Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. juli 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 126 - 6. juli 2004 Nr. 126 - 6. juli 2004 9 Tey menningartarn- aðu á Verkhúsinum Stíggjur eru nærum vorðin ein ímynd av, at alt ber til, og at brek ikki nýtast at tarna, hvørki skapan- argleði ella -gávum. Á Varmakeldu høvdu tey hesuferð umskap- að Stórhúshøll til eitt satt fýrverkarí av lit- um, skapum og mark- leysum hugflogi FRAMSÝNING Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Hetta er aðru ferð tey á verkhúsinum Stíggi sýna fram sítt skapandi arbeiði. Hesuferð vóru 16 av brúk- arnum við á framsýningini, sum taldi ikki minni enn 135 myndir og lutir. Ein av teimum, ið hevur havt frá- læru í myndlist við teimum á Stíggi, er Oggi Lam- hauge, grafikari og peda- gogur, og hesuferð var Oggi sjálvur eisini við á framsýningini við egnum grafiskum listaverkum. Ikki løtuverk Tey flestu av teimum menn- ingartarnaðu høvdu eina røð av verkum við, og tú fekk tí varhuga av, at eitt rættiliga støðugt og áhaldandi arbeiði lá aftanfyri. Í nógvum før- um var tað heilt týðiligt, at talan avgjørt ikki var um nakað løtuverk. Soleiðis vóru eisini fleiri dømi um, at myndarøðir gjørdust lista- verk í mátanum tey ímynd- aðu sjálva listarligu gongd- ina og drívmegina aftanfyri. Myndevnini vóru ógvu- liga ymisk, líka frá lands- løgum og menniskjum til skiftandi veðurløg og árstíð- ir. Eitt afturvendandi tema hjá teimum flestu tóktist tó vera abstraktar royndir við litum og teknikkum. Men sjálvt um ávirkanin frá gra- fikkteknikkunum hjá Ogga í ávísan mun skein ígjøgnum, hava allir listahugaðu brúk- arnir á Stíggi týðiliga megn- að at skapa sær sín egna ser- merkta stíl. Sjónarvillingar og fjald list Tvey av teimum, ið um- boða heilt hvør sín máta at handfara litir og skap, eru tey bæði Magni Mikkelsen og Berit Abrahamsen. Myndirnar hjá Magna eru eitt serliga gott dømi um, hvussu tað einfalda kann rúma tí óendaliga, um tú hevur gávur til at síggja møguleikarnar og hegni til at brúka teir. Og tað hevur Magni. Við einføldum og óbrotnum strikum skapar hann eina sjónarvilling fyri og aðra eftir. Beint sum tú heldur teg fata trívídda rúmið í myndini, broytist tað, og tú sært nakað heilt nýtt og øðrvísi. Berit tekur hinvegin støði í myndevninum, sum oftast landsøgum og menniskjum. Myndin av teimum 4 árs- tíðunum er bara eitt dømi um, at áhugin hjá Berit liggur serliga í royndunum við litspæli av ymsum slagi við sama myndevni. Oggi Lamhauge hevur megnað avbera væl at geva teimum menningartarnaðu íblástur og dirvi at royna seg í listaheiminum. Og ivaleyst hevur hann eisini verið ein fyrimynd hjá onkrum. Grafisku lista- verkini hjá Ogga eru hug- takandi, hóast tey øll eru so evarska smá, at tú ert líka við at ganga framvið uttan at varnast tey. Tað er næst- an, sum tey teska ein var- ligan boðskap, sum kundi umfatað alla framsýning- ina: at list ofta fjalir seg, har tú minst væntar tað. Prýðiligir brúkslutir Umframt myndir vóru eis- ini hópin av brúkslutum at síggja á framsýningini. Onkur hevði spælt sær við hugflogið við ull og ymsum tøvdum pløggum, meðan onnur høvdu verið í holt við seymimaskinu. Nógvir av lutunum vóru kanska fyrst og fremst ætlaðir at gera nyttu í til dømis køkin- um. Men við sínum vøkru áseymingum og hondmál- aðu heitum gjørdust eisini brúkslutirnir sermerktir prýðislutir í sær sjálvum. MARKNAÐARRÁK Á rentufundinum mikudag- in setti amerikanski tjóð- bankin sum væntað rentuna upp við 0,25 %-stigum. Vánalig arbeiðsloysistøl úr USA fingu lánsbrævarent- urnar at