Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. juli 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 126 - 6. juli 2004 Nr. 126 - 6. juli 2004 7 Jokarin í Føroyum Í sambandi við dystin millum HB og FC Keyp- mannahavn verður diskotek um kvøldið í Eclipse, har kendi danski rapparin Jokeren fer at undirhalda. Jok- eren hevur ligið ovarliga á donskum hitlistum seinastu tíðina við plát- uni "Alhpa Han." Veitslan er fyri øll, tó skal ein tekna seg. Sein- asta freist at ogna sær atgongumerkið er týs- kvøldið kl. 21:00. At- gongumerki kunnu bí- leggjast á telefon 254045. -hkm Ein gysari TÍÐINDASKRIV Synergi Fakfestival 2004 - fyri starvsfólk í frítíðarskúl- um og á dagstovnum. Kom og fá eitt boð upp á hvat frítíð er í nútímans samfelagnum - eitt boð upp á frítíðarpedagog- isku uppgávuna; eitt boð upp á, um samstarv mil- lum lærarar og peda- gogar er ein gysari og mangt mangt annað! Eftir áheitan frá einum arbeiðsbólki av leiðar- um í Frítíðarskúlum í Føroyum, skipar Syner- gi fyri eini fakfestival fyri starvsfólkum í øll- um frítíðarskúlum í Før- oyum fríggjadagin tann 13. august í nýmótans hølum á Føroya Sjó- mansskúla. Endamálið er at skapa fokus á økið og at menna samstarvið millum frítíðarskúlarnar. Stig G. Lund frá BUPL leggur upp til kjak. Hann er politikari og sálarfrøðingur. Orð- stýrari er Óluvá Zacha- riassen, tíðindakvinna. Fleiri evni Á skránni er fyrilestur, kjak, pallborð, spurn- ingar, netverk, við meira. Hesi evni verða viðgørd: Hvat er frítíð í nútímans samfelagnum? Spæl, læring og undir- vísing. Frítíðarpedagog- iska uppgávan. Sam- skifti. Virðing fyri øðr- um og sjálvsvirðing. Uppalararollan - hvørji virði leggja vit í børn okkara? Opið kjak. Samstarv millum lærar- ar og pedagogar - ein gysari? Pallborð Pallborðið umfatar visi- ónir um frítíðarskúlan og aldursbólkin 0-18 ár. Visiónir um samstarv millum lærarar og peda- gogar á frítíðarskúlum verður eisini viðgjørt á pallborði. Málbólkur er øll starvsfólk á frítíðarskúl- um í Føroyum - leiðarar, pedagogar og hjálparar. Eisini starvsfólk á dag- stovnum, sum arbeiða við "skúlabørnum," eru vælkomin umframt av- varðandi myndugleikar. Seinasta freist at tekna seg er tann 23. juli. Vilt tú vita meira, kanst tú fara inn á heimasíðuna hjá Synergi www.synergi.fo Kvirra oyggin Sunnudagin tann 4. juli fóru tveir ungir sjón- leikarar úr Gøtu til Vestmannaoyggjar í Íslandi. Teir eru við í eini verkætlan, sum er fyri at fáa ung fólk úr Noregi, Íslandi og Før- oyum at møtast. Verk- ætlanin eitur Silent Is- land. Fyrsta royndin við verkætlanini var á sumri 2002, tá seks ungir ís- lendingar vóru í Andøy í Noregi. Í tríggjar dagar skuldu tey klára seg uttan fartelefon, ur, teldu og sjónvarp. Langt vekk frá fólki búðu tey í tveimum gomlum smátt- um, sum fiskimenn brúktu fyrr í tíðini. Við hesum skuldu tey fáa íblástur til ymsar fram- førslur. Hetta summarið er Ísland karmur um verk- ætlanina. Tað er bygdin Heimaey í Vestmanna- oyggjum, sum er vertur fyri Silent Island í ár. Gøtumenninir koma aftur til Føroya tann 20. juli. Ferðin er løgd til rættis við hjálp úr Losjuni í Gøtu og Norð- urlandahúsinum. Tað ber til at fylgja við verk- ætlanini á www.silentisland.com -hkm Lars-Emil ivast Lars-Emil Johansen setir spurnartekin við viðferðina av seksual- brotsmonnum í Anstalt- en við Herstedvester. Hetta ger hann, tí fleiri kunnu sita í nógv ár uttan at verða dømdir egnaðir til at sita í opn- um viðgerðarstovni í Grønlandi. Lars-Emil Johansen