Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. juli 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 126 - 6. juli 2004 15 Við einum 2-0 sigri á VB í seinnu hálv- finaluni tryggjaði HB sær pláss í finaluni í kappingini um Løg- manssteypið. Jákup á Borg skoraði sítt fyrsta mál í reyðu og svørtu troyggjuni LØGMANSSTEYPIÐ Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Fyri fimtu ferð í ár hittust HB og VB til dyst. Liðini hava dystast eina ferð í landskappingini, og seinna hálvfinalan leygardagin var fjórði dysturin teirra mill- um í steypakappingini. Fyrra hálvfinalan í Vági endaði við javnleiki 1-1, og tí var alt púra opið undan dystin í Havn leygardagin. Ungur miðvøllur Í oddadystin í landskapp- ingini mikukvøldið ímóti NSI høvdu havnarmenninir ognað sær tvinni reyð kort, og tað merkti, at hvørki liðskiparin Rúni Nolsøe ella bakkurin Janus Joen- sen kundu verða við í dyst- inum ímóti vágbingum. Harafturat hevði leikandi venjarin, Heine Fernandez, ein snudd at dragast við, og tað gjørdi, at hann byrjaði á beinkinum. Vágbingar noyddust at verða sterka litaviska áleyparan Min- daugas fyriuttan, tí at hann var leikbannaður. Haraftur- at er hin litavin, Dalius, sjúkur, og hann er farin heim til Litava at koma fyri seg. HB-liðið var tí nógv broytt í mun til mikukvøld- ið, og teir tríggir leikarar- nir, ið nú sótu uttan fyri, blivu avloystir av trimum unglingaleikarum. HB still- aði upp í eini 4-3-3 upp- stilling. Miðvøllurin var hesaferð mannaður við 23 ára gamla Kára Nielsen sum elsta manni og so teimum báðum unglinga- leikarunum, Rókur av Fløt- um Jespersen og Emil Nolsøe Leifsson. Haraftur- at avloysti Rasmus Nolsøe leikbannaða Janus Joensen á vinstra bakki. Hjá VB var Mortan úr Hørg við aftur, og leikbann- ið hjá Mindaugas hevði við sær, at Birgir Jørgensen slapp at royna seg heilt har frammi. Jákup fekk hol á Tað var HB, sum hevði greiða yvirvág í spæli fyri steðgin. Teir báðir kviku vengurnir hjá HB, Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni, sendu nógvar bóltin inn í brotsteigin, men Anders Sørensen og Eyðun Jacob- sen hjá VB royndust drúgv- ir ímót Rógva Jacobsen hjá HB. Men verjan hjá VB fekk einki gjørt, tá ið fyrri hálvleikur var okkurt um 20 minuttir gamal. Ein bóltur bleiv sendur innfyri úr vinstra borði, og Rógvi Jacobsen longdi við høvd- inum. Bólturin stakk fyri føturnar á Jákupi á Borg, og við einari róligari innarsíðu kundi hann skora sítt fyrsta mál fyri HB og leggja heimaliðið á odda 1-0. Havnarmenninir høvdu bóltin nógv í fyrra hálv- leiki, men tað gekk striltið hjá teimum at spæla seg til opnar málmøguleikar. Hin- vegin gjørdust vágbingar sera lítið um seg fyri steðg- in, og vanliga so sterki mið- vøllurin hjá VB við Milan Kuljic á odda fekk ikki nógv burturúr. Ein av or- søkunum til hetta var ungi Emil Nolsøe Leifsson hjá HB, sum veruliga tók av, tá ið hann fekk høvi til at royna seg frá byrjan á besta liðnum. Emil tykist avgjørt verða ein framtíðar maður hjá HB, tí hóast sín unga aldur, so tordi hann at fara inn á miðvøllin og stýra bæði í spæli og við at tosa til sínar viðleikarar. Stórur saknur í Mindaugas Í seinna hálvleiki lækkaði leikferðin munandi. Vág- bingar komu meiri og meiri inn í dystin, men teir høvdu ilt við at fáa spælið niðan á HB-hálvuna. Havnarmenn- inir tóktust sum um, at teir bert vildu hava tíðina at ganga. VB fekk tó lagt eitt ávíst trýst á seinasta kor- terið, men framvegis høvdu teir stórar trupulleikar við at gerast veruliga vanda- miklir. Saknurin í Mindau- gas var stórur, tí at hann er ein álopsleikari, sum reikar nógv, og sum ofta kemur aftur á miðvøllin eftir bólt- inum fyri síðani at bjóða verjuni hjá mótstøðuliðnum av. Ein slíkur maður hevði havt stóran týdning fyri vágbingar leygardagin, tí álopið hjá VB var sera tannleyst. Onkuntíð leikaði eisini hart á framman fyri málin- um hjá HB, men framvegis var bíðað eftir tí opna møguleikanum, sum tó ongantíð kom. Ístaðin vóru tað HB, sum vóru vanda- miklir í kontraspælinum, tí VB hevði flutt so nógv fólk fram. Tað var eisini eftir júst eitt slíkt kontraálop, at HB køvdi steypadreym- arnar hjá vágbingum, tá ið tíðin var um at verða farin. Rógvi Jacobsen slapp at renna allan vegin oman ímóti málinum hjá VB, og hann hevði bæði Heina Fernandez og Páll M. Joen- sen við sær. Rógvi valdi at royna sjálvur, men royndi sjálvur. Eitt VB-bein kom fyri, men bólturin stakk beint yvir til Heina Fer- nandez, og vandamikli dan- in setti vinstra fótin undir bóltin, og so var dysturin avgjørdur. Stór breidd Við sigrinum á VB hevur HB tryggjað sær sess í steypafinaluni, har teir skulu dystast við NSÍ. Hetta er fjórðu ferð sein- astu sjey árini, at HB er í finaluni, og ikki kann sigast annað enn, at tað sær gott út hjá teimum. Hópurin er stórur, og at breiddin er góð, sást væl leygardagin, tá ið unglingaleikarar komu inn og lyftu byrðina eftir meiri royndar leikarar. Tá ið so eisini verður havt í huga, at menn sum Bárður Johannesen, Hans á Lag og Martin Christensen hava verið skaddir leingi, og kanksa verða tøkir aftur skjótt, kann ikki annað sigast, enn at tað sær heilt gott út hjá føroyameist- arunum. HB-VB 2-0(1-0) 1-0 Jákup á Borg 19. 2-0 Heine Fernandez 90. HB: Danny Rasmussen - Hallur Danielsen, Símun Eliasen,Vagnus Mortensen, Rasmus Nolsøe - Kári Nielsen, Emil Nolsøe Leifsson, Rókur Jespersen(61. Heine Fernandez) - Jákup á Borg(83. Páll M. Joensen), Rógvi Jacobsen, Heðin á Lakjuni VB: Bjarni Johansen - Anders Sørensen, Eyðun Jacobsen, Jákup F. Olsen(71. Michael í Lágabø), Mortan úr Hørg - Símun Samulesen (57. Palli Augustinussen), Milan Kuljic, Brian Andresen, Daniel Kristensen (71. Jón Pauli Olsen) - Dan Djurhuus, Birgir Jørgensen Gult kort: Mortan úr Hørg, Birgir Jørgensen Dómari: Suni Johansen FAKTA Sær gott út hjá HB Í seinnu hálvfinaluni ímóti VB leygardagin eydnaðist tað Jákupi á Borg at skora sítt fyrsta mál í reyðu og svørtu strípunum. Mynd: Finnur Justinussen 15 Nr. 80 • hósdagur • 4. mai 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Triðja árið á rað vunnu kvinnurnar hjá KÍ steypafinaluna, tá ið tær leygardagin vunnu stórsigur, 15-0, á kvinnunum hjá EB/Streymi STEYPAFINALA Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Seinastu mongu árini hevur tað verið ein sannroynd, at lítil og eingin spenningur er í føroyska kvinnufótbóltin- um. Orsøkin er einføld, tí kvinnurnar hjá KÍ hava verið fullkomiliga einaráð- andi, og munurin millum klaksvíkskvinnur og tey flestu av hinum liðunum er ovurhonds stórur, og tað sæst aftur á úrslitunum. Malena stóri málslúkarin Á liðnum hjá KÍ eru fleiri, ið hava leikt í nógv ár. Nøvn sum Bára Skaale Klakstein, Malena Joseph- sen og tær báðar tvíburða- systrarnar Rannvá og Ragna Andreasen eru væl kend millum teir, ið hava fylgt bara eitt lítið sindur við í føroyska kvinnufót- bóltinum. Í steypafinaluni á Tórs- vølli leygardagin var mót- støðuliðið hjá KÍ felagsliðið úr EB/Streymi. Tað var kanska eitt sindur óvæntað, men sundalagskvinnurnar