hósdagur 19. mars 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. mars 2015
sosialurin 33
15
Danjal av Rana
N
ú ein dagin
ringdi Petur
Nolsøe
á
Miðlahúsið og
fortaldi okkum, at hann
hevði ein forvitnisligan
knív liggjandi uppi hjá
sær. Ein knív, ið løgtingið
gav V. U. Hammershaimb
í gávu í 1852. Í 1816, eftir at
Føroyar gjørdust danskt
amt, bleiv Løgtingið niður
lagt, men í 1852 lat tað upp
aftur. Hetta var liður í
demokratiseringini av
danska ríkinum, og tí
varð løgtingið endur
stovnað í 1852.
Pápi V. U. Hammers
haimb, Jørgen Frants
Hammershaimb, var
løgmaður tá løgtingið
varð niðurlagd í 1816.
Hann andaðist í 1820.
Ikki er greitt, hví V. U.
Hammershaimb fekk
knívin í 1852, men tað
kann hava verið ein
gáva til familjuna frá
nýggja løgtinginum.
V. U. Hammers
haimb varð fleiri ferðir
í Føroyum í árunum
1847 til 1851, meðan hann
samlaði tilfar til bøkur
sínar, Færøiske kvæder.
Tað er møguligt, at
gávan varð handað
honum, áðrenn hann
fór aftur til Danmarkar
eftir eina av sínum
mongum ferðum í Føroyum um
hetta mundi.
V. U. Hammershaimb flutti aftur
til Føroya í 1855, tá hann gjørdist
sóknarprestur í Norðstreymoyar
prestagjaldi.
Petur Nolsøe, ið eigur knívin,
keypti hann frá donskum samlara
í fjør. Slírin er tíverri horvin, sigur
hann.
Petur Nolsøe hevur fleiri áhuga
verd ting at sýna fram í einum lítlum
savni, hann hevur uppbygt. Millum
forvitnsligu tingini á savninum er
næstelsta Merkið vit hava, frá 1921.
Hjá merkinum hongur ein mynd,
sum vísir tað vundið á stong uttan
fyri barnaheimið hjá Peturi Nolsøe
í Vági í 1921.
Harumframt eru fleiri ting
við tilknýti til Royndina Fríðu og
Nólsoyar Páll. Har ímillum er ein
ferðaskrivipultur hjá Nólsoyar
Páll, sum er komin til Føroya við
Royndini Fríðu, umframt eitt ur,
sum Rádni Bóndi, ið eisini sigldi við
Royndini Fríðu, keypti á eini ferð.
Eisini eru ymiskt brøv, sum
handilsloyvi hjá Joen Jacob
Jacobsen frá 1857, eitt tað fyrsta,
eftir at einahandilin varð avtikin
í 1856. Eisini er ein samrøða við
Nólsoyar Páll, sum stóð á prenti í
danska blaðnum Dagen í 1806.
Tá Løgtingið opnaði aftur í
1852, handaði Løgtingið V. U.
Hammershaimb ein sergjørdan
knív í gávu. 25. mars er føð
ingardagur Venceslaus
Ulricus Hammershaimb
Fekk knív frá
Løgtinginum
Smádrongur við leypi á baki í Gongini í Havn fyri aldarskiftið.
Í bakgrundini sæst Amtmansborgin, sum varð bygd í 1880.
Petur Nolsøe, ið eigur knívin, keypti hann frá donskum samlara í fjør
Myndir: Álvur Haraldsen