hevur tískil spurt løgmálaráðharran, hvørji konkret viðgerð- artilboð hesi dømdu fáa. -hkm TÍÐINDASKRIV Smiðjan í Lítluvík Fríggjadagin tann 16. juli letur upp listaframsýning við Frank Busk og Tommy Láadal Jensen í Smiðjuni í Lítluvík. Ferniseringin verður frá klokkan 17.00 til 20.00. Frank Busk og Tommy Láadal Jensen eru báðir útbúnir á Det Fynske Kunstakademi í Odense. Teir hava áður arbeitt sam- an í listarbólkinum "Fourmen", har teir mill- um annað vóru við í fram- førsluni "four men box cup 97" á Kulturministeriets framsyningarstað "Over- gaden". Frank er dani, og er hetta fyrstu ferð, hann hevur framsýning í Føroyum. Tommy er uppvaksin í Havn, men býr í Keyp- mannahavn. Hann hevur fleiri ferðir havt listafram- sýningar í Smiðjuni í Lítlu- vík. Í framsýningin í Smiðj- uni sýna báðir listamenn- ininir fleiri ymiskar og litfagrar óljumálningar fram. Upplatingartíðir: leygar- dag og sunnudag frá klokk- an 12.00 til 19.00. Mána- dag til týsdag frá klokkan 14.00 til 18.00. Framsýn- ingin er frá 16.juli til 21. juli. Frank og Tommy í Smiðjuni Ein afturvendandi siður, ið hevur ment seg nógv hesi seinnu árini, eru ættar- stevnurnar. Í døgunum 17. - 18. juli verður ættarstevna hildin í Skopun. Tað eru eftirkomarar hjá Selatrað- Janus (Jens Joensen, føddur í Skopun 1845, deyður 1924) og Trinu á Kolturs- mýruni (Anna Katrina S. Samuelsdatter, fødd í Koltri 1841, deyð 1903), ið hava tikið stig til hesa stevnu. Janus og Trina vóru eftir- komarar hjá nøkrum av teimum fyrstu ættarliðun- um, ið settu búgv í Skopun. Tey fyrstu niðursetu- fólkini komu ymsastaðni frá. Av teimum fyrstu niðursetumonnunum vóru átta úr Koltri og seks av Sandi. Skráin fyri ættarstevnuna er fjølbroytt við útferðum, bátatúrum og felags tiltøk- um. Freistin at melda seg til var tann 5. juli. -hkm Skopunarslagið Næstu dagarnar held- ur danska meistara- liðið til í Føroyum, og FCK skal dystast við tey bæði sigursvandu føroysku feløgini KÍ og HB. Ítróttarstjórin hjá FCK heldur ikki, at veðrið fer at nerva spælararnar hjá felagnum FÓTBÓLTUR Jonhard Hammer Føroyingar plaga at fylgja væl við í tí, sum hendir í FC Keypmannahavn. Fremsta orsøkin til tað er, at Todi Jónsson er ein av spælarunum í felagnum, og hann hevur seinnu árini havt stóran týdning fyri úrslitini hjá felagnum. Nú eru Todi og FCK komin til Føroya, og næstu dagarnar skal danska meistaraliðið venja og spæla dystir her á landi. Fyrsta uppgávan var mánakvøldið – eftir evsta- mark her á blaðnum – tá ið FCK spældi í Klaksvík ímóti KÍ, og mikukvøldið verður dystur ímóti HB á Tórsvølli. Vandu í Havn Mánamorgunin vandi FCK í Havn. Spælararnir komu til landið sunnudagin, og fyrrapartin mánadagin vóru teir til venjingar – ella til arbeiðis – á Tórsvølli. Nøkur børn vóru komin at hyggja og biðja um auto- graf frá donsku stjørnun- um, men annars var friðar- ligt, tá ið FCK vandi. Ein av kendastu spælar- unum hjá FCK, suður- afrikanarin Sibusisu Zuma, kom smílandi við einum discmanni til venjing. Hann kemur neyvan á vøllin í Føroyum. – Eg eri skaddur, so eg fái ikki spælt, men eg ivist ikki í, at Todi fer at spæla, segði Zuma, tá ið hann varð spurdur, um gamla álops- duoin hjá FCK fór at spæla í Føroyum. – Eg havi ikki sæð so nógv av Føroyum enn, men hetta er eitt fantastiskt land, segði hann. Veðrið eingin trupulleiki Veðrið, sum donsku spæl- ararnir komu til í Føroyum, var ikki av tí besta. Summ- arið er næstan ikki til at fáa eygað á, og hitin minnir mest um ein góðan