Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mars 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. mars 2015 sosialurin 33 8 –  Her arbeiða journalistar og foto­grafar meir sum eitt toymi. Vit fotografar eru vælkomnir við inputt’um til søgur og at koma við okk­ara meiningum um eitt sitat, ið er ov langt, ella hvussu ein samrøða skal klippast. Tað er altso ein grund­ leggj­andi fatan í húsinum av, at tað ikki bara eru journalistarnir, ið duga at for­telja søgur, men at vit saman við journa­list­unum fortelja søguna, sigur Jan. Í dagliga arbeiðnum í størsta miðla­húsinum í kongaríkinum ert tú bert ein út av fleiri fotografum, ið kunnu gera sama arbeiði. Tí er alt tað tú gert ein spurningur um egnan stolt­leika. – Tað er upp til tín sjálvs og tín egna stoltleika, hvussu nógva orku og ómak tú leggur í títt arbeiði her. Í mun til at vera til arbeiðis á eini lítlari redaktión við fáum starvsfólkum, er tað eitt annað press, soleiðis at um eg ikki gjørdi eitt innslag, bleiv tað slettis ikki gjørt. Soleiðis er tað ikki her, og tað gevur eina aðra fríheit til at gera betri søgur, sigur Bárður Veihe. Stutt frá knappaborðinum til krígsherjað øki Hvussu ein arbeiðsdagur hjá føroysku fotografunum er, er trupult at siga. Meðan arbeiðsdagurin á »Det Fri« er rættiliga fastlagdur, verður redak­tións­fundur bert hildin eina ferð um vikuna á 21 Søndag. Hvønn mána­dag vera evnini diskuterað, sum journalistar og fotografar skulu hava klár til sunnudagssendingina, men tað er sjáldan, teir vita, hvussu teirra arbeiðsvika verður, tí hendir okkurt óvæntað ella gerast søgurnar stórar, enda tær ofta á 21 Søndag. Og tað kann meir enn so henda, at fotografarnir verða sendir av landinum fyri at gera innsløg, og tað er heldur ikki sjáldsamt, at brúk er fyri teimum alt fyri eitt. Tað kann vera ein uppgáva fyri gravandi redak­tión­ina, ið leitar eftir einum svindlara, sum krógvar seg í Malagá. Heims­umfatandi hendingar og katastrofur skulu eisini dekkast í donsk­um sjónvarpi, og í samband við vandamiklu ebola-epidemi’ina í Sierra Leone varð Bárður Veihe biðin um at fara avstað við einum journalisti. –  Korrespondenturin í Ukraine skuldi eisini hava ein fotograf til at dekka russisku-ukrainsku kon­flikt­ ina í vár, og tá ringdu tey eftir mær, meðan eg sat á barr, og bóðu meg flúgva niður longu sama kvøld, sigur Jan. Ein arbeiðsdagur kann broytast skjótt. Tað er stutt frá teldunum og upptøkuhølunum í DR-býnum til Hamburg, Ukraine ella Malagá. Men fyri yvirhøvur at verða sendur út, skalt tú vera partur av einum sokall­ aðum ferðabólki. Ein bólkur er fyri tey, ið ofta eru klár at fara avstað, og ein er fyri tey, ið onkuntíð ynskja at verða send avstað. Bárður og Bárður ferð­ast bert í samband við útvaldar upp­gávur á teirra redaktiónum, meðan Jan er við í síðstnevnda ferða­ bólk­inum. – Vit kunnu verða send í krígs­ herjað støð at taka upp saman við korrespondentum til dømis. Men er talan um eitt krígsherjað øki, krevst eitt skeið í Hostile Environment Awareness Training, sum eg eisini havi tikið. – Tað er sum eitt útvíðkað fyrstu­ hjálparskeið, har tú lærir at flyta teg í krígsherjaðum økjum, at ferðast millum minur, at samskifta við eftir­ lits­fólk, ið halda vakt við landamørk, og hvussu tú skalt uppføra teg í eini gíslastøðu við einum posa yvir høvdið, meðan tú verður tveittur í eitt viðførisrúm og annað slíkt, greiðir Jan frá. 83 prosent ynskja DR Líka sum við restini av miðla­heim­ inum, møta fotografarnir somu mót­ støðu, sum aðrir miðlar aðra staðni í heiminum: Tað er torført at greiða frá, hví fólk skulu gjalda fyri tíðindi. – Tað er dýrt at framleiða sjón­ varp, tað vita vit, men líka sum tað var í Føroyum, er tað eisini her tor­ført at fáa fólk at skilja, at sjón­varps­fram­ leiðsla