týsdagur 17. mars 2015síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 18. mars 2015 · Nr. 32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
førleikum eru bygdir kring
landið, og nú mugu bústaðar
viðurskiftini sigast at vera, at
kalla loyst allastaðni í land
inum – uttan í Havn.
– Nú er tað Havnin, sum
má standa fyri tørni. Tað
er í Havn, at tað stóri trup
ulleikin liggur og verður
einki gjørt, verður tað her, at
bumban brestur.
Hann sigur, at í løtuni
standa 22 fólk við skerdum
førleikum á bíðilista til at
fáa bústað í Havn og um 10 ár
fara næstan 50 fólk at standa
á bíðilista eftir at fáa bústað,
bara í Havn.
Men um 10 ár fara eis
ini eini 25 fólk at standa á
bíðilista í Eysturoy, serliga á
Runavíkarleiðini, vísa fram
skrivingar hjá Almannaverk
inum.
Edvard Heen sigur, at hesi
næstu fáu árini fær Almanna
verkið sostatt ein íløgutørv
upp á 60 til 80 milliónir krón
ur, bara til íbúðir til fólk við
skerdum førleikum.
Hann sigur, at samskift
verður við almannamálaráðið
um hesi viðurskifti og sam
skift verður eisini við Bú
staðir fyri at vita, hvørjir
møguleikar eru har fyri at
nøkta tørvin á bústøðum til
fólk við skerdum førleikum.
Men hann heldur eisini,
at tað er greitt, at vit mugu
hugsa øðrvísi og at byggja í
størri eindum til endamálið,
fyri at tryggja ein skynsaman
rakstur.
Men umframt íløgurnar
til bústaðir, hevur Almanna
verkið eisini tørv á íløgum
fyri 15 – 20 milliónir til ymisk
teknisk viðurskifti og til at
seta heildarætlanina í verk.
Helvtin er óhóskandi
Men stjórin í Almannaverk
inum sigur, at oman á hetta,
er støðan eisini tann, at
helvtin av bústøðunum, ella
50 prosent av bústøðunum,
Almannaverkið hevur til fólk
við skerdum førleikum, eru
ikki hóskandi til endamálið.
Ein orsøk til at bústaðirnir
ikki eru óhóskandi, er, at pol
itikarar høvdu ein dreym um
at integrera fólk við skerdum
førleikum í restina av samfe
lagnum.
Og tann spurningurin
varð mangan loystur við at
keypa gomul sethús, til fólk
við skerdum førleikum at
búgva í. Men nógv av teimum
hava víst seg ikki at vera
hóskandi til endamálið.
Ein onnur orsøk til at bú
staðirnir ikki eru hóskandi
til endamálið, er, at húsini,
sum verða brúkt til bústaðir,
verða ikki hildin.
Játtanin, Landsverk fær
at halda almennar bygningar
og almenn hús, fyri, er alsamt
lækkað og lækkað seinastu
árini og nú er hon komin nið
ur á 22 milliónir krónur.
Landsverk
hevur
ábyrgdina
av
at
halda
37 hús og bygningar hjá
Almannaverkinum. Lands
verk
hevur
roknað
seg
fram til, at hesi hús og hesir
bygningar hava tørv á ábót
um fyri 14 milliónir krónur.
Men bara tær ábøturnar,
sum krevjast fyri fáa húsini
og bygningarnar at lúka lóg
arkravd krøv av ymsum slagi,
kosta átta milliónir.
Men
játtanin
er
ikki
meiri enn tríggjar milliónir.
Sostatt er skilligt, at talan
verður eina stóra eftirstøðu
í umvælingum og ábótum.
Men tess longur, drálað verð
ur at gera hesar ábøturnar,
tess dýrari verður tað í longd
ini.
Renna okkum føst
Edvard Heen heldur sostatt,
at umframt at tað er neyðugt
at leggja langtíðarætlanir
fyri Almannaverkið, er tað
eisini neyðugt at gera íløgur
nú, fyri at fáa tamarhald á
rakstrinum.
