týsdagur 17. mars 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. mars 2015 · Nr. 32
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
heilsa
Vilmund Jacobsen
Tú ert á veg til arbeiðis ein púra van
ligan dag í bili. Sum bilførari stend
ur tú av tilvild sum seinasti bilur í
bilrøðini til ferðsluljósið. Hetta er
júst sama dag – og í somu løtu –
sum ein annar bilførari, ið kemur
frá aðrari síðu, ikki gáar eftir reyða
ljósinum og er ov seinur at minka
um ferðina. Eftir fáum sekundum
ert tú við í bilóhappi, sum gevur tær
pínu, ið varar restina av lívi tínum.
Nakkapína og høvuðpína eru
mest vanligu avleiðingarnar av
einum koyrilsbresti, men tú kanst
dragast við fleiri líknandi pínur, tá
tú ert vorðin raktur.
Fólk, sum eru rakt av koyrils
bresti, siga frá pínu í rygginum,
pínu og órógvi í ørmum og beinum,
troyttleika, sjónórógvi, tinnitus, ør
ilsi, hugsavningartrupulleikum og
svøvntrupulleikum.
Skaðar eftir koyrilsbrest kunnu
vera ógvuliga ymiskir, og nøkur av
sjúkueyðkennunum kunnu eisini
umskarast við aðrar sjúkugrein
ingar.
Ákoyrdur aftanífrá
– Eyðkent fyri koyrilsbrest er, at
tú verður ákoyrdur aftanífrá, sam
stundis sum ein yvirføring av megi
frá stoytinum endar í nakkanum á
tí, sum er í bilinum. Út yvir pínu í
nakkanum, er høvuðpína mest van
liga sjúkueyðkenni, og her kann
talan vera um fleiri sløg av høvuð
pínu.
Tað sigur Lars Uhrenholt, sum
er praktiserandi kiropraktor og
granskari í koyrilsbresti við Århuus
Universitetssjúkrahús.
Skaði av koyrilsbresti hevur ikki
sína egnu sjúkukoto í skrásetingini
hjá WHO, Heimsheilsustovninum,
men verður ofta lagdur undir
sjúkueyðkenningarkotuna “distor
sio columna cervicalis”, sum á
donskum merkir “forvridning af
halshvirvelsøjlen”.
– Hetta er ein ógvuliga lítið
ítøkilig sundurgreining av sjúku
eyðkenninum, og tí er eisini trup
ult at arbeiða við koyrilsbresti í
praksis. Haraftrat síggja vit ofta,
tá aðrir skaðar eru í samband við
ferðsluóhapp, at skaðin við koyr
ilsbresti ofta ikki verður staðfestur
ítøkiliga.
Lars Uhrenholt vísir á, at tá nøk
ur av sjúkueyðkennunum við koyr
ilsbresti umskarast við aðrar skað
ar, kann tað eisini vera trupult at
gera av, hvaðani pínan stavar.
Koyrilsbrestur
kann viðgerast
Kiropraktorurin og granskarin sigur,
at ein ítøkilig og útgreinað klinisk
staðfesting er týdningarmikil, og tí
mælir hann til, at sjúklingar, sum
kunnu hugsast at hava verið fyri
koyrilsbresti, verða gjølliga kann
aðir.
– Tað er ein myta, at skaðar eftir
koyrilsbrest ikki kunnu viðgerast.
Tí er skilagott at søkja sær hjálp, um
mistanki er um skaða av hesum.
Lars Uhrenholt vísir á, at bæði
lækni og kiropraktorur hava førleik
ar, sum skulu til fyri at eyðmerkja,
staðfesta og viðgera koyrilsbrest.
– Pínulinnandi heilivágur, hvíld
og kuldi á rakta økið á kroppinum
er ofta akutta viðgerðin. Tað er eis
ini týdningarmikið at hava í huga
at varðveita mobilitetin í liðunum,
eins og tað er týdningarmikið skjót
ast gjørligt at koma í viðgerð.
Hann vísir á, at læknin kann
hjálpa við pínulinnandi heilivági, og
kiropraktorurin kann tryggja, at lið
irnir eru væl í gongd, at vøddarnir
eru avslappaðir, og kiropraktorurin
kann eisini greiða ítøkiliga frá um
koyrilsbrest.
– Sjúklingurin kann eisini hava
tørv á vegleiðing og venjingum,
og her kann vera skilagott at sam
starva við ein fysioterapeut um
venjing av nakka og ryggi í sam
band við skaðan.
Lars sigur, at í fleiri førum fæst
besta úrslitið við einum tvørfaklig
um samstarvi um viðger – ofta við
kiropraktorinum ella læknanum
sum samskipara.
– Tað kann tó krevja nógv av
sjúklinginum regluliga at skula
hava við fleiri viðgerðarar at gera,
men tað loysir seg, heldur hann.
Skjót viðgerð
Besta úrslitið sæst hjá teimum, sum
koma skjótt í viðgerð. Hetta hevur
eisini sínar fyrimunir sum doku
mentatión fyri gongdina frá tí, at
bilóhappið hendi. Hetta kann eisini
gera tað lættari fyri tryggingarfeløg
at meta ítøkiliga um skaðar í sam
band við møguligt endurgjald.
Ymisk tøl eru fyri, hvussu mong
árliga vera rakt av koyrilsbresti, og
hvussu mong eftirfylgjandi fáa var
andi mein.
Nýggjari altjóða gransking vísir,
at hvørt ár eru umleið 15.000 nýgg
ir tilburðir við koyrilsbresti í Dan
mark, harav 30-40% framhaldandi
hava pínu eitt ár seinni – og eini
15% av hesum hava niðursett arb
eiðsevni í meira enn eitt ár eftir til
burðin.
– Nøkur halda, at sjúklingar, ið
hava verið fyri koyrilsbresti, bara
skulu “liva sum teir plaga”, og at
pínan – av sær sjálvum – nokk skal
linna, sum tíðin gongur. Men, tað er
einki, sum bendir á hetta. Hinveg
in vísir tað seg, at ein tíðliga stað
festing av skaðanum, vegleiðing
og viðkomandi tvørfaklig viðgerð
hevur týdning fyri gongdina hjá
sjúklinginum. Tað finst eingin
“besta viðgerð”, tá talan ofta er um
ymiskar fjøltýddar trupulleikar, ið
standast av koyrilsbresti.
Miðjast skal eftir heilsubót
Lars Uhrenholt sigur, at tað er týdn
ingarmikið at tryggja eina gjølliga
kanning, sum verður fylgd upp av
viðkomandi viðgerðum við sjúkl
inginum í miðdeplinum.
– Miðjast skal eftir heilsubót um
økt virkni í liðum og vøddum, linn
an av pínu, tryggjan av likamlig
ari orku og virkni. Í tann mun, tað
ber til, skal sjúklingurin haldast til
sín vanliga gerandisdag og roynt
skal vera at umgangast langar
sjúkrameldingar, sigur kiropraktor
urin og granskarin í koyrilsbresti.
Kelda: www.helse.dk
– Tað er ein myta, at skaðar eftir koyrilsbrest ikki kunnu viðgerast. Tí er skilagott at søkja sær hjálp,
um mistanki er um skaða av koyrilsbresti, sigur kiropraktorurin og granskarin, Lars Uhrenholt
Koyrilsbrestur - tann ósjónliga líðingin
Koyrilsbrestur stendst ofta av máttmiklum vøddaspenningum sum likamsverja, tá tú eitt nú gerst partur av bilóhappi. Tá høvur títt verður
kastað aftur og fram, vilja nervarefleksini gera alt, sum ber til, fyri at umgangast hættisligu rørslurnar. Vøddar í nakka og hálsi gerast spentir í
royndini at byrgja upp fyri skaðum á háls, liðbond og spengur. Hetta er soleiðis ein verndarmekanisma í sjálvum óhappinum. Í summum førum
loysa vøddarnir seg uppaftur av sær sjálvum, tá vandin er av. Men, í øðrum førum skulu viðgerðir til fyri at loysa upp aftur vøddarnar, soleiðis at
sleppast kann undan pínu. Koyrilsbrestur kann eisini standast av stoyti undir ítrótti og ymiskum øðrum venjingum og aktivitetum.
Kelda: www.sundhedsguiden.dk
Koyrilsbrestur kann geva
kroniska høvuðpínu
Lars Uhrenholt er praktiserandi
kiropraktorur og granskari
í koyrilsbresti við Århuus
Universitetssjúkrahús
Ymisk tøl eru fyri, hvussu mong árliga vera rakt av koyrilsbresti,
og hvussu mong eftirfylgjandi fáa varandi mein av hesum2003 til
2011 og fevndi um tilsamans 2.594 børn og ung í aldrinum 1-17 ár