kostar, sigur Bárður Thomsen. Men tað er ongin ivi um, at hesir tríggir fotografarnir eru fegnir um sín gerandisdag á størsta danska miðla­húsið. – Tað er so einfalt sum tað, at eg fari glaður til arbeiðis hvønn dag og glaður til hús um kvøldini, og so kann tað ikki vera betri, sigur Jan av­gjørdur. Og tað er nakað, ið bendir á, at danir eisini eru fegnir um at hava ein stovn sum DR. Hóast nógvar ákoyr­ ing­ar um alt frá licens til innihald til inter­net-sjónvarp, vísir ein kanning frá 2013, at heili 83 prosent meta DR vera umráðandi fyri danska sam­ felagið. – Kanska tað hevur nakað at gera við, at vit her møta einum øðrum forstáilsi fyri, hvat ein public service tíðindastovnur eigur at gera, og tað virða politikarnir. Teir kunnu vera ónøgdir, sum vit til dømis sóu Bertel Haarder fyri opnum skíggja skelda um at verða órógvaður, meðan hann sat við sínum rísingreyti, men teir virða okkum og lata okkum gera okk­ ara arbeiði, sigur Bárður Thomsen at enda. Fotografarnir skulu aftur til ar­ beiðis, og tað er tíð uppá at runda sam­røð­una av. Innslagið um James Last skal klippast liðugt, ein skal fyri­ reika ein túr til Føroya í samband við sólar­myrkingina, og ein annar skal fyri­reika seg til ein pressufund við um­boð fyri Spotify uppi í Stokkhólmi. Nei, tað er alt annað enn keðiligt at vera fotografur DR- býnum. ■ DR kallaðist upprunaliga Statsradiofonien, men broytti navn í 1959 til Danmarks Radio. ■ DR byrjaði at senda 1. apríl í 1925 og rundar sostatt tey 90 árini í ár. ■ DR verður fíggjað við haldaragjaldi og umsitur í dag seks sjónvarpsrásir, 10 útvarpskanalir umframt netmiðilin dr.dk. ■ 3.000 fólk starvast í DR-býnum á Amager, og dagliga hevur býurin 5.000 vitjandi. ■ DR-býurin er ein av mest umtalaðu byggiverkætlanum í nýggjari tíð. Fíggjarætlanin varð sprongd við 700 milliónum, og endaligi prísurin fyri DR-býin var 4,7 milliardir. »Tá man hevur ar­beitt á eini so lítlari redaktión sum í Kring­varp­ inum, hevur man verið væl runt um fakið, og eftir stuttari tíð hevur tú gjarna roynt alt, sum hevur við arbeiðið at gera« Bárður Veihe persónssøga Í DR-býnum á Amager starvast 3.000 starvsfólk. Dagliga hevur húsið á leið 5.000 vitjandi, sum antin hyggja eftir bygningunum ella luttaka í teim­um ymisku sendingunum. Og DR-býurin er veruliga ein býur fyri seg. Innanfyri teir um­ leið 131.000 fermetrarnar, sum DR-býurin rúmar, er pláss gjørt til bóka­savn, fitnessrúm, matstovur, kafeir við vínautomatum og um­ framt tey føstu tíðinda­studio’ini skal pláss eisini gerast til tey mobilu studioini sum eitt nú tað hjá X-Factor. Tá X-Factor er liðugt um eina viku, verða upptøkuhølini bók­ stav­liga tikin niður og pakkað burt­ur. So er klárt hjá øðrum at flyta inn. Afturat øllum tí, ið hevur við framleiðslu av sjónvarpi og út­ varpi at gera, rúmar DR-býurin ein ovurstóran konsertsal, har fleiri av teimum kendastu tón­ leik­arunum vitja, tá teir koma hendan­vegin. Dagliga eru tað DR- kórini og orkestrini DR Pigekoret, DR Symfoniorkester og DR Big Band, ið húsast har. Umframt tann imponerandi konsertsalin, ið hevur vunnið altjóða virðislønir fyri arkitektoniskt og akkustiskt virði, telur konsertsalurin eisini fýra studio, ið virka sum smærri kon­sert­støð og eina gourmet-mat­ stovu. Her er altso í orðsins sanna týdningi vítt til veggja. – Her hevur man fólk til alt. Fólk eru sett til bara at við­líka­ halda okkara útgerð. Tað er ikki okk­ara uppgáva at meta um, um útgerð skal umvælast ella skiftast út. Tað eru tað onnur, sum gera, sigur Jan. sosialurin@sosialurin.fo Mynd: dr Mynd: allan korsager davidsen Ein býur fyri seg DR er – og hevur altíð verið – grundað á hyggjara­gjald, sum verður kravt frá stórt sæð øllum borgarum í Danmark DR-býurin. Mynd: allan korsager davidsen Mynd: dr