Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mars 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. mars 2015 · Nr. 32 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Títt hugskot til veruleika fyri eina krónu Tá ið endarnir ikki røkka! Lesur blaðstjórin ikki Sosialin? Kristina Clementsen Løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi Í dag er kravið fyri smá­ parta­felag, at felagið skal hava eitt inn­skot á 80.000 kr. Hetta eru alt ov nógvir pengar hjá nógv­um. Tað ger, at øll tey ný­skapandi hugskotini, hjá teim­ um við minni pengum, fara til einkis. Í hesum føri geva vit ikki øllum møguleika at skapa sítt egna virki. Tað er tí, at tað er týdningarmikið at tað verður møguligt at seta á stovn sokallað íverk­set­ara­vinnufeløg, stytt ÍVF, við 1 kr. í innskotspeningi. Hetta er eitt gott alternativ til vanlig partafeløg. Hendan skip­an­in er sera góð tey fyrstu árini, so­leiðis at virki kann byggja og styrkja seg til at um­skipa seg til smáparta- ella parta­fe­lag. Íverksetanarhúsið hevur eis­ini víst á, at vit mugu hava fleiri íløgur í íverksetan og meiri innovatión. Vit skulu gera tað lættari at fáa hugskot til veruleika, tí íløgur í íverksetan hava stóran týdning fyri sam­ fe­lag­ið. Landið átti eisini at gjørt tað soleiðis, at íverk­set­an í størri mun gjørdist ein partur av fólka- og mið­náms­skúla­ skipanini. Hetta hevði verið við til, at ment før­leikar hjá fólki, ið ikki verða mentir í dag. Vónandi fara hinir flokk­ar­nir at taka undir við upp­skot­inum hjá Tjóðveldi, ið er við til at skapa eitt fjøl­broytt vinnulív, har øll fáa møgu­leika at taka lut í. Serliga eru tað okkara ungu íverksetarar, ið verða forðaðir at skapa und­ir núverandi skipan. Fyri at menna okkara sam­felag hevur tað stóran týdn­ing, at vit skapa nýggj­ar vinnumøguleikar sam­ stund­is sum vit kunnu menna okkara núverandi vinnu­grein­ar. Hetta eru íverk­set­ar­ar við til. John av Reyni Grækarsmessa hevur júst verið og er tjóðfuglur okk­ ara Tjaldrið komi heldur buld­ursliga heim á hesum sinni, hetta er tíðin har vit fáa longri og ljósari dagar, vatn­kranin sum hevur oyst nið­ur á okkum allan vetur byrj­ar spakuliga at sløkkna og sólin og hitin byrja at gera um seg. Hetta er eisini tíðin har nógvur ungdómur í hópa­tali skal søkja inn á sína út­búgv­ ing sum skal tryggja at vit hava góð og dugnalig fólk at taka við og bera okkara sam­ fe­lag viðari og vónandi til tað betra. Møguleikarnir eru ikk smá­veg­is nú vit skriva ár 2015 og sigast kann at heim­ ur­in er veruliga opin fyri teim­um ungu og er eisini hørð kapping um hesu góðu fólk tí londini vita at hetta er fram­tíð­in, men hvussu klárar Før­oy­ar seg í øllum hesum? Nevnast skal at ongantið áð­ur hava so mong lisið í Før­ oy­um og hava vit eisini sera góð­ar og gevandi lærarar sum gera sítt besta fyri at tann lesandi kann mennast, men har er altið eitt men! Lestrarstuðulin til lesandi á hægri útbúgvingum, úti­ búgv­andi og forsyrgjarum er alt annað enn nøktandi í ver­andi løtu og kann ein ikki liva einans av hesum 3815 kr sum studni letur, tí skal ein hava nakað at búgva í, skúla­ bøk­ur, klæði á kroppin og mat í munnin so letur tað seg als ikki gera. Kostnaðurin at liva í før­ oyska samfelagnum er høgur og kostar ein vanlig íbúð um 5000 kr um mdr.- Skúlabøkur liggja frá 200-500 kr pr bók, og ein til tveir posar av inn­ keypi um tær 300-500 kr + meira, rættari sagt so er tað ikki livandi uttan góða fam­ ilju og nógv arbeiði við sið­ una av. Har eru nógv dømi uppá støkk og helst forsyrgjarar sum fegin hava vilja fingið sína útbúgving í Føroyum, men hava verið noydd at leita aðrar leiðir vegna tann høga livikostnaðan og lága lestr­arstuðulin, hetta tíverri tí Danmark kann bjóða lágan livikostnað, hægri studning (5908 kr), og “boligstøtte”. Tíðin er komin har vit vísa at vit vilja geva góð kór til tann lesandi, eisini til tann lesandi sum ikki hevur fam­ ilj­una at dúva uppá, tíð­in er farin frá at vit dríva lætti­ sopapolitikk við fokus á bíl­ ig­ari parfumu, tí parfuma er ikki tað sum ger tað lættari at vera Føroyingur, men er tað bíligari gerandísvørur og um­støður sum byggja land. Latið okkum geva ein Lestrarstuðul til tær hægri útbúgvingarnar, for­syrgj­ar­ nar og tey útibúgvandi so­ leið­is at vit ikki einans rúma nøkrum fáum, men øll­um sum ynskja at lesa í Før­oy­ um. Edmund Joensen Fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin Á síðu tvey í Sosialinum verða persónar drignir fram, so blað­stjórin – í fluttari merk­ing – kann sleppa at tveita spiltar tomatir og rotin egg eftir teimum. Í gjár (16.03.2015) fekk eg ein umgang á tomatpallinum hjá Eiriki Lindenskov. Dansandi illur Blaðstjórin er dansandi illur um, at eg aftur havi ført fram al­ment, at Føroyar hava brúk fyri betri atgongd til ES- markn­aðin við teimum 500 milli­ón­um brúkarunum. Hann er eisini firtin um, at eg sum fólkatingsmaður fyri Føroyar havi al­manna­kunn­ gjørt niðurstøðu úr kanning, sum vísir, at útflutningsvirði Før­oya kann tvífaldast, um hand­ils­við­ur­skiftini við Eur­ opa­sam­veldið gerast fríari, og fyri­tøk­ur sleppa at framleiða og útflyta tilvirkaðar fiska­ vør­ur. Eirikur Lindenskov skriv­ ar soleiðis: ”Edmund Joensen er nú í tólvta tíma komin eftir, at lands­stýr­ið eigur at fara at tosa beinleiðis við ES um markn­að­ar­atgongd. Tað ljóð­ ar so líkatil hjá honum, at ger lands­stýr­ið tað, so kunnu vit – bara soleiðis uttan víðari – tví­falda útflutningsvirðið úr 6 milliardum upp í 12 milli­ ard­ir. Hví kemur hetta nú frá fólkatingsmanninum, sum hevur verið virkin í før­oysk­ um politikki seinastu 27 ár­ ini?” Blaðstjórin ber ósannindi Mín ryggur er breiður, men eg noyðist at vísa á, at blaðstjórin talar/skrivar ósatt. Ikki vil eg virka hástórur á nakran hátt, men um tað er nak­ar, ið hevur argumenterað fyri betri føroyskari atgongd til ES-marknaðin seinastu mongu árini, so er tað und­ ir­rit­aði. Tíverri hevur tað fyri tað mesta verið fyri deyvum oyr­ um. Í 2008 ómakaði eg mær at umrøða spurningin um betri marknaðaratgongd við ikki færri enn tveir ES-kommisserar: Leonard Orb­an úr Rumenia og Olli Rehn úr Finlandi. Rehn var komm­is­ser­ur, ið stóð fyri at upp­taka nýggj limalond í ES. Á tíðindafundi fingu miðl­ar kunning, skriv fór út til almenningin, politikarar vórðu kunnaðir osv. Í bókini “Okkara maður á Christi­ansborg”, sum kom út í nov­ember, er eitt kapittul um marknaðaratgongd og fund­irnar við komm­is­ser­ar­ nar. Stóð í Sosialinum Eisini havi eg skrivað í bløð­ um um evnið. So seint sum 22. februar 2013 lat eg eina kron­ikk frá mær. Hvar mundi hon standa? Jú, mín sann um tað ikki var í Sosialinum. Lesur blaðstjórin ikki sítt egna blað? 21. mai 2013 var sami boð­ skap­ur um markn­að­ar­at­ gongd eisini í einari kronikk í Poli­tiken. Sum vinnulívsmaður havi eg arbeitt við hesum evni, og niðurstøðan í dag er hin sama: tann dag, ið hand­ils­við­ur­ skift­ini við Europasamveldið ger­ast fríari, kemur ein slíkur vøkst­ur í føroyska búskapin, sum ikki er sæddur áður. Stóru mongdirnar av uppi­ sjóv­ar­fiski seinnu árini hevur gjørt hesa mynd týðiligari, og føroyskar fyritøkur eru nú farnar at ressast. Hví? Tí marknaðaratgongdin má betr­ast. Tað er so eisini orsøkin til, at eg enn eina ferð havi heitt á landsins leiðslu um at tala beinleiðis við ES-komm­is­si­ ónina um betri markn­að­ar­ at­gongd. Fiskivinnunýskipan fyri allar føroyingar Hetta – at økja út­flutn­ ings­virð­ið – er umráðandi í sambandi við ætlaðu ný­skip­ an­ina av fiskivinnuni. Að­al­ mál­ið við nýskipanini má vera at tvífalda útflutningsvirðið. Far­ast má eftir inntøkunum – ikki minst í einum landi, sum koyrir við undirskoti. Síðani má nýskipanin eis­ini tryggja, at allir før­oy­ ing­ar kenna ágóðan av inn­ tøk­unum í einum sosial-lib­ er­al­um politikki. Fría vinnan skal í rímiligan mun vera við til at fíggja rakstur og vælferð í landinum. Les Sosialin Blaðstjórin má eftirkanna fakta, áðrenn hann eina aðru ferð fer á síðu 2 at bera ósann­indi um mín person út til lesararnar. Um ikki annað, so kann hann lesa Sosialin ordiliga. P.S. Á síðunum www.facebook. com/­christiansborg og á www.edmundjoensen.fo er tilfar um stóra pot­enti­al­ið í føroyska fiska­út­flutn­ing­in­ um og um, at fiskivinnu­ný­ skip­an­in má gerast til gagns fyri øll í Føroyum. Tað er týdningarmikið, at tað er lætt hjá øllum at seta egið virki á stovn. Vit skulu gera tað møguligt hjá øllum skapandi og nýhugsandi at stovnseta eitt felag. Tað gera vit við at taka eina av størstu forðingunum burtur, nevniliga tí peningaligu forðingina. Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, leggur fram uppskot fyri Tjóðveldi um, at tað skal bera til at stovna íverksetaravinnufeløg, ÍVF, við 1 kr. í innskotspeningi. Hesum stuðlar Unga Tjóðveldið Alt gott um Sosialin, men síða 2 í blaðnum er eitt løgið fyribrigdi