hósdagur 19. mars 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. mars 2015
sosialurin 33
13
Barbara Holm
Á
Føroyamálsdeildini á
Fróðskaparsetrinum
arbeiða tey dúgliga
við at granska atburð
og tilknýti hjá føroyingum til
tað føroyska málið. Jógvan í Lon
Jacobsen gjørdi fyri nøkrum árum
síðani tríggjar kanningar, har hann
royndi at granska, hvønn hugburð
føroyingar hava, tá ið um ræður at
finna føroysk orð fyri tey ensku
orðini, sum vit hava lyndi til at
taka til okkum. Orðapørini vóru
design/sniðskapan, mail/teldubræv
og bodugyard/lívverji.
Fyrsta kanningin var ein kvanti
tativ spurnakanning, har 500 fólk
søgdu sína hugsan um hvørji av
hesum orðunum tey helst nýttu.
Úrslitið í hesari kanningini varð, at
tveir triðingar av teimum spurdu
søgdu seg heldur vilja nýta tey før
oysku orðini. Tó var ikki eins stór
undirtøka fyri at nýta sniðskapan
heldur enn design.
Í næstu kanningini vóru
ávísir persónar tiknir inn
til eina størri samrøðu,
har millum annað
varð spurt um
somu orð, og her
gjørdist greitt, at
fleiri teirra nýttu
bæði orðini. Sam
stundis var áhuga
vert at frætta, at
føroysku
orðini
vóru nýtt í formligum
samanhangi, meðan tey
útlendsku vóru nýtt, tá ið
umstøðurnar vóru óformligar
og meir privatar.
Triðja og síðsta kanningin vísti
tað sama – at fólk, sum nýta før
oysk orð heldur enn ensk – fáa eina
jaligari meting av nøkrum persón
ligum eyðkennum enn tey, ið
nýta ensk orð. Í hesari kanningini
fingu áleið 600 fólk fýra ljóðbrot
at hoyra, har sama kvinna las tvey
av ljóðbrotunum. Hendan sama
kvinnan hevði í øðrum ljóðbrot
inum fleiri føroysk orð, meðan hon
í hinum ljóðbrotinum hevði fleiri
ensk orð, sum til dømis internet
ístaðin fyri alnót. Breið undirtøka
var fyri, at ljóðbrotið við føroysku
orðunum lýsti eina kvinnu, sum
var meira intellektuell, effektiv
og evnarík enn sama kvinna, sum
nýttu ensk orð.
Rættur hugburður
til málið
Jógvan í Lon Jacobsen greiðir frá
sínum kanningum, og hóast tað
ivaleyst ber til at seta spurnartekin
við, um kanningarnar nú eru heilt
eftirfarandi, ella um summir spurn
ingar kundu verið orðaðir øðrvísi,
so er tendensurin kortini greiður
– tað er fínari at nýta føroysk orð.
– Aðrastaðni síggja vit, at tað at
nýta ensk ella útlendsk orð ístaðin
fyri sítt móðurmál, er mett at vera
betur á onkran hátt. Tí er tað sera
áhugavert at síggja, at í Føroyum
er tað beint øvugt, sigur Jógvan í
Lon Jacobsen.
Áðrenn føroyskt varð viðurkent
sum móðurmál í Føroyum, var
danskt mett at vera tað fína málið,
meðan føroyskt var gerandismálið
hjá føroyingunum tá.
Men í dag er skútan vend.
– Føroyska málið hevur tað gott.
Tað er eingin hóttan ímóti mál
inum, at summi útlendsk orð sníkja
seg innímillum. Soleiðis hevur tað
altíð verið, og soleiðis fer tað at
vera. Tað er bara sunt fyri málið,
sigur Jógvan í Lon Jacobsen.
– Tó so er ein hóttan, um til
dømis ávís fakøki ella samfelagsøki
taka enskt fram um føroyskt, tí tá
er talan um málsligan økismiss, og
tað er ein nógv størri vandi, enn
um einstøk fremmand orð koma
inn í føroyskt, sigur Jógvan í Lon
Jacobsen.
Men sum heild er føroyska mál
ið ógvuliga virkið, og tað verður
nýtt dúgliga á flest øllum økjum
í samfelagnum. Og tað er eitt gott
tekn, so í so máta stendur væl til.
– Vit hugsa jú ikki um málið til
dagligt. Tað er bara har hjá okkum.
Men við einum móðurmálsdegi
kunnu vit einaferð um árið varpa
ljós á málið og tær avbjóðingar
sum eru, og tað haldi eg er ógvuliga
gleðiligt, sigur Jógvan í Lon
Jacobsen.
At ein móðurmálsdagur nú er
komin á breddan er kærkomið og
neyðugt, tí tað er eitt upplagt høvi
at varpa enn meira ljós á móður
málið og tess týdning og menning
í Føroyum í dag.
barbara@sosialurin.fo
– Tá fólk verða spurd, er tað ein breið semja um, at tað er betri
at nýta føroysk orð heldur enn útlendsk. Og hyggur tú nærri at
svarunum, vísir tað seg, at føroysk orð verða mett at vera fínari enn
útlendsku útgávurnar av sama orði, sigur Jógvan í Lon Jacobsen,
lektari í málfrøði á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum
Fínari at nýta
føroysk orð
Islex verkætlanin
knýtir øll Norðurlond
saman málsliga á tann
hátt, at tú kanst sláa eitt
orð upp í digitalu orða-
bókini og fáa tað á
øllum norðurlanda-
málum.
fyri málið
Við einum
móðurmálsdegi
kunnu vit eina
ferð um árið
varpa ljós á
málið og tær
avbjóðingar
sum eru«
Spaina
0,10%
Pólland
0,09%
Japan
0,08%
Frakland
0,07%
Holland
0,07%
Australia
0,06%
Italia
0,06%
New Zealand
0,03%
Kekkia
0,03%
Kanada
0,02%