at tey koma at upp- liva ta vøkru føroysku náttúruna. Hetta er sera gott høvi hjá Føroyum at vísa norður- lendingum, hvat ið vit hava at bjóða av ymiskum, tí hesi fólkini, sum koma hendan- vegin, eru framtíðar ítróttar- leiðarar. Hetta er sera gott høvi hjá Føroyum at vísa norður- lendingum, hvat vit hava at bjóða av ymiskum, tí hesi fólkini, sum koma hendan- vegin, eru framtíðar ítrótta- leiðarar. Tey koma til landið við flogfarinum hjá Atlantsflog, sum hevur útvegað sera bíligar ferðaseðlar, og skulu tey búgva í skúlanum í Trongisvági, meðan tey eru í Suðuroy, har Tvøroyrar kommuna hevur víst væl- vild við at lata luttakararnar búgva og nýta ítróttarhøll- ina ókeypis. Annars verður tiltakið samskipað við ferðavinnuna í Suðuroy og verður tað Anna Djurhuus frá TB, sum verður høvuðssamskipari fyri tiltakinum í Suðuroy. Maskinmeistarafelagið hev- ur nú fingið svar frá Fíggj- armálastýrinum upp á fyri- spurning um broytingar í norðurlendsku dupultskatt- aavtaluna fyri sjófólk. Í svarinum verður sagt, at skatting av føroyskum sjó- monnum undir DIS-skipan- ini ikki verður ávirkað av broytingini í avtaluni. Víst verður til § 154, 2. stk. í skattalógini, har heim- ild er fyri sama skattingar- hátti, sum dupultskattaav- talan higartil hevur heimilað Fíggjarmálastýrið fer í næstum at geva boð til økis- Viðvíkjandi norðurlendsku dupultskattaavtaluni fyri sjófólk skrivstovurnar um, hvussu skatturin hjá sjómonnum undir DIS skal roknast eftir 1. januar 2001, sigur Mask- inmeistarafelagið í tíðinda- skrivi. Godt Nyrup — du taler end- elig skatteydernes sag. Når man ser og hører rad- io og Tv — kan man blive så gal på færinger. Man sid- der tilbage med et indtryk af, at vi skal betale for alle deres udgifter — uden at kunne tillade sig at sige no- get. Færøsk selvstændighed — det er vi mange der syntes er i orden Hvad skulle motivet — og begrundelsen i grunden være for at vi skulle betale for disse øers udgifter. Og så betaler man endda mindre i skat på Færøerne end i Danmark !!!!!!! Ja jeg kan kun se det som en almisse — der er jo ing- en grund til at vi bliver ved med at betale — så ville jeg hellere have at disse penge kom andre nødlidende tid til gode her i landet !!!!!! Derfor mener jeg at vi lige så godt som dem der bor på Færøerne - i Dan- mark — kunne stemme om hvorvidt vi vil have færing- erne med i vores fællesskab. Det er jo altid let at være med i et fællesskab hvis det ikke koster noget og er Fær- øerne kun med af økonom- iske grunde — kan det vel være det samme. Tonny Rosing Havremarksvej 1 4200 Slagelse Samgongan ósamd um skattalætta Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur gjørt av at avmarka skattalættan til fiskimenn. Men hetta hóvar ikki Fólkaflokkinum JOHN JOHANNESSEN Eftir fyrsta januar 2001 skal skattalættin hjá fiskimonn- um fella burtur, tá inntøkan er komin upp um eitt ávíst mark. Hetta hevur landsstýris- maðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen úr Tjóð- veldisflokkinum, gjørt av. Men hin stóri flokkurin í samgonguni, Fólkaflokkur- in, tekur ikki undir við hesi avgerð. Anfinn Kallsberg, løgmaður, fatar hetta, sum at skatturin hjá sjómonnum verður hækkaður, og tí er hann persónliga ímóti. – Eg eri ímóti øllum ætl- anum um at hækka skattir. Heldur vil eg, at allir skattir