týsdagur 6. juli 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 126 - 6. juli 2004
Nr. 126 - 6. juli 2004
11
Tað er ikki nakar nýggjur tanki, at fakfeløg í
staðin fyri lønarhækkingar skulu tryggja sær
ein munagóðan skattalætta. Hetta hevur verið
frammi fleiri ferðir bæði her í Føroyum og í
okkara grannalondum. Kjarnan í hesum máli
er, at tað almenna skal lækka bæði beinleiðis
skattin og avgjøldini fyrst og fremst MVG. Fyri
fakfeløgini er tað sjálvsagt ikki krónutalið, sum
telur, men reallønin - also tað sum er eftir at
keypa fyri, tá tað almenna hevur tikið sítt.
Samgongan hevur lovað ein skattalætta uppá
240 milliónir krónur í hesum valskeiði. Hetta
varð gjørt, áðrann nakar í samgonguni visti,
hvussu fíggjarliga støðan hjá landskassanum
var. Hetta lyftið varð givið, meðan nýggja
samgongan enn trúi uppá tað, sum gamla
samgongan vissaði fólkið um, nevniliga at vit
høvdu ein grundleggjandi sunnan búskap. Tá
gerandisdagurin kom, vísti tað seg, at soleiðis
var støðan ikki. Hon var mestsum beint
tvørturímóti. Alivinnan, rækjuvinnan og
flakavinnan á landi vóru allar komnar á fallandi
føti. Almenni búskapurin hevði tað lítið betri,
og fyrsta fíggjarlógin hjá nýggju samgonguni
kom út við halli. Tann næsta verður lítið
mætari. Hetta er eingin tespilig støða, og
samgongan hevur tikið til tey vanligu ráðini at
skera niður. Men við niðurskurðinum minkar
virksmið í landinum, so hetta er alt annað enn
lætt.
Hóast hetta sostatt ikki er nakað einfalt mál,
eiga myndugleikarnir at taka eina samráðing
við fakfeløgini til tess at kanna eftir, hvat
partarnir kunnu semjast um. Kann ein avtala
millum landsstýrið og fakfeløgini við
lønarafturhaldi
tryggja
eitt
hægri
reallønarstøði, er hetta so avgjørt eitt áhugavert
alternativ til lønarhækkingar. Vandin er bara
tann, at slíkar skipanir hava tað við at verða
útholaðar, tá ein tíð er farin. Tá tað almenna
aftur fær tørv á peningi, verður freistandi at
hækka avgjøldini, síðan hækkar beinleiðis
skatturin, og so er støðið máað undan
reallønini. Skal henda leið við lønarafturhaldi
og skættalætta haldast, mugu partarnir gera
bindandi langtíðaravtalur. Tað er lættari sagt
enn gjørt.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Áhugaverdir tankar
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
John Berg
Ein av teimum, ið als ikki er
samdur við tey "mongu
fegnu" í Nesi
Áki Bertholdsen citerar
Levi Niclasen bygdarráðs-
formann fyri at siga, at nes-
fólk yvirhøvur eru fegin
um tað, ið gjørt verður á
Lítlibøsandi.
Búgvi sjálvur í Nesi, men
havi bara hoyrt negativt um
arbeiði, so hvørji tey nøgdu
eru listi meg at vita. Málið
hevur møguliga verið fyri á
bygdarráðsfundi, so har
kann helst okkurt finnast í
fundarfrágreiðingini, um
onkur hevur áhuga í tí.
Havi annars hoyrt sum
slatur, at áheitan er komin
til kommununa um, at við
tað at innsiglingin til báta-
hylin í Nesi fyllist við
sandi, skal hetta forða fyri
útróðrinum
-
gudarnir
skulu seg yvir forbarma -
má vera skemt, so hetta
krevur helst onga viðmerk-
ing. Sigst annars, at ætlanin
er at byggja 4.- les fjórða
bátahylin í Hvalba, so hatta
við sandinum í innsigling-
ini í bátahylin í Nesi loysir
seg sjálvt.
Eisini verður sagt, at
sandurin forðar fyri, at eig-
arar í Innaru Støð fáa ikki
drigið bát. Tað hevur hann
gjørt í fleiri ár, og tí varð
helst asfalteraður vegur
gjørdur til neystini har fyri
fleiri árum síðani.
Sagt verður, at tvey ár eru
síðani, at grivið varð sein-
ast. Tað er møguligt, men
grivið hevur verið fleiri
ferðir uttan úrslit, tað vita
tey flestu.
Hvat tann eini dagurin
við gravimaskinu kostar,
kann helst eisini finnast í
skjølum hjá kommununi,
um onkur skuldi havt áhuga
í tí. Hví verður tað, sum
grivið er ikki flutt burtur.
Er tað ikki komin nøkrum
til hugs, at sandurin, ið
grivin er upp fýkur ella
riðar í aftur?
Skal her royna at greiða
frá míni hugsan um "sand-
problemið" í Hvalba.
Grótkastini á Hamranesi
og Innara Rana í Nesi hava
gjørt, at fjørðurin er vorðin
trengri, so at trykkið inn á
Jørðabakka,Hundagjógv,Ta
ngan og Skeljalagið er
vaksið.
Sandurin minkar har,
men legst í Kósina og
innanfyri Býargarð eins og
í Innaru Støð í Nesi. Eisini
hava tey 1000- tals tonsini
av gróti, sum komu úr berg-
holinum Hvalba-Sandvík,
og sum vórðu vippaði út av
Reyðabarmi,
havt
sína
ávirkan á fjørðin.
At brúka sandánna á
Lítlabøsandi sum "synda-
bukk" kann ikki rúkast til
nakað.
Sandáin rann fyrr ovast
undir gørðunum, áðrenn
grótkastini komu, og tá var
sjógvur líka í neystakjaft-
arnar í Innaru Støð. At áin
skal gera at sandur legst
framman fyri neystini er
tvætl.
Um trupulleiki er við
innsiglingini í bátahylin í
Nesi, er bara at senda boð
eftir einum sandsúgvara.
Teir verða helst lidnir við
arbeiði áðrenn kaffitíð.
Áki Bertholdsen sigur í
greinini, at sandurin áin,
ósin og Vatnið er ein sonn
náttúruperla. Haldi, flestu
fólk, ið hava verið á stað-
num, eru samd við honum.
Kundi verið áhugavert at
fingið at vita, um hasar
grótrúgvurnar,
ið
eru
dumpaðar innanfyri Træ-
brúnna eru partur av pro-
jektinum við Sandánni, ella
um tær eru lagdar til prýðis,
nú ferðafólk leita sær
hendavegin í summar.
Kundi trivið í okkurt
annað eisini, men lat tað
verða nóg mikið hesuferð.
Viðmerking til greinina í sosialinum nr. 123 1. juli 2004
Hvalbingar berjast ímóti náttúruni
Óli Jákup Joensen
lærari
Aftursvar til mín góða vin
Jarvin!
Eg havi havt ta gleði at ar-
beiða við børnum/vaksnum
í 20 ár.
Ein eygleiðing, eg havi
gjørt, er, at um børnini hava
eina innaru stýring,sum
sigur teimum,hvat er rætt
og skeivt, kunnu tey náa
langt.
Sama er galdandi er fyri
vaksin.
Vit kunnu tvinga børn/
vaksin til at liva upp til
okkara krøv(uttara stýring).
Men hvat hendir,tá vit, sum
møguliga tvinga, ikki eru
har?
Tað
áhugaverda
er:
Hvussu fáa vit eitt komandi
ættarlið at hava eina innaru
rødd, sum sigur teimum,
hvat er rætt og skeivt?
(innaru stýring)?
Tín kritikkur av pæda-
gokskúlanum er, at tað
verða sett ov fá krøv til
starvsvenjingina!
Spurningurin er: Hvussu
skapa vit pædagokar, sum
seta sær sjálvum krøv?
Børnini vilja endurspegla
pedagokin!
Hvørji onnur krøv ynskja
tit?
Eru krøvini kanska ein
eyka uppgáva?
Hon kann jú altíð stáplast
upp á beinini!
Men heldur hon í tí dag-
liga arbeiðinum?
Eg ivist!
Men... nógvir dugnaligir
pedagokar arbeiða í Føroy-
um í dag til gleði fyri børn
og vaksin!
Nógv av teimum hava
tikið útbúgving frá Føroya
Læraraskúla!
Góði Jarvin tak upp sam-
starv við Føroya Pedagok-
skúla - lat ikki tilfeldigar
røddir og fjølmiðlarnar
stýra tær!
Við vón um gott sam-
starv millum lærarar og
pædagokar!