heyst- dag, men hetta nervaði ikki donsku spælararnar. – Veðrið hevur ikki verið stórt frægari í Danmark seinastu tíðina, so hetta er ikki so nógv øðrvísi. Men kanska er tað eitt sindur kalt fyri onkrar av spælar- unum, segði ítróttarstjórin í FCK, Niels-Christian Holmstrøm. Størsta stjørnan hjá FCK, í øllum førum um tú spyrt føroyingar, er Todi Jónsson, og hann var eisini við til fyrstu venjingina. Hann var bjartskygdur um dystirnar í Føroyum og roknaði við, at FCK fór at vinna báðar dystirnar. FCK ræðist ikki veðrið Mynd: Jonhard Hammar Svarið er á veg Eigarafelagið í Torkilsgøtu hevur enn ikki frætt nak- að frá byggi- og býarnevndini í Tórshavnar býráð um byggingina í Maritugøtu. Nakað síðani sendi eigara- felagið eitt skriv til býrðaðið, har tey mótmæltu nýggju byggingini og hart- aðu framferðar- háttin hjá býráð- num. Heðin Mort- ensen formaður í nevndini sigur, at svarið átti at verið á veg. BYGGILOYVI Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo – Vit høvdu málið fyri á einum fundi í byggi- og býarnevndini, har alt býráðið var samlað og hurðarnar vóru afturlat- nar. Har fingu vit stað- fest, at alt er farið reglu- ligt fram. Eg havi fingið tekningarnar fyri økið og har sæst, at uppruna- ætlaninar eru broyttar, men allar broytingarnar hava verið ígjøgnum tær neyðugu nevndirnar og hava fingið neyðugu loyvini, so tað er alt í lagið, sigur Heðin Mort- ensen. Hann sigur, at ávísar broytingar hava verið gjørdar, men at tekningarnar tó ikki eru blivnar broyttar sum best hevur borið til. M.a. gjørdi býráðið av at leggja ein barnagarð á økið hjá Guttesen og Staksberg, og tískil fekk byggifelagið eitt annað stykki ístaðin. Nýggja økið, sum teir fingu, er tað, sum liggur beint frammanfyri húsini í Torkilsgøtu, og sum meginparturin av ó- nøgdseminum hevur staðist av. – Sjálvandi er tað ó- heppið, at húsaeigarar- nir í Torkilsgøtu á fyrstu tekningum síggja, at næsti granni verður 50 metrar frá húsunum, og at tað so brádliga verða bygd hús knappar 20 metrar frá. Men tekning- arnar eru broyttar so við og við, og tær hava ligið niðri á býráðnum. Alt er farið regluliga fram og allir býráðslimir hava verið kunnaðir so hvørt, sigur hann. Spurdur hví býráðið framvegis ikki hevur svarað eigarafelagunum uppá skrivið, tey sendu, svarar hann, at um tey ikki hava fingið svarið enn, so má tað vera á veg. – Tað tekur eina tíð at avgreiða skivligar spurningar. Men málið hevur sum sagt verið fyri á fundi, tað er viðgjørt, og um svarið ikki longu er farið, so man tað vera á veg, stað festir hann. – Sjálvandi skulu tey hava svar, tað sigur seg sjálvt. Tað skulu øll, sum venda sær til býráðið. Heðin sigur, at Gutte- sen og Staksberg hava havt alt sítt uppá tað reina allatíðina. Men teir hava tó ikki fingið endaliga byggiloyvi til triðja byggistig enn. – Tað mangla enn nøkur ting at koma uppá pláss, áðrenn byggiloyvið verður givið til tað, sigru Heðin. Heðin Mortensen við- gongur, at hetta málið hevur verið sera ó- heppið, og hann vil geva eigarafelagnum rætt í, at býráðið kanska skuldi gjørt meira við at kunna um broytingarnar. – Hatta mugu vit hava í huga og umhugsa, um so er, at eitt tílíkt mál kem- ur fyri aftur í framtíðini, sigur hann at enda. Óvæntaða EM-heitið hjá Grikkalandi gjørdist ein sannur fongur hjá 27 ára gamla havnarmann- inum, Flóvin av Fløt- um Jespersen. Grikski finalusigurin gav honum 50.000 krónur VANN 50.000 KRÓNUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Tað eru ikki bert