týsdagur 6. juli 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 126 - 6. juli 2004
Nr. 126 - 6. juli 2004
5
Hóast talið á fráferð-
um og komum um
flogvølliní Vágum er
minkað í mun til í
fjør, eru ferðafólkini,
sum ferðast um flog-
vøllin, kortini fleiri í
tali enn í fjør
HAGTØL
Edvard Joensen
Ferðafólkini, sum ferðast
um flogvøllin í Vágum,
gerast alt fleiri í tali. Fyrra
hálvár í ár ferðaðust 1,8
prosent fleiri fólk um
flogvøllin, enn tey gjørdu
somu seks mánarnar í fjør.
Ferðafólkatalið um flog-
vøllin í Vágum er vaksið
hvønn mánað í ár í mun til í
fjør uttan í juni, vísa hagtøl
frá flogvøllinum í Vágum.
Jákup Persson, varaleið-
ari á flogvøllinumi Vágum,
sigur, at tað er fótbólturin,
sum »hevur skyldina«, sum
hann tekur til.
Í juni í fjør ferðaðust 8,7
prosent fleiri fólk um flog-
vøllin, enn tey gjørdu sman
mánað í ár. Fráferðirnar og
komurnar vóru í fjør heili
15,9 prosent fleiri enn í ár.
Tað hevur sína frágreið-
ing í, at týskarar vóru her
og spældu fótbólt í juni,
eins og føroyingar vóru í Ís-
landi og leiktu. Í tí sam-
bandinum var heilt nógv
ferðing, greiðir Jákup Pers-
son frá.
Tað sæst eisini aftur í
talinum av ferðum til og úr
Bretlandi,
sigur
hann.
Samlaðu túrarnir til og úr
Bretlandi eru fækkaðir við
ikki færri enn 30,7 pro-
sentum. Týskarar høvdu
leikt í Skotlandi, beint
áðrenn teir komu til Før-
oya, og tí vóru eisini fleiri
flogfør haðani við týskum
viðhaldsfólki.
Eitt annað, ið ávirkar
talið á fráferðum og kom-
um eitt sindur, er tað, at
flúgvinigin til Íslands í
vetur bert hevur verið við
flogførunum hjá Atlants-
flogi, sum eru størri og tí
klára flutningin við færri
túrum, enn tey smærru ís-
lendsku flogførini. Íslend-
ingarnir eru júst byrjaðir
aftur at flúgva fyri summ-
arið, sigur Jákup Persson.
Eisini hevur tyrluflúgv-
ingin verið nakað minni í ár
enn í fjør, og tað sæst eisini
aftur á hgatølunum, sigur
hann. Tyrlan verður eisini
skrásett við komu og frá-
ferð.
Tað, sum hugaligt er at
síggja í hagtølunum, er,
sigur Jákup Persson, at tær
føstu ruturnar hava fram-
gongd.
Danmarkarrutan stendur
fyri einum vøkstri upp á
heili 4,8 prosent, og saman-
lagt er vøksturin á rutunum
3,3 prosent, hóast lækk-
ingina í talinum á fráferð-
um og komum.
– Tað er hóast alt teimum
føstu rutunum, livast skal
av. Leigutúrarnir koma so
sum eitt ískoyti, sum er gott
at fáa, sigur varaleiðarin á
flogvøllinum í Vágum.
Eisini í aðrar mátar eru
bæði vøkstur og minking at
merkja, sigur hann. Serliga
er postflutningurin mink-
aður. Men farmaflutning-
urin er kortini vaksin nakað
í mun til í fjør.
Hví postflutningurin um
flogvøllin er minkaður,
dugir Jákup Persson ikki at
siga. Um tað man vera tí, at
minni postur verður sendur
soleiðis yvirhøvur, ella um
aðrar orsøkir kunnu vera
fyri tí.
– Um tað hendir seg, at
plásstrot er í flogførunum,
kemur tað fyri, at flog-
postur verður sendur við
skipi, so tað kann vera ein
orsøk, heldur hann uttan tó
at siga tað fyri vist.
Hinvegin er farmaflutn-
ingurin vaksin. Serliga í
mei mánað er ein øgiligur
vøkstur í prosentum í mun
til mei mánað í fjør. Men
tað kemst uttan iva av, at í
mei í fjør var verkfall í
Føroyum, vísir hann á.
Jákup Persoson vísir á, at
hagtølini kunnu tykjast
rættiliga svingandi í sam-
band við post- og farma-
flutning um flogvøllin, tí
samlaðu nøgdirnar eru so
smáar, at broytingar síggj-
ast so øgiliga væl aftur.