hava staðið seg væl í ár, og tí hava tær eisini uppiborið eitt finalupláss. Kvinnurnar hjá EB/Streymi noyddust tó skjótt at staðfesta, at KÍ- kvinnurnar eru í einum flokki fyri seg. Tað gjørdi heldur ikki uppgávuna hjá EB/Streymi lættari, at leikt var á grasi, tí tað hava tær lítlar og ongar royndir við, meðan KÍ-kvinnuar hava roynt hetta fleiri ferðir, bæði í Europa-Cup og við lands- liðnum til oyggjaleikirnar. Tað tók heldur ikki langa tíð, so sást týðuliga, hvønn veg tað fór at ganga. Longu áðrenn 20 minuttir vóru leiktir av fyrra hálvleiki, hevði KÍ lagt seg á odda 5- 0! Sundalagskvinnurnar fin- gu ikki eitt bein til jørðina, og tær vóru rárir gestir á KÍ- hálvuni. Klaksvíkskvinnur- nar hinvegin skoraðu mál upp á samliband, og tá ið farið var til hálvleiks, vóru tær longu komnar upp á tvey-siffrað. Heilt stóri mál- slúkarin hjá KÍ í steypafin- aluni var veteranurin í álop- inum, Malena Josephsen, ið skeyt ikki færri enn níggju mál, og tað man neyvan verða komið fyri fyrr í ein- ari føroyskari steypafinalu. Høvdu klaksvíkskvinnur verið eins knáar í málskor- inginii allan dystin, sum tær vóru fyrsta hálva tíman, so hevði sigurin verið tvífalt so stórur, tí tá var støðan longu 9-0 til klaksvíkskvinnur. Gott spæl Um talan kanska ikki var um tann spennandi og und- irhaldandi dystin, so var tað tó góður fótbóltur at síggja, tí KÍ spældi sera væl. Spælið gekk skjótt og lætt, og uppskriftin var ofta ein- føld, áðrenn bólturin lá í net- inum hjá EB/Streymi. Ser- liga væl lá fyri KÍ-kvinnun- um at brúka síðurnar, áðr- enn bólturin aftur bleiv sendur inn í brotsteigin, og hetta gav verjuni hjá EB/- Streymi nógv høvuðbrýggj. Sum áðurnevnt skoraðu klaksvíkskvinnur mál upp á samliband, og tær vóru eisini á odda 10-0 í hálv- leikinum. Í seinna hálvleiki var ikki sama flogið yvir spælinum hjá greipuvinnar- unum, men hetta forðaði teimum tó ikki í at skora enn fleiri mál, hóast tey ikki vóru eins nógv í tali sum fyri steðgin. KÍ skor- aði fimm ferðir í seinna hálvleiki, og tískil gjørdist endaliga úrslitið av steypa- finaluni hjá kvinnum 2004 ein trivaligur 15-0 sigur til KÍ á EB/Streym. Kvinnurnar hjá KÍ einaráðandi KÍ-EB/Streymur 15-0 (10-0) 1-0 Rannvá Andreasen 6. 2-0 Kristina Eyðbjørnsdóttir 12. 3-0 Malena Josephsen 15. 4-0 Bára S. Klakstein 17. 5-0 Malena Josephsen 19. 6-0 Malena Josephsen 21. 7.0 Vivian Bjartalíð 25. 8-0 Malena Josephsen 26. 9-0 Malena Josephsen 30. 10-0 Malena Josephsen 45. 11-0 Malena Josephsen 52. 12-0 Malena Josephsen 54. 13-0 Rannvá Andreasen 62. 14-0 Vivian Bjartalíð 69. 15-0 Malena Josephsen 78. KÍ: Randi Wardum - Ragna Patawary(Kathe Kalsø 55.), Jensa Sirdal(Annelisa Justesen 81.), Paula Mikkelsen(Anna Joensen 55.), Ann Olsen, Kristina Eyðbjørnsdóttir, Elsa Maria Simonsen, Vivian Bjaratalíð, Bára S. Klakstein, Rannvá Andreasen, Malena Josephsen. EB/Streymur: Fríða Ellingsgaard - Frida Greger- sen, Doris Joensen(Eilin Mørkøre 55.), Sandra Kalsoy, Herfríð Hammer, Judith Jacobsen(Rigmor Zachariassen 46.), Evy Olsen, Lydia Vesturtún, Maria í Brekkunum(Gurið Samuelsen 85.), Rudi Zachariassen, Maria Zachariassen Gult kort: Rudi Zachariasssen Dómari: Edvard Højgaard Áskoðarar: ca. 50 FAKTA Kvinnurnar hjá KÍ eru steypavinnarar triðja árið á rað. Sosialurin ynskir teimum hjartaliga tillukku við sigrinum mynd: Jens Kr. Vang Liðskiparin hjá KÍ, Ragna Patawary, við steypinum eftir finaluna á Tòrsvølli leygardagin, sum KÍ vann heili 15-0 Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 14