Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-19, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mars 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. mars 2015 sosialurin 33 28 politikkur Faklig leiðsla í nýggjum bygnaði á sjúkrahúsinum Árni Gregersen E in nýggjur bygnaður við ein­ari heilsufakligari leiðslu, sum er javnsett við fíggjar­ ligu leiðsluna. Tað var eitt av sjónarmiðunum, sum komu fram á tingsins røðarapalli, tá ið eitt uppskot til samtyktar frá Sirið Stenberg og Bjørt Samuelsen, Tjóð­veldi, var til 1. viðgerð. Rósa Samuelsen, Sam­bands­flokk­ urin, var tann, sum mælti til hesa broytingina. Orsøkirnar eru fleiri, men í seianstuni hevur tað verið buldra­sligt kring Landssjúkrahúsið. Fleiri yvirlæknar hava sagt seg úr starvi og aðrir hava boðað frá, at teir umhugsa at gera tað sama. Ein hópur av størvum eru ósett og brúktar verða á leið 100 milljónir krónur til at keypa læknahjálp frá øðrum – fyrst og fremst til at fáa útlendskar serlæknar til Føroyar at arbeiða. Menningarætlan Í uppskotinum til samtyktar verð­ur heitt á landsstýrið at koma við einari greiðari visjón og einari menn­ingar­ ætlan fyri sjúkra­hús­verkið. Mælt verður eisini til, at fíggjarligi parturin verður nágreinaður, so politikkararnir fáa at vita, hvat eitt nøkt­andi heilsuverk fer at kosta. Í viðmerkingunum verður eisini nevnt, at skal føroyska heilsuverkið vera á einum støði, sum líkist tí norður­lendska, so er neyðugt, at játtanin hækkar hvørt ár. Í løtuni er tað soleiðis, at Føroyar ikki nýta eins stóran part av BTÚ til sjúkrahúsverkið, sum londini vit van­ liga samanbera okkum við, gera. Harafturat er tað soleiðis, at ein spariætlan er á veg fyri sjúkra­hús­ verkið, millum annað tí hædd ikki er tikin fyri lønar og prísvøkstri. 25 størv eru niðurløgd í heilsu­ verkinum seinastu árini. Upp­skots­ stillararnir ásanna tó eisini, at tørv­ urin á fígging kann vera ómettiligur: – Samstundis kann tørvurin sjálv­ andi vera ómettiligur, so skilagott mark má eisini setast fyri, hvat sjúkra­ hús- og heilsuverk kunnu kosta. Men, hetta støðið skal leggjast soleiðis, at vit til eina og hvørja tíð kunnu veita vissu fyri, at føroyski borgarin fær so góð­ar heilsutænastur, sum til ber, siga Sirið Stenberg og Bjørt Samuelsen. – Partur av menningarætlanini eigur tí at vera at gera eina meting av, hvør fíggjarorka er neyðug at røkka sett­um málum fyri heilsuverkið. Sjálv­andi eigur hetta eisini at fevna um ætlan fyri, hvussu heilsuverkið verður rikið so rationelt og effektivt, sum til ber, so hvør króna fer til mest møguliga heilsutænastu til borgaran, siga tær báðar. Góð undirtøka Dagurin var liðin nógv, tá ið uppskotið var til viðgerðar í Løgtinginum, so fleiri tingfólk vóru farin til hús. Kortini vísti tað seg, at undirtøkan var stór fyri uppskotinum frá Tjóð­ veldi. Hanus Samró, framsøgumaður Fólkafloksins, helt tað vera torført at vera ímóti nøkrum av tí, sums tendur í uppskotinum og ei heldur í tí, sums tendur í viðmerkingunum. – Eg kann ikki vera ósamdur við nøkrum av hesum, men kortini ivist eg ikki í, at hetta fer at elva til eitt gott kjak í trivnaðarnevndini, segði Hanus Samró. Rósa Samuelsen var fram­søgu­ kvinna fyri Sambandsflokkin. Hon tók undir við uppskotinum og mælti til, at bygnaðurin verður broyttur, so leiðslan eisini verður ein faklig leiðsla. – Ein annar trupulleiki er, at heilsu­málaráðið, sums týrir sjúkra­ hús­inum, heldur