hósdagur 19. mars 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. mars 2015
sosialurin 33
22
kjak
klumman
Hilmar Jan
Hansen
Skúlin nógv
eftir at læra
Í
vikuni hendi tað aftur, at Mentamálaráðið datt
um beinini á sær sjálvum, tá PISA-roynd skuldi
vera. Hesaferð vóru geymarnir ófullfíggjaðir,
tí har vantaði ein týdningarmikil fíla, so teir
kundu brúkast til royndirnar. Tað bleiv so rættað og
riggaði fínt aftaná, men ikki skerst burtur, at feilurin
hendi og enn einaferð fekk skúla-Føroyar at síggja
út, sum var sólarmyrkingin longu komin.
At royndir eru fongdar við feilum, er ikki nakað
nýtt, tí seinnu árini er bæði komið fyri, at virus
hevur verið á geymum, ið Mentamálaráðið hevur
útflýggjað skúlum, og at royndir hava verið fullar
í beinleiðis feilum og villum, so tær illa kundu
brúkast. Ikki kann tað akkurát sigast at vera
serliga álitisvekjandi, at hægsti skúlamyndugleiki
í landinum ferð eftir ferð dumpar, júst tá onnur
annars skulu standa sína roynd.
Ferð eftir ferð verður so spurt, hvørjar avleiðing
arnar eru og hvør skal standa til svars fyri, at hægsta
stað innan føroyska skúlagátt ber seg at sum ein
sibbi, men higartil hevur tað ongar avleiðingar fingið
fyri nakran, uttan tey børn og teir lærarar, ið standa
sum kánus uppi yvir teimum feilum, teimum verða
sendir. Í Mentamálaráðnum siga tey, at tað er ikki
øðrvísi enn hjá SEV, men tað er nú ein samanbering,
ið veruliga vil nakað, tí fáur mundi grunað, at so illa
stóð til.
Tað skal eitast, at altavgerandi er, hvat úrslitið av
PISA-royndini verður, men higartil vita vit so, at tað
enn ongantíð hevur verið í nánd av at vera nøktandi,
og tá er skjótt at stilla diagnosuna, at so hava vit
snøgt sagt ov vánaligar næmingar. Og hava vit tað,
slepst illa undan at peika eftir lærarunum fyri at
staðfesta, at teir heldur ikki kunnu vera beinleiðis
yvirdrivið dugnaligir. Jú, tað ber sjálvandi eisini til
at peika víðari, tí í Mentamálaráðnum sær tað ikki
mætari út, enn at øll høvdu lagt tað til merkis, um
okkurt onkuntíð vendi rætt!
Oman á tað heila bórust í vikuni so eisini tey
tíðindi, at av meira enn 700 næmingum í níggj
unda flokki vóru tað bara tveir, sum hildu seg til
at senda ein tekst inn til eina skrivikapping hjá
Rithøvundafelagnum, Námi og Norðurlanda
húsinum. At tað eisini er ein feilur, at meira
enn 700 næmingar ikki vilja vinna eina heila
ókeypis viku í Stockholm, ivist eg ikki í, men tey í
Mentamálaráðnum hava so opinbart ikki funnið
hann enn…
Ver við í kjakinum!
Send teldupost til post@sosialurin.fo
Meiningar og kjak
Árni Dahl
Í kvøld fekk
eg ikki brúkt
netbankan,
av tí at fram á
skíggjan kom
ein valmynd,
har eg skuldi játta bankanum
at brúka mítt p-tal til eina
danska skipan, sum nevnist
Nem-ID. Okkurt, sum kemur í
gildi einaferð í summar.
Eg bakkaði út úr skipanini,
tí seinni skulu hesir upplýs
ingar – sum skilst – brúkast,
so eg skal skrásetast við donsk
um CPR-nummari.
Í undirskrivaðum sátt
mála frá bankanum havi eg
fingið heimild at brúka net
bankatænastuna. Í fyrsta
lagi havi eg hug at spyrja
EIK-banka, um bankin, uttan
at siga sáttmálan upp, hevur
nakra heimild at forða mær
at brúka skipanina fram til
10. mai.
Síðani havi eg hug at minna
bankarnar, sum eru við í hes
um tiltaki, á, at føroyingar allir
hava tikið í reyvina á bankum,
eftir at teir av dugnaloysi eru
farnir á heysin. Mong mistu
bæði hús og heim og noyddust
í útlegd.
Mint verður eisini á, at stað
fest er í fyrispurningi og svari
á løgtingi, at tað hevur kostað
bankunum og tí almenna
nógvan pening – onkur hevur
nevnt 150 til 200 milliónir – at
allir føroyingar nú skulu hava
danskt CPR-nummar og Nem-
ID, samstundis sum vit avreiða
KT- og vitanararbeiðspláss til
Danmarkar.
Og so seinni spurningurin:
Lata hesir somu bankar seg
nú brúka sum sambandsjarn
brot, ið skulu tvinga okkum at
gerast ein danskur útjaðari í
uppaftur størri mun, enn vit
longu eru?
18. mars 2015
Føroyskir peningastovnar
sum sambandsjarnbrot?
Høgni Hoydal
Formaður í Tjóðveldi
Fyri nøkrum
døgum síðani
varð oyggja
ríkið Vanuatu í
Kyrrahavinum
rakt av eini
ógvusligari náttúruvanlukku,
har ein ódn legði nær um alt
landið í oyði.
Fólk hava latið lív og
meginparturin av tjóðini er
vorðin heimleys. Upp í 90%
av húsunum í høvuðsstaðnum
eru burtur, og alt infrakervið
er í sorli.
Í Vanuatu - sum gjørdist
sjálvstøðug tjóð í 1980 - búgva
góð 200.000 fólk. Talan er um
eitt oyggjasamfelag við 85
oyggjum, har fólk býr á 65
teirra. Landaøkið er tilsamans
góðar 4.700 ferkilometrar - á
leið tríggjar ferðir størri enn
Føroyar.
Lutfalsliga í mun til stødd
og fólkatal er talan um eina ta
størstu náttúruvanlukku fyri
eina tjóð yvirhøvur, sum vit
vita um.
Ikki eigur at vera trupult
hjá okkum í Føroyum at skilja,
hvussu út av lagi ring støðan
er hjá fólkinum og myndug
leikunum í Vanuatu, og hvussu
stórur tørvur er á hjálp.
Tí verður hervið heitt á
Landsstýrið um beinanvegin
at veita neyðhjálp til Vanuatu.
Áheitan á landsstýrið um at veita
neyðhjálp til oyggjaríkið Vanuatu