Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mars 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. mars 2015 sosialurin 33 21 les­arum at fara til Føroya at uppliva hesa, sigur Guðrið Højgaard. Við tað, at miðlar kring knøttin hava viðmælt sínum lesarum at vitja í Føroyum, tá sólarmyrkingin er, so hava tey eisini umrøtt onnur viður­skifti, sum eru áhugaverd í land­ inum. Og tað eru tey eisini eftir, at sólar­myrkingin er liðug. Sleppa heilt inn at lívinum hjá føroyingum Føroyar er eitt lítið samfelag, og tað hevur sjálvsagt eisini við sær, at áhugin fyri Føroyum sum ferða­ manna­land er avmarkaður. Hetta helst tí, at tað kann tykjast, sum lítið er at upp­liva í Føroyum. Tí er eisini trup­ult at fáa fólk til Føroya einans við at lýsa í útlendskum miðlum. – Vit hava eina marknaðar­før­ings­ játtan á umleið 10 milliónir krónur, og í altjóða høpi er tað ikki nógv. Og skuldi tað alt farið til lýsingar í út­lendskum miðlum, so hevði tað neyvan kastað nógv av sær her heima. Men við tað, at vit hava boðið út­lendsk­um miðlum til Føroya, so er um­røðan blivin tað størri, søgurnar og myndir­nar meira fjølbroyttar og teir einstøku miðlarnir eru sinnaðir at siga okkara søgu, sigur Guðrið Højgaard. Í fjør nýtti Visit Faroe Islands áleið hálva aðru millión uppá at fáa útlendskar miðlar til landið. Teir 156 miðlarnir, sum vitjaðu her í fjør, hava síðani skrivað greinar, gjørt sjónvarps- og útvarpsinnsløg og so fram­vegis, og leysliga roknað hevði tað kostað Visit Faroe Islands yvir 50 milliónir at rindað fyri somu miðla­ rúmd, um talan var um lýsingar­pláss. – Tað gevur so nógv meira at fáa fólk higar at uppliva samfelagið, tí tey fara altíð avstað aftur við einari upp­ living, sum tú ikki reiðiliga kanst seta orð á, sigur Guðrið Højgaard. Hon vísir á, at tað mest serstaka við føroyska samfelagnum er, at ferðafólk koma í tætt samband við føroy­ingar. Meðan Ísland fyri fáum árum síðani var at meta sum eitt sera spennandi land at ferðast til, so upp­liva tey á Visit Faroe Islands, at áhugin har er nakað minkaður, tí ferða­fólk og fjølmiðlafólk siga seg bara hitta onnur ferðafólk, tá ið tey eru í Íslandi, og ikki tann vanliga ís­ lendingin. – Men soleiðis er ikki í Føroyum. Her sleppur tú tætt inn at vanliga fólk­inum, og tú fert avstað við einari kenslu av, at tú hevur fingið ein erligan part av samfelagnum við tær heim, sigur Guðrið Højgaard. Eftir hennara tykki er tað als eingin trupulleiki, at Føroyar eru smáar, og at relativt fá ferðafólk vitja her á hvørjum ári. – Tað er tvørturímóti ein stórur fyri­munur, tí tað førir við sær, at øll tey, sum vitja her, fara avstað aftur nøgd og við einari uppliving fyri lívið, sigur hon. Fremsta uppgávan hjá Visit Faroe Islands er í dag at lýsa før­oyska samfelagið frá einari ný­mót­ans síðu, men tað siðbundna er sjálv­sagt eisini ein týðandi partur av marknaðar­før­ ingini. – Tað er umráðandi at vísa, at vit eru eitt spennandi, nýmótans land, har tú eisini kanst hoyra tónleik í heims­flokki, eta fínar, reinar rá­ vørur og uppliva ein spennandi og fjøl­broytt­an høvuðsstað, sigur Guðrið Højgaard. Meðan tað meira siðbundna áður hevur verið tað, sum vit í Føroyum hava marknaðarført okkum við, so eru tað eisini aðrar nissjuvørur, sum vit kunnu bjóða. – Okkara tjóðarsøga er avgjørt tað, sum hugtekur ferðafólk allarmest. Men til dømis bindifestivalurin, Hoyma, G! festivalurin, Koks, Norð­ lýsið og annað við er við til at gera Føroyar spennandi og hendingaríkt, sigur Guðrið Højgaard. Hennara royndir siga henni, at við miðvísari marknaðarføring kunnu Føroyar gerast eitt sera spennandi stað fyri eitt nú tónleikaáhugað, mat­ entusiastar og so framvegis. – Tað eru teir smærri bólkarnar, vit skulu royna at fáa hendan veg­in. Vit kunnu ongantíð kappast við tey størstu ferðamannalondini í heim­ inum, sum tiltrekkja allar aldurs– og mál­bólkar, men tað skulu vit heldur ikki, sigur Guðrið Højgaard. Innihaldsrík vika fyri ferðaskrivstovurnar Ein ørgrynna av ferðafólki er í Føroy­ um í dag, og samstundis eru hópin av út­lendskum fjølmiðlafólki í landinum fyri at uppliva stórhendingina fríggja­dagin. Og hóast veðurútlitini ikki eru tey allar bestu í skrivandi stund, so er kortini góður hýrur mill­um tey mongu fjølmiðlafólkini, sum eru undir leiðslu av Visit Faroe Islands komandi dagarnar. – Vit hava syrgt fyri, at tey uppliva fleiri ymisk ting, meðan tey eru her, og fleiri teirra vera eisini verandi nakrar dagar eftir, at sólarmyrkingin er liðug, sigur Guðrið Højgaard. Sjálv er hon ivasom um, hvørt tað letur seg gera at halda frí, tá ið sólar­myrkingin er á skránni fríggja­ morgun. Men ætlanin er, at Guðrið og fam­iljan skulu uppliva serligu hend­ ing­ina á altanini heima við hús við ein­um góðum morgunmati. barbara@sosialurin.fo ■ BBC Stargaze ■ BBC Sky at Night ■ ITV (UK) ■ Sky News ■ Associated Press ■ The New Yorker ■ CCTV - úr Kina ■ Al-Jazeera ■ Daily Telegraph ■ Deutsche Presse-Agentur GmbH ■ ARD German Radio & TV ■ Politiken ■ DR Radio ■ DR (TV) ■ TV2 DK ■ SVT (Svøríki) ■ Illustreret Videnskab ■ National Geographic Nordic ■ Oxigeno (Spanish Outdoor Magazine) Millum annað hesir miðlar vitja í Føroyum nú: »Við tað, at vit hava boðið út­lendsk­um miðlum til Føroya, so er um­røðan blivin tað størri, søgurnar og myndir­nar meira fjølbroyttar og teir einstøku miðlarnir eru sinnaðir at siga okkara søgu« Visti tú? Visit Faroe Islands er eitt alment parta­ felag við stuðli á fíggjarlógini