týsdagur 17. mars 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. mars 2015 · Nr. 32
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mortan Østerø
Leygardagin 14. mars var
landsfundur hjá Sambands
flokkinum,
og
millum
framløgurnar var stjórin í
Almannaverkinum, Edvard
Heen. Í meldrinum við for
mansfrágreiðing,
val
av
nýggjum næstformanni og
visjónum, punkteraði Edvard
optimismuna
við
trongu
kørmunum hjá Almanna
verkinum. Sambært stjór
anum á Almannaverkinum,
er neyðugt við fleiri tals
milliónum, skal stovnurin
veita neyðugu tænasturnar
á nøktandi støði, og í verandi
støðu er játtanin rættiliga
langt frá tørvinum.
Stórar avgerðir
truplar í valárum
Tað kemst sjáldan uttanum,
at politikarar fara undir at
reka valstríð í politikkinum
hjá sær í einum valári, og
tað er ikki óhugsandi, at um
fatandi nýskipanir verða
torførar at fremja í verki av
tí sama. Lova politikkarar
nir veljarunum eina dýra
nýskipan, kann tað økja um
møguleikarnar
at
endur
vinna egnan sess á tingi,
men samstundis forða fyri
nýskipanini, tí ráðini snøgt
sagt ikki eru til tess. Lands
stýriskvinnan í Almanna
málum ásannar, at tað er
trupult at finna eina semju
um pensjónsnýskipanina í
valárinum, men vónar tó at
finna eina loysn.
– Hóast vit vóna at náa
einari semju, so eru vit
nervøs fyri hvørt ein semja
er gjørlig í einum valári. Tá
tað er sagt, so hevur arbeiði
við pensjónsnýskipanini ver
ið ótrúliga konstruktivt, og
allir luttakandi flokkarnir
eru fullgreiðir yvir, at pen
sjónsnýskipanin
er
ein
avbjóðing, sum skal takast í
størsta álvara. Fara politik
arar at lova meir enn tað er
verulig ráð til, haldi eg tað
vera
eina
ábyrgdarleysa
niðurbræðing av møguligum
loysnum til eina týdningar
mikla nýskipan. Har vóni eg
veruliga, at bæði bein eru í
veruleikanum heldur enn í
valstríðinum, sigur Annika
Olsen,
Almannamálaráð
harri.
Í várfrágreiðingini vísti
Búskaparráðið á skeiklaðu
fólkasamansetingina
í
Føroyum – tey eldru við pen
sjón gerast alsamt fleiri í tali,
meðan arbeiðsføra fjøldin,
ið skal fíggja pensjónina,
minkar. Ein av loysnunum í
umfari, hevur verið at antin
hækka
pensjónsaldurin
ella at eggja pensjónistum
at vera verandi á arbeiðs
marknaðinum.
Almanna
málaráðharrin
sigur,
at
hesin spurningurin hevur
verið á lofti í arbeiðinum við
pensjónsnýskipanini,
men
einki ítøkiligt er avgjørt enn.
– Tað er trupult at siga
júst nú, tí vit eru ikki komin
á mál við hesum spurning
inum enn. Ein av møgu
leikunum er, at eggja eldri
fólki til at vera verandi á
arbeiðsmarknaðinum ella at
hækka pensjónsaldurin, men
álvarsom atlit skulu takast.
Summi fólk hava havt hart
kropsligt arbeiði, og tað hevði
ikki verið rætt at binda hesi
til fleiri ár á arbeiðsmarknað
inum. Vit umhugsa tískil
hvørt pensjón kann gerast
til tvang ella hvørt hon skal
vera sjálvboðin. Nøkur stig
eru tó tikin – millum annað
tvungna uppsparingin, sigur
Annika Olsen.
Óhóskandi
bygningarnar
Á landsfundinum hjá Sam
bandsflokkinum leygardag
in, vísti Edvard Heen á, at 22
fólk eru á bíðilista til vard
búpláss í Havn og talið fer
heilt upp í 50 fólk innan 10
ár, verða neyðugu ábøtur
nar ikki framdar. Sum er,
eru
bygningarnir
heldur
ikki nøktandi, og sambært
útrokningum
hjá
Lands
verki, skulu átta milliónir til
um bygningarnir skulu lúka
løgfrøðiligu krøvini. Skulu
bygningarnir vera gjørdir
haldgóðir, er tørvur á 14
milliónum krónum til um
vælingar sambært Lands
verki. Veruleikin er tó, at
einans tríggjar milliónir eru
tøkar til ábøturnar.
– Játtanin til viðlíkahald
av almennum bygningum
er alt ov lítil – tað er eingin
ivi um tað. Ætlanin er at
koma við einum ítøkiligum
útspæli um júst hetta, nú
arbeitt verður við fíggjar
kørmunum. Tað hevur verið
siðvenja fyri at keypa sethús
og umvæla hesi til búpláss
og stovnar, og tað haldi eg als
ikki vera nøktandi. Ætlanin
er heldur at byggja hóskandi
nýbygningar – serliga í Havn,
har tørvurin á búplássum er
alsamt vaksandi, sigur lands
týriskvinnan
í
Almanna
málum.
Stjórin á Almannaverk
inum kom eisini inn á trupul
leikan
við
fortreytunum,
sum bygningarnir eru bygdir
eftir. Sambært honum, hava
politikararnir
ynskt
at
samansjóða førleikaskerdu
fólkini við hinar borgararnar,
og av tí sama eru nógvir av
stovnunum beinleiðis um
bygd sethús, staðsett millum
onnur sethús. Edvard Heen
mælti til, at bygnaðurin varð
endurskoðaður og fólkini
heldur vóru samlað í hósk
andi stovnum.
– Tað eri eg samd í, men
tað er umráðandi at finna eitt
hóskandi tal av búfólkum til
stovnarnar. Ætlanin er, at vit
veita íbúðir – summar vard
ar og aðrar partvíst vard
ar – til brúkararnar alt eftir
hvør tørvurin hjá tí einstaka
er, fyri at forða fyri einari
'yvirstimulering'. Tey væl
bjargaðu og minni vælbjarg
aðu hava ikki sama tørv, og
áttu tískil at fingið hjálp og
búpláss, sum svarar til sínar
tørvir, sigur Annika Olsen.
mortan@sosialurin.fo
Sambært stjóranum í Almannaverkinum er tørvur á stórum upphæddum fyri at tryggja
nøktandi støðið á vælferðartænastunum undir ráðnum. Annika Olsen ásannar avbjóðingarnar
at náa neyðugu semjunum í einum valári, men vónar framvegis at tær vera veruleiki
Valár kunnu forða
stórum semjum
ALMANNAVERKIÐ UNDIR TRÝSTI
Annika Olsen, Almannamálaráðharri
Mynd: Álvur Haraldsen