týsdagur 6. juli 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 126 - 6. juli 2004
17
Føroyski landsliðs-
leikarin Todi Jónsson
og liðfelagar hansara
úr FC Keypmanna-
havn komu til Føroya
sunnudagin.
Mánamorgunin
vandu teir á Tórsvølli
FCK-VITJAN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Liðið hjá Toda Jónsson, FC
Keypmannahavn, er komið
til Føroya við sterkastu
manning. Tá ið liðið vandi
á
Tòrsvølli
fyrrapartin
mánadagin, sást, at kendi
suðurafrikanski framherjin,
Zuma, ikki er førur fyri at
spæla enn. Hinvegin tykist
allir hinir leikararnir at
verða væl fyri.
Í Klaksvík í
gjárkvøldið
Zuma segði við Sosialin, at
hann hevur ein skaða at
dragast við, og tí fer hann
ikki at verða við í nøkrum
av dystunum, meðan vitjað
verður í Føroyum. Hann
venur tó fyri seg sjálvan,
meðan liðfelagarnir venja
við bólti, so at hann kann
verða klárur, tá ið danska
kappingin byrjar aftur um
fáar vikur.
FC
Keypmannahavn
spældi í gjárkvøldið eftir
evstamark hjá blaðnum í
Klaksvík ímóti KÍ, og í
annaðkvøld verður dystur í
Havn ímóti HB.
Í hópinum hjá FC Keyp-
mannahavn á Føroyavitjan-
ini eru 22 leikarar, sum tað
eisini sæst aðrastaðnis á
síðuni. Millum teir 22 leik-
ararnar eru tveir nýggir,
sum FCK hevur fingið í
summar. Tað eru finski
landsliðsleikarin,
Janne
Saarinen, ið er verjuleikari,
sum FCK hevur keypt í
týskum fótbólti, og so ungi
miðverjin Dan Thomassen,
sum seinnu árini hevur
leikt í Italia.
Hópurin hjá FC
Keypmannahavn:
Peter Møller
Dan Thomassen
Jesper Bech
Martin Bergvold
Peter Christiansen
Benny Gall
Lars Jacobsen
Todi Jónsson
Hjalte Nørregaard
Balazs Rabocki
Thomas Røll
Urmas Rooba
Alvaro Santos
Michael Silberbauer
Bo Svensson
Janne Saarinen
Christian Traore
Bora Zivkovic
Sibusiso Zuma
Morten Bertolt
William Kvist Jørgensen
Ole Tobiasen
Venjari er Hans Backe
Todi og liðfelagarnir
komnir
Fyrrapartin mánadagin vandu Todi Jónsson og liðfelagar hansara úr FC Keypmannahavn á
Tórsøvlli í Havn, áðrenn leiðin gekk til Klaksvíkar, har teir seinni mánadagin skuldu dystast við
KÍ
Mynd: Jonhard Hammer
17
16
Nr. 126 - 6. juli 2004
Hóast tað leikaði hart
á seinastu løtuna,
eydnaðist tað NSÍ at
basa fuglfirðingum á
Varmakeldu og
harvið spæla seg í
steypafinaluna
LØGMANSSTEYPIÐ
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
ÍF skifti í farnu viku venj-
ara. Sigfríður Clementsen
var koyrdur úr starvi, og
fyribils er Petur Mohr sett-
ur at taka sær av liðnum.
Bert tríggjar dagar eftir at
Petur Mohr tók við, leiktu
fuglfirðingar hálvfinalu í
steypakappingini
ímóti
NSÍ.
Javnur fyrri
hálvleikur
Fyrri hálvleikur í Fugla-
firði leygarkvøldið var
rættuliga javnur. Bæði lið-
ini vistu gott spæl, men
runavíkingar høvdu eina
lítla yvirvág. Tað var eisini
NSÍ, sum legði seg á odda,
tá ið komið var til umleið
miðjan fyrra hálvleik. Eftir
gott uppspæl í vinstru síðu
endaði bólturin hjá Helga
L. Petersen, og vandamikli
framherjin langaði til við
einum góðum langskoti, og
bólturin fór í netið. Hetta
málið noyðist ÍF-málverjin,
Karstin Joensen, allarhelst
at taka á sínar herðar. Hetta
var fyrsti veruligi mál-
møguleikin hjá runavíking-
um í dystinum, og tí kom
tað dátt við hjá fuglfirðing-
um.
Eftir leiðslumálið hjá
NSÍ umskipaði Petur Mohr
liðið hjá ÍF nakað í verju-
partinum. Hetta gav eisini
meiri tryggleika í verju-
partinum, og fuglfirðingar
komu fyri seg. Spælið
koyrdi betur, enn tað hevur
gjørt leingi, og runavíking-
ar fingu harða mótstøðu.
Tvær ferðir Andy
Nú Sjúrður Jacobsen hjá
NSÍ hevði leikbann í dyst-
inum ímóti ÍF, var Jónstein
Petersen fluttur aftur av
sínum vongplássi til at
leika sum vinstri bakkur, og
tískil kom Andy Olsen inn
á liðið á vinstra vong. Andy
royndist væl, tá ið hann
kom inn í dystinum miku-
kvøldið ímóti HB í Havn,
og leygarkvøldið tók Andy
veruliga av møguleikanum,
nú hann slapp at royna seg
frá byrjan.
Hóast fuglfirðingar vóru
byrjaðir væl eftir steðgin,
so vóru tað tó NSÍ, sum enn
einaferð fingu bóltin í kass-
an. Hetta hendi, tá ið NSÍ
einar tíggju minuttir eftir
steðgin fór í kontraálop, og
Andy Olsen streyk avstað í
vinstra borði, og tá ið hann
nærkaðist málinum hjá
Karstin Joensen og ÍF, lang-
aði hann til úr spíksum, og
so vóru gestirnir úr Runaík
bráddliga á odda 2-0.
Mótbrekkan hjá ÍF var nú
enn tyngri, og hon skuldi
vísa seg at gerast óyvir-
komulig. Aftur hesaferð var
tað Andy Olsen, ið var upp
á spæl. NSÍ spældi seg væl
fram eftir vøllinum, og eitt
gott innlegg kom úr høgra
borði. Andy Olsen kom
rennandi úr vinstra borði,
og hann smekkaði til, og
bólturin sang í netinum
aftan fyri Karstin Joensen,
sum ongan livandi møgu-
leika hevði at bjarga.
Vónin kveiktist aftur
Fuglfirðingar góvu tó ikki
skarvin yvir, og teir eiga
rós uppiborið fyri at sýna
góðan stríðsvilja. ÍF sendi
nógv fólk fram, og teir
fingu lagt eitt stórt trýst á
málið hjá Jens Martin
Knudsen og NSÍ. Tað
eydnaðist eisini ÍF at minka
um munin, tá ið Bartal
Eliasen
skoraði
eftir
trunkaspæl framman fyri
NSÍ málinum. ÍF bleiv við
at trýsta, og møguleikarnir
vóru nógvir. Tað skuldi tó
eitt einastandandi einmans-
avrik til, áðrenn ÍF fekk
minkað um munin enn
einaferð.
Veteranurin
Magni á Lakjuni snýtti
fleiri verjuleikarar hjá NSÍ
við sínum framúr teknikki,
áðrenn hann sendi bóltin í
netið til 2-3. Nú kom lív í
áskððarafjøldina á Varma-
keldu, og teir fimm minutt-
irnir, ið eftir vóru at leika,
trýsti ÍF óført. Hóast mál-
møguleikarnir ikki trutu,
eydnaðist tað ikki ÍF at
javna, og við 3-2 sigrinum
hevur NSÍ spælt seg í
steypafinaluna, sum verður
á Tórsvølli á Ólavsøku.
Mótstøðuliðið í finaluni
verður HB, og tískil verður
finalan ein endurtøka av
finaluni fyri tveimum árum
síðani, tá ið NSÍ vann 2-1.
Um úrslitið eisini verður
ein endurtøka, vil tíðin
vísa, men tað hava runavík-
ingar so neyvan nakað
ímóti.
ÍF-NSÍ 2-3(0-1)
0-1 Helgi L. Petersen
0-2 Andy Olsen
0-3 Andy Olsen
1-3 Bartal Eliasen
2-3 Magni á Lakjuni
Runa-
víkingar
aftur í
finaluni
Hóast ÍF noyddist at lúta 2-3 fyri NSÍ á Varmakeldu, so sýndu teir stak góðan hugburð, eftir at hava verið aftan fyri 0-3, og tað
eigur at geva vónir undan seinnu helvt av landskappingini.
C
M
Y
K
16
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið