týsdagur 17. mars 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 18. mars 2015 · Nr. 32
Dagsskráin fyri fundin verður hendan:
1. Val av fundarstjóra
2. Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í
farna roknskaparári
Regin Jacobsen, stjóri, greiðir frá virksemi
felagsins í farna ári.
3. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til
góðkenningar
Uppskot til ársfrásøgn fyri 2014 við notum
fyri P/F Bakkafrost og fyri konsernina, sum
eisini inniheldur frágreiðing frá nevnd og
stjórn felagsins og grannskoðaraátekning fyri
2014, er at finna á heimasíðu felagsins www.
bakkafrost.com.
4. Avgerð um nýtslu av yvirskoti ella rindan av
halli sambært góðkenda roknskapinum
Viðvíkjandi avgerð um nýtslu av yvirskoti
skjýtur nevnd felagins upp soljóðandi
samtykt:
„Goldið verður vinningsbýti til partaeigarar
felagsins við 6,00 kr. fyri hvørt partabræv,
svarandi til eina samlaða upphædd áljóðandi
293,1 mió. kr. Vinningsbýtið verður útgoldið til
teir partaeigarar, sum eru skrásettir í VPS við
afturlatingartíð tann 10. apríl 2015. Eftir útgjald
av vinningsbýti er flutti vinningurin tilsamans
1.713,9 mió. kr.
Partabrøv felagsins verða skrásett uttan
vinningsbýti frá 13. apríl 2015.“
5. Val av nevnd
Til hendan aðalfundin standa 2 nevndarlimir
fyri vali. Hesir eru Annika Frederiksberg og
Øystein Sandvik. Nevndarlimir felagsins
verða valdir fyri 2 ár í senn. Afturval kann
fara fram. Sambært viðtøkum felagsins skal
valnevndin gera innstilling til aðalfundin um
val av nevndarlimum.
Valnevnd felagsins skjýtur upp afturval av
Anniku Frederiksberg og Øystein Sandvik fyri
2 ár.
6. Val av formanni til nevndina
Valnevnd felagsins skjýtur upp afturval av
Rúna M. Hansen sum formann til nevndina
fyri 2 ár.
7. Áseting av samsýning til nevndina og
grannskoðaranevndina
Valnevnd felagsins skjýtur upp, at nevndar
lønin fyri 2015 verður hendan:
Nevndarlimir fáa 200.000 kr. um árið, næst
formaðurin fær 250.000 kr. um árið, og for
maðurin fær 400.000 kr. um árið.
Valnevnd felagsins skjýtur upp, at samsýningin
fyri nevndarlimir í grannskoðaranevndini
verður 40.000 kr. um árið.
8. Val av limum til valnevndina, herundir val av
formanni til valnevndina
Til hendan aðalfundin standa Eyðun Rasmus
sen og Ola WesselAas fyri vali.
Valnevndin skjýtur upp afturval av Eyðuni
Rasmussen og Ola WesselAas.
9. Áseting av samsýning til valnevndina
Valnevnd felagsins skjýtur upp, at samsýning
in til limirnar í valnevndini fyri 2015 verður
tann sama sum í 2014. Nevndarlimirnir fáa
8.000 kr. um árið og formaðurin 16.000 kr. um
árið.
10. Val av grannskoðara
Grannskoðari felagsins er P/f Januar løggilt
grannskoðanarvirki, Hoyvíksvegur 5, 110
Tórshavn.
Nevndin skjýtur upp afturval av grannskoðara
felagsins at sita til næsta ársaðalfund.
11. Samsýningarpolitikkur
Við tilvísing til grein 10, stk. 3 í viðtøkum
felagsins skjýtur nevndin upp hesar leiðreglur
fyri áeggjanarviðurgjald til leiðslu felagsins at
galda frá og við roknskaparárinum 2015:
Samsýningarpolitikkur hjá P/F Bakkafrost
fyri nevnd og stjórn
Samsýningarpolitikkurin hjá P/F Bakkafrost
hevur sum mál at tryggja felagnum eina góða
fyritøkuleiðslu og at skapa karmar fyri
lang tíðar virðisskapan.
Samsýning til einstøku nevndarlimirnar og
stjórnina er lýst í ársroknskapinum og verður
eisini almannakunngjørd á heimasíðu felagsins
undir Investor Relations teiginum.
Samsýning til nevnd
Nevndin í P/F Bakkafrost verður lønt sambært
teirri avgerð, sum aðalfundurin tekur. Val nevnd
felagsins ger eitt tilmæli til aðalfundin um
støddina av teirri samsýning, sum nevnd
felagsins skal hava. Avgerð verður tikin um
hetta á vanliga ársaðalfundi felagsins. Nevndin
kann ikki víkja frá teirri avgerð, sum aðal
fundurin tekur.
Samsýning til stjórn
Stjórn felagsins er sett sambært stjóra sáttmála.
Gjørdar verða árligar eftirmetingar av lønini,
herundir um tillagingar skulu gerast. Allar
broytingar í galdandi stjórasáttmála skulu
gerast skrivliga og skula góðkennast av nevnd
felagsins.
Avgerandi fyri samsýning stjórnarinnar er, at
hon tryggjar, at felagið framhaldandi er ført
fyri at draga at sær og fasthalda stjórnarlimir,
sum hava bestu førleikar.
Samsýningin til stjórn felagsins verður saman sett
við støði í marknaðarsiðvenju og felagsins
serliga tørvi.
Samsýningin til stjórnina kann fevna um
fasta løn, kontant bonus, bonus latið sum
virðisbrøv, herundir partabrøv í felagnum,
umframt eftirløn.
Samlaða støðið fyri føstu samsýningina verður
ásett við atliti til marknaðarstøðið, har millum
annað stødd felagsins og rakstrar gongdin verður
tikin við í ásetingini. Stjórnar limirnir fáa eftirløn,
svarandi til ein ásettan prosentpart av føstu
samsýningini. Ein partur av eftirlønini kann
latast sum virðis brøv, herundir partabrøv í
felagnum.
Skiftandi (variabla) samsýningin til stjórnar
limirnar verður í høvuðsheitum ásett, grundað
á í hvønn mun stjórnarlimirnir røkka ásettum
málum. Virðisbrævagrundað bonus verður
virðisásett til marknaðarvirði sambært
viðurkendum leiðreglum.
Skiftandi (variabla) samsýningin kann ikki í
einum inntøkuári hava størri fíggjarligt virði
enn fasta samsýningin.
Nevndin ásetir innan karmarnar av hesum
samsýningarpolitikki øll viðurskifti, ið
við víkja samsýning til stjórnina, herundir
eisini fráfaringartreytir.
Møgulig frávik
Nevndin kann ikki gera frávik í teimum
leiðreglum, sum eru galdandi viðvíkjandi
variablu samsýningini til stjórn felagsins.
Ábyrgd
Hesin samsýningarpolitikkur er góðtikin av
nevndini í P/F Bakkafrost og av ársaðal fund
inum í apríl 2015.
Nevndin hevur ábyrgdina av at gera neyðugar
tillagingar og at leggja møguligar broytingar
fyri ársaðalfund felagsins til góðkenningar.
12. Ymiskt
INNKALLING TIL AÐALFUND Í P/F BAKKAFROST
BOÐAÐ VERÐUR VIÐ HESUM TIL
ÁRSAÐALFUND Í P/F BAKKAFROST
AÐALFUNDURIN VERÐUR HILDIN Í HØLUM FELAGSINS
Á BAKKAVEGI 9, 625 GLYVRAR, LEYGARDAGIN 11. APRÍL 2015, KL. 10.00
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum
Partaeigarar, sum ynskja at luttaka á aðalfund
inum, verða bidnir um at senda luttøkuskjalið,
sum er at finna á heimasíðu felagsins www.
bakkafrost.com, til P/f Bakkafrost, Bakkavegur 9,
625Glyvrar, ella at senda luttøkuskjalið við
telduposti til agm@bakkafrost.com, ella á telefax
nr. +298 405009. Luttøkuskjalið kann eisini
útvegast við at ringja til felagið, tlf. +298 405000.
Luttøkuskjalið má vera móttikið av P/f Bakka
frost í seinasta lagi týsdagin tann 7. apríl 2015,
kl. 24.00.
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum
fer eisini fram umvegis heimasíðu felagsins
www.bakkafrost.com ella á skrivstovu felagsins
Bakkavegur 9, FO625 Glyvrar, ella á tlf. nr. +298
405000 og/ella telefax nr. +298 405009. Seinasta
freist fyri bílegging av atgongumerkjum og
atkvøðuseðlum er týsdagin tann 7. apríl 2015, kl.
24.00.
Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðalfund
inum, hava tygum møguleika at geva øðrum
skrivliga fulltrú til at møta tygara vegna.
