Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. juli 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 126 - 6. juli 2004 19 Nú EM-endaspælið er farið aftur um bak, hava vit her á blaðnum til stuttleikar sett eitt dreymalið mannað við teimum leikarum, ið vit meta hava staðið seg best í kappingini. Sjálvsagt eru tað ymsar meiningar um hetta, men her er so okkara boð upp á eitt EM-dreyma- lið í einari 4-3-3 uppstilling: Málverji: Antonios Niko- polidis, Grikkaland. Hóast Nikopolidis seinasta hálva árið hevur havt trupulleikar við at vinna sær fast pláss í málinum hjá felagi sínum, Olympiakos, hevur Niko- polidis í hesum EM-enda- spælinum av álvara prógva sítt virði. Við sínum róliga og trygga málmansspæli hevur hann verið grundar- steinurin undir trygga grikska verjuspælinum. Høgri bakkur: Miguel, Portugal. Ungi bakkurin úr Benfica hevur verið mest støðugi verjuleikarin hjá Portugal, eftir at hann tók plássið frá Paulo Ferreira aftaná fyrsta dystin í kapp- ingini. Í finaluni sunnu- kvøldið noyddist Miguel tó at fara av vøllinum fyri hálvleik við einum skaða. Miðverji: Mihailis Kapsis, Grikkaland. Hann hevur spælt yvir fyri Milan Baros, Thierry Henry, Raul og Pauleta uttan at nakar av fyrr nevndu stjørnunum hevur fingið mál burturúr, og tað sigur ikki so lítið um avrikið hjá grikska miðverj- anum úr AEK Athen. Kap- sis hevur avgjørt verið ein av grundstuðlunum í stinna verjupartinum hjá griksku evropameistarunum. Miðverji: Tomas Ujafalusi, Kekkia. Ujafalusi, sum til dagligt leikar í týska Ham- burger SV hevur verið sera drúgvur á kekkiska liðnum, sum sýndi ein tann besti fótbóltin í EM-endaspælin- um. Nógv fótbóltsmiðlar vilja verða við, at Ujafalusi í summar fer at skifta úr týska felagi sínum til it- alska Inter. Vinstri bakkur: Ashley Cole, Ongland. Nógv høvdu vónað, at onglend- ingar fóru at koma langt í kappingini, men teir vóru steðgaðir ífjórðingsfinal- uni, tá ið teir noyddust at lúta fyri Portugal eftir brotssparkskapping. Ein tann besti á enska liðnum í kappingini hevur verið Ashley Cole úr Arsenal, sum við sínum kvikleika og bóltførleika er stinnur bæði í verjupartinum, men eisini fram eftir vøllinum Vinstri miðvallari: Pavel Nedved, Kekkia. Liðskipar- in hjá kekkum, Pavel Ned- vedúr italska Juventus, er uttan iva ein av heimsins bestu fótbóltsspælarum. Hann er motorurin á kekk- iska miðvøllinum, og so er hann ein sera málsøkin miðvallari. Kanska hevði tað gingið øðrvísi hjá kekk- unum í hálvfinaluni, um Nedved ikki noyddist av vøllinum við skaða fyri hálvleik. Miðvallari: Maniche, Portugal. Bindiliðið á portugisiska miðvøllinum hevur uttan iva verið Man- iche úr Porto. Á einum lið- ið, sum hevur havt rættu- liga óstøðug avrik, hevur Maniche kanska verið tann mest støðugi leikarin av teimum øllum. Sum skilst hava fleiri ensk og italsk feløg sýnt honum áhuga seinastu vikurnar. Høgri miðvallari: Christi- ano Ronaldo, Portugal. Ronaldo byrjaði fyrstu dystirnar á beinkinum hjá Portugal, tí at Simao bleiv tikin framum. Skjótt valdi portugisiski venjarin, Scol- ari, tó at býta um, og eftir at Ronaldo fyrst fekk møgu- leikan frá byrjan, var pláss- ið hansara. Við sínum skjótleika og tekniska før- leika er Manchester Uni- ted-leikarin ein støðug hóttan fyri verjuna hjá mót- støðuliðnum. Áleypari: Milan Baros, Kekkia. Eftir at hava verið skaddur størsta partin av undanfarna kappingarári, fekk Milan Baros úr Liver- pool av álvara gjørt vart við seg í EM-endaspælinum, har hann gjørdist topp- skjútti við fimm málum. Nú hann tykist verða komin fyri seg, verður tað spenn- andi at síggja samstarvið millum hann og Michael Owen. Áleypari: Ruud van Nistel- rooy, Holland. Eingin kann sum van Nistelrooy fáa mál burtur úr ongum. Hetta sást einabest í dystinum ímóti Týsklandi, har Manchester United-framherjin fekk javnað við einum ómøgu- ligum máli stutt fyri leik- lok. Kanska hevði van Nist- elrooy verið enn betur í EM-endaspælinum, um hann ikki var so einsamall- ur í hollendska álopinum. Áleypari: Wayne Rooney, Ongland. 18 ára gamli Ever- ton-framherjin Wayne Rooney hevur fingið sítt al- tjóða gjøgnumbrot í EM- endaspælinum. Hóast sín unga aldur tykist Rooney ikki verða bangin fyri at bjóða stóru kanónunum av, og við sínum avriki í EM hevur hann skapt so stóran áhuga fyri sær, at Everton nú vil hava ein hálva milli- ard, um teir skulu selja hann Venjari: Otto Rehagel, Grikkaland. Royndi týski venjarin, sum í sínari tíð sum venjari í Werder Brem- en, vann fleiri týsk meist- araheitir, er óivað heilin aft- an fyri grikska evropa- meistaraheitið. Rehagel hevur syrgt fyri, at grikkar nú eru eitt tað best skipaða liðið í altjóða fótbólti, og tað hevur ovurhonds stóran týdning. EM-dreymaliðið Christiano Ronaldo var ein ógvuliga vónbrotin maður eftir finaluna sunnukvøldið. Við sínum bert 18 árum hevur hann tó framtíðina fyri sær, og óivað fer hann at fáa møguleikan at royna seg í einari finalu enn einaferð 19 18 Nr. 126 - 6. juli 2004 Mest óvæntaða úr- slitið av einum EM- endaspæli nakrantíð er veruleiki. Grikska landsliðið, ið fáur hevði væntað fór at spæla seg víðari úr bólkaspælinum, vann sunnukvøldið final- uni á portugisisku vertunum og er tískil evropameistari EM-FINALA Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Endabresturin í EM-enda- spælinum gjørdist eitt sind- ur av einum fusara. Leik- liga var dysturin langt frá tann besti í kappingini, men hinvegin var spenningurin stórur gjøgnum allan dyst- in, og einki var avgjørt fyrr enn dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð. Væl skipaðir grikkar Eyðkenni fyri grikska liðið í EM-endaspælinum hevur verið, at liðið hevur verið so ómetaliga væl skipað. Allir mans kenna sín leik- lut, og hvør sum ein ar- beiðir allatíðina fyri liðið. Verður bólturin mistur í uppspælinum, eru allir mans skjótir at koma aftur um bóltin at verja fyri. Soleiðis var eisini í finaluni sunnukvøldið, og tað var týðuliga, at hetta ikki var nakað, ið dámdi portugis- um. Hetta er nakað, sum hevur verið eyðkennandi fyri Grikkaland í allari kappingini, at teir hava verið so ómetaliga dugna- ligir til at skifta millum álop og verju. Portugal royndi at leggja trýst á grikkar frá byrjan, men tað gekk ógvuliga striltið hjá heimaliðnum at fáa glið á álopsspælið. Spælskiparin Deco úr Porto kom ongantíð av álvara inn í dystin, og tað var óivað skilagott av grikska venjar- anum, Otto Rehagel, at hann í Konstantinos Kat- souranis hevði ein yvir- frakka á júst Deco. Heima- liðið kom tó til nakrar einstakar møguleikar, uttan at talan var um teir heilt stóru, men tað skerst ikki burtur, at einsamalli áleyp- arin hjá Portugal, Pauleta, heldur ikki í finaluni hevði ein av sínum góðum døg- um. Pauleta er vanliga ein sera vandamikil áleypari, men í EM-endaspælinum hevur tað als hepnast hjá honum, og Pauleta fekk einki mál í allari kapping- ini. Nikopolidis royndist drúgvur Ein tann mest týðandi leik- arin hjá grikkum er uttan iva málverjin, Antonios Nikopolidis, sum hevur verið sera stinnur í allari kappingini. Hóast hann ikki ger tað stóra burtur úr sær sjálvum, so roynist Niko- polidis ógvuliga drúgvur. Hann hevur havt fleiri frálíkar bjargingar, og Nikopolidis velur altíð tryggastu loysnina í sínum málmansspæli. Í fyrra hálvleiki vóru tað portugisar, ið høvdu bóltin mest. Bólturin bleiv spæld- ur runt á portugisiska mið- vøllinum, men so skjótt teir nærkaðust grikska brots- teiginum kom stígur í. Hvørki Luis Figo, Deco ella Christiano Ronaldo fingu tað stóra burtur úr, og tað sæst beinan vegin aftur í álopsspælinum hjá Portu- gal, at júst hesir tríggir, ið eru mest skapandi leikar- arnir á liðnum, ikki fáa rásarúm til at spæla sítt spæl. Áðrenn farið var til hálv- leiks, noyddist heimaliðið at broyta upp á liðið hjá sær, tí at høgri bakkur hjá teimum, Miguel, fekk ein skaða, sum forðaði honum í at halda fram við at spæla. Hann bleiv tí skiftur út til fyrimuns fyri Paulo Fer- reira. Charisteas griksk fólkahetja Avgerandi løtan í dystinum kom stutt eftir steðgin. Portugal royndi framvegis at trýsta, men tær fáu ferð- irnar, ið grikkar vóru frammi við portugisiska brotsteigin, tóktist nógv størri vandi verða á ferð. Tá ið knappir tólv minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, fekk Grikkaland hornaspark í høgru síðu. Miðvallarleikarin Basinas sendi væl innfyri, og heilt nær málinum var grikski álopsleikarin Charisteas hægri enn Costinha hjá Portugal, og Charisteas skallaði bóltin í tóma málið, tí portugisiski mál- verjin, Ricardo, var á heilt skeivari leið. Verjuleikarin Costinha bleiv beinan vegin eftir grikska málið skiftur út til fyrimuns fyri roynda spælskiparan Manuel Rui Costa, og veteranurin setti beinan vegin meiri ferð á álopsspælið hjá Portugal. Heimaliðið legði nú stórt trýst á grikkar, og fleiri ferðir var heilt nær við, at teir fingu útjavnandi málið. Bæði Figo, Deco og Rui Costa royndu seg, men antin var ein grikskur fótur fyri, ella raktu teir ikki málið. Venjarin hjá Portu- gal, Luiz Felipe Scolari, royndi eisini at seta Nuno Gomes á vøllin í staðin fyri Pauleta seinasta korterið, men tað gav heldur einki úrslit. Tað nærmasta, ið portugisar komu einum útjavnandi máli, var, tá ið Luis Figo hevði eitt gott skot, sum rakti ein grikskan fót og streyk beint við síð- una av stongini hjá Niko- polidis í grikska málinum. Eisini ungi Christiano Ronaldo var nær við, tá ið hann fekk ein langan bólt frá Rui Costa, men Man- chester United-leikarin fekk ikki nóg gott tamar- hald á bóltinum, áðrenn grikkar fingu vart fyri. Apollon, Zeus og Rehagel Leiktir vóru nærum fimm minuttir av yvirtíð, tá ið týski dómarin Markus Merk bríkslaði fyri seinastu ferð, og so kundu teir griksku leikararnir og teir mongu griksku áskoðarar- nir á Estadio da Luz fegnast um, at Grikkaland hevði vunnið Evropameistara- heitið í fótbólti 2004, og tað var tann fullkomni endin upp á grikska ævintýrið, sum byrjaði, tá ið grikska fótbóltslandsliðið fyri ein- um lítlum ári síðani vann sær rætt til at taka lut í EM- endaspælinum í Portugal. Stóra styrkin hjá grikska liðnum hevur verið, at talan allatíðina hevur verið um eitt liðavrik. Liðið hevur ikki nakrar stórar stjørnur, og allir mans arbeiða fyri hvønn annan. Ikki minni týðandi hevur tað verið, at týski venjarin hjá liðnum, Otto Rehagel, hevur syrgt fyri, at grikkar eru ómeta- liga væl skipaðir í sínum spæli, og so er Rehagel eisini kendur sum ein royndur venjari, ið dugir serstakliga væl at leggja taktikk eftir mótstøðulið- unum. Nú Rehagel hevur leitt grikkar til evropa- meistaraheitið, er tað eing- in ivi um, at týskarin er ein gudur í Grikkalandi ájavnt við so kend nøvn sum Apollon og Zeus. Nógv hevur verið spátt um, hvussu fór at verða við Otto Rehagel aftaná EM-enda- spælið, og millum annað hevur verið frammi, at hann skuldi yvirtaka týska landsliðið eftir Rudi Vøller, men Rehagel sigur sjálvur, at hann gott kundi hugsað sær at hildi fram í Grikka- landi, og tað hava grikkar neyvan nakað ímóti. Grikski liðskiparin, Teodoros Zagorakis, ið bleiv kostin til besta spælara í finaluni, hevur steyið sum tekin um, at Grikkaland er Evropameistari í fótbólti 2004 Estadio da Luz, Lissabon. Portugal-Grikkaland 0-1 (0-0). Mål: 0-1 Angelos Charisteas 57. Dómari: Markus Merk,Týskland Áskoðarar: 62.865 Portugal: 4-5-1: Ricardo - Miguel/43. Paulo Ferreira, Ricardo Carvalho, Jorge Andrade, Nuno Valente - Costinha/60. Rui Costa, Maniche, Deco, Luis Figo, Cristiano Ronaldo - Pedro Pauleta/74. Nuno Gomes. Grækenland: 4-4-2: Antonis Nikopolidis - Yourkas Seitaridis, Michalis Kapsis,Traianos Dellas,Takis Fyssas - Stelios Giannakopoulos/77.Stylianos Venetidis,Theodoros Zagorakis, Angelos Basinas,Costas Katsouranis - Zisis Vryzas/81. Dimitrios Papadopoulos,Angelos Charisteas. EM FINALAN 2004 Grikska ævintýrið fullkomið C M Y K 18