týsdagur 17. mars 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. mars 2015 · Nr. 32
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Terji Nielsen
Bólkurin AVE, ið er mann
aður av teimum Benjamin
Petersen og Petur Pólsson,
var ein av stóru sigursharr
unum á FMA leygarkvøldið.
Millum annað vann AVE
virðislønina ársins bólkur/
einstaklingur inn popp/rokk
og eisini heiðurin sum ársins
nýggi bólkur.
Men
tað
var
bara
Benjamin Petersen, ið kom
upp at taka ímóti heiður
inum, tí hin limurin í bólk
inum, Petur Pólsson, var,
sum Benjamin málbar seg,
»staddur á Ríkissjúkrahús
inum við heysinum skít
fullum av blóði«.
Hetta kom óvart á nógv
fólk, at støðan hjá Peturi var
so, men sjálvur sigur høvuðs
persónurin, at støðan er
batnað nógv seinastu vikur
nar, og at hann gleðir seg til
at fara í gongd við at skapa
meiri tónleika saman við
Benjamin í bólkinum AVE.
Drepandi høvuðpína
– Nú havi eg tað faktisk
ordiliga gott. Eg eri í góðum
hondum her á Ríkissjúkra
húsinum. Tað, sum hendi,
var, at eg fekk eina bløðing
á heilanum, ella uttan á
heilahinduni, so tað er ikki
ein vanlig heilabløðing. Tað
hendi knappliga, og ein
skanning hósdagin skal vísa,
hvør orsøkin er. Men eg havi
havt fleiri infektiónir, sum
kunnu vera orsøkin, greiðir
Petur Pólsson frá í telefonini
av Ríkissjúkrahúsinum.
Hann greiðir frá, at tað
heila byrjaði við, at hann
hevði eina ræðuliga, drep
andi høvuðpínu, sum hann
ongantíð áður hevði upp
livað.
– Tað hevði eg havt í eina
viku ella so, og eg fekk als ikki
verið til. Eg endaði so í Havn
til kanningar, og tá ið eg
hevði verið í skannaranum á
Landssjúkrahúsinum, stað
festu teir bløðingina, og eg
bleiv sendur niður beinan
vegin. Nú havi eg so verið
niðri í góðar tríggjar vikur,
sigur hann.
Petur Pólsson greiðir frá,
at henda drepandi høvuð
pínan var so ógvuslig, at
hann als ikki var klárur í
høvdinum fleiri av teimum
seinastu døgunum, áðrenn
hann bleiv sendur til Dan
markar.
– Tann eina dagin, tá ið eg
hevði hesa ræðuligu høvuð
pínuna, var eg farin til ar
beiðis í ongum skóm, og eg
hevði lagt meg á eina sofu
á lærarastovuni. Tá var eg
ikki við míni fullum fimm,
og tá var tað, at mínir starvs
felagar fingu meg til Havnar
til kanningar, greiðir hann
frá.
Minnist ikki alt
So illa stóð til hjá Peturi, at
hann satt at siga ikki minnist
alt frá teimum seinastu døg
unum, áðrenn hann kom
undir læknahond og bleiv
sendur niður.
– Eg minnist ikki serliga
væl teir seinastu dagarnar,
áðrenn
eg
bleiv
sendur
niður, men eg havi fingið teir
fortaldar. Tá ið eg kom niður,
lá eg fyrstu vikuna á inten
siv, og tá var eg skít í ørviti
av øllum heilivágnum, sum
eg fekk. Nú eri eg uppi hvønn
dag, men eg blívi skjótt rætt
iliga móður, og orkan er ikki
stór, sigur hann.
Petur Pólsson sigur tó,
at hann følir, at tað gongur
rætta vegin.
– Tann drepandi høvuð
pínan er ikki so sterk longur,
og eg havi heldur ikki roykt
í eini tvær vikur nú. Eg fekk
sovorðin nikotinplástur frá
teimum her á sjúkrahús
inum, og tað hevur riggað
bara heilt væl, sigur hann.
Setir tankar í gongd
At koma út fyri slíkum, sum
Petur Pólsson júst hevur
upplivað, setur síni spor, og
sjálvur sigur hann, at lívið
verður sett í perspektiv av
eini slíkari uppliving.
– At koma út fyri hesum,
sum er nú fari ígjøgnum,
setir veruliga tankar í gongd.
