Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mars 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. mars 2015 sosialurin 33 20 Barbara Holm T á ið Føroyar skora ímóti Grikkalandi, ella týska landsliðið vitjar í Føroyum, skapar tað um­røðu fyri Føroyar. Men umrøða og bein­leiðis marknaðarføring kann ikki saman­ berast. Tú keypir ikki ein ferðaseðil til Aserbadjan, bara tí at landið hevur vunnið ein dyst í fótbólti. Á sama hátt er tað, tá ið sólar­ myrking er á skránni. Tú kanst upp­ liva eina økta umrøðu, men merkir tað, at fleiri ferðafólk koma til Føroya? Nei, ikki neyðturviliga. Hesir vóru tankarnir, sum Visit Faroe Islands hevði fyri tveimum árum síðani, tá ið tey fóru undir at varpa ljós á sólarmyrkingina, sum verður nú fríggjadagin. Ivaleyst eru tey summi, sum ferðast víða og hvar fyri at uppliva eina sólarmyrking. Men sólarmyrkingin sæst eisini á Svalbard, og veruleikin er, at tað er størri møguleiki fyri at síggja sólar­ myrkingina á Svalbard enn í Føroy­ um. Tó so er sólarmyrkingin júst í Føroyum nevnd á einum ótali av listum yvir spennandi støð at fara í 2015. Svalbard sæst bert aftur nøkrum fáum listum, meðan sólarmyrkingin í Føroyum er nevnd í miðlum sum BBC, New York Times, Associated Press og eini ørgrynnu aftrat. Hvussu ber tað til, at sólar­myrk­ ingin í Føroyum hevur vakt so stóran áhuga uttanlands? Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, heldur, at ein orsøk er, at ferðavinnan í Føroyum hevur spent seg út í árunum uppundir sólar­ myrk­ing­ina, og hevur verið ógvuliga til­vitað um, at tað er neyðugt at fáa nak­að burturúr økta áhuganum – eis­ ini eftir, at sólarmyrkingin er liðug. – Vit bjóðaðu nógvum miðlum til Føroya í fjør, og í alt vóru 162 miðlar í landinum. Hesir miðlar hava havt fokus á ymiskum viður­skift­um. Onkur hevur umrøtt mat­mentan­ ina, onnur hava umrøtt tón­leikin, sniðgevingina og náttúru­upp­liv­ ingarnar, men felags fyri tey øll er, at tey eisini hava nevnt sólar­myrk­ ingina, og tey hava viðmælt sínum – Síðani 2012 hevur Visit Faroe Islands miðvíst havt fokus á sólarmyrkingina, og tað hevur havt við sær, at yvir 50 fjølmiðlafólk úr øllum heiminum eru her í dag – og ikki í Svalbard, har sólarmyrkingin eis­ ini sæst. Tað sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands, sum fegnast um stóru undirtøkuna fyri at uppliva og varpa ljós á sólarmyrkingina arbeitt við sólar­ myrkingini í tvey ár sólarmyrking Tað eru teir smærri bólkar­ nar, vit skulu royna at fáa hendan veg­in. Vit kunnu ongan­tíð kappast við tey størstu ferða­ manna­londini í heim­inum, men tað skulu vit heldur ikki« Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands. Mynd: Álvur Haraldsen