týsdagur 17. mars 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 18. mars 2015 · Nr. 32
meldurin
AVE eitt øgiliga
persónligt projekt
Bólkurin
hjá
Peturi
og
Benjamin
Petersen,
AVE,
vann sum kunnugt virðisløn
fyri ársins nýggja bólk. Hvør
er søgan aftan fyri bólkin,
spyrja vit Petur Pólsson.
– Plátan hjá okkum er eitt
øgiliga persónligt projekt hjá
okkum báðum. Tað byrjaði
við, at vit í 2012 á fyrsta sinni
tosaðu um at gera eina fløgu,
har vit áttu hvør sína síðu.
Vit gjørdu konseptið fyrst,
og løgini komu so aftaná. Vit
tóku fløguna upp uppá eina
viku í fjør. Tað var ótrúliga
stuttligt, tí tað var altíð fult
av fólki í upptøkuhølinum,
greiðir Petur Pólsson frá.
Teir báðir kendust tó
frammanundan og høvdu
havt
onkrar
verkætlanir
saman áður.
– Eg havi altíð vitað, hvør
Benjamin er, men okkara
samstarv byrjaði í 2010.
Tá gjørdi eg ein sang, sum
eitur »alt sum melur«. Vit
báðir prátaðu saman til eitt
singer/songwriter tiltak, og
tað endaði so við, at vit báðir
gjørdu lagið saman. Seinni
stóð hann fyri framleiðsluni
av mínari fløgu »Transit« í
2011, og seinni havi eg gjørt
tekstir til onkur løg hjá
honum.
Hann sigur, at tað var ein
heilt serlig tilgongd, ið teir
brúktu í sambandi við upp
tøkurnar av fløguni hjá AVE.
– Vit tóku bara upp, og tá
ið vit so manglaðu tónleik
arar, so ringdu vit bara til
fólk, sum vit kendu, at vita,
um tey kundu veita eina
hjálpandi hond. Til dømis
manglaðu vit klaverspælarar
tann eina dagin, og tá komu
bæði
Teitur
Lassen
og
Magnus Johannesen inn at
hjálpa okkum. Tað er slíkt,
sum ber til í Føroyum. Vit
hava eitt ótrúligt útboð av
tónleikarum í Føroyum, og
tað, sum er so ótrúliga stutt
ligt, er, at allir tónleikararnir
koma við gleði at spæla,
sigur hann.
Sjáldsamt
samanhald innan
føroyskan tónleik
Sjálvur heldur Petur Pólsson,
at føroyskur tónleikur er
ómetaliga ríkur bæði viðvíkj
andi tí breiða úrvali av tón
leiki, ið verður smíðað, men
so sanniliga eisini av teimum
fólkum, sum eru virkin í før
oyskum tónleiki.
– Allur tann føroyski tón
leikapallurin er eitt slag av
einum vinarskara. Tá ið vit
standa á pallinum, so hava vit
kensluna av, at man stendur
og framførir saman við sín
um bestu vinum, og tað er
altso tann besta kenslan,
ið er til. Samanhaldið í før
oyskum tónleiki er heilt
sjáldsamt, og tað siga eisini
allir útlendingar, ið koma til
Føroya at spæla tónleik. Tað
er í mínum hugaheimi einki
at ivast í, at hetta samanhald
er ein styrkur fyri føroyskan
tónleik, sigur hann.
Petur Pólsson sigur, at tað
at samanhaldið er so sterkt
ger, at man ofta fær so góð
ting burturúr, tá ið hesar
skapandi kreftir hittast.
– Tónleikararnir eru her,
og tá ið tú fært sovorðnar
tónleikarar inn at hjálpa
tær, so gevur tað ótrúliga
nógv. Teir ríka um tónleikin,
og tað ger tað so stuttligt,
at teir kunnu koma inn, og
so kunnu løgini blíva púra
hamskift. Tá tú ert umgyrd
ur av so nógvum kreativum
og góðum fólkum, so blívur
tað vakurt, men tú skalt
vera opin fyri tí. Tá kenst
eitt upptøkuhøli ikki sum
eitt arbeiðspláss, men heldur
sum eitt spælipláss, sigur
Petur Pólsson.
Ætlar sær í gongd
aftur skjótt
Um framtíðina sigur Petur
Pólsson, at hann væntar
sær góð boð í sambandi við
kanningarnar hósdagin, og
hann ætlar sær beinan vegin
at fara spakuliga í gongd við
tónleikin aftur.
– Nú eru vit í AVE komnir
hartil, at vit eru byrjaðir
at gera sangir saman. Kon
septið broytist eitt sindur, tí
nú skulu vit ikki hava hvør
sína síðu á fløguni. Talan
verður um meiri samanspæl,
har vit supplera hvønnann
an. Higartil hava vit gjørt
eini 10 sangir, og vit fara at
seta okkum niður, tá ið vit
hava fleiri løg. Vit sita ikki
beinleiðis saman og skriva,
men gera ymiskt hvør sær,
sum vit so seta saman, greið
ir hann frá.
Petur Pólsson er bjart
skygdur, og hann vónar, at
tað skjótt av álvara kemur
gongd á næstu útgávuna hjá
AVE.
– Eg ímyndi mær, at vit
fara í gongd aftur seinni í
hesum mánaðinum ella í
komandi mánað, og kanska
fer tað at bera til at fáa eina
fløgu út í ár, sigur hann at
enda.
terji@sosialurin.fo
Petur Pólsson hevur seinastu gott og væl tríggjar
vikurnar ligið á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn
við bløðing á heilahinduni. Hann heldur, at tað gongur
framá og vónar, at hann skjótt kemur so mikið fyri
seg, at hann kann fara undir at gera tónleik aftur
Myndir: Privat