Ov fá krøv
Grovar, ógrundaðar
skuldsetingar
Tormóður Stórá
formaður
Í Sosialinum fríggja-
dagin er samrøða við
stjóran
á
Restorffs
Bryggjarí, Johan Mort-
ensen, sum er firtin um,
at øl hansara ikki verður
selt í Føroyahúsinum i
Keypmannahavn.
Í
samrøðuni verða settar
fram grovar, ógrundaðar
og beinleiðis ósannar
skuldsetingar móti leið-
aranum í Føroyahúsin-
um, og skal tí verða
komið við hesi viðmerk-
ing.
Johan Mortensen hev-
ur rætt í, at tað í løtuni
ikki verður selt øl frá
Restorffs Bryggjarí í
Føroyahúsinum. Um or-
søkirnar til tað verður
víst til viðmerkingina,
sum leiðarin í Føroya-
húsinum, Martin Fjall-
stein, fekk høvi til at
gera í sama blaði. Hetta
hevur stjórin á Restorff
fingið at vita áður, men
tá honum ikki hóvar
svarið, leggur hann í
staðin leiðaran undir
óheiðurligt virksemi.
Tá Johan Mortensen
førir fram, at talan er um
"alment svans", og at
leiðarin selur øl fyri
"egna rokning og vinn-
ing", at hann "nýtir sess-
in til privat áhugamál"
og at tað eru "privat og
peningalig áhugamál"
sum eru avgerandi, so er
talan
um
beinleiðis
ósannar skuldsetingar.
Vert er at sláa fast, at
Føroyahúsið í Keyp-
mannahavn er ein sjálvs-
ognarstovnur, sum ræð-
ur sær sjálvum, eisini
um hann fær almennan
stuðul. Hetta vevur
Johan Mortensen upp í
ein ellubita, og fær tað
til, at tann sum fær
almennan stuðul eisini
pliktar seg til at keypa
frá øllum teimum, sum
framleiða somu vøru.
Dugi ikki at síggja
upprunan til hesar ill-
gitingarnar um at leið-
arin í Føroyahúsinum
skal vera farin undir at
reka privata vinnufyri-
tøku, sum skal liva av at
selja vøru til Føroya-
húsið. Kanska hevur
Johan Mortensen fingið
tað skeivt í hálsin, at
leiðarin hevur fingið
almenna góðkenning til
at innflyta øl. Søguliga
frágreiðingin um tað er,
at føroysk øl (frá Føroya
Bjór) í skjótt nógv ár
hevur verið selt í Før-
oyahúsinum og hevur
verið ein eftirspurd vøra.
Í fleiri ár varð hetta
keypt frá einum innflyt-
ara á Vesturbrúgv, men
tá hon doyði og fyri-
tøkan gavst, bar ikki til
at keypa føroyskt øl í
Danmark. Kannað varð
tá um tað var møguligt
hjá húsinum at innflyta
beinleiðis (og soleiðis
sleppa undan millum-
handlara), men hetta
kravdi, at onkur persón-
ur varð góðkendur av
myndugleikunum sum
øl-innflytari.
Avrátt
varð, at leiðarin skuldi
góðkennast sum inn-
flytari, men tað kundi
líka so væl verið onkur
úr t.d. nevndini í húsin-
um. Nevnast kann, at tað
eisini er í øðrum viður-
skiftum, at neyðugt er
við persónligari góð-
kenning í sambandi við
tað virksemi, sum Før-
oyahúsið rekur. Men um
tað so er nevnd ella
leiðari sum leggur per-
sónligan rygg til, so er
tað fyri at fáa virksemið
í Føroyahúsinum at bera
til, og ikki fyri at lívga
sær sjálvum.
Góðkenningin
sum
innflytari var sostatt í
eginleikanum sum leið-
ari í Føroyahúsinum og
ikki sum privatur um-
boðsmaður. Hetta hevur
verið gjørt tey seinastu
seks-sjey árini, og hava
vit ikki sæð nakran
trupulleika í tí.
Tað harmar okkum
almikið, at ein buldrut-
ur
sølumaður,
sum
kennir seg settan til viks,
á hendan hátt sleppur at
dálka leiðaran í Føroya-
húsinum, Martin Fjall-
stein, sum í fleiri ár
hevur lagt alla sína orku
í truplu uppgávuna at
skapa eitt fyrimyndarligt
Føroyahús
í
Keyp-
mannahavn. Harmiligt
er eisini, at Sosialurin so
ókritiskur
letur
seg
brúka í hesi buldur og
brak marknaðarføringini
og fyllir forsíðu sína við
heilaspuna.