falla. Partabrøvini ávirkaðust ikki í sama mun av tíðindunum, hóast tey eisini fullu eftir tveimum vikum við vøkstri. Lánsbrævarenturnar fullu javnt í farnu viku, men tá mánaðarliga arbeiðsmarkn- aðarfrágreiðingin úr USA fríggjadagin vísti, at einans 112.000 nýggj arbeiðspláss vóru sett á stovn í juni, móti teimum 248.000 sum vænt- að vóru, tóku lánsbræva- renturnar dik á seg og fullu. Rentan á 10-ára danska statslánsbrævinum fall nið- ur í 4,42% úr 4,53% vikuna framman undan. Amerikanski tjóðbankin, ið hækkaði rentuna 0,25 %- stig upp til 1,25%, lat eftir fundin frætta, at fleiri hækk- ingar eru í væntu. Hóast peningapolitikkurin enn er lagaligur, ivast teir ikki í, at amerikanski búskapurin hevur tað gott og útlitini fyri búskapar- og prísvøkstri liggja í tryggari legu, hóast marknaðirnir í seinastuni hava verið viðbreknir fyri hækkandi prísvøkstri. Hesar útsøgnirnar stiðja undir, at rentuhækkingarnar fram- vegis verða hóvligar. Um komandi arbeiðsmarknaðar- og prísvakstrartøl framvegis vera høg kann væntast, at næsta rentuhækkingin longu verður á komandi rentu- fundi í august. Eftir rentufundin í Evr- opa, har rentan var óbroytt 2%, segði miðbankastjórin, at høgi prísvøksturin, sum serliga stavar frá hækkaðum olju- og rávøruprísum, kann halda áfram nakað enn. Tó broytir hetta ikki um forsøgnirnar hjá miðbank- anum um, hvussu prís- vøksturin verður í langa tíð- arbilinum, tí enn er nógvur fríur kapacitetur í Evropa. Sostatt verður rentan í Evropu og hjá okkum mest sannlíkt, ikki broytt fyrr enn í fyrsta lagi um árskifti. Nú nógv fólk eru farin í summarfrí kann væntast, at marknaðirnir verða friðar- ligir komandi vikurnar. Kaupthing metir tí, at láns- brævarenturnar mest sann- líkt fara at halda sær á einum lágum stigi komandi tíðuna, men sum frálíður vilja góð prísvakstrartøl trýsta lánsbrævarenturnar uppaftur. Partabrøv kunnu í næstum verða ávirkaði av roknskaparkunngerðum fyri annan ársfjórðing, ið byrja at vera kunngjørdar hesa vikuna, har millum annað Yahoo og General Electric kunngerða sínar. Amerikanski tjóðbankin setti rentuna upp Vika 28, 2004 www.kaupthing.fo Ótarnað skapanargleði Ein heilur ævintýrheimur fjalir seg í graf- isku listaverkunum hjá Ogga Lamhauge Berit Abrahamsen hevur ein serligan tokka til litspæl - sum her í teimum skiftandi árstíðunum Trívíddarmyndirnar hjá Magna Mikkelsen eru ongantíð tað, tær síggja út til at vera Listarligi parturin á varmakeldustevnu: Eitt mentanartiltak í miljónaklassanum – Onkur hevur spurt, hví útlendingar í so stórum tali tóku lut í listarliga partinum av varmakeldustevnu í ár. Men eg haldi ikki, at nakað galið er við hesum. Á henda hátt fáa vit eitt listarligt portur úr útheimin- um og inn til okkara, eins og vit fáa eitt portur út í heimin. At okkara nalvi er hin vakrasti, kunnu vit ikki liva av í allar æv- ir, sigur Petur Martin Petersen, kunningar- leiðari í Fuglafirði VARMAKELDUSTEVNA Orð: Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Myndir: Maria Olsen Tað skerst ikki burtur, at listarligi parturin á varma- keldustevnu í ár var rætti- liga umfatandi og fjøl- broyttur. Størsta einstaka tiltakið fór av bakkastokki síðsta fríggjakvøld. Tiltakið byrj- aði úti á fjørðinum sum ein ljóðmynd, har ein árabátur kom rógvandi inneftir vánni við eini kópakonu í skutinum, samstundis sum saxofon- og trompettón- leikur ljóðaði um fjørðin. Tá ið árabáturin kom at landi, steig kópakonan í landi. Nú komu fleiri sjón- leikarar úr øðrum norður- londum, kladdir í kópa- konuham, uppí leikin. Øll fóru dansandi inneftir