Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. juli 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 126 - 6. juli 2004 Nr. 126 - 6. juli 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Okkara kæra mamma, Sofía Jacobsen Grønlandsvegur 19 í Havn, fyllir 80 ár 6. juli. Sofía er fødd í Líðini í Kollafirði. Mangan hevur hon greitt okkum frá barnaárunum har og umstøðunum hjá hjúnum við 10 børnum. Barnaheimið var umgirt av kærleika og umhugsan, hvar øll vóru ald upp í teimum kristnu hugsjónunum og virðunum. Niðurstøðan var, at í Líðini var gott og trygt at búgva. Bróðurin Sverri, sáli, hevur m.a. í bókini "Lívs- myndir" givið okkum frálíkar hugleiðingar um hvussu barnaárini vóru í Kollafirði hjá teimum. Bókin er vígd foreldrunum: Anna Sofía Elisabeth, f. Hansen, úr Lon í Miðvági, og Sigvald Oliver Djurhuus úr Líðini í Kollafirði. Tá mamma var 14 ára gomul, flutti húski til Havnar, hvar tey búðu í Portigálinum úti í Tinganesi. Blaðung fór Sofía at arbeiða í fiski hjá Carl á Lag úti við Strond. Seinni arbeiddi hon á reinsaríðnum í Tórsgøtu í mong ár. Í 1950 giftist hon við Johannes Jacobsen, ættaður úr Hvalvík. Sama árið fluttu tey í húsini Johannes bygdi úti á Grønlandsvegi 19, hvar hon framvegis býr. Tey bæði høvdu eitt gott hjúnarlag, og heim okkara hevur altíð verið eitt satt "Betania", hvar ikki bert familian, men eisini vitjandi mangan hava sitið væl. Blíðskapur og umsorgan hevur alla tíðina verið sereyðkenni hjá tær elskaða mamma. Tað var ein dyggur smeitur fyri teg, tá tín elskaði Johannes brádliga var heimkallaður til Harran 10. juni fyri tveimum árum síðani. Sum vanligt høvdu tit bæði bønarstund, áðrenn tit fóru at sova. Bønarlisti tykkara hevur alltíð verið langur, og meðan Johannes bað, tók Harrin hann heim. Sorgina hevur tú borið á ein fyrimyndarligan hátt. Tit hittast aftur hjá Jesusi. So skjótt børnini kláraðu seg sjálvi, byrjaði tú at arbeiða sum vaskikona í nøkur ár. Tú ynskti ikki bert at verða heima, tú hevur altíð trívist væl ímillum fólk, og vit vita, at mong eru tey, ið eru samd við okkum, tá vit siga, at tú er sera løtt at verða saman við. Tú hjálpir og hevur stuðla mongum tá ástóð hjá teimum. Mong ár arbeiddi tú eisini á vevstovuni hjá Olevinu Joensen, fyrst Oman Stóragarð og síðani tá hon flutti í Stoffalág. Frítíðarítrivini hava verið mong. Kvøldskúlin hevur í tær ein hollan vin. Har hevur tú millum annað lært bókbinding, steinslíping, knýting og listvevna. Tokka til náttúruna og frítíðarfiskarí hevur tú havt frá barnaárum av. Sum blaðung var tú á hvørjum sumri vesturi í Miðvági. Hvørt einasta kvøld sat tú við Leitis- vatn og fiskaði. Johannes og tú høvdu sama áhugamál, og stuttligt var at síggja tykkum standa saman og fiska millum annað við Leynavatn. Í sílaveiðufelagnum hevur tú nógvar vinir. Síðani Johannes doyði, hava fleiri av teimum koyrt teg til Leynavant. Sjálvt ungi maðurin, Adrian úr Leirvík, er komin heilt til Havnar, og hevur hann koyrt teg aftur og fram til vatnið. Nú tú ert í Noregi og ferðast, hevur tú í fleiri dagar verið í summarhúsum á 600 metra hædd á fjalli í Telemørkini. 50 metrar niðanfyri liggur vatnið. Tú sat leingi hvønn dag og hugdi meðan sílini hoppaðu og spældi sær í vatnskorpuni. Snorri,beiggi tín, fiskaði í báti, men alt í einum treiv tú í fiskistongina, slongdi út og fast var. Frøðin var stór, tá ið sílini komu á steikipannina, og væl smakkaði. Tú sat har við blíðum eygnabrá og smíltist. Ógloymandi, stuttligt og hugnaligt. Frelsunarherurin hevur verið hjartabarnið hjá tær øll árini. So skjótt tú kom til Havnar byrjaði tú har, og har hevur tú sanniliga verið trúføst. Tá dótturin Elisabeth fór til Íslands at arbeiða í Frelsunarherinum í 1967, var tú hjálpari fyri skótarnar. Uttan at ivast tók tú yvir sum hjálpari fyri skótarnar. Samstundis byrjaði tú at vera við í leiðsluni av "Heimaforbundinum" og er har enn. Í Frelsunarherinum hevur tú arbeitt ótrúliga nógv bæði innan samkomuna og ikki minst úteftir. Vit vita at øll, ið hoyra til Frelsunarherin takka tær hjartaliga fyri væl gjørt arbeiði. Altíð góð at heita á og aldri nei í tínum munni. Um teg kann sigast, at tú hevur í sannleika strítt hitt góða stríð. Aðalmál títt hevur alla tíðina verið at vísa á Jesus sum Frelsara heimsins. Børn tíni, sonarkona og dótturmaður,saman við 9 ommubørnum og 13 langommubørnum elska teg og takka tær fyri alt, tú hevur verið fyri okkum øll. Tú er rætt og slætt eygnasteinurin hjá okkum øllum. Sverri sáli, bróðir tín, skrivaði eina yrking um mammu tykkara. Eins og mamma tín var, soleiðis hevur tú sanniliga eisini verið. Vit taka við tey trý fyrstu ørindini: Mamma mín, tú meg í fangi bar, tú legði meg at brósti, tá eg svangur var. Tú ansaði væl eftir, tey fyrstu spor eg trein, tú royndi meg at verja, ei nakað mær til mein. Og tá ið eg var burtur ei gloymdur var av tær, tú meg í tínum bønum til Harran Gud frambar. Vit síggja fram til at halda dagin saman við tær í Frelsunarherinum i Tórsgøtu saman við øllum tínum vinum leygardagin tann 31. juli. Jesus fylgi tær víðari á lívsleiðini. Børnini Sofía Jacobsen 80 ár Hanna við Høgadalsá deyð Hósdagin 1. juli andaðist Hanna við Høgadalsá í Havn, 87 ára gomul. Hanna var ættað av Kirkju, næstyngsta dóttir Sunnivu Elisabeth Zachariasen og Petur Paula Poulsen. Mamman, sum var dóttir Malenu Frede- rikku og S(ímun) M(ikal) Zachariasen, doyði av tuberklum, tá Hanna var 4 ára gomul. Hon fór tí til Klaksvíkar, har hon vaks upp hjá mammu- beiggjanum Jógvani Zachariasen, lækna, og konu hansara Gudrun, sum var donsk. Jógvan flutti til Havnar, tá Hanna var 13 ára gomul. Har tók hann við sum amtslækni (nú landslækni). Í 1938 fór Hanna til Danmarkar á húsarhalds- skúla. Longu sum smágenta í Klaksvík var hon komin at hitta kaldbaksdrongin Hanus við Høga- dalsá. Tey giftust í 1939. Sum so mangir aðrir føroyingar lógu tey innibyrgd í Danmark undir krígnum og komu tí ikki heimaftur fyrr enn í 1945. Føroyingar, sum noyddust at vera í Danmark krígsárini, komu nógv saman, og tey vinabond, sum vórðu knýtt har, vardu restina av lívinum. Tað er eisini at siga, at Hanus var ein av teimum føroyingunum, sum komu heim at agitera fyri loysing til fólkaatkvøð- una 14. september 1946. Hesir føroyingarnir ferðaðust um landið og mundu eiga ein stóran part av æruni fyri, at meiriluti varð fyri loysing. Hanus gjørdist annar av teimum báðum fyrstu tjóðveldismonnunum á Tingi í 1950 og røkti tingmannastarvið í 24 ár út í eitt. Hann var eisini býráðslimur og borgarstjóri í høvuðsstaðnum og harumframt virkin vinnulívsmaður. Hanna var dyggur stuðul hjá manninum í øllum hansara virki. Men hon var eisini sjálvstøðug kvinna, hevði sínar egnu meiningar. Hóast hon var komin væl til árs, tá føroyskar kvinnur fóru at stríðast fyri javnstøðu, tók hon av fullum huga undir við hesum stríði. Eisini hevði hon gott mál, og tá Útvarpið fór at senda í 1957, sang hon nakrar sangir inn, sum síðani hava verið at hoyrt javnan. Hanna og Hanus búsettust uppi við Sundsvegin í Havn. Har høvdu tey trøð, og teirra fagri og væl røkti urtagarður man hava frøtt mangt eyga. Tey fingu fýra børn: Hervør er útbúgvin hárfríðkanarkvinna, men hevur havt onnur arbeiði eisini, m.a. hevur hon verið til sjós. Eisini hevur hon verið limur í Vest- manna Bygdaráð. Hon er gift við Jógvani Dur- huus, postmanni og fyrrverandi løgtings- og landsstýrismanni úr Vestmanna. Tey hava búð í Vestmanna, men eru í ferð við at flyta til Argir. Børnini hjá teimum eru Hanus og tvíburarnir Ásla og Ólavur. Gestur er útbúgvin telegrafistur og var sjómaður, áðrenn hann fór at arbeiða á Posthúsinum, har hann fyri kortum hevði starvast í 25 ár. Hann er giftur við Karini Herdal, sum er sjúkrarøktarfrøð- ingur, og tey eiga børnini Hanus og Turid Jóhonnu. Guðrun er háfríðkanarkvinna og gift við Jó- annesi Dalsgarð, stjóra á Húsalánsgrunninum. Teirra børn eru Óluva, Brandur og Rúna. Úlvur er maskinmaður og arbeiðir á Sundsverk- inum. Hann er giftur við Hildur Bendtsen, sum er sjúkrarøktarfrøðingur og hevur verið leiðari á Sjúkrasystraskúlanum. Døtur teirra eru Halla og Billa. Hanna við Høgadalsá átti 18 langommubørn. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 6. juli. Djóni. Neyvan navn á einum halgimenni. Teir halda, at navnið av tilvild er komið upp í halgimannatalið. Djóni er stytting av grikska gudanavninum Dionysius. 75 ár Í dag fyllir Diana Berg í Nesi í Hvalba 75 ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum og ommubørnunum. Tórshavnar býráð, Mentamálanevndin: Stór standmynd á Gundadalsøkinum Mentamálanevndin í Tórs- havnar býráð hevur sam- tykt at gera og seta upp eina stóra standmynd á Gundadalsøkinum. Talan er um eina stand- mynd, sum Hans Pauli Olsen skal gera. Hon ímyndar mannfólkabein, bólt og kvinnu, men hon skal eisini vera ímyndin av øllum ítrótti, bæði fyri kvinnur og menn. Standmyndin verður áleið 2,30 m til hæddar. Kvinnan er í likamsstødd. Sokkulin hevur ein diamet- ur uppá 2,20 m, er úr granit og standmyndin er úr bronsu. Standmyndin er partur av eini størri ætlan um at fríðka ítróttarøki í Gunda- dali. Væntandi stendur stand- myndin longu uppi í oktober 2004. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara elskaði maður, pápi og abbi Lorentz á Krákusteini, Argir andaðist 2. juli 2004. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum týskvøldið 6. juli klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Kirkju- og Missiónshúsinum mikudagin 7. juli klokkan 14. Vegna tey avvarðandi Marjun, Niels Eli og Elin Tey,ið vilja minnast Lorentz,kunnu lata eina gávu til Føroyafelag móti krabbameini. Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæra mamma, vermóðir, omma og langomma okkara Pavla Guttesen f. Dam Tórshavn andaðist leygarmorgunin, 83 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Ebenezer týsdagin 6. juli kl. 14.00. Vegna tey avvarðandi Jóna, Katrin, Gunrið og Jens Christian Ístaðin fyri blómur, kann gáva latast Zarepta. 28 juni 2004 fingu Katy við Skipá Hansen og Jona Thune prógv sum farma- konomar á Tjaldurs Apo- teki í Havn. Í lærutíðini hevur Jona starvast á Eysturoyar apoteki. Útbúgvingin sum farma- konomur tekur trý ár. Ein partur av útbúgvingini er á apotekunum í Føroyum, meðan skúlin er í Hillerød í Danmark, har næmingarnir eru sjey ferðir í tey trý árini, útbúgvingin tekur. Farmakonomar fingið prógv Farmakonomar sum fingu prógv 28 juni 2004, f.v. Katy við Skipá Hansen og Jona Thune Myndir: Jens Kristian Vang / Rúna Sivertsen Heðin Mortensen,formaður í Mentamálanevndin í Tórshavnar býráð, við modelli av standmyndini C M Y K 13 12