Vegna nevndina fyri
Føroyahúsið í
Keypmannahavn
Tormóður Stórá,
formaður
VIÐMERKINGAR
Sunrid Hentze
Tað var hugvekjandi at vera
suðuroyingur týsdagin 22.
juni, tá ið Sosialurin kom í
hvørt húsarhald í Føroyum.
Tað fyrsta, tú fær eyga á, er
stór yvirskrift: »Suðuroy-
ingar mugu ganga plankan
út«. Tað var tað mest ótrú-
liga tilfarið, man skuldi
lesa seg ígjøgnum. Suður-
oyingar mugu leggja alla
oynna í eina kommunu fyri
at fáa stuðul úr landskass-
anum til at seta virksemi í
gongd aftur her suðuri.
Hvør hundan man Jógvan
við Keldu halda seg vera?
Tað bleiv ikki kravt av
sandoyingum at teir skuldu
gerast ein kommuna fyri at
fáa Sandoyarloysnina. Tað
vórðu heldur ikki settar
kjølbromonnunum nakrar
treytir,
tá
teir
skuldu
bjargast.
Hvat byr so undir, tá
Jógvan við Keldu kemur
við slíkum úttalilsum? Er
tað nú komið alment fram
og á prent, at føroyingar
ikki eru suðuroyingar og at
vit ikki hava somu treytir
sum restin av landinum,
ella er tað makt, hann er úti
eftir? Hann sigur bart út:
»vit kunnu gera nakað við
støðuna, men vit gera einki
fyrr enn tit lúka hesi krøv«.
Hetta er embætismisnýtsla
av grovasta slag. Hann
skuldi fingið sparkið upp á
standandi fót. At lata fólk í
Suðuroynni liva í svartasta
arbeiðsloysi, tí teir skulu
hava oynna saman, tað er
ikki bert fólkinum, hann
misbrýtur seg ímóti, men
eisini móti meginregluni
hjá ALS, ið sigur, at øll,
sum kunnu fáa arbeiði,
skulu til arbeiðis.
So sigur hann víðari, at
»alt skal skal vera har tað er
best. Smyril siglir ikki
meira á Vág, tunnilin mill-
um Øravík og Hov dregur
út,
vegakervið
millum
norðaru og sunnaru helvt
verður einki gjørt við, alt
sum var alment, er farið á
Tvøroyri, so sigur tað seg
sjálvt, hvar best er at alt
liggur.
Hann sigur í sama anda-
drátti,
at
smáplássini
doyggja út kortini. Hatta er
ein fín hugsan hjá einum
politikara at hava, serliga í
hesum døgum, tá ið allir
búskaparfrøðingar hanga í
hvørjum horni og rópa upp
um útoyggjamenning. Og
man spyr seg sjálvan,
hvussu nógv posthús verða
í Suðuroy – eitt … ?
Norðanfjørðs gera polit-
ikarar alt fyri at fáa fólkið
út aftur á smáplássini, teir
rinda barnafamiljum enntá
eina upphædd fyri at fáa tey
at flyta og skattaprosentið
er lægri har. Tí teir duga at
síggja vinningin fyri land-
ið. Men hesir snævur-
skygdu polikararnir, vit
hava, síggja ber tað, ið
gagnar egnum lummum.
Við øðrum orðum: Allar
tær milliónir, sum koma úr
Suðuroy, hava verið brúktar
í ólukkumát norðanfjørðs,
men nú skal so slettis einki
koma suður um fjørðin
aftur. Man tað vera undir-
sjóvartunnilinum, ið tørvar
pengar og so skal meira
kroystast úr suðuroyingum?
Ein vissur fýrur royndi at
útrudda eina heila rasu,
men tað sær út sum um
Jógvan við Keldu helst
vildi, at alt sunnan fyri
Hovsegg varð útruddað!
Alt gott um saman-
legging, men tað merkir
ikki, at økir í landinum
skulu liggja brakk, tí eitt
annað økið skal verða betur
fyri, tí er tað tilfeldið, so
skuldu nógv øki ligið sum
Lítla Dímun og hvør gagn-
nýtsla er so í landinum?
Jan Christiansen
borgarstjóri
Tórshavnar
kommuna
ynskir felags reglur fyri øll,
sum eru í arbeiði hjá
kommununi
Vísandi til skriv frá
Starvsmannafelagnum dag-
fest 25.06.2004 um privat
ørindi í arbeiðstíð v.m.
hevur Tórshavnar komm-
una hesar viðmerkingar:
Høvuðssjónarmiðið hjá
kommununi er, at tá tað
snýr seg um privat ørindi í
arbeiðstíð, herundir lækna
og tannlækna ørindi og
jarðarferðir, eiga somu
reglur at vera galdandi fyri
øll, sum eru í arbeiði hjá
kommununi.
Privat ørindi í arbeiðstíð
er eitt øki, sum arbeiðs-
gevarin hevur ábyrgdina av
at skipa. Tí hevur Tórs-
havnar kommuna sum ar-
beiðsgevari sett í verk eina
skipan, sum er eins fyri øll,
ið arbeiða hjá kommununi.
Skipanin kom í gildi 1. juli
2004, eftir at avvarandi
fakfeløg í góðari tíð fingu
fráboðan um hetta, og tí
høvdu møguleika t.d. at
royna málið í gerðarrætti.
Starvsmannafelagið vil
nú ganga rættarinnar veg
við málinum. Kommunan,
ið áður hevur mælt felag-
num til at royna spurningin
í rættinum, fegnast um at
felagið tekur hetta stig. Tó
verður stigið tikið heldur
seint, tí felags reglurnar eru
komnar í gildi. Kommunan
vil sjálvsagt fylgja møgu-
ligum rættarligum avgerð-
um.
Eftir áheitan frá fak-
felagssíðu fór Tórshavnar
kommuna í samskifti við
fakfeløg um reglurnar um
privat ørindi í arbeiðstíð,
men partarnir vóru ikki
førir fyri at røkka semju um
spurningin. Tað sýntist
ikki, sum t.d. Starvs-
mannafelagið hevði áhuga
fyri at røkka einari felags
semju um felags reglur fyri
privat ørindum í arbeiðstíð.
Hóast málið um privat
ørindi í arbeiðstíð nú er eitt
avgreitt
leiðslumál,
er
spurningurin, um Starvs-
mannafelagið frameftir er
sinnað at vera við í einum
konstruktivum
samskifti
um líknandi mál. Komm-
unan vil fegin hava eitt
uppbyggjandi samband við
felagið, men tað krevur eitt
nú, at samskiftið okkara
millum fer fram beinleiðis
og ikki í fjølmiðlunum.
Endiliga skal Tórshavnar
kommuna
gera
Starvs-
mannafelagið varugt við, at
um felagið metir, at málið
um privat ørindi í arbeiðs-
tíð er brot á kollektiva
sáttmálan millum felagið
og
Komunala Arbeiðs-
gevarafelag Føroya, KAF,
so eigur Starvsmannafelag-
ið at venda sær til KAF við
sínum sjónarmiðum og
viðmerkingum.
Harum-
framt er týðandi, at Starvs-
mannafelagið sannar, at
spurningurin um viður-
skiftini hjá dagrøktarum
eisini liggur hjá KAF.
Samskiftið við Starvs-
mannafelagið í seinastuni
hevur víst, at fjølmiðlarnir
fáa boð til Tórshavnar
kommunu, áðrenn komm-
unan sjálv fær tey. Tí sendir
kommunan fjølmiðlunum
avrit av hesum brævi sam-
stundis sum tað fer til
Starvsmannafelagið.
Viðmerking til grein hjá Jógvani við Keldu
Svar til Starvsmannafelagið
Í juli mánaði fer Tora
Tourist Office at halda
reglulig kunnandi møti fyri
útlendingar, sum koma í
ferðaørindum. Ætlanin er at
kunna um tiltøk og møgu-
leikar í Føroyum. Útlend-
ingar skulu kenna tann
føroyska "way of life," sum
tikið verður til í tíðinda-
skrivi. Hetta skal gerast
saman við ferðaleiðarum á
Tora Tourist Office.
Í hesum sambandi bjóð-
aði Tora Tourist til væl-
komst í gjár, mánadagin.
Umboð fyri Tora Tourst
vóru Sámal Bláhamar og
Uffe Helsing Andersen,
sum er instruktørur á
guideskúlanum Service &
Co. Uffe Helsing Andersen
er
rættur
globetrottari.
Hann hevur í tíggju ár
ferðast kring heimspart-
arnar Europa, Afrika, Asia,
USA og Suðuramerika.
-hkm
Sámal Bláhamar
Tora fyri útlendingar
C
M
Y
K
11
10