báta- brúnni. Millum standmynd- irnar, sum reistar eru á ytra armi á bátahylinum, spældi Fuglafjarðar Hornorkestur, samstundis sum alt fylgið flutti seg niðaneftir bryggj- uni og niðan í Mentanar- húsið. Í Mentanarhúsinum tóku trý kór um endan við eini kantatu, sum Alex- andur Kristiansen, skald úr Fuglafirði, hevur skrivað. Kórini vóru Tritonus úr Danmark, Kór Langholts kirkju úr Íslandi og Fugla- fjarðar Sangkór. Heimskendu jasstónleik- ararnir og brøðurnir, Mikk- el, Nicolay og Emil Hess úr Danmark, syrgdu saman við Edvardi Nyholm Debes fyri tónleikinum til kanta- tuna. Alt endaði í einum brúsi av sangi, ljóði og tónleiki. Eydnaðist væl Petur Martin Petersen, kunningarleiðari í Fugla- firði, sigur, at tiltakið eydn- aðist serstakliga væl - og nógv betur, enn nakar tordi at droyma um. – Veðrið var gott, og tón- leikurin - bæði úti á fjørðin- um og við bátahylin - hoyrdist væl, samstundis sum standmyndirnar á grót- garðinum við bátahylin komu til sín rætt. Hann vísir á, at á veitsl- uni, sum fuglfirðingar skip- aðu fyri eftir tiltakið, kom týðiliga fram, at fólk vóru sera væl nøgd. Kunningarleiðarin sigur, at mentanarligi parturin á varmakeldustevnu var eitt tiltak í miljónaklassanum. – Tiltakið varð ikki reist á føtur fyri at tjena pening, men fyri at profilera listar- liga umhvørvið í Fuglafirði og fyri at knýta bond á listarliga- og tónlistarliga økinum. Hann vísir á, at nógv góð bond eru knýtt, sum kunnu gerast virðismikil, bæði fyri fólk her á staððnum og fyri tey, sum vitjaðu í Fuglafirði. Portur út og heim – Onkur hevur spurt, hví útlendingar í so stórum tali tóku lut í listarliga partin- um á varmakeldustevnu í ár, men eg dugi ikki at síggja, at nakað er skeivt við hesum. Á henda hátt fáa vit eitt listarligt portur úr útheiminum og inn til okkara, eins og vit fáa eitt portur út í heimin, sigur Petur Martin. Hann heldur ikki, tað ger nakað, um listin í størri mun verður meira altjóða- kend og minni national, tí tann tjóðskaparligi parturin verður ikki fyri vanbýti kortini. – Okkara nalvi er vakur, men at okkara nalvi er hin vakrasti, kunnu vit ikki liva av í allar ævir. Tí haldi eg tað vera eitt gott hugskot eisini at bjóða aðrari list vælkomnari higar til lands, sigur Petur Martin Peter- sen, kunningarleiðari. Petur Martin Petersen harmast um, at tiltak- ið at fara út á varma- keldu til bál, sang, dans og hugna ikki hevur verið seinastu tvey árini á varma- keldustevnu. – Eg haldi, at vit mugu fara at tosa saman um hetta tiltak aftur, sig- ur kunningarleiðarin VARMAKELDA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo – Hetta er aðruferð, at vit ikki fara út á varmakeldu á varmakeldustevnu. Tað haldi eg vera spell, hóast teir stóru pengarnir ikki liggja í hesum. Petur Martin Petersen, leiðari á Kunningarstovuni í Fuglafirði, heldur, at hetta er nakað, sum fuglfirðingar eiga at fara at tosa saman um og taka uppaftur á kom- andi varmakeldustevnu. Hann sigur, at í mong ár hevur verið fastur táttur at fara út á Varmakeldu, men soleiðis var ikki í ár og heldur ikki í fjør. – Langt afturi í søguni kunnu vit lesa um, at hetta hevur verið gamal siður. Petur Martin heldur, at eins væl og ólavsøkan hev- ur sína aldargomlu søgu, hevur løtan úti á Varma- keldu sett sín serstaka varmakeldudám á stevnuna. – Seinastu árini hevur verið vanligt at møta upp úti á Varmakeldu um 23- tíðina, og síðan plagdi til- takið at byrja út móti mid- nátt, sigur kunningarleiðar- in, sum vónar, at hetta tiltak verður tikið uppaftur kom- andi ár. Eiga at fara útaftur á Varmakeldu C M Y K 9 8