skulu lækka, sigur Anfinn Kallsberg. Hevur fulla heimild Landsstýrismaðurin í fíggj- armálum hevur kortini fulla heimild at seta mark á skattalættan hjá sjómonn- um. Hesa heimild fekk landsstýrismaðurin, tá løg- tingið í 1997 samtykti lóg- ina um skattalættan. Upprunaliga ætlaði tingið at seta eitt mark í lógina á 500 túsund krónur. Men tá tað var greitt, at tað ikki fór at bera til hjá telduskipan- unum hjá Elektron at rokna skattin við hesum marki, valdi tingið í staðin at geva landsstýrismanninum heim- ild til at áseta markið seinni, tá útgerðin var dagførd. Hesa heimild hevur landsstýrismaðurin, Karsten Hansen úr Tjóðveldisflokk- inum, nú valt at nýta. Missa skattaborgarar Anfinn Kallsberg sær stóran vanda í, at mark verður sett á skattalættan. Hann vísir á, at avleiðingin av hesum kann gerast, at yvirmenn við góðari hýru umborð á útlendskum skipum velja at flyta aðrastaðni at gjalda skatt. Tí ætlar Anfinn Kallsberg sær at arbeiða ímóti ætlanini hjá Karsteni Hansen, tá hon skal viðgerast politiskt í samgonguni. Tað er nevnilga soleiðis, at ætlanin skal leggjast fram og viðgerast politiskt í landsstýrissamgonguni, hó- ast landsstýrismaðurin hev- ur fullan avgerðarætt í hes- um føri. Hóttir ikki samgonuna Hóast Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin eru ó- samdir í hesum máli, vænta hvørki Anfinn Kallsberg ella Karsten Hansen, at spurningurin kann gerast ein hóttan móti samgong- uni. Karsten Hansen sigur seg rokna við, at Fólkaflokkurin ikki fer at seta seg ímóti av- gerðini, tá av tornar. Hann vísir á, at ætlanin bert kem- ur at raka nakrar fáar av føroysku fiskimonnunum, og harafturat er talan bert um smáar upphæddir, hesir koma at gjalda meira í skatti. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum heldur tað vera heilt náttúrligt, at fiski- menn halda uppat at fáa skattalætta, tá inntøka teirra kemur upp um hálvu milli- ónina, soleiðis, at latast kann út aftur á ein ella ann- an hátt til tey, ið eru veikari fyri fíggjarliga. – Hetta gevur okkum møguleika at geva teimum lægri løntu skattalætta, sig- ur Karsten Hansen, lands- stýrismaður í fíggjarmálum. Tað er enn ikki greitt, hvussu høgt markið fyri skattalættan skal vera. Men Karsten Hansen roknar við, at tað fer at ligga nær hálvu milliónini, tingið í 1997 ætlaði tað skuldi vera. SVEINUR TRÓNDARSON Seinnapartin sunnudagin hendi eitt ferðsluóhapp í Gassádali beint oman fyri Vestmanna. Ein bilur, sum var á veg norðureftir, kom ov langt út móti vegjaðaranum og fór út av vegnum. Av løgreglu- støðini í Havn skilja vit, at bilurin fór runt eftir at hann var farin út av. Vakthavandi á støðini í Havn sigur, at orsøkin til óhappið var ósketni. – Hon er komin ov langt út í borðið uttan at hava fingið snarað inn aftur á vegin, og tí er hon farin út av, sigur vakt- havandi. Gentan fekk smávegis snudd í høvdið, men tað var ikki verri enn so, enn at læknin kláraði tað, sigur vakthavandi á støðini í Havn. Bóltaði út av vegnum Ein bilur fór út av vegnum í Gassádali seinnapartin sunnudagin. Førarin, ein ung kvinna, fekk bert smávegis snuddir Bilurin fór illa, og gentan, sum koyrdi, fekk smávegis snudd í høvdið Mynd: Jens Kristian Vang Eftir fyrsta januar 2001 skal skattalættin hjá fiskimonn- um fella burtur, tá inntøkan er komin upp um eitt ávíst mark