Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mars 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. mars 2015 sosialurin 33 19 søga Kýrberg Kýrberg er víða kent við sínum steyrrætta bergi og tí vakra dalinum vestanfyri, og sigast má, at bergið er rættiliga eyðkent fyri Hoyvík. Kýrberg er eisini kent sum myndevni hjá listafólki og myndatakarum Marjun A. Simonsen S øgn er eisini knýtt at hesum staði. Henda søgn sigur, at navnið stendst av, at á Kýrbergi plagdi ein kúri at sita á varðhaldi. Og tí hevur áður verið siðvenja at skriva navnið við ú, t.e. Kúrberg. Navnið sigst stava frá tíðini, tá ið neyðugt var at fylgja við, um fremmand skip komu gjøgnum fjørðin, tí tað kundu vera ófriðarskip. Um hesin kúri varnaðist okkurt ill­ grunasamt, skuldi hann geva boð til Havnar. – Í Tróndarkvæði, ið Jóan Petur uppi í Trøð yrkti um 1900, ljóðar 18. ørindi soleiðis: Flotin kom frá Eystnesi gjøgnum álin harða Kúrin sá á Kúrbergi læt boð til Havnar fara Í hugaheimi yrkjarans situr kúrin á varðhaldi á Kúrbergi og rakar við, tá ið Gøtu-Tróndur við sínum monnum er á veg til Havnar. Hetta var, tá ið menn norðan fyri Hórisgøtu fylktust og noktaðu at ganga undir krøv Ólav kongs og sleppa gamlari trúgv. Tróndur og hansara fylgismenn fóru við knørrum sínum út av Norðragøtu og stevndu suður til Havnar, har teir mannsterkir fingu Sigmund at lúta. Men hóast søgnin er spennandi, tí hon ber í sær ein farra av søgu­ ligum hendingum og stríði millum høvdingar í farnum døgum, so er ikki líkt til, at nakar kúri hevur sitið á Kúrbergi. Sagnir koma ofta í, tí roynt verður at finna eina frágreiðing til uppruna at staðarnavni. Í hesum føri kann fyrri liður í orðinum í framburði bæði tulkast sum eitt stutt ú ella ý, og tí er søgnin íkomin. Longu í Færøsk Anthologi (1891) sæst, at dr. Jakob Jakobsen hevur rakt við, hvør týdningurin hjá orðinum er. Útgávan er skipað soleiðis, at 2. bind er Ordsamling, ið dr. Jakobsen (tá stud.mag.) evnaði til í sambandi við útgávu V.U. Hammershaimbs. Á bls. 436 stendur: Kýrberg [...] forbjærg ved Kýrdalur (kodalen), tæt ved bygden í Hoyvík, lidt nord for Torshavn (Havn).” Sum sæst, týðir dr. Jakobsen orðið Kýrdalur til “kodalen”, og hann stavar nøvnini við ý – Kýrdalur og Kýrberg. Hann hevur tískil tulkað fyrra lið í orðinum til at vera forna sniðið á orðinum kúgv, ið var kýr. Hetta forna snið er varðveitt í navninum, og tí skal tað stavast við ý. Eisini onnur nøvn við sama forliði eru til skjals aðrastaðni í Føroyum, t.d. Kýrgil, Kýrgjógv, Kýrryggur og Kýrheyggjur. Semja er um, at bergið hevur fingið navn av dalinum niðanfyri, sum nevnist Kýrdalur, t.e. at navnið á dalinum er tað eldra. Navnið man sipa til, at kýr hava gingið á beiti her. Dalurin hevur uttan iva verið gróðrarmikil og veðurgóður til neytabit. Nú er dalurin slóttulendi. Tað sigst, at bóndahúsini í Hoy­vík einaferð hava verið í Kýr­ dali, og søgn er um, at bóndin, ið festi í 1722, flutti haðani og sett­ist heima á Garði. Sambært Símuni Arge, fornfrøðingi, er hetta rætti­ liga ivasamt. Fornfrøðiligu kann­ ing­arnar undir bóndahúsunum seinast í 1990-árunum vístu greitt, at upprunabúsetingin í Hoyvík hevur verið heima á Garði. So hava húsini staðið í Kýrdali, hevur tað bert verið avmarkað tíðarskeið. Ymist, ið funnið er upp úr moldini undir velting í 1930-50-árunum, kundi bent á hetta, greiðir Símun Arge frá. Heimildir: Hammershaimb, V.U. 1891. Færøsk Anthologi I og II. København Kvæðabókin (Lagt til rættis: Sverri Egholm). 1. bind. 1960. Tórshavn Voyages de la Commision scientifique de Nord: en Scandinavie, en Laponie, au Spitzberg et aux Feroe, pendant les années 1838, 1839 et 1849, sur la corvette La Recherche. 1842. Paris http://archimer.ifremer.fr/ doc/00002/11348/7917.pdf http://commons.wikimedia.org/ wiki/Category:Voyages_de_la_ Commision_scientifique_de_Nord_ by_Joseph_Paul_Gaimard Munnlig heimild: Símun Arge, fornfrøðingur Kýrberg Mynd: Lív S. A. Simonsen Gamalt franskt steinprent av Kýrbergi. Nakrir menn sita sunnan fyri Koytuna. (Heimild: Voyages de la Commision scientifique de Nord: en Scandinavie, en Laponie, au Spitzberg et aux Feroe, pendant les années 1838, 1839 et 1849) Kýrdalur Mynd: Marjun A. Simonsen