týsdagur 6. juli 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 126 - 6. juli 2004
Nr. 126 - 6. juli 2004
3
Sunnudagin skipaði
Norðdepils og
Hvannasunds
Róðrarfelag fyri
tiltaki í Norðdepli í
sambandi við, at
høvuðsstuðulsavtala
varð undirskrivað
millum Norðoya
Sparikassa, Statoil og
róðrarfelagið.
Tiltakið eydnaðist
væl, og fekk felagið
væl burturúr
TILTAK
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Norðdepil: Nógv fólk var
savnað til tiltakið hjá lítla
róðrarfelagnum, sum rættu-
liga er farið at gera vart við
seg í kappingini um føroya-
meistaraheitið í róðrinum
hjá seksmannaførum við
monnum.
Sundabáturin, sum er
nýggi báturin hjá felagnum,
liggur sum nú er, sjey stig
fremst í kappingini um at
gerast føroyameistari.
Avtalan millum partarnar
um stuðul varð klár fyri
eini tíð síðani, men undir-
skrivingin hevur bíðað, tí at
róðrarfelagið vildi gera eitt
sindur burtur úr hesum. Og
sunnudagin upprann so
dagurin, har felagið fekk
sína avtalu í hús.
Seldu bátar
Norðdepils og Hvanna-
sunds
róðrarfelag
átti
tríggjar bátar sunnudagin,
áðrenn tiltakið byrjaði.
Sundabátin, sum er nýggj-
ur. Og so fimm mannafarið
Rituna og tíggjumannafarið
Norðoying. Hesir báðri
seinnu bátarnir vórðu seldir
á uppboði sunnudagin.
Ritan fór fyri 12.000
krónur og Norðoyingur fyri
9.000 krónur. Hetta fegnast
felagið sera nógv um, sigur
Martin Simonsen, ein av
nevndarlimunum.
Felagið hevur keypt ein
nýggjan bát til komandi
kappingarár. Tað verður ein
nýggj Rita, sum fer at taka
lut í kappróðrinum kom-
andi ár.
Martin ivast ikki í, at
góðu úrslitini hjá Sunda-
bátinum eru við til at birta
upp undir áhugan fyri
kappróðrinum aftur í Norð-
depli og Hvannasundi.
– Vit fingu væl burturúr,
og eru vit sera takk som
fyri allan stuðulin, sum vit
hava fingið. Serliga frá
Statoil, Norðoya Spari-
kassa, Norðfra og øllum
fólkunum, sum so trúliga
møttu upp sunnudagin og
hava stuðlað okkum alt
árið, sigur Martin Simon-
sen, sum eisini er róðurs-
maður á Sundabátinum.
Mikudagin 5. juli verður
eitt tiltak fyri eldri og øll
onnur, sum eru áhugað. Tað
er áhugabólkurin fyri eldri í
norðoyggjum, sum skipar
fyri tiltakinum.
Á skránni verður millum
annað felagssangur og limir
úr Gamle venner dansi-
bólkinum úr Danmark lut-
taka eisini á tiltakinum.
Um veðrið ikki verður til
vildar mikudagin, verður
tiltakið flutt í Skálan.
Fyrstu ferð, at eldraráðið
skipaði fyri eldrahugna í
norðoyggjum var í 1998.
Síðani tað hevur tiltakið
verið á hvørjum ári og
onnur við. Undirtøkan hev-
ur verið góð undanfarin ár,
og vóna fyriskipararnir, at
tað verður tað sama í ár.
- sae -
Fingu væl burturúr
Gamlir vinir dansa úti í Grøv
Friðarligt vikuskifti
Sunnudagin fekk løg-
reglan í Havn fráboðan
um, at ein ringur var
stolin á vallaraheiminum
hjá hotel Føroyum.
Talan var um ein ring
við einum virði upp á
umleið 15.-20.000 krón-
ur.
Løgreglan hevur ong-
an undir illgruna, sum
møguliga kann hava
framt stuldurin.
- sae -
Stuldur á vallaraheimi
Umframt uppboðssøluna av gomlu bátunum og sáttmálaundirskriving, var eisini tombola,
skjótikapping og annað á skránni sunnudagin. Og eisini vitjaði Silvi
Mynd: Gunnar Nolsøe
Her skriva stjórin í Norðoya Sparikassa, Eyðfinn Reyðberg og formaðurin í Norðdepils og
Hvannasunds Róðrarfelag, Niels í Buð, undir stuðulsavtaluna, sum er galdandi fyri 2004
Mynd: Gunnar Nolsøe
Sigldu undan løgregluni
Meginparturin av
sunnudegnum hjá
løgregluni í
eysturoynni fór við
at jagstra ein bát.
Tveir mans sigldu
við honum. Teir
vóru báðir
rúsdrekka ávirk-
aðir og sendu út
neyðrakettir til
stuttleika
LØGREGLUTÍÐINDI
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Um hálvgum fýra tíðina
sunnudagin fekk løg-
reglan í eysturoynni eina
fráboðan frá løgregluni í
Klaksvík, at ein bátur
var farin av Klaksvík við
tveimum fullum monn-
um umborð.
Úr Klaksvík varð sagt,
at menninir helst vóru á
veg til Fuglafjarðar, har
Varmakelda
var
um
vikuskifti.
Løgreglan
stóð so fyri teimum, tá
teir komu til Fuglafjørð,
men menninir vendu út
frá aftur, tá teir varnað-
ust løgregluna í Fugla-
firði.
Og so byrjað ein
jagstran
meira
ella
minni, sum vardi langt
út á kvøldið.
Vakthavandi sigur, at
tað var eitt øgiligt stríð,
tí eyga mátti haldast við
menninar og bátin alla-
tíðina. Teir sigldi fram
við Leirvík og fóru so
norður gjøgnum Kalsoy-
arfirðin. Løgreglan stóð
í Kunoy, við Gjógv og í
Oyndarfirði og helt eyg-
uni við teimum.
Alt hetta fekk ein enda
klokkan
gott
22
á
kvøldi,
tá
menninir
løgdu at í Oyndarfirði.
Teir varnaðust ikki løg-
regluna har, og hon fekk
so handtikið menninar.
Teir verða nú skuld-
settir fyri brot á sjólóg-
ina fyri at hava sent
neyðrakettir út til stutt-
leika og fyri at hava siglt
ávirkaðir av rúsdrekka.
Hetta vóru gamlir
kenningar hjá løgregl-
uni, sigur løgreglan í
Runavík.
Hóast Fjarðastevna hev-
ur verið um vikuskiftið,
so sigur løgreglan í høv-
uðsstaðnum frá einum
heldur friðarligum viku-
skifti.
Vakthavandi sigur, at
fleiri smærri fráboðanir
vóru, men ikki nógv,
sum var álvarsamt.
Dansur var í ítróttar-
høllini í Vestmanna. Har
varð ein maður niður-
sligin. Talan var um tveir
mans, sum vóru farnir í
rok, men ongin sak kem-
ur burtur úr hesum. Ann-
ar maðurin varð koyrdur
heim og hin til Havnar.
Okkurt
smávegis
ferðsluóhapp hevur eis-
ini verið, men ikki
nakað álvarsligt.
– Sum heild eitt av
teimum vikuskiftunum,
har ongi stór ting hava
verið, verður sagt av
løgreglustøðini í Havn.
- sae -
C
M
Y
K
3
2