Tey, sum bjóða seg
fram í ferðavinnuni,
gerast fleiri í tali. Tað
ger eisini, at krøvini
til tann einstaka
herðast, og neyðugt er
at spenna seg enn
meira út, sigur leið-
arin á Kunningar-
stovuni í Vágum
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Vágar: Tað tykist, sum alt
fleiri og fleiri eru farinn at
síggja ferðavinnuna sum
eina rættiliga vinnu, sum
kann geva inntøku, sigur
Anna Sofía Nordendahl,
leiðari á Kunningarstovuni
hjá Felagnum Vágum.
Hetta ger so eisini, at
krøvini, sum tann einstaki
útbjóðarin má seta sær
sjálvum fyri at vinna á
kappingarneytanum, herð-
ast, sigur hon.
Tað er nógv at gera á
Kunningarsovuni í Miðvági
og Kunningardiskinum á
flogvøllinum, sigur leið-
arin. Serliga nógvir útlend-
ingar koma framvið. Men
eisini nógvir føroyingar
vísa áhuga fyri at ferðast í
Vágum.
Útlendingarnir,
sum
spyrja eftir gistingarmøgu-
leikum vilja hava ból og
bita. Føroyingarnir spyrja
serliga eftir summarhúsum,
sigur
kunningarleiðarin.
Men hon harmast um, at út-
boðið av gistingarmøgu-
leikum er ov lítið í Vágum.
Serliga ringt er at fáa
summarhús, hóast heilt
nógv hús dagliga standa
tóm í oynni.
– Verður spurt hjá teim-
um einstøku útbjóðarunum,
verður helst svarað ymiskt
upp á, hvussu nógv er at
gera. Ivaleyst er onkur, sum
heldur, at tað er minkandi.
Men tað kemst so aftur av,
at tað eru fleiri, sum bjóða
seg fram. Og tað herðir
kappingina og krøvini.
Serliga eru tað teir, sum
sigla við ferðafólki undir
bjørgunum, sum fáa kapp-
ing. Til dømis eru tveir
útbjóðarar í Sørvági, sigur
kunningarleiðarin.
Hinvegin tykist minni
vera av gongutúrum í
oynni, sigur hon. Har kann
ein grund vera, at onkur
útbjóðari beinleiðis hevur
tikið hesar tilrættaløgdu
túrarnar av skránni, fyri at
fólk heldur skulu fáa
møguleika at velja, tá tey
biða um tann einstaka túrin.
Pakkatúrarnir eru farnir,
sigur leiðarin á Kunningar-
stovuni í Vágum.
Fleiri tilboð í
ferðavinnuni
Tað eru serliga siglitúrarnir fram við landi, ið tykjast áhugaverdir, og alt fleiri útbjóðarar eru, sigur kunningarleiðarin í Vágum.
Møtir tú so einum tveimum kópum millum flesjarnar, tykist túrurin fyri fleiri at vera fullkomin
Mynd: Edvard Joensen
Fleiri fólk á færri ferðum
Hóast tað viðhvørt hevur verið trongligt á flogvøllinum í Vágum í ár, eru fráferðir og komur fækkaðar munandi higartil í ár í
mun til í fjør. Kortini er samlaða ferðafólkatalið hægri í ár enn í fjør
Ígjøgnum tíðirnar
hava sumbingar mist
rættiliga nógva jørð,
tí hon er skolað í hav-
ið í brimi. Tí er í tøk-
um tíma, at bakka-
verjan verður gjørd
og jørðina, teir hava
mist, fáa teir ikki
aftur
BAKKAVERJA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Sumba er brimpláss burtur-
av. Og brimið er so nógv, at
tað máar alsamt meiri og
meiri burtuav lendinum.
Sostatt er ein munandi part-
ur av lendinum, niðast við,
skolað í havið av brimi.
Mátingar hava víst, at
har brimið hevur máað
mest burturav, eru eru heil-
ir 17 metrar av lendi farnir
í havið, bara hesi seinastu
árini.
Sostatt eru tað nógvar
traðir og nógvur bøur, sum
av røttum skuldu gingið
oman í mølina og heilt út á
sjógv eftir matrikulnumm-
arinum.
Og eftir uppmátingun
um hjá matrikulstovuni at
døma, skuldi tað sostatt
eisini verið fleiri sumbing-
ar, sum áttu langt oman í
mølina og heilt út á sjógv.
Bakkin er altíð mark
Men so er ikki!
Bygdaráðið í Sumba
hevur sett sær fyri at
kanna, hvussu langt oman í
mølina,
eitt
matrikul-
nummar kann ganga.
Bygdaráðið vildi í sama
viðfangi hava fulla greiði
á, hvør í veruleikanum
eigur mølina.
Á seinasta bygdaráðs-
fundi varð ein umfatandi
løgfrøðilig
frágreiðing
løgd fyri bygdaráðið.
Og eftir henni er greitt,
at ongin kann eiga longur
oman enn á sjálvan bakk-
an.
So hóast eitt matrikul-
nummar av røttum gongur
heilt oman í mølina og á
sjógv, verður markið altíð
sett við sjálvan bakkan.
Sostatt er tað, sum er
máað í havið, mist.
– Niðurstøðan hjá løg-
frøðinginum er sostatt, at
ognarrætturin fellur burtur,
so hvørt sum lendið máast
burtur.
Sostatt gongur ein ogn
ongantíð longur oman, enn
oman á sjálvan bakkan,
upplýsti Jacob Vestergaard,
borgarstjóri, fyri bygda-
ráðnum.
Sjálv mølin er sostatt
felagsogn.
Hesa seinastu tíðina hava
sumbingar, við stuðuli frá
landinum, lagt stóra orku í
at at stoypa framvið bakk-
anum at verja fyri, at ikki
meiri skal máast burturav
lendinum.
Av tí, at so nógv verður
máað burturav, er tað í
tøkum tíma, at hendan
bakkaverjan verður gjørd.
Men eftir niðurstøðuni
hjá løgfrøðinginum, verður
tað altíð bakkaverjan, sum
verður mark fyri, hvussu
langt oman ein ognari eig-
ur, sama, hvussu nógv er
máað burturav lendinum
og, hvussu langt oman,
stykkið hevur gingið.
Hava mist nógva jørð í havið
Reiðarar mugu vísa serliga
ábyrgd ímóti samfelagnum
– Ein máti kann vera
at leggja eitt serligt
avgjald á fisk, sum fer
óvirkaður av landin-
um, sigur formaðurin
í Føroya Arbeiðsgev-
arafelag. Men hann
sigur ikki, at hetta er
tað rætta
KOSTNAÐARSTØÐIÐ
Áki Bertholdsen
aki@sosialinum.fo
– Ein máti kann vera at
leggja eitt serligt avgjald á
fisk, sum fer óvirkaður av
landinum.
– Hinvegin skal eg ikki
siga, at hetta er tað rætta.
Men eg skilji sjónarmiðið!
Johan Páll Joensen, for-
maður í Føroya Arbeiðs-
gevarafelag, skilir tey, sum
halda, at landið eigur at
leggja eitt serligt avgjald á
fisk, sum fer óvirkaður av
landinum.
Men hann leggur kortini
afturat, at hetta er ein ógvu-
liga fjøltáttaður spurningur
og hann sigur ikki, at eitt
avgjald er tað rætta.
Hann leggur eisini dent á,
at
arbeiðsgevarafelagið
hevur ikki viðgjørt hendan
spurningin enn, so hansara
hugsan stendur fyri egnu
rokning.
Men at tankin kemur
fram, undran hann ikki.
– Tað eru ikki so nógv ár
síðani, at øll kundi fiska,
sum teimum lysti. Ein og
hvør, sum átti pening,
kundi útvega sær skip, sum
honum lysti, hann kundi
fiska har honum lysti, hann
kundi selja fiskin har
honum lysti og hann keypti
sínar vørur og tænastur har
honum lysti.
– Og hóast fiskivinnan
fekk næstan eina hálva
milliard í stuðuli afturat, fór
hon so logandi á heysin,
sjálvt um hon hevði full-
komiliga fríar ræsur at
virka.
Hava latið fiskiloyvið inn
Síðani eru stórar avmark-
ingar settar í gildið.
– Tað, sum er hent, er, at
allir føroyingar gjørdu eina
semju. Hendan semjan var í
veruleikanum tann, at allir
føroyingar lótu síni fiski-
loyvi inn, so at nakrir heilt
fáir reiðarar kundi fáa tey
fyri einki.
Men tað hevur Johan Páll
Joensen ikki stórvegis trup-
ulleikar av, tí tað er ikki her,
at trupulleikin liggur,
– Men teir fáu, sum síð-
ani hava fingið fiskiloyvi
frá øllum føroyingum, eiga
at vita, at teir hava skyldu
til at vísa eina heilt serliga
ábyrgd mótvegis samfel-
agnum.
– Tað mugu teir hava. Vit
eru samd um at rættindini
hjá næstan øllum føroying-
um skuldi avmarkast og
leggjast upp í hendurnar á
nøkrum heilt fáum. Tí
mugu teir, sum hava fingið
hesi framíhjárættindi, eisini
vera greiðir yvir, at teir
hava eina heilt serliga
ábyrgd ímóti øllum hinum
føroyingunum.
– Men hetta er eitt ógvu-
liga trupult mál og hvussu
hendan ábyrgd skal vísast í
verki, veit eg ikki.
– Eg veit heldur ikki um
hon skal síggjast aftur í ein-
um serligum avgjaldi á
fiski, sum fer óvirkaður av
landinum.
Formaðurin í Føroya Ar-
beiðsgevarafelag sigur, at
tað felags endamálið hjá
okkum øllum eigur at vera,
at vit byggja eina fram-
leiðslu upp í Føroyum.
Hann sigur, at keypir eitt
virki í Føroyum eina hýsu
fyri 10 krónur, kann virkið
økja virðið á henni upp í 15
krónur.
– Øll hendan virðisøk-
ingin fer í umfar í føroyska
samfelagnum og kemur so-
statt okkum øllum til góðar.
Men verður ein hýsa seld
uttanlands fyri 10 krónur,
fáa vit onga virðisøking.
– Verður fiskurin seldur
uttanlands, missir føroyska
samfelagið eina munandi
virðisøking. Tí skilji eg væl
teir politikarar sum vilja
leggja eitt ávíst avgjald á
fiskin, sum er óvirkaður av
landinum, so at føroyska
samfelagið í hvussu so er
fær ein lítlan part av virðis-
økingini.
Hinvegin skilir hann eis-
ini væl, at eru føroysku
virkini ikki kappingarfør, er
tað ein trupulleiki. Hann
skilir eisini væl, at tað kann
vera ringt at forða skipum
at selja, har tey fáa besta
prísin.
Kortini vísir hann á, at
fyri trimum árum síðani
vóru prísirnir í Føroyum
altíð hægstir, bæði á toski,
hýsu og á upsa.
– Men í ár og í fjør hava
vit havt ein trupulleika - og
so leypa øll skipini frá
beinanvegin.
Eina krónu minni at
keypa fisk fyri
Og spurningin um kapping-
arførið heldur hann vera ein
trupulleika fyri seg.
– Hesi seinastu árini er
útreiðslustøðið í Føroyum
hækkað meir í Føroyum
enn hjá londunum rundaum
okkum og tí hava vit fingið
ein trupulleika.
– Hinvegin hevur tað al-
menna gingið undan at
hækka lønirnar í Føroyum
og eg skilji væl arbeiðara-
feløgini, at tey ikki vilja
vilja dragna longur frá
teimum almennu lønunum
og tey sostatt eisini seta síni
lønarkrøv.
Formaðurin í Føroya Ar-
beiðsgevarafelag vísur á, at
hesi seinastu fimm árini er
samlaða tímalønin farin úr
95 krónum, upp í 120 krón-
ur um tíman.
– Tað merkir, at eitt virki,
sum virkar hýsu, hevur
fingið eina krónu afturat í
útreiðslum til lønir av
hvørjum kilo av ráfiski.
Sostatt er ein króna
minni at keypa fisk fyri.
– Virkini hava gjørt sítt
ítarsta fyri at laga seg til,
við at leggja framleiðsluna
um. Men tað er ikki nóg
mikið.
Men kappingarførið er
ikki bara ein spurningur um
lønir. Orsøkin til trupulleik-
arnar er eisini, at marknað-
urin yvirhøvur er slakur í
løtuni. Og harafturat eru
bæði amerikanski dollarin
og bretska pundið fallið
nógv. Sostatt er allur fiskur,
sum verður keyptur og
seldur í pundum og í doll-
arum, vorðin nógv bíligari.
– Sostatt ber til at keypa
pollock úr Alaska nógv bí-
ligari enn vant og tað ávirk-
ar okkara upsaprís. Sam-
stundis eru íslendingar,
sum plaga at selja nógva
hýsu til USA, farnir at selja
í Bretlandi í staðin. Av tí
sama er nógv hýsa á
marknaðinum og tað trýstir
prísin niður.
– Men hetta eru alt
viðurskifti, sum vit onki fáa
gjørt við.
– Tað einasta, vit fáa
gjørt nakað við, er kostnað-
arstøðið í Føroyum, sigur
Johan Páll Joensen.
Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag skilir sjónarmiðið um at leggja avgjald á fisk, sum fer óvirkaður av landinum. Reiðarar
við fiskiloyvi eiga at vísa eina serliga ábyrgd mótvegis samfelagnum, sigur Johan Páll Joensen
C
M
Y
K
5
4