Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mars 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. mars 2015 sosialurin 33 14 tema Føroyska málið Áttu at havt regluligar kanningar – Tann størsti trupulleikin, tá ið umræður stavseting, eru teir bókstavir, sum vit ikki reiðiliga hoyra. Tað sigur Katrin Næs, málfrøðingur, sum heldur tað vera undranar­vert, at vit ikki kjakast meira um málið Barbara Holm E g veit ikki um eg skal fara í tað kjakið aftur. Føroy­ ing­um dáma ikki at hoyra um stavseting, tí tað verður altíð uppfatað sum, at ein finnist at fólki, sum ikki stava heilt rætt. Tað er tað fyrsta Katrin Næs sigur, tá ið hon skal seta orð á stavseting og trupulleikarnar við tí sama í dag. Hon er málfrøðingur, og hevur stóran áhuga fyri stavseting og fyri at avdúka, júst hvar trupulleikarnir eru. Eftir hennara tykki er tað alt av­ger­ andi, at vit vita hvar trupul­leikarnir eru, so vit málrættað kunnu gera nakað við tað. – Málið er mangan at meta sum ein ideologi. Fólk fara í hvør sína skotgrøv, tá ið kjakið snýr seg um stavseting, og trupult er at fáa nakað konstruktivt burturúr, sigur Katrin. Eftir hennara tykki er tað sera harmiligt, at almenna orðaskifti ikki er nóg búgvið til at seta orð á, hvat vit skulu gera við trupulleikan. Hetta einamest tí, at málfrøðingar, sum royna at seta orð á trupulleikar, vera mangan lagdir undir at vilja finnast at teimum, sum ikki stava feilfrítt. – Men tað er jú als ikki tað vit vilja. At ein stavivilla er í onkrastaðni ger ongan mun. Tað einasta, eg havi áhuga fyri er, hvussu vit kunnu gera føroyskt lættari fyri føroyingar, sigur Katrin Næs. Hava ongar regluligar kanningar Í 2000 gjørdi Katrin Næs sína fyrstu kanning av hvar trupulleikarnir eru, tá ið umræður stavseting. Vit hoyra mangan, at føroyingar duga ikki at stava føroyskt, men júst hvar eru snávingarsteinarnir? – Tað vísir seg, at ð'ini eru størstu trupulleikin. Og tað er bæði tá ið um­ ræður sagnorð og navnorð. Harnæst er ir/ur endingar, har fólk í talumáli ikki hoyra, um tað skal vera ir ella ur, sigur Katrin. Hon setti sær fyri at kanna, hvørj­ ar stavivillur vóru í stílum, sum mið­ náms­skúlanæmingar høvdu skrivað, og setti síðani stavivillurnar í bólkar, fyri at hava møguleikan at greina úrslitið. – Umframt ð'ini og ir/ur end­ing­ar­nar, vóru eisini nógv dømi um, at næm­ingarnir valdu skeivt sjálvljóð. Til dømis »sjolvur« í staðin fyri »sjálvur« og so framvegis, greiður Katrin frá. Ein partur av næmingunum høvdu eisini trupulleika við at skilja ímill­um, nær samansett orð skulu vera saman, og nær tey skulu skiljast at. – Eg ímyndi mær, at tað enska málið hevur havt eina ávirkan á hetta. Á enskum setir tú sjáldan orð saman, men tað eru púra greiðar reglar fyri nær tú skalt gera hetta á før­oyskum, sigur Katrin. Eftir hennara tykki hevði tað verið skilagott, um almenni myndugleikin setti sær fyri at kanna stavseting á hvørjum ári, soleiðis at møguleiki var fyri at fylgja við gongdini. Men eingin reglulig kanning verður gjørd, og tað førir við sær, at tað ikki ber til at skipa fyri miðvísari frá­læru í skúlunum út frá tí, sum vit vita er ein trupulleiki. barbara@sosialurin.fo Stavseting: Málfrøðingar, sum royna at seta orð á trupul­leikar við stavseting, vera mangan lagdir undir at finnast at Tað vísir seg, at ð'ini eru størstu trupulleikin. Og tað er bæði tá ið um­ræður sagnorð og navnorð«