hósdagur 19. mars 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. mars 2015
sosialurin 33
7
Bárður Veihe fylgir upp og sigur:
– Áðrenn ein sending her í húsinum
fer í luftina, skal hon í gjøgnum fleiri
lið. Fyrst ein tilrættisleggjara, so ein
korrespondent, sum ofta hevur
nøkur hugskot, síðani ein redaktør og
er tað neyðugt, skal ein juristur eisini
hyggja at sendingini fyri at tryggja,
at alt, sum verður sagt í sendingini,
er so juridiskt korrekt sum gjørligt,
greiðir hann frá.
DR – óheft og korrekt
DR, ið stendur fyri Danmarks Radio,
er ein óheftur public service-stovnur,
ið leggur seg eftir at framleiða aktuelt
tilfar til allar málbólkar innan stórt
sæð allar sjangrur, sum tíðindi,
mentan dokumentar og undirhald
av ymiskum slag.
Hvat viðvíkur tíðindadeildini, har
okkara tríggir fotografar starvast, er
tað umráðandi at vera á staðnum, tá
tað leikar á, men tað er av minst líka
stórum týdningi, at tíðindini verða
borin rætt fram.
– Tað verður gingið høgt upp í, at
vit hava fakta uppá pláss, áðrenn vit
fara í luftina. Til dømis við terror-
álopunum, sum vóru 14. februar. Tá
var tað umráðandi fyri DR at bíða við
tíðindunum, til talið av deyðum var
staðfest. Øvugt var TV2 fyrr úti við
søguni, men mátti koma við eini rætt
ing, tí talið av deyðum var ein í staðin
fyri trý, sum so seinni út á dagin blivu
til tvey. Og tann hugburðin, at okkara
boðskapur skal vera so korrektur
sum gjørligt, dámar mær væl, slær
Bárður Thomsen fast.
– Tað er eisini umráðandi fyri DR
ikki at doypa ein mann terrorist, fyrr
enn tað er váttað av løgregluni. Tí var
hann fyrst umrøddur sum »formodet
terrorist« í okkara tíðindasendingum,
greiðir Jan frá.
Umframt at vera partur av føstu
manningini á 21 Søndag, tekur Jan nú
eitt skeið, ið gevur loyvi og førleikar
at filma við dronu, eitt nógv umtalað
slag av upptøku-mannagongd við
nógvum ivamálum.
– Tað krevst eitt serloyvi fyri at
sleppa at filma við dronu í Danmark.
Tað er ymiskt við lóggávuni um
dronu-upptøkur frá landi til land.
Dronan gevur møguleika fyri at fáa
myndir frá einum vinkli, ið er ógjør
ligur at fáa frá jørðini, greiðir Jan frá.
At filma við dronu er bert eitt av
mongu skeiðunum og eftirútbúgv
ingunum, starvsfólk hjá DR kunnu
fáa.
Hendan dagin hevur Bárður
Thomsen eisini verið á skeið um
handfaring av ferðaútgerð í samband
við upptøkur uttanlands.
Sterk føroysk umboðan
Meðan vit tosa, gerst tað týðiligt, at
tað, at vera føroyingur í DR-býnum
ikki er so sjáldsamt, sum ein kanska
skuldi trúð. Teir koma bara ikki á
skíggjan. Men hví er tað, at júst foto
grafarnir hava so sterka føroyska
umboðan?
– Tað er ikki tí, at tað er so lætt at
sleppa inn her. Fólk standa í kø fyri
at fáa ein kjans sum hendan, sigur
Bárður Thomsen.
– Tá Jan og eg vóru til samrøðu,
vóru vit væl yvir 100 umsøkjarar, 20
vóru boðin til samrøðu, har av vóru
fýra føroyingar, sigur Bárður Veihe.
Og tað má sigast at gangast væl
hjá føroysku fotografunum, tí teir
fáa góðar afturmeldingar frá starvs
feløgunum.
– Eg fái ofta at vita, at tað er ein
ró yvir tí, eg geri. Onkur hevur spurt
meg, um tað hevur okkurt við fjøllini í
Føroyum at gera, men eg havi í hvørt
fall ikki gingið og runnið í fjøllunum,
greiðir Jan frá og flennir.
Bárður Veihe heldur kortini, at
tað hevur nakað við upplæringina í
Kringvarpinum at gera.
– Tá man hevur arbeitt á eini so
lítlari redaktión, sum teirri í Kring
varpinum, hevur man verið væl runt
um fakið, og eftir stuttari tíð hevur
tú gjarna roynt alt, sum hevur við
arbeiðið sum fotografur at gera. At
taka upp, klippa, framleiða osfr. Vit
hava soleiðis verið víða um í fakinum
samanborið við teir fotografarnar,
sum vit kappast við, greiðir hann frá.
Kynstrið at fortelja
Burtursæð frá støddini á miðlunum,
er arbeiðiði í sær sjálvum tað sama.
Tað snýr seg um at duga at fortelja
eina søgu. Munurin í arbeiðnum
gerst tó týðiligast í sjálvari tilrættis
leggjanini av eini søgu.
»Tað verður gingið høgt upp í, at vit hava fakta uppá
pláss, áðrenn vit fara í luftina. Og tann hugburðin, at
okkara boðskapur skal vera so korrektur sum gjørligt,
dámar mær væl«
Bárður Thomsen
...framhald á síðu 8
Mynd: Allan Korsager Davidsen
Bárður Veihe, Jan Macdonald
Arnskov og Bárður Thomsen,
hava sína dagligu gongd
sum fotografar í DR-býnum
í Keypmannahavn.