Á heimasíðu felagsins www.bakkafrost.com,
umframt á skrivstovu felagsins Bakkavegur 9,
FO625 Glyvrar, kunnu tygum útvega tygum eitt
fulltrúarskjal, sum kann nýtast í hesum sambandi.
Atkvøðugreiðsla við fulltrú hevur sum fyritreyt, at
fulltrúarhavarin fyrivísir fulltrú sína fyri fundar
stjóranum. Fulltrú kann eisini gevast nevnd
felagsins. Slíkar fulltrúir kunna sendast til nevndar
formannin umvegis teldupost á teldu posta dressu
agm@bakkafrost.com.
Tað er ikki møguligt at greiða elektroniska atkvøðu
á sjálvum aðalfundinum.
Sambært viðtøkum felagsins hava partabrøv
atkvøðurætt á aðalfundinum, sum eru skrásett
í seinasta lagi 1 viku undan aðalfundinum.
Sam svarandi hesum hava partabrøv, sum eru
skrásett í seinasta lagi 3. apríl 2015, kl. 24.00,
atkvøðurætt.
Ársfrásøgn fyri 2014 og dagsskrá við
fullfíggjaðum uppskotum
Ársroknskapurin 2014 við grannskoðaraátekning
og ársfrágreiðing og dagsskrá við fullfíggjaðum
uppskotum verða almannakunngjørd á heimasíðu
felagsins www.bakkafrost.com frá og við fríggja
degnum 20. mars 2015. Skjølini liggja eisini frá
hesum degi frammi til skjals fyri partaeigarar
felagsins á skrivstovu felagsins á Bakkavegi 9,
625 Glyvrar.
Krøv frá partaeigarum felagsins um at taka upp
eitt ávíst evni til dagsskránna á aðalfundinum
skuldu verið sett fram skrivliga fyri nevnd
felagsins á bústaðnum Bakkavegur 9, FO625
Glyvrar, Føroyar, ella á teldupost bústað num
agm@bakkafrost.com í seinasta lagi fríggja dagin
tann 27. februar 2015, og freistin er tí farin.
Móttekur felagið uppskot til evni til dagsskránna
eftir 27. februar 2015, ger nevndin av, um kravið
er sett fram í so góðari tíð, at evnið kann verða
sett á dagsskránna.
Partapeningur, atkvøðurættur og kontoførandi
peningastovnur
Partapeningur felagsins er DKK 48.858.065 býttur
í 48.858.065 partabrøv við einum áljóðandi virði av
DKK 1. Bakkafrost eigur sjálvt 332.300 parta brøv.
Hesi partabrøv hava ikki atkvøðurætt.
Í § 7 í viðtøkunum er ásett, at partaeigararnir
hava 1 atkvøðu fyri hvørjar DKK 1, teir eiga í
partapeningi.
§ 8 í viðtøkum felagsins er soljóðandi:
„Partaeigari hevur rætt til at luttaka á aðalfundi,
um viðkomandi partaeigari í seinasta lagi 3
dagar áðrenn aðalfundin hevur givið felagnum
frá boðan um, at hann ætlar at luttaka á aðal
fundinum. Partaeigari hevur rætt at møta
persónliga ella saman við einum ráðgeva. Parta
eigarar felagsins hava eisini rætt til at møta við
fulltrú, sum partaeigarans vegna kann greiða
atkvøðu sambært skrivligu fulltrúini. Fulltrúin
kann vera galdandi fyri eitt ávíst tíðarskeið, tó
ikki longur enn eitt ár.
Umboð fyri fjølmiðlarnar og umboð fyri Oslo
Børs hava atgongd til aðalfundin.“
Í § 7, stk. 2 í viðtøkum felagsins er ásett, at:
„Á aðalfundi hevur partaeigari atkvøðurætt við
teimum partabrøvum, sum eru skrásett í seinasta
lagi 1 viku undan ársaðalfundinum.”
Felagið hevur útnevnt Nordea Bank Norge ASA,
Middelthunsgate 17, Oslo, org. nr. NO 911 044 110 MVA
til kontoførandi peningastovn, og kunnu parta
eigarar felagsins venda sær til henda peninga stovn
fyri at útinna fíggjarligu rættindi síni í felagnum.
Glyvrar, tann 13. mars 2015
P/f Bakkafrost
Fyri nevndina
Rúni M. Hansen, nevndarformaður
www.sansir.fo
Bakkavegur 9 · 625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax+298 40 50 09 · bakkafrost@bakkafrost.com · www.bakkafrost.com