– Vit eru í ferð við at renna
okkum føst, bæði tøkniliga á
ymsum økjum og eisini, hvat
bústøðum viðvíkur.
Í heilt rundum tølum
nevnir Edvard Heen tvey
dømi um, hvat krevst fyri at
halda rakstrinum niðri, og
fyri at sleppa undan ógvus
ligum hækkingum í játtanini
hesi næstu árini.
Hann vísir á, at sum støð
an er nú, rinda arbeiðsgevar
ar bara fyri tveir teir fyrstu
sjúkradagarnar hjá starvs
fólki.
Hann heldur, at hetta er
ikki annað enn almennur
stuðul til vinnuna og hann
vísir á, at í Danmark skulu
arbeiðsgevarar rinda fyri 16
teir fyrstu sjúkradagarnar
hjá starvsfólki. Og so vítt
hann minnist, skulu norskir
arbeiðsgevarar rinda fyri ein
heilan mánað.
Men verður lógin í Før
oyum broytt, so at arbeiðs
gevarar rinda 10 teir fyrstu
sjúkradagarnar hjá starvs
fólki, frá 2017 at rokna, og
verður pensjónsaldurin sam
stundis hækkaður eitt ár, upp
í 68 ár, verður bara neyðugt
at hækka játtanina til Al
mannaverkið 50 milliónir,
hesi næstu fimm árini.
Men skal heilt sleppast
undan at hækka játtanina,
verður neyðugt at hækka
pensjónsaldurin upp í 70 ár
í 2017 og samstundis skulu
arbeiðsgevararnir rinda fyri
16 teir fyrstu sjúkradagar
nar.
Í løtuni er játtanin til Al
mannaverkið 1350 milliónir
og verður onki gjørt, fer Al
mannaverkið at kosta minst
1500 milliónir, longu í 2020,
ella minst 150 milliónir meir
enn tað ger í dag.
– Edvard Heen sigur, at
hann nevnir hetta sum dømi
um, hvat krevst fyri at halda
raksturin hjá Almannasama
á sama stigi, sum hann er á
í dag.
Men íløgurnar í nýggjar
bústaðir til fólk við skerdum
førleikum, slepst ikki undan
undir nøkrum umstøðum.
Býta vælferðina
Edvard Heen ásannar, at
hetta er ein avbjóðing av
teimum stóru, samstundis
sum at vit hava hall á fíggj
arlógini, hóast tíðirnar eru
góðar, sum tær eru.
Men hann heldur, at tað er
ein spurningur um, hvussu
vælferðin í samfelagnum
verður býtt.
– Sum samfelag eiga vit,
eitt nú, at seta okkum tann
spurningin um tilfeingis
gjøldini eru tey røttu, um
partafelagsskatturin er tann
rætti og um tað er rímiligt, at
vinningurin hjá uppsjóvar
vinnuni og alivinnuni er so
ovurstórur, sum hann er.
Og er tað rætt, at vit ikki
hava ognarskatt í Føroyum,
spyr stjórin á Almannaverk
inum.
– Tað er hevur einki at
gera við tað um vit unna
vinnulívinum, at tað gongur
gott, men vit eiga at viðgera
spurningin um tað er rími
ligt, at virðisøkingin er so
stór, sum hon er, og um,
hvussu vælferðin í føroyska
samfelagnum, verður býtt,
heldur hann.
Risastór
avbjóðing
Stjórin á Almannaverkinum,
Edvard Heen, roynir nú at
purra politikararnar út. Tað
ger hann við at seta tøl á tær
risastóru avbjóðingarnar,
Almannaverkið hevur hesi
næstu árini. Tølini eru
stór og hann nevnir tvey
dømi um, hvat skal til fyri
at tálma útreiðslunum
og í báðum dømunum
nevnir hann møguleikan at
hækka pensjónsaldurin
Tað er ein avbjóðing, politikararnir
ikki sleppa undan at taka á seg
ALMANNAVERKIÐ UNDIR TRÝSTI