ikki hevur nakrar heilsufakligar førleikar. Tað eiga vit eisini at gera nakað við, segði Rósa Samuelsen. Hon vísti til, at hóast nakað av rumbli hevur verið um lækna­ viður­skiftini og onnur viðurskifti á Lands­sjúkra­húsinum, so kundi hon persónliga váttað, at framvegis er tað sjúklingarnir sum eru í miðdeplinum og fáa eina góða móttøku av starvs­ fólkunum. Ongan heilsupolitikk Sirið Stenberg, Tjóðveldi, segði, at uppskotið í veruleikanum er eitt inn­ ar­ligt ynski um at framtíðar­tryggja heilsuverkið. – Tað er soleiðis, at vit ikki einisinni hava ein orðaðan heilsupolitikk í Føroyum, segði hon. Hon nevndi eisini, at ein av stóru av­bjóðingunum sum eru nú og í fram­tíðini er at fáa fakfólk til Føroya. – At hava nóg mikið av serlæknum og heilsustarvsfólki við serútbúgving telist millum størstu avbjóðingarnar í mun til at framtíðartryggja eitt gott heilsuverk. Serlæknafelagið og fleiri onnur hava í seinastuni rópt varskó – bæði í Trivnaðarnevndini og alment, segði Sirið Stenberg. Í uppskotinum verður eisini farið inná tann veruleika, at vit í Føroyum hava trý sjúkrahús: – Føroyar hava trý sjúkrahús. Ein menningarætlan má eisini greitt staðfesta, hvørjar tænastur skulu vera hvar. Og hvussu starvsfólkini á sjúkrahúsunum fáa best møguligar møgu­leikar at varðveita og víðar­ imenna fakligu førleikar sínar, í sam­starvi millum sjúkrahúsini og við sjúkra­hús í grannalondum okkara, verður sagt í viðmerkingunum. Serlæknar Ein stórur trupulleiki í føroyska heilsu­verkinum er, at tað eru nógv færri serlæknar í Føroyum enn aðra­ staðni. Hetta er ein trupulleiki, sum er sera torførur at loysa, serliga tí vit eru so fáa. – Í summum førum eru sjúk­ling­ ar­nir so fáir, at tað als ikki gev­ur nakra meining at hava ein ser­lækna til udnir 10 sjúklingar, segði lands­ stýris­maðurin við heilsumálum her­ fyri. Í serlæknahøpi er tað soleiðis, at skulu tey varðveita sín serkunnleika, so mugu tey arbeiða við hesum so at siga dagliga. Í einum samfelag við so fáum íbúgvarum sum í Føroyum, letur hetta seg sera illa gera. – Sjúkrahúsverkið byggir í dag eisini í stóran mun á kon­sulent­ við­gerð við serlæknum, sum koma hendanvegin við jøvn­um millum­ bilum. Hetta er neyð­ugt, men førir javnan til, at sjúk­lingar møta alt ov nógvum ym­iskum lækn­um og kenna, at tørv­ur er á greiðari »toghaldan« í mun til við­gerðina. Partur av menn­ ingar­ætlanini eigur tí eisini at fevna um eina lýsing av á hvønn hátt, konsulentviðgerðarskipanin kann styrkjast og gerast minni ør­kyml­andi fyri sjúklingin, stendur í við­merk­ ingunum til uppskotið. Talan er um eitt uppskot til sam­ tyktar, so tað liggur nú í trivnaðar­ nevnd­ini hjá Løgtinginum. Síðani fær tað eina viðgerð afturat. sosialurin@sosialurin.fo Uppskotið um at áleggja landsstýrinum at gera eina menningarætlan fyri føroyska sjúkrahúsverkið fekk gongd í kjak um støðuna í sjúkrahúsverkinum » Sjúkrahús­ verkið byggir í dag eisini í stóran mun á kon­sulent­ við­gerð við ser­ læknum, sum koma hendan­ vegin við jøvn­um millum­bilum« Rósa Samuelsen heldur, at ein faklig leiðsla eigur at setast á Landsjúkrahúsinum javnbjóðis við fíggjar­ ligu leiðsluna. Sirið Stenberg, Tjóðveldi, hevur lagt fram uppskot til samtyktar um at gera eina menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið. Hanus Samró, Fólkaflokkurin, helt, at torført er at vera ímóti uppskotinum, men væntaði kortini gott kjak í trivnaðarnevndini.