hósdagur 19. mars 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. mars 2015
sosialurin 33
18
samfelagsfrøði
Tey vóru ikki nóg polit
iskt búgvin, tá tey fóru úr
fólkaskúlanum. Tað er eisini orsøkin
til, at tey standa mest sum á berum,
tá tey skulu atkvøðu fyri fyrstu ferð.
Onga vitan
20 ára gamli Janus er í læru sum
elektrikari. Hann sigur seg ikki vera
føran fyri at taka lut í almenna orða
skiftinum. Tað einasta, sum hann
veit um politik, er tað, hann lærdi í
fólkaskúlanum. Og tað var ikki nógv,
ásannar hann. Tað, hann veit um
politisku flokkarnar í Føroyum, er,
at Sambandsflokkurin vil varðveita
sambandið við Danmark, at Tjóðveldi
vil loysa frá Danmark, og so skilur
hann á lagnum, at Javnaðarflokkurin
er fyri gomul fólk. Í fólkaskúlanum
lærdi hann fyri tað mesta um Føroyar
undir krígnum. Tað var eisini fínt,
sum hann tekur til, men hann veit
ikki nógv um, hvussu samfelagið er
samanskrúvað í dag.
– Eg minnist, at Framsókn
reklameraði nógv einaferð. Har vóru
bíløt á øllum lyktapelunum í Havn.
Men eg gav mær ikki far um, hvat
flokkurin stendur fyri, sigur hann.
Hann kennir bara tveir av teimum,
sum sita í landsstýrinum. Tað eru
Jørgen Niclasen og Kaj Leo Holm
Johannesen. Men hann heldur, at
Jørgen Niclasen umboðar Tjóðveldi,
og at Kaj Leo Holm Johannesen um
boðar Fólkaflokkin.
– Eg veit millum lítið og einki. Eg
havi fingið at vita, at flatskatturin
er ein fyrimunur fyri politikarar
og onnur við pengum, annars fær
eingin burturav. Eg havi varhugan
av, at politikarar tæna sær sjálvum.
Men eg veit tað ikki. Eg sigi bara tað,
sum eg hoyri, sigur hann, og uggar
seg við, at vinmenninir vita eins lítið
sum hann.
18 ára gamla Eydna sigur tað sama.
Hon veit, hvussu løgmaður eitur, og
hon kennist við andlitið hjá Jørgeni
Niclasen, men hon dugir ikki at seta
navn á.
– Eg skal ikki dylja fyri, at eg veit
grúviliga lítið. Eg havi bara álit á, at
tey gera tað, tey duga væl. So geri
eg tað, sum eg dugi væl,
sigur hon.
– Fyri mær er politikkur ein vav
greytur av óskiljandi orðum. Eg
havi ikki áhuga fyri tí. Makrelur og
líknandi, eg kundi ikki lagt minni í tað.
Tá tú lærir so lítið í fólkaskúlanum,
verður tað trupult at seta seg inn í
politikk, tá tú verður eldri, skoytir
hon uppí.
Etisku málini hava áhuga
Á løgtingsvalinum í ár skulu politisku
flokkarnir og einstøku tinglimirnir til
próvtøku. Tá skal veljarin gera av, um
politiska skipanin skal endurveljast
ella ikki. Men tað verða ikki málini um
forskattingina av pensjónum, flat
skatturin, handfaringin av málinum
um Skálafjarðatunnilin, avlurtingar
pakkin ella fiskivinnupolitikkurin,
sum gera av, hvør fær atkvøðuna frá
fimm av teimum seks. Tað er bara
Sigrid, sum hevur eina heildarmynd
av, hvat er farið fram hetta valskeiðið.
Hini siga seg vita ov lítið um tað,
sum er hent hetta valskeiðið. Hon
heldur tað vera spell, at meirilutin
av teimum ungu hava so lítlan áhuga
fyri politikki.
– Eg haldi ikki, at tað er rætt at
spyrja foreldrini, hvat tey velja, og
so bara velja tað sama. Eg haldi, at
ein atkvøða skal vera ávirkanin hjá
fólkinum, so fólkið hevur ávirkan á
ræðið. Tí skal ein atkvøða vera per
sónlig og skal vera tað, tú heldur sjálv,
sigur hon.
Fólkaræðið um okkara leiðir snýr
seg ikki bara um at velja ein politik
ara og geva teimum fólkavaldu frið
at umsita atkvøðuna til næsta parla
mentsval. Fólkaræðisliga stýris
skipanin vil, at politiska tilvitið hjá
borgarunum verður brúkt og hvest,
so politiska skipanin fær mótspæl og
hugskot. Tað krevur, at øll ættarlið
gera vart við seg. Um ein bólkur av
veljarum, í hesum føri tey, sum skulu
velja á fyrsta sinni, hoyknar undan,
skeiklast fólkaræðið, tí hesin bólkurin
verður í minni mun umboðaður í
politisku skipanini.
Í Føroyum er tað ein trupulleiki,
at yngra ættarliðið sum heild er so
lítið sjónligt. Høvuðsorsøkin er, at tey
flestu fara í onnur lond at nema sær
útbúgving. Stjórnmálafrøðingurin
Heini í Skorini skrivar í bókini
ExitFøroyar, at dynamikkurin fer úr
samfelagnum, tá tey ungu ikki eru
við.
– Tað verður ov lítið av nýhugsan
og engagementi, skrivar hann.
Men tað er eitt mál, sum hevur
stóra áhuga millum tey ungu. Tað
er tvídrátturin, um samkynd skulu
kunna sleppa at giftast borgarliga.