Eg eigi eina dóttur, familju og
arbeiði, sum eg eri góður við.
Ein slíkur umgangur ger, at
man finnur út av, at man ikki
er ósáriligur og ævigur, og
man sær eitt sindur øðrvísi
upp á lívsins viðurskifti,
sigur hann.
Hann dylur heldur ikki
fyri, at hann verður noyddur
at raðfesta eitt sindur øðrvísi
í lívinum framyvir.
– Eg kann bara ásanna, at
eg má skrúva niður. Eg kann
ikki hava gongd í so nógvum
ymiskum, sum eg til dømis
hevði í fjør, tí tað er orkan
ikki til, sigur hann.
Rørdur av allari
umsorganini
Síðani Petur gjørdist sjúkur
hava ómetaliga nógv fólk
sent honum heilsanir og góð
ynskir, og hann er sjálvur
púra ovfarin av allari um
sorganini.
– Eg havi verið ófatiliga
rørdur av tí nógvu uppmerk
somheit, ið eg havi fingið
serliga á Facebook. Tað hava
verið nógvar heilsanir, og eg
veit um bønarbólkar, sum
hava biðið fyri mær. Ein
bólkur er eisini gjørdur, har
eini 150 av mínum vinfólkum
eru við, og har sysktinabarn
ið hjá mær skrivar dagfør
ingar um støðuna hjá mær,
greiðir Petur frá.
Hann sigur, at hann er
ómetaliga rørdur av, at fólk
ganga so høgt uppí heilsu
støðuna hjá honum, og tað
vil hann fegin takka teimum
fyri.
– Slíkt rakar mítt hjarta
minst líka nógv sum nøkur
virðisløn. Tað at fólk ganga
upp í tína vælveru, sigur
hann.
Fegnast um FMA
Sum áðurnevnt vann AVE
fleiri virðislønir leygarkvøld
ið. Bólkurin vann bæði sum
ársins nýggi bólkur og sum
ársins bólkur. Petur Pólsson
vann
sjálvur
virðislønina
fyri ársins tekst fyri tekstin
til lagið »Øskuhav«, meðan
Benjamin Petersen bleiv vald
ur til ársins sangara. Petur
fegnast um allan heiðurin.
– Tað er sjálvandi ótrúliga
stuttligt. Eg haldi persónliga,
at tað er serliga stuttligt
at vinna fyri ársins tekst.
Virðislønirnar eru ein viður
kenning, sum man sjálvandi
er glaður fyri. Eg fari tó
ongantíð í studio fyri at gera
nakað, sum eg skal hava eina
virðisløn fyri, sigur hann.
Petur Pólsson dylur tó
ikki fyri, at hann fegnast um
FMA-tiltakið, sum avgjørt er
við til at varpa meiri ljós á
føroyskan tónleik.
– Eg haldi, at FMA er eitt
frálíkt tiltak. Konseptið er
ógvuliga passandi, og eg
haldi, at man hevur rakt væl
við eini skrá, ið er væl saman
sett við góðum virðislønum.
Hetta er eitt tiltak, har man
fær víst, hvussu ríkur før
oyskur tónleikur er. Tað góða
við FMA er, at tað ikki er so
lætt at spáa, hvør vinnur ein
støku virðislønirnar, sigur
hann.
Hóast Petur var við til
at vinna fleiri virðislønir
leygarkvøldið, so fekk hann
ikki so nógv við av sjálvum
tiltakinum.
– Pápi mín var hjá mær
her á sjúkrahúsinum, og
hann streamaði tiltakið á
telefonini. Men eg lá og fekk
antibiotika-dropp,
so
eg
fekk ikki so nógv við sjálvur,
greiðir hann frá.
Ein av stóru sigursharrunum á FMA-tiltakinum leygarkvøldið var Petur Pólsson úr bólkinum AVE. Petur fekk
tó ikki verið við til stóra tónleikatiltakið, tí hann seinastu tríggjar vikurnar hevur ligið á Ríkissjúkrahúsinum
við bløðing á heilanum. Ein hending, sum sambært Peturi veruliga hevur sett lívið í perspektiv
Lívið
verður sett
í perspektiv
Bólkurin AVE hjá Peturi Pólsson og Benjamin Petersen
gjørdist stóri sigursharrin á FMA leygarkvøldið