grikkar, sum eru á gosi eftir, at Grikkaland sunnukvøldið tryggjaði sær EM-heitið. Hjá 27 ára gamla havnar- manninum, Flóvini av Fløt- um Jespersen, fall tað sanniliga eisini í góða jørð, at júst Grikkaland endaði ovast á sigurspallinum í Portugal. Undan EM-kappingini setti Flóvin 500 krónur á undirmettu grikkarnar at vinna EM-heitið. Vedd- ingin á Grikkaland sum EM-vinnara gav 100 ferðir pengarnar aftur, og málið hjá Angelos Charisteas í øðrum hálvleiki gav Flóv- ini av Fløtum Jespersen 50.000 krónur í skjáttuna. Undirmeting Undan EM-kappingini varð Grikkaland mett at vera millum veikastu liðini, og fá góvu grikkunum stór- vegis møguleika í kapp- ingini. Spurdur, hvussu tað ber til, at hann valdi at seta pening á undirmettu grikk- arnar at vinna kappingina, svarar Flóvin, at tað vóru tvær høvuðsorsøkir til tess. – Lat tað vera sagt bein- anvegin, at eg trúi ikki 100 % á Grikkaland, men kort- ini metti eg teir vera sterk- ari, enn styrkismetingin hjá flestu veddingarfyritøkum. Tú mást minnast, at Grikkaland endaði framm- an fyri Spania í undan- kappingini, og at styrkis- meta teir saman við liðum sum Lettlandi og Bulgaria, var ein stór undirmeting, sigur Flóvin av Fløtum Jespersen. Hann leggur afturat, at fleiri av hansara vinfólkum stóðu spyrjandi, tá hann fortaldi, at hann hevði sett pengar á Grikkaland, tí tey hildu snøgt sagt, at hann tveitti pengarnar burtur. – Ein onnur grund til, at eg valdi Grikkaland er, at eitt nýtt rák tykist at vera í fótbóltinum í ár. Fótbólts- árið í ár hevur verið ómeta- liga løgið. Í eitt nú Cham- pions League hava so- nevndu stóru liðini verið eitt satt vónbrót, meðan smærru liðini standa seg væl. Tað tykist sum um, at tey lið, sum spæla sum ein eind, standa seg best í løtuni. Hyggur tú eisini eftir EM-kappingini, er sama rák galdandi, tí flestu sonevndu favorittarnar við sonevndu stjørnuspælarum fullu tíðliga í kappingini, greiðir Flóvin av Fløtum Jespersen frá. Løgið Flóvin greiðir frá, at tað hevur verið ein løgin kensla at fylgt Grikkalandi í kapp- ingini. – Undan fjórðingsfinal- uni ímóti Fraklandi, var eg var sannførdur um, at grikkar fóru úr kappingini, men so skuldi ikki vera. Eg var ikki so bangin um dystin hjá teimum ímóti Kekkia, tí Kekkia hevði stórar trupulleikar ímóti Lettlandi, sum eins og Grikkaland spælir definisivan fótbólt. Spurdur, hvussu hann vil lýsa dagarnar eftir hálv- finalusigurin hjá Grikka- landi ímóti Kekkia, svarar Flóvin, at tað sjálvsagt hevur verið eitt sindur øðrvísi, men hann hevur kortini ikki gjørt stórvegis hóvasták burtur úr sær sjálvum, tí hann væntaði ikki, at tað fór at eydnast grikkum at basa verts- tjóðini Portugal sunnu- kvøldið. Uppiborið At enda spyrja vit Flóvin um hann heldur, at grikska EM-heitið er uppiborið. – Ja, tað haldi eg avgjørt. Eg eri fullgreiður yvir, at teir ikki eru mest álops- sinnaða liðið, men teir standa ómetaliga væl á vøllinum og spæla væl. Um Grikkaland ikki skuldi vinna, hvør átti so at vunnið?, spyr 27 ára gamli havnarmaðurin at enda. Flóvin er partur av grikska ævintýrinum – Lat tað vera sagt beinanvegin, at eg trúi ikki 100 % á Grikkaland, men kortini metti eg teir vera sterkari, enn styrkismetingin hjá flestu veddingarfyritøkum. Tú mást minnast, at Grikkaland endaði frammanfyri Spania í undankappingini, og at styrkismeta teir saman við liðum sum Lettlandi og Bulgaria, var ein stór undirmeting, sigur Flóvin av Fløtum Jespersen. Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 7 6