Tað staðfestir Árni. Hann er 19 ár. Á
handilsskúlanum hevur hann fingið
innlit í politisku skipanina. Sjálvur
hevði hann valt Poul Michelsen og
Framsókn, um løgtingsval var nú.
Høvuðsorsøkin er, at flokkurin var
við til at leggja fram uppskotið um, at
samkynd skulu kunna giftast borgar
liga. Tað er rættvísi, heldur hann. Men
hann er sambandsmaður. Hann vil
ikki, at Føroyar fara úr ríkisfelags
skapinum. Men tað vil Framsókn.
– Eg visti faktist ikki, at Framsókn
vil hava einar sjálvstøðugar Føroyar.
So veit eg ikki, um eg fari at atkvøða
fyri Poul Michelsen kortini, heldur
Árni flennandi fyri.
Tey ungu skulu gera vart við
síni sjónarmið. Firouz Gaini skrivar
í bókini Mál, Miðlar & Mentan, at
ungdómurin verður nú í størstan
mun eygleiddur, og sjáldan hoyrdur.
Er ungdómurin ikki politiskt virkin,
verður grøvin millum ættarliðini enn
størri.
– Lýsingarnar vit fáa av unglinga
árunum koma oftast frá eldri fólki,
ið minnast, hvussu tað var at vera
ungur; sostatt verða farnar tíðir lýstar
eftir minninum, og ikki nútíðini av
ungdóminum sjálvum. Tað er her
trupulleikin ofta er, skrivar hann.
Tey ungu vita minni
Einki samfelag hevur ásett eitt mark
fyri, nær ein borgari er nóg upplýstur
at velja. Eingin kann siga, at ein borgari
er óskikkaður at greiða atkvøðu. Tað
er eisini vanligt, at tey ungu vita
minni um samfelagsviðurskifti. Tað
heldur Nordisk Ministeråd, sum
hevur kannað orsøkina til fallandi
valluttøkuna millum ung í norðan
londum.
– Ungdómstíðin er longri nú enn
fyrr. Tey eru ógift og undir útbúgving.
Tey hava ikki ein víðan samfelagsligan
sjónarring, tí tey eru í lítlan mun
fløkt við uppí samfelagsskipanirnar.
Politiski áhugin er minni av tí sama,
skrivar Nordisk Ministeråd og vísir á,
at tey verða meira rótfest í samfelagið
við tíðini.
Í Føroyum vilja tey ungu vera
meira politiskt upplýst, enn tey eru
nú. Tað siga Marjun, Dávur, Sigrid,
Janus, Árni og Eydna. Skal politiska
ungdómsmentanin í størri mun eggja
teimum ungu at taka virknan lut í
fólkaræðinum, er neyðugt at styrkja
vitanarstøðið hjá teimum. Tað er
eisini eitt av tilmælinum í danska
ritinum Demokrati for fremtiden,
sum staðfestir, at tað er trupult
at fáa tey ungu at velja. Umframt
gjølligari frálæru í fólkaræði, verður
víst á, at fjølmiðlarnir skulu eisini
royna at uppala tey ungu í fólka
ræðisligari hugsan. Kanningar vísa,
at ungdómurin er serliga virkin á
internetinum, og tað er serliga har,
at myndugleikarnir skulu royna at
geva teimum størri politiskt innlit.
– Ein ungdómsmiðil skal her
skiljast sum ein tíðindamiðil, ið
savnar áhugamálini hjá teimum ungu
og miðlar beinleiðis til tey ungu. Ung
dómurin er ein øðrvísi aldursbólkur,
sum oftast hevur onnur áhugamál
og øðrvísi málnýtslu enn tey meira
tilkomnu. Tað skulu miðlarnir taka
hædd fyri, er tilmælið.
Í Føroyum hava Marjun, Dávur,
Sigrid, Janus, Árni og Eydna eitt til
mæli. Og tað er, at samfelagsfrøði skal
uppraðfestast í fólkaskúlanum.
■ Greinaskrivarin kennir sjálvandi
veruliga samleikan hjá teimum
seks. Tey eru tilvildarliga útvald
úr øllum landinum. Samrøðurnar
vóru partur av skúlauppgávu
frá 2014.
HUXA
■ Tey, ið koma beinleiðis úr fólkaskúlanum, hava sjáldan nóg
gott innlit í føroyskan politikk. Vit halda, at tað eru langt frá øll,
sum kenna nóg nógv til føroyskan politikk. Tey kenna meira til
orðaskiftið um loysing og samband, enn vinstra og høgra.
■ Etisk mál fáa ofta stóra rúmd millum tey ungu. Kjakið um borgar
liga vígslu og rúsdrekkapolitikkin eru dømi um tað.
■ Tað er ein stórur trupulleiki, at politiska luttøkan millum tey ungu
er fallandi. Tað eru nógv ung, sum hava ávísan politiskan áhuga, men
tey kenna seg ikki før fyri at velja, hvar tey hoyra heima.
■ Størri dentur skal leggjast á samfelagsfrøði í fólkaskúlanum og
miðnámsskúlanum. Tað kundi kveikt áhugan hjá teimum ungu.
■ Kanska skulu vit lækka valaldurin niður í 16 ár til býráðsval. Tað
hevði møguligt bøtt um politiska áhugan hjá teimum ungu.
»Sambands
flokkurin vil
varðveita sam
bandið við Dan
mark, Tjóðveldi
vil loysa og Javn
aðarflokkurin er
fyri gomul fólk«
Janus, 20 ár
Skotski sam
bandsvongurin fanst
at, at valaldurin var 16 ár
til fólkaatkvøðuna í fjør, tí
tey mettu, at ungdómurin er
meira frísinnaður, ókritiskur
og hugsa ikki um
avleiðingar.
Mynd: Álvur Haraldsen