Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-19, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mars 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. mars 2015 sosialurin 33 29 Dia Midjord stjóri í KvF Á lit millum føroyingar er grundvøllurin fyri okkara virksemi, og tað hevur sera stóran týdning, at føroyingar hava álit á okkara tíðindaflutningi og teim sendingum, ið avdúka ivasom við­ur­ skifti í samfelagnum. – Kringvarp Føroya hevur sum almenur public service miðil, ið fær kringvarpsgjald frá føroyingum, ein serligan leiklut, ið framum aðrar miðlar setir strangari krøv til trúvirði, óheftni og góðsku. – Sjálvandi skulu føroyingar seta høg krøv til góðskuna og journalistikkin í Kringvarpi Føroya. Og starvsfólk í Kringvarpi Føroya skulu veruliga kýta seg á øllum økjum fyri at varðveita hesa lyklastøðu. Tað gera starvsfólkini vanliga, men vit leggja nú eina ætlan fyri at bøta um førleikarnar hjá okkara starvs­ fólkum. Men tað slepst neyvan undan í einum fjølmiðli, sum ger hópin av jour­nalistiskum tilfari hvønn einasta dag, at mistøk ikki eisini henda í fram­tíðini. Men vit skulu vera um­ hugsin í øllum okkara avrikum, so at vit sleppa undan rættarmálum um ærumeiðing í komandi tíðum. Hvat sigur dómurin? Ótollaðar vørur fóru av goymsluni hjá pf. N. Niclasen í Sørvági, tíðar­ skeiðið Jørgen Niclasen var stjóri í felagnum. Vørurnar vórðu seldar, og skuldin hjá felagnum mótvegis tollmyndugleikunum hækkaði serliga í 1991. Hetta slær dómurin í Føroya rætti rimmarfast. Í dóminum stendur, at tað var rætt og týdningarmikið, at miðlarnir søgdu søguna fyri fólkinum, sjálvt um ótollaðu vørurnar fóru av goymsluni hjá pf. N. Niclasen fyri mongum árum síðani, og at hetta ikki umfatar revsiverd viðurskifti. Somuleiðis vísir dómurin á, at miðlarnir hava framsagnarfrælsi. Tað merkir, at teir kunnu vera ágangandi og atfinningarsamir, og tað er einki krav um, at upplýsingarnar eru neyvar í øllum smálutum. Men vit kunnu ikki loyva okkum at siga alt í miðlunum, og Kringvarp Føroya hevur sambært Føroya rætti brúkt nakrar orðingar, sum eru ærumeiðandi, og tað í sær sjálvum er revsivert. Ein dómur skal takast í álvara Tað er at taka í so rívan til, tá ført verður fram, at dómurin um æru­ meiðing í Føroya rætti er ein lemjandi ósigur fyri Kringvarp Føroya. – Tað er keðiligt at fáa ein dóm ímóti sær, og tí taka vit henda dómin í álvara. Men at nøkur fólk í hesum sambandi nýta høvi til at hunddálka stovnin er sera harmiligt. Sambært leiðreglunum um góð­an fjølmiðlasið hava fjølmiðlar rætt og skyldu til at avdúka ivasom viður­ skifti í samfelagnum. Tá arbeitt verður við kritiskum journalistikki, er umráðandi at kenna arbeiðsváðan og vandamálini, sum eru knýtt at hesum journalistiska arbeiðshátti. – Sjálvt um vágin er, at mistøk kunnu henda, so fer Kringvarp Før­oya ikki at gevast við hesum, tí kritiski journalistikkurin er ein partur av okkara tilverugrundarlagi. Vit skulu heldur gera journalistarnar meira tilvitaðar um vandamálini, sum eru knýtt at hesum journalistiska arbeiðshátti. Tað er altíð skilagott at endurmeta, og um neyðugt fremja ábøtur. Dóm­ urin í Føroya rætti gevur okkum møgu­leika eitt nú at fara ígjøgnum manna­gongdir í sambandi við kritiskar sendingar. – Somuleiðis ynskja vit at seta fokus á útvald øki, so sum jour­nalistiska arbeiðsháttin og leiðreglurnar um góðan fjølmiðlasið. Hetta verður gjørt við fyrilestrum og einum seminari, har leiðreglurnar um fjølmiðlasið verða í fokus. Mugu tola atfinningar Í einum lítlum samfelag hevur tað stóran týdning, at vit hava ein óheftan miðil, ið kann tryggja talu- , skrivi- og kunningarfrælsi, sum eru týdningarmiklir grundarsteinar í einum fólkaræði. – Tað er umráðandi, at okkara jour­ nalistar hava tryggleika í arbeiðnum at gera kritiskan journalistikk, sjálvt um avleiðingarnar kunnu vera ótespiligar. Sum áður nevnt, er vandin fyri mistøkum í slíkum journalistikki størri, men tann prísin mugu vit sum samfelag góðtaka, tí alternativið er minni av kritiskum og óræddum journalistikki. Kringvarp Føroya er ein almennur miðil, ið verður fíggjaður við kringvarpsgjaldi, sum føroyingar rinda. Ein almennur miðil, sum er týdningarmikil partur av føroyska fjølmiðla- og mentanarpolitikkinum, og tí er tað eisini gott, at almenn­ing­ urin kjakast um leiklutin og avrikini hjá Kringvarpi Føroya. Í einum public service fjølmiðli er tíðindaflutningur, íroknað krit­ iskur journalistikkur, ein partur av kjarnuvirkseminum. Men tað skal eisini takast við, at grundstøðið sum heild hjá Kringvarpi Føroya, sjálv fíggingin og møguleikin at arbeiða við tíðindum, mennist við breiðari undirtøku frá fólkinum, og evnunum hjá Kringvarpi Føroya at savna lurt­ arar og hyggjarar. – So sjálvt um tíðindini eru kjarnin í virkseminum hjá Kringvarpi Føroya, krevur ein kjarna okkurt rundanum. Og har hava vit alt hitt, sum Kring­ varp Føroya hevur á skránni frá morgni til myrkurs. Kunnu úr rúgv­ uni nevna eitt nú barna- og ung­ dómstilfar, dokumentarar, upplýsing & undirhald, mentan og ítrótt. Latið okkum standa saman Hava fólk hug at tøma eina “bukku­ spann”, er tað lutfalsliga lætt og bíligt at finnast at Kringvarpi Føroya, serliga á sosialu miðlunum. Eg vildi ynskt, at kritikkurin var meira konstruktivur, og at tey atfinningarsomu hugsaðu um starvsfólkini í Kringvarpi Føroya, sum gera eitt stórt og dygdargott arbeiði. Men er nakað alternativ? Ber til at sløkkja lortið, sum summi mæla til á sosialu miðlunum? Eftir míni bestu sannføring hevði tað verið eitt bakkast fyri sam­felagið. Øll vesturevropeisk lond hava eitt alment kringvarp, sum í flestu førum eru fíggjað við onkrum slagi av kringvarpsgjaldi. Felags fyri hesar almennu miðlar er, at allar politiskar stjórnir hava virt hesar miðlar og givið teimum góðar arbeiðsumstøður, tí tær hava ásannað og framvegis ásanna, at frælsir miðlar eru grundsúlur og fyri­ treytir í einum fólkaræði. Við public service sáttmálum seta stjórnir – hjá okkum Mentamálaráðið – krøv og ynski um, hvat public ser­ vice miðlarnir skulu leggja dent á í tíðarskeiðnum, sáttmálin fevnir um. Við hesum sáttmála kann polit­ iski myndugleikin ávirka miðla-, ment­anar- og málpolitikkin í sam­ felagnum. Men tað merkir tó ikki, at grundleggjandi journalistiska frælsi verður skert. Public service sáttmálin forðar ikki vanliga føroyinginum eisini at hava ávirkan á stovnin, sum hann sjálvur fíggjar við 10 kr um dagin ella 3.600 kr um árið. Vit, sum arbeiða í Kringvarpi Føroya, lurta og skulu framhaldandi taka ímóti viðmerkingum, at­finn­ ingum og øðrvísi sjónarmiðum um, hvussu vit velja at raðfesta og fremja uppgávurnar. Og vit skulu gera okkara ítarsta at liva upp til krøvini í leiðreglunum um góðan fjølmiðlasið. – Men eitt viknað Kringvarp er alt annað enn gott fyri fólkaræðið, miðla­fjølbroytni og kritiska journalistikkin í samfelagnum. Tað hevur tí stóran týdning fyri føroyska samfelagið, at føroyingar standa saman um Kring­varp Føroya og hava álit á stovninum. – Vit, sum starvast í Kringvarpi Føroya, vilja gera okkara ítarsta fyri, at føroyska tjóðin framhaldandi hevur álit á stovninum, sum dagliga varpar miðlatilfar í nærum hvørt hús, nærum hvørja fyritøku og í nærum hvørt føroysk skip. KvF tekur dómin í álvara TÍÐARGREIN Søgan um tollmálið var viðkomandi og týdningarmikil at fortelja føroya fólki, men sambært dóminum í Føroya rætti kundi Kringvarp Føroya sagt søguna við øðrvísi orðum. – Tað er eingin ivi um, at vit taka dómin um ærumeiðing í álvara, tí dómurin gevur okkum møguleika at hyggja inneftir og fremja møguligar ábøtur.