týsdagur 17. mars 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. mars 2015 · Nr. 32
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Hetta er ein risastór avbjóð
ing, sum vit noyðast at taka
upp, tí tað ber ikki til at sita
hendur í favn longur.
Tað
staðfestir
Edvard
Heen, stjóri í almannaverk
inum
Leygardagin var hann
á landsfundinum hjá Sam
bandsflokkinum, har hann
greiddi frá støðuni í al
mannaverkinum og teimum
ovurhonds
stóru
avbjóð
ingunum, sum standa fyri
framman.
Tað var ikki sørt, at hann
loypti hvøkk á Sambands
fólk, tá ið hann gjørdi greitt,
at næstu fimm árini fara,
bara tær lógarbundnu, út
reiðslurnar hjá Almanna
verkinum at hækka einar 143
milliónir krónur.
Høvuðsorsøkirnar til tað
eru, at vit fáa fleiri og fleiri
pensjónistar og av tí sama
fara útreiðslurnar til fólka
pensjón at hækka einar 90
milliónir. Men samstundis
fara útreiðslurnar til tillagað
størv, tað sum fyrr nevndist
vard størv, eisini hækka einar
50 milliónir krónur, umframt
at aðrar útreiðslur hækka.
Men harafturat fær Al
mannaverkið eisini brúk fyri
75-100 milliónum til íløgur
hesi næstu fimm árini.
Neyðugt við tiltøkum
Edvard Heen sigur, at hetta
er ein gongd sum krevur, at
tiltøk verða sett í verk, og
tað noyðast politikararnir at
taka til sín.
Hann vísir á, at Almanna
verkið umsitir einar 1.350
milliónir krónur um árið.
Av teimum eru 77 prosent,
ella 1.050 milliónir, lógar
bundnar útreiðslur og 23
prosent er rakstur av ymsum
slagi.
Av rakstrinum fara fýra
prosent til fyrisiting, 13
prosent fara til starvsfólk
av ymsum slagi. Hetta eru
starvsfólk, sum hava við
stuðulsskipanir og annað at
gera í sambandi við fólk, sum
fyribils eru undir Almanna
verkinum, men sum aftur á
arbeiðsmarknaðinum. Talan
kann vera fólk, sum, hava
havt blóðtøpp, heilabløðing,
ella okkurt annað bakkast,
sum ger, at tey eru undir Al
mannaverkinum í eina tíð at
fáa ráðgeving, endurvenjing,
ella annað, men sum aftur
fara á arbeiðsmarknaðin.
Restin av rakstrarjáttan
ina, ella 83 prosent, eru tær
heitu hendurnar, sum tað
ofta verður kallað.
Tað eru starvsfólkini, sum
arbeiða í heimatænastuni, á
sambýlum, á vardum verk
støðum og aðrastaðni.
Undir stórum trýsti
Edvard Heen ásannar, at tað
er eitt ovurhonds stórt trýst
á Almannaverkið eftir at fáa
tað at veita fleiri tænastur,
og tað skilir hann væl.
Men hann ásannar, at
sum heild, er Almannaverkið
undir stórum trýsti og hann
staðfestir, at tað er neyðugt
at endurskoðað stovnin.
Hann vísir á, at politikarar
hava skorið játtanina til fyri
siting og játtanina til starvs
fólk av ymsum slagi, fleiri
ferðir.
– Men her er talan um so
smáar upphæddir, at tað er
ikki á hesum økjum, at polit
iskt tiltøk gera nakran serlig
an mun, sigur hann.
– Tað, sum veruliga ger
mun, er at endurskoða skip
anina fyri, hvussu vit brúka
tey 83 prosentini av rakstrar
játtanini, sum vit brúka uppá
tær heitu hendurnar.
– Og vit mugu eisini end
urskoða, hvussu vit brúka
tey 77 prosentini av allari
játtanina, vit brúka til lógar
bundnar útreiðslur, leggur
hann afturat.
– Tað her hetta, sum er
neyðugt fyri at loysa tær
avbjóðingar, vit sum vælferð
arsamfelag, hava hesi næstu
árini, sigur Edvard Heen.
Edvard
Heen
ásannar
samstundis, at tað verður alt
annað enn lætt, tí hjá politik
arum eru neyvan nógvar at
kvøður at vinna við at skerja
tey økini.
– Men tað er ein av
bjóðing, politikararnir ikki
sleppa undan at taka á seg,
tí vit mugu endurskoða tær
vælferðartænastur, vit hava,
sigur stjórin á Almannaverk
inum.
Men umframt hetta, skal
Almannaverkið latast upp
fyri fólki, samstundis sum
arbeiðsgongdir skulu effekt
iviserast.
Edvard Heen sigur, at
nógvar ætlanir liggja í kort
unum, bæði við eini øðrvísi
telefonskipan, einum borg
araportali og øðrum tiltøk
um.
– Og vit skulu eisini hava
tær góðu søgurnar fram.
Vit hava 16.500 føroyingar
í okkara skipan um árið, og
ivaleyst er tað summi, ið
átti at havt fingið eina betri
tænastu. Men nógv, nógv tey
flestu eru væl nøgd, og tað
skulu vit hava fram í ljósið,
sigur sigur Edvard Heen.
Tann heilt stóra
avbjóðingin
Hinvegin heldur stjórin á
Almannaverkinum, at tann
heilt stóra avbjóðingin er
at útvega fólki við serligum
tørvi nøktandi bústaðir.
Hann sigur, nógvir bú
staðir til fólk við skerdum
Vit eru í ferð við at renna okkum føst og vit hava eina
risastóra avbjóðing, sum politikarar noyðast at taka støðu
til, sigur Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum
Vit eru í
ferð við
at renna
okkum føst
Hetta er ein gongd
sum krevur, at tiltøk
verða sett í verk
Tað her hetta, sum er
neyðugt fyri at loysa
tær avbjóðingar, vit sum
vælferðarsamfelag, hava
hesi næstu árini
ALMANNAVERKIÐ